fríggjadagur 1. apríl 2011síða 15
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
Sosialurin
helt eisini, at tað vóru aka
demikarar sum komu við
teorium, ið ikki vístu seg at
halda.
– Bankarnir sviku, og
fíggjareftirlitið sveik. Øll,
sum vóru ókritisk, sviku,
eisini fjølmiðlarnir, segði
Stein grímur J. Sigfusson.
Hann legði aftrat, at
Al tingið setti niður ein
gransk ingarbólk at gera
sínar met ingar av tí, sum
hendi, bæði politiskt, vinnu
liga og moralskt.
– Eg haldi, at tað hevði
ver ið áhugavert hjá før oy
ingum at hoyrt ein fyri
lestur um tað, sum bólkurin
kom eftir, og eg haldi, at
ein slíkur fyrilestur kundi
havt stóran áhuga, um
hann eitt nú varð hildin í
Norðurlandahúsinum í Før
oyum, segði hann.
Hetta segði fíggjarmála
ráðharrin, tí hann helt, at
tað eru nøkur viðurskifti
í Íslandi og Føroyum – í
nýggjari tíð sum líkjast,
tá ræður um búskaparligu
kreppuna, tó at kreppan í
Íslandi er av eini heilt aðrari
stødd enn í Føroyum.
– At bankasektorurin
í Ís landi gjørdist 10 ferðir
so stórur sum landsins
bú skapur, gjørdist okkara
bági, legði Steingrímur J.
Sig fus son aftrat.
Ábyrgdarkenslan
Hann vísti á, at nú hálvt
triðja ár er liðið, síðan
Íslandi rendi seg í búskapar
liga
ódn arveðrið,
hevur
land ið
framvegis
stórar
trupulleikar at dragast við.
– Tað eru bara vit sjálvi,
sum kunnu loysa hesar
trupul leikar, og tað eru
bara vit, sum ikki kunnu
gera tað. Hetta snýr seg
um ábyrgd, og tað eigur
ongantíð at vera trupult
at gera tað, sum tú heldur
vera rætt og neyðugt. Gera
vit ikki ting ini nú, hava vit
onga sosiala vælferð um
fimm ár, segði hann.
Steingrímur J. Sigfusson
segði, at hansara uppgáva
eisini er at ansa eftir væl
ferð ini – og at tryggja fram
tíðina hjá íslendsku tjóðini.
Steingrímur
J.
Sigfusson vísti eisini á tað
havríkidømi, sum londini í
útnorði sita á.
– Her er nógv tilfeingi –
ikki bara til okkum sjálvi,
men eisini til onnur. Vit
hava so nógv av tí, sum
øðrum vantar úti í heimi.
Eg haldi, at londini í útnorði
hava eitt gott grundarlag at
byggja sína tilveru á, legði
hann aftrat.
Hann helt, at lond ini
skulu trúgva upp á fram
tíðina, tó at brota sjógvar
hava verið yvir okkum
seinastu árini.
– Samfelagið skal ikki
stag nera ov leingi. Tað
krevst, at teir flokkar, sum
trúgva upp á framtíðina,
halda saman og samstarva.
Eg ynski Tjóð veldi blíðan
byr og stórar sigrar á kom
andi valum, og eg trúgvi,
at Føroyar hava brúk fyri
hesum.
Fleiri í skúla
Tá íslendski fíggjarmálaráð
harrin varð liðugur við sína
framløgu, vórðu spurningar
settir honum.
Fólk, sum umboðaðu
Unga Tjóðveldi á floksting
inum, vildu eitt nú vita,
hvussu
kreppan
hevur
ging ið út yvir viðurskiftini
hjá ung dóm inum.
Steingrímur J. Sigfusson
segði, at arbeiðsloysið í
Ís landi gjørdist søguliga
høgt, tá landið rendi seg í
hesa sváru kreppu.
– Arbeiðsloysi av hesi
støddini gjørdist eitt óvan
ligt fyribrigdi hjá okkum,
sum vit ikki hava upplivað
í nýggjari tíð.
Hann segði, at til tess, at
ungdómur ikki skal ganga
arbeiðsleysur og keða seg,
hava tey gjørt tað møguligt
at lata tey, sum ikki hava
høvi at arbeiða, sleppa at
ganga í skúla í staðin.
– Tað ringast, sum kann
henda fyri ungdómin, er, at
hann steðgar upp. Her eru
kanska serliga tey í vanda
bólki, sum búgva heima og
ikki nýtast at gera nakað
fyri at fáa dagin at hanga
saman, segði Steingrímur J.
Sigfusson, íslendskur fíggj
armálaráðharri.
vilmund@sosialurin.fo
Stóra arbeiðsloysi
gjørdist eitt óvanligt
fyribrigdi hjá okkum,
sum vit ikki hava
upplivað í nýggjari tíð
Steingrímur J. SigfuSSon
- Bankarnir sviku, og
fíggjareftirlitið sveik.
Øll, sum vóru ókritisk,
sviku, eisini fjølmiðlarnir,
segði Steingrímur J.
Sigfusson, íslendskur
fíggjarmálaráðharri
Mynd: Vilmund Jacobsen
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi og Steingrímur
J. Sigfusson, íslendskur fíggjarmálaráðharri
Mynd: Vilmund Jacobsen