Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 Sosialurin Leo Poulsen Størstu tíðindini tóktust vera, at samgongan ikki er samd um játtanarkarmin fyri 2012. Kaj Leo Johannesen gav í gjár eftir øllum at døma Fólk a flokkinum knívin fyri barkan: Eru tit partur av sam gonguni ella ikki! Men Fólkaflokkurin tekur framvegis ikki undir við játt­ anarkarminum, og tí stóðu bert tveir av teimum trimum samgonguflokkunum aft an fyri uppskotið, sum fíggjar­ málaráðharrin legði fram fyrrapartin í gjár. Rakstrarútreiðslurnar eru settar til 4.574,8 milliónir krónur, sum saman við ein ­ um íløgukarmi á 280 milli ónir tilsamans geva ein út reiðslu­ karm á 4.854,8 milliónir krón­ ur. Inntøkurnar eru settar til 4.425,7 milliónir krónur, og tað gevur eitt hall á 429,1 millión krónur. Á einstøku ráðunum sæst, at almannamál hevur nógv størstan karm, heilar 1.667,3 milliónir krónur, sum er smáar 740 milliónir meir enn karmurin hjá Menta­ málaráðnum, og 770 milli ónir meir enn tann, hjá Heilsu­ málaráðnum. Sagt verður í viðmerk ing­ unum, at tað sjálvandi eru óvissur tengdar at út reiðslu­ síðuni, tó at hon er munandi lættari at meta um enn inn­ tøkusíðan. – Óvissan á útreiðslu­ síðuni snýr seg serliga um rentugongdina, oljuprís­ gongdina og úrslitini av lønar­ samráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum, verður sagt í viðmerkingunum. Rakstrarútreiðslur tálmast Víðari verður sagt í viðmerk­ ingunum, at við so óvissum fortreytum er tað ein stór bú­ skaparlig avbjóðing at stýra eftir einum máli, sum er at fáa landskassahallið burtur í 2015. – Tað ber til at gera for­ søgnir, sum nøkurlunda vísa, hvussu stórur búskap­ ar vøksturin verður í nærm­ astu framtíð, men eingin er førur fyri at spáa um bú­ skaparvøksturin fleiri ár fram í tíðina. Tí skulu metingarnar av inntøkum landskassans fram til 2015 takast við stór­ um fyrivarni, verður sagt í viðmerkingunum. Víst verður á, at ein annar trupulleiki er, at tiltøk, sum skulu minka um hallið á fíggjarlógini, virka tálmandi á búskaparvøksturin og tí eisini á inntøkur landskassans. ­ Tiltøk, sum skerja útreiðslur landskassans, ella tiltøk, ið økja skattainntøkurnar, minka eftirspurningin í sam felagsbúskapinum og tí eisini í ein ávísan mun bæði búskaparvøkstur og inntøkur landskassans, verður sagt í viðmerkingunum. Landsstýrið ásannar, at fyri at røkka málinum at fáa hallið burtur á fíggj ar­ lógini í 2015, mugu rakstrar­ útreiðslurnar ikki vaksa meira enn 1% árliga. Hetta merkir, at neyðugt veðrur við sparitiltøkum komandi árini, og skulu nýggjar raðfestingar gerast hesi árini, mugu enn fleiri sparingar gerast. Aðalráðini fækkast Høvuðsraðfestingarnar í 2012 fara til barnafamiljur, útbúgvingarøkið og til búgv­ ingina. Íløgurnar til skúla­, al­ manna­ og heilsuverkið verða eisini øktar mun andi, samstundis sum pen ing ur er settur av til nýtt hav rann­ sóknar skip. Inn an almenna bygnaðin verða rationali­ seringar og spar ingar framdar við at minka talið av aðal­ ráðum úr níggju niður í seks, og at javnseta løgtingslimir og landsstýrisfólk við aðr­ ar borgarar, tá tað snýr seg um endurgjald fyri ferða út­ reiðslur. – Fyri at varðveita ungu familjurnar í Føroyum verð­ ur barnafrádrátturin økt­ ur, samstundis sum meira verður sett av á út búgv ingar­ økinum, bæði til rakstur og løgur, verður sagt í viðmerk­ ing unum. Eisini verður dentur lagd­ ur á, framhaldandi at tryggja flest møguligum skikk­ aðum umsøkjarum á mið­ námsskúlunum eitt lestrar­ pláss. Komandi ár verður fult virksemi á Ellis­ og røkt ar ­ heiminum í Vági og á Økis­ deplinum í Vági. Í juni 2012 letur Ellis­ og røktarheimið í Vestmana upp, og í ok tob­ er 2012 letur Ellis­ og røktar­ heimið í Tórshavn upp og í mai 2012 letur so Ellis­ og røktarheimið í Klaksvík upp, og tyrlutilbúgvingin verður munandi uppstigað í 2012, men samstundis verður til­ feingisgjaldið økt. Longu tá fíggjar lógar upp­ skotið fyri 2011 varð evnað til, varð lagt upp til at lækka talið av aðalráðum úr níggju niður í seks eftir valið. – Endamálið við at endur­ skoða og minka talið av aðalráðum er at fáa meira fyri skattakónurnar við at samskipa og styrkja fak liga umhvørvið soleiðis, at mið­ fyrisitingin verður smidligari til frama fyri einum betri tæn astustøði. Hetta fer sum frálíður at hava spar­ ing ar við sær, verður sagt í viðmerkingunum til játt­ anar karmin fyri 2012. Hallið minkast 117 milliónir Fyrrapartn í gjár legði Aksel V. Johannesen fram játtanarkarmin fyri fíggjarlógina 2012. Hallið verður skorið úr 546 milliónum í 2011 niður í 429 milliónir krónur í 2012 Aksel V. Johannesen er nøgdur við, at hallið minkar við 117 milliónum í 2012 í mun til 2011-04-01 Mynd: Álvur Haraldsen Tað er nøktandi, at hallið er 117 mió. minni enn í 2011