Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 11 VIKUSKIFTI Børn Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Foreldur skulu sjálvsagt hjúkla um síni børn, leggur Peter Aalbæk Jensen varisliga fyri. Hann hugsar seg um eina løtu. Ressast við og brúkar orkuna. Hvass oygdur á málinum. Tað er eisini teirra uppgáva at brynja síni børn at stíga út í heimin. Foreldur skulu fyrireika børnini at handfara mótburð og gera púra greitt, at lívið er ikki ein dansur á rósum. Eingin verð­ ur borin á lógvum. Fólk traðka á teg. Spýta á teg. Finnast at tær. Tað hava tannáringarnir ikki hóming av í dag. Tú noyðist at bretta upp ermar, brestur burt ur úr honum, nærmast í sama andar haldi. Tað hevur verið hvast orðaskifti um barnauppaling í Danmark seinastu mán aðirnar. Bólturin fór á rull, tá ber søgni Thomas Blachman fíltist at donskum foreldrum, sum renna undan sínari ábyrgd. Skalluti tónleikarin segði í almenna sjónvarpinum, at tannáringar í dag hava onga fatan av, hvørjar av­ bjóðingar bíða teimum. Orsøkin er, sam bært honum, curling­foreldruni, sum sópa samfullar trupulleikar hjá børn unum burtur. Foreldruni hava frá barnsbeini kínt sínum børnum um ryggin og sagt, at tey duga alt. Úrslitið er eitt egoistiskt ættarlið, sum droymir um persónliga eydnu og viðurkenning, uttan at hava minstu hóming av, hvat krevst fyri at røkka tindinum. Ættarlið Y, sum er spjaldrið, børnini fáa hongt um hálsin, eru børn og tannáringar í einum ríkum materalistiskum sam­ felag. Ekkaleysir lívsnjótarar og trygg heitsnarkomanar, sum ongantíð klippa nalvastrongin frá foreldrunum, eru skoðs málini. Virðisgrundarlagið hjá ættar lið Y fær eldra ættarliðið at himpr ast. Fleiri hava tikið blaðið frá munn­ inum. Pernille Vigsø Bagge er fram­ søgukvinna í familjumálum hjá Socialistisk Folkeparti. Hon tekur undir við at finn ingunum, at tað eru fleiri foreldur, sum ikki røkja sína skyldu. Vit skulu læra børnini at gera sær ómak, um tey vilja verða dugnalig. Vit skulu læra børnini, at tú skal venja sera nógv, um tú vil verða best, sigur hon, sambært religion.dk. Peter Aalbæk Jensen tekur undir. Feskastu dømini eru børnini, sum ósmæðin bjóða seg fram í sjón varps­ sendingunum X­Factor og Talent. Sannførd um, at tey eru í heimselituni eftir einum vikuskifti. Tilgongdin hjá seriøs um tónleikarum er 10 til 15 ár fyri at røkka tindunum. Tað hava børn­ ini ikki peiling av. Eftir at hava gjørt sær fullkomiliga fyri skommum í al­ mennum sjónvarpi, fata tey, at hatta duga tey ikki. Tað eru foreldruni, sum skulu siga sínum børnum tað. Ikki eg ella Thomas Blachman, sigur hann. Bersøgin dómari 54 ára gamli Peter Aalbæk Jensen er pápi at trimum børnum og films­ fram leiðari. Hann og Lars Von Trier, leik stjóri, stovnaðu filmsfelagið Zentropa í 1992, og síðani hava teir fram leitt eina rúgvu av vælumtóktum donskum spælifilmum. »Ålen«, sum hann eisini verður róptur, hevur verið almennur persónur í Danmark í nógv ár. Hann fekk Bodil­virðisløn fyri sítt stóra arbeiði til frama fyri donsku filmsvinnuni í 2001. Millum føroyingar er hann helst best kendur fyri sín leiklut sum kenslu­ leysi og bersøgni dómarin í Talent 2008. Leisturin at viðfara allar luttak­ arnar eins, líkamikið um tað var ein spastiskur dansari, ein lítil genta ella ein vaksin maður, fekk fleiri at øtast við. Hann var ikki mjúkur at strúka. »Du ligner kraftedeme en død fisk i hovedet, mens du spiller« og »når I står der, da får jeg sgu lyst til at afsikre mit haglgevær« vóru millum skoðsmálini, nøkur vónrík og brosandi børn fingu við sær á lívsleiðini frá Peter Aalbæk Jensen. Sum dómari fekk hann sjálvur at sanna, at børnini tykjast ikki at vita, at einki kemur av sær sjálvum. Lívið er ein dystur, har tú fær fleiri fúlar undir vangan. Tú tapir fleiri dystir í lívsins dysti. Dugir tú ikki at hand fara tær støðurnar, hevur tú ongan møgu­ leika at standa teg. Foreldur skulu brynja og fyrireika síni børn til tann mót burðin. Tað gert tú millum annað við at gera teimum greitt, at hatta dugir tú, og hatta dugir tú ikki. Børnini skulu læra at reisa seg aftur. Hvør er dugna ligur, uttan at hava grátið?, spyr hann. Lisbeth Zornig Andersen er for­ kvinna í danska Barnaráðnum. Hon hevur átt virknan leiklut í kjakinum um uppaling. Hon heldur, at tað er tor ført at skyna ímillum javnvágina við kær­ leika og at siga tað bart út. Sig sannleikan, men við kærleika, er hennara greiði boðskapur til foreldur í klummu á heimasíðuni boerne raadet. dk. Stórar broytingar hava verið í um­ búna seinastu áratíggjuni. Konufólk eru meira virkin á arbeiðsmarknaðinum í dag, og stórur partur av barnauppalingini fer fram á stovnum uttan fyri heimið. Tað er eingin umbering, heldur Peter Aalbæk Jensen. Gamaní, men skalt tú vera foreldur, so skal tað vera heilhugað. Kann tú ikki tað, so lat vera, sigur hann. Eyðmjúk Pernille Vigsø Bagge, framsøgukvinna í familjumálum hjá Socialstisk Folkepart, hevur greiða støðu. Tað er alneyðugt at varpa ljós eyðmjúku børnini og upp­ gávuna hjá foreldrunum. Foreldur tykjast hava gloymt sín leiklut í lívunum hjá børnunum, sigur hon. Peter Aalbæk Jensen leggur áherðslu á, at børn kenna ikki sítt pláss. – Tá eg eri í føðingardag, er tað altíð ein smádrongur ella ein smágenta, sum skulu gera vart við seg. Rópa og skrála. Eg sakni eitt vanligt smædni, sum ger, at børn taka orðið, tá tey hava nakað upp á hjartað, sigur hann. Nei, okkara børn duga ikki alt VirðisgrUndarlagið hjá teimum yngrU fær eldra ættarliðið at himprast. Í danmark hevur verið hvast orðaskifti um barnaUppaling seinastu mánaðirnar. niðurstøðan er greið. foreldur seta ikki mørk og billa børnUnUm inn, at tey duga alt – billið teimum ikki tað inn!