fríggjadagur 1. apríl 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
14
VIKUSKIFTI
Tað var rætt og slætt eitt helviti
at vera gift ella giftur í eitt nú
gamla DDR, sum jú var eitt fyri
myndarligt tjóðveldi og eftir
litssamfelag.
At vera í hjúnabandi har
var tað sama sum at vera undir
dupult um eftirliti.
Ei undur í, at tey rýmdu og
royndu at rýma, bæði úr DDR og
hjúnabandinum.
Tað var ein hørð lagna at vera
undir eftirliti og illgruna bæði hjá
Stasi og konuni ella manninum.
Tað ráddi um at ansa dup ult
so væl eftir dag og nátt. Onga
staðni var trygt.
Hjúnabandið byggir fyrst og
fremst á illgitingar og eftiransing,
kontroll og aftur kontroll. Júst tað
sama sum til dømis Stasi og KGB
bygdu á og livdu av í lýðveldi
arbeiðaranna.
Men tey fingu so frælsi og
mafiu har í DDR. Tey ógiftu fingu
í hvussu so er hálvt frælsi. Til
dømis kundu tey fara vesturum
at gifta seg. Tað kundu tey frá
skildu eisini. Fólk læra sjáldan,
ongantíð, av ringum royndum.
Sum ein segði: druknað barn
ræðist ikki brunnin.
Í Føroyum er hjúnabandið
yvirtikið málsøki. Tað er tí, tey
rigga so illa tey flestu. Sundur
lesing og hjúnaskilnaður eru
afturímóti danskt málsøki.
Ivaleyst ein lóg frá 1878 ella
har á leiðini. Ein lóg, sum er
broytt í Danmark hálvthundrað
ferðir síðani tá. Men ongantíð í
Føroyum.
Vónandi verður hetta máls
økið ikki yvirtikið, tí so vera bara
pengar til sundurlesing, játtanin
fer ikki at røkka til hjúnaskilnað
eisini.
Og soleiðis sum tingini
fun gera í Føroyum, sum sagt
verður, verða fólk sundurlisin frá
onkrum, tey ikki eru og ongantíð
hava verið gift við.
Í Føroyum er hjúnabandið
harafturat heilagt, so einki
tí viðvíkjandi kann broytast.
Eingin fer heldur at rættlesa og
umskriva Bíbliuna.
Tað var ræðuligt har í gamla
DDR. Tey giftu vóru sjálvandi
undir hjúnabandsillgrunanum,
men tey vistu ikki, um konan ella
maðurin arbeiddu fyri Stasi. Lætt
var tað ikki. Til Stasi tykkum
skilur.
Nú ber sjálvandi til at venda
tí hinvegin og siga, at fólk, sum
eru undir støðugum eftirliti, gera
einki skeivt. Tey tora ikki at vera
forgjørd, tí so kemur illimaður
eftir teimum.
Ella noyðast tey at vera sera
snild og duga at snúgva sær eisini
aðra staðni enn í hjúnasongini og
í samfelagskoyggjuni. Tað duga
nógv, og hini læra tað so við og
við, sum sólin søkkur niður.
Eftirlitið loftar ikki øllum.
Tað eydnaðist nógvum at rýma
vestur um Múrin. Eg var á
markinum, sum var millum
eystur og vestur, fyri 1989 og
hugdi í maskinbyrsukjaftar í bæði
borð. Havi eisini verið har eftir
“frælsið”, á fornminnissavninum
á Check Point Charlie. Eg kann
mæla øllum, sum fara til Berlin,
at fara í hetta sera áhugaverda
savn. Tí har sæst, hvussu mark
leyst hugflogið er og hvussu
nógv verður lagt fyri, tá grasið
hinumegin er grønari.
Um fólkini í eysturbýnum í
Berlin hava tað betri nú, veit eg
ikki, men eg ivist í tí. Ella um tey,
sum fluttu haðani, hava tað betri
har, tey eru nú.
