fríggjadagur 1. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
14
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tá Tjóðveldi helt floksting
í Haraldssundi seinasta
viku skifti, hevði flokkurin
bjóðað tveimum gestum at
halda røðu.
Annar var Rói Paturs
son, ið er kendur sum skald
og háskúlastjóri. Hin var
ís lendski
fíggjar mála ráð
harr in, Steingrímur J. Sig
fus son.
Steingrímur greiddi frá,
at hóast Íslendingar við
stór um meiriluta gjørdu
av at loysa frá Danmark í
1944 og skipa landið sum
lýð veldi, fór Danmark ikki
av landa kortinum í teirra
eygum fyri tann skuld.
– Danmark var har
kortini, legði hann aftrat.
Vinna á Danmark
Hann segði, at Danmark í
tíð ini eftir loysingina var
ein týdningarmikil hand ils
partur hjá Íslandi, men sum
tíð in leið, gjørdust onnur
norð urlond
ein
alsamt
størri partur av handilsliga
sam starvinum.
Íslendski
fíggjar mála
ráð harrin
var
stundum
álvar sam ur,
men
hann
skemt aði eisini. Hann var
ikki komin langt í síni røðu,
tá hann tók soleiðis til:
– Er tað nakað, sum ís
lendingar vilja, so er tað at
vinna á Danmark í hond
bólti, segði hann og bros
aði.
Steingrímur J. Sigfusson
segði, at tá ræður um
frænda lond, helt hann, at
Føroyar eru á fyrsta plássi
millum íslendingar. Síðan
koma hini norðurlondini,
men hann legði samstundis
stóran dent á, at Póland
hevði verið tað landið, sum
virkuliga hevði víst seg frá
síni góðu síðu, nú Ísland
kom í stóra bú skaparliga
kreppu.
Hann segði, at Ísland
hevði fingið stórt valutalán
úr Pólandi, sum hann rópti
tað – uttan nakrar treytir.
– Tað er í krepputíðum,
at tú sært, hvørjir rættu
vinir tínir eru, legði hann
aftrat.
Saman í útnorði
Steingrímur J. Sigfusson
helt annars, at tey sambond
í út norði, sum Ísland hevur,
í dag hava størri týdning
enn nakrantíð áður, og í
hesum sambandi kom hann
eisini inn á arktisku økini,
sum lond ini varða av.
–
Tað
hevur
stóran
týdn ing, at Føroyar, Ísland
og Grønland samstarva, tí
eing in ivi er um, at Norð
ur atlantshavið í framtíðini
kem ur at hava ein ógvuliga
týð andi leiklut – ikki minst,
tá ræður um tilfeingi.
Íslendski
fíggjar mála
ráð harrin, ið vísti seg at
skilja rímiliga væl føroyskt,
helt fyri, at tá tað ræður um
frælsi og tjóðskap, hevði
hann einki at leggja aftrat
tí, sum Rói Patursson longu
hevði sagt.
Hann tóktist hugtikin av
framløguni hjá Róa.
Úr fátækradømi
Íslendski fíggjar mála ráð
harr in tosaði eisini um ta
bú skaparligu endurreisn,
sum Ísland – og kanska
eis ini Føroyar – noyddust
og noyðast ígjøgnum, nú
londini rendu seg í svára
kreppu.
Hann samanbar tó ikki
støðuna hjá Íslandi við
bú skaparligu kreppuna í
Før oyum, men vísti á, at
hjá flestu londum í Evropa
gekk væl at koma burtur úr
fátækradøminum, sum var
í gomlum døgum.
– Vit gjørdust millum
heim sins ríkastu lond, men
tá ein tjóð er komin til ríki
dømi, krevur tað styrki at
umsita hetta.
Hugburðurin sveik
Steingrímur J. Sigfusson
setti eisini spurningin, hví
tað gekk so galið hjá Ís
landi.
– Hetta hava vit tosað
nógv um í Íslandi. Hvør var
tað, sum sveik? Eg haldi,
at tað í fyrsta lagi var poli
tikkurin sjálvur sum veik.
Hugburðurin gjørdist skeiv
ur, og neonkapitalisman
gjørd ist ómoralsk og
kanska gjørdust sjálvar
um støðurnar okkara størsti
fígg indi.
Fíggjarmálaráðharrin
Í krepputíðum
sært tú hvørjir
vinir tínir eru
– Hjá flestu londum í Evropa gekk væl at koma burtur úr fátækradøminum. Vit gjørdust
millum heimsins ríkastu, men tá ein tjóð er komin til ríkidømi, krevur tað styrki at umsita
hetta. Hjá okkum sveik politikkurin, hugburðurin gjørdist skeivur, og neonkapitalisman
gjørdist ómoralsk - og kanska gjørdust sjálvar umstøðurnar okkara størsti fíggindi, segði
Steingrímur J. Sigfusson, íslendskur fíggjarmálaráðharri, á flokstingi hjá Tjóðveldi
Hetta snýr seg
um ábyrgd, og tað
eigur ongantíð at vera
trupult at gera tað,
sum tú heldur vera
rætt og neyðugt
Steingrímur J. SigfuSSon
Bygdarhúsið í Haraldssundi var karmur
um flokstingið hjá Tjóðveldi hesaferð.
Hetta er fyrstu ferð, at floksting hevur
verið hildið í Haraldssundi, tó at
øll í bygdini, sum greiddu atkvøåu á
fólkaatkvøðuni hin hin 14. september í
1946, atkvøddu fyri at loysa
Føroyar frá Danmark
Mynd: Vilmund Jacobsen