fríggjadagur 1. apríl 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
12
Sosialurin
Jan Asbjørnsson Joensen
landsnevndarformaður
og vit meina tað!
Nú hava stóru flokkarnir havt
landsfund, og báðir leypa
aftan á Sjálvstýrisflokkinum,
uttan tó at nevna hann.
Nú siga bæði Samband og
Tjóðveldi, at vit skulu hava
fleiri lestrarpláss í Føroyum.
Hetta er sjálvandi frálíkt.
Men søgdu ikki báðir flokk
arnir okkurt líknandi til
síðsta val, tá ið øll tosaðu um
altjóða universitet og bleyt
virði?
Bæði Samband og Tjóð
veldi hava sitið í sam gongu
hetta valskeiðið, men hvørgin
hevur gjørt nakað nevni verd
ugt við lestrarpláss. Rætt
er, at vit eru farin frá nær
um ongum til eitt sind ur av
hægri útbúgving í Føroy um,
men hvør strikaði neyð ars 5
mió av játtanini hjá setri num:
fíggjarnevndin
við
Sam
bandi og Tjóðveldi á odda, tí
pengarnir aftur skuldu brúk
ast til asfalt og betong.
Sjálvstýrisflokkurin lovar
ikki nógv, men heldur síni
vallyftir. Í valfaldaranum til
seinasta val skrivaðu vit:
“Vit skulu skipa hægri
útbúgving og gransking í
Føroyum. Málið skal vera, at
øll skulu kunna byrja og enda
vanligar hægri útbúgvingar
í
Føroyum.
Føroyskar
útbúgvingar skulu vera so
góðar, at útlendingar koma
til Føroya at lesa.”
Hetta meintu vit og hetta
meina vit. At Samband og
Tjóðveldi aftur siga seg vilja
fylgja eftir er frálíkt, men vit
halda altso okkara vallyftir,
so um tit eisini meina tað,
so geru tit tykkum klárar, at
fíggja eina munandi hækking
av lestrarplássum á hægri
stovnum í Føroyum, umframt
at eftirskúli og skúladeplar
kring landið við miðnáms
og yrkisútbúgvingum skulu
skipast.
Góðir útbúgvingar møgu
leikar og ein búðskaparliga
burðardygg fiskivinna eru
bestu og fremstu fortreytir
fyri menning og framburði.
Sjálvstýrisflokkurin
vil útbúgving
Lat Fólkaflokkin slíta
Frank Davidsen
Sørvágur
Kjak
Tað snýr seg ikki bara um
sambýlið úti í Svínoy. Hetta
snýr seg um, hvussu Klaks
víkar
kommuna
verður
rikin, og hví? Eg veit væl, at
eg havi verið provokerandi
við onkr um av mínum út
sagn um, men tað var fyri
at varpa ljós á málið og fáa
eitt kjak í gongd. Um tað var
rætt ella skeivt, vil tíðin vísa.
Klaks víkingar hava sjáldan,
tað eg veit um, kjakast opið
í fjøl miðl unum um avgerðir,
býráðið hevur tikið.
Mín vón er, at vend er kom in
í. Í dag er lættari at koma fram
við viðmerkingum. Vit hava t.d.
fingið facebook. Fjøl miðl ar nir
fylgja eisini við á face book og
hyggja at, hvat fyriferst.
Fríggjaríið
Tá ið fyrrverandi býráðið
fríggjaði til svínoyingar og
tók undir við sambýlinum,
løgdu kommunurnar saman.
Núverandi býráð hevur síð
ani
staðfest
samtyktina.
Sjálv andi
skulu
gjørdar
avtal ur
haldast,
men
núver andi
býráð
átti
at
tikið samráðingar upp við
svínoyingar, um at funnið
eina aðra loysn, eina, ið hevði
betri møguleika at eydnast.
Bara sjálvur raksturin fyri eitt
sambýli yvir eitt 10 ára skeið,
til 8 búfólk, kostar meira enn
20 mill. kr., væl at merkja, um
tað var í Klaksvík, men tað
er tað jú ikki! Fyrrverandi
býráð fríggjaði eisini til
Hvannasunds
Kommunu,
hesaferð varð egnt við 10
tals mill. kr., tíbetur fekk
Klaksvíkar Kommuna krakk.
Eg dugi illa at ímynda mær
støðuna í dag, um fríggjaríið
hevði eydnast.
Spurningurin er so, um
kommunan
hevur
lært
nakað av gjørdum feilum, eg
vóni framtíðin fer at vísa, at
so er.
Fortíð ella framtíð
Klaksvíkar
Kommuna
stend ur í dag framman fyri
teimum størstu avbjóð ing
unum nakrantíð, hetta kann
ikki undirstrikast nokk, tað
skulu sera dugnalig fólk til
at venda gongdini. Vit eru
í dag umleið 200 fólk færri,
enn tá ið undirsjóvartunnilin
lat upp, og allar forsagnir
siga, at gongdin fer at halda
fram.