Eftirlit er allastaðni, um ikki
fregnartænastuliga yvirskipað so
slatur og sleyg. Og hjúnaband er
loyvt allastaðni. Tí viðvíkjandi
versnar støðan bara í heilum,
tí nú sleppa samkynd eisini at
gifta seg í fleiri og fleiri londum.
Fyrigev teimum, Gud, tey vita
ikki betur, hóast tey áttu at gjørt
tað.
Fólk, sum berjast fyri rætt
indum, eru ofta rikin í rætt, tá
tey hava vunnið bardagan. Hetta
var ikki júst tað, tey ætlaðu og
væntaðu.
Tað var ikki stuttligt at vera
gift/ur í gamla DDR. Men ráð
vóru fyri tí.
Dupult eftirlit
UmaftUrafturum
høgni djurhuus
Ruddið forsíðuna
Føroyingar í Odense
Portal.fo
Gott pláss í steypinum
Skála og TB vunnu í
Løgmanssteypinum
sparka.fo
Barnakonur í fisk
Uppundir hendi í fiski í Hvalba
Portal.fo
Nei, hvat skal tunnil
brúkast til har?
Løgmaður: Viðareiðis-tunnilin
átti ikki at komið í tingið
Kringvarp.fo
Blámusoppur í Miðlahúsinum
Fyrilestur um blámusopp
í Miðlahúsinum
Portal
Óreinur sangari
Elton John beindi fyri
føroyskum konsertfelagi
Portal.fo
Góð eygleiðing
Stjórnin í Sýria byrjar
spakuliga at geva eftir
Kringvarp.fo
Flótandi undirvísing
Hita skúlan við sjóhita
Kringvarp.fo
Arbeiðsorku?
Dagstovnurin við Landsvegin
spardi mest orku
Kringvarp.fo
Øgiligt skil
Sex og ótrúskapur í Hoyvíkar kirkju
Portal.fo
Málið er tikið upp
Viðgera sex og ótrúskap
í Hoyvíkar kirkju
Portal.fo
ranga
í
strúpan
Vit hava hoyrt tað umaftur og
umaftur – tað eru ov nógvir menn
í nevndum og leiðarastørvum í
Føroyum. Seinasta dømi um tað
var nývalda nevndin í Føroya
Ellisakførum. Vit vóru tí ovfarin,
tá ið vit fingu mynd sendandi frá
Pedagogfelagnum. Nýggj nevnd
var vald í felagnum, og har hevði
so eingin hugsað um javnstøðu.
Vit vita ikki ordiliga, um vit skulu
fegnast ella stúra vegna Jógvan
Philbrow...
Hvussu við
bátinum?
Í vikuni bar Kringvarpið okkum tey tíðindi, at Brimil
hevði tikið ein útróðrarbát, sum dró línu á stongdari leið
norðanfyri. Tíðindamaðurin læs síðani soleiðis:
Kanningarlið frá Brimli fór umborð, og fekk
bátsformaðurin boð um at fylgja við til lands.
Vit spekulera upp á, hvussu tað mundi blíva við bátinum,
tá ið bátsformaðurin nú varð biðin um at koma til lands.
Vónandi rekur báturin ikki fyri vág og vind norðanfyri.
Hvar er Javnstøðu
nevndin nú?
Pedagogfelagið
Føroya Ellisakfør
Pengar úr tí høga
Kim sendi eitt bræv til Gud og bað um 1000 kr.
Hann adresseraði brævið til: Gud, Tórshavn.
POSTA sendi brævið til landsstýrið. Har hildu
tey, at tað vera stuttligt at fáa eitt slíkt bræv,
og tí vildu tí senda Kim pengar. Tey hildu tó, at
1000 krónur vóru í so nógv, so tey sendu Kim 100
krónur.
Kim var fegin og sendi eitt takkarbræv:
Góði Gud. Takk fyri peningin. Sá at tú sendi
peningin via Landsstýrið. Gribbarnir tóku 90 % av
í skatti!