Stórur
partur
av
útbúna ungdóminum rým
ir úr Klaksvík, útlitini eru
óhugna lig. Fyri fleiri av
okkara til komnu borgarum,
er valið lættari enn hjá KK,
vit kunnu jú flyta til Havnar
ella enn longur burtur. Børn
ini, ið nú eru vaksin, eru ikki
her longur!
Hvar er visiónin?
Marketminds hevur gjørt
eina kann ing fyri K.K., ið
út greinar
trupulleikarnar,
býur in hevur. Her eru fleiri
greið ar
ábendingar.
At
ignorera hesa kanning, vildi
verið av størstu mistøkum,
hetta býráðið hevði gjørt.
Skúrurin
í
miðbýnum
er eitt talandi dømi. Tá ið
býráð ið valdi ikki at taka
niðurstøðuna hjá innlendis
málaráðnum til eftirtektar,
varð eitt keðiligt mistak gjørt.
Signalið býráðið hervið sendi,
fær óivað størri avleiðingar
enn roknað varð við. Tað,
ið verri er, býráðið segði nei
takk til framtíðina.
Í
inspiratiónsætlanini
”Klaks vík, ein býur fyri øll”
varð tikið hædd fyri eini
bátamarinu
heimanfyri
lítlu kei eins og møguleika
fyri hotelbygging og einum
livandi
og
fjølbroyttum
umhvørvi við havnalagið. Um
røktarheimið varð flutt eitt
sindur longur heim, vórðu
hesir møguleikar varðveittir.
Hetta er nakað, ið framvegis
kann verða gjørt. Tørvur á
bátaplássum er longu stórur
og verður neyvan minni
sum frá líður, tað verður seg
til fast pláss, bátafestivalar
umframt
onnur
vitjandi.
Vónandi endar hetta ikki við
”business as usual”.
Kostnaðurin
24. mars í ár var tað eitt ár
síðani borgarafundin í Bad
minton høllini, har inspira
tións ætlanin, “Klaks vík, ein
býur fyri øll”, varð løgd fram.
Hetta er higartil besta boð
upp á, hvussu vit taka við
avbjóðingunum,
framtíðin
hevur at bjóða. Framløgan
varð sera væl móttikin, og
birti vón í fólkið.
Higartil hevur kommunan
brúkt millum 3040 mill.
kr. upp á ein miðbý, ið enn
ongan veg er komin. Skal
hetta halda fram?
Rætt ella skeivt?
Lívið er eitt val við av
gerðum. Hvør, ið var røtt, og
hvør, ið var skeiv, vil tíðin vísa.
Ein av tykkara avgerðum
kann tí stevna tykkum beint
aftur í nakkan, tá ið tit minst
vænta tað, soleiðis er lívið.
Tískil er sera umráðandi at
gera arbeiðið til lítar.
Burtur við vanahugsan
inn við nýhugsan. “ Think
outside the box”.
Archibald Black
Hvat er endamálið?
Aftur í ár roynir Fólkaflokkurin at halda seg
uttan fyri semjuna um figgjarkarmin til tess
at sleppa undan at taka ábyrgd. Hinvegin so
ætlar fíggjarnevndarformaður floksins at
nýta sama taktikk sum undanfarni fíggjar
nevnd ar formaður, nevnliga at hoyggja
semj una um fíggjarkarmin soleiðis, at
semj an hvørki er fuglur ella fiskur, tá
fíggjar nevndin ber uppskotið niðan aftur
í Løgtingið.
Tað er ein sera rámandi oddagrein, ið
Eirikur Lindenskov hevur í Sosialinum í
kvøld, har hann millum annað ger vart við,
at hvørki Edmund Joensen, Høgni Hoydal
ella Jóanes Eidesgaard megnaðu ella tordu
at seta stólin fyri hurðina, tá Anfinn Kalls
berg var formaður í Fólkaflokkinum.
Sitandi formaður Fólkafloksins hevur
hvørki sama format ella styrki sum fyrr
nevndi formaður floksins. Síðan Jørgin
Niclasen tók við sum formaður, hevur
flokk urin ikki bara gingið í tvíningum, tí
afturat tí hevur Poul Michelsen meldað
pass og tikið seg úr flokkinum, sum hann
hevur tænt í 40 ár.
Eftir útsøgnunum frá løgmanni og
fíggjamálaráðharranum er tað ein stórur
spurningur, um tíðin hjá sitandi formanni
Fólkafloksins nærkast endanum, soleiðis
at hann nú í berari desperasjón taktiskt
roynir at fáa tað til at síggja út, sum
hann framvegis er tann sterki maðurin í
flokkinum og ikki Annika Olsen og Jacob
Vestergaard, landsstýrisfólk floksins.
Til seinast í oddagreini í Sosialinum
stendur:
»Aksel V. Johannesen kann nú prógva
sítt virði, sum nýggj ur floks leið ari. Hann
kann prógva, um eis ini hann ræðist Fólka
flokkin, tað verð ur hansara politiska svein
a stykki.«
Sjálvur haldi eg, at hesaferð eigur
stólurin bæði væl og virðiliga at vera settur
Fólkaflokkinum fyri hurðina, tí hetta er
sum so nógv annað enn eitt bluffnummar
frá sitandi formanni floksins.