Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 18 Sosialurin Nøvn Í morgin, leygardagin 2. apríl, verður Jan Eiden Müll­ er 60 ár. Jan hevur í 40 ár ver ið partur av føroyska fjøl miðlaheiminum, og frá 1978 var hann tann fremsti í strembanini at menna Sosialin og í tí sambandi eisini at dyrka aðrar møguleikar fyri samskifi og miðlan, sum seinastu árini eru vornir so mangir og fjølbroyttir. Barnaheimið var á Landa­ vegnum, og tíðindi og miðlar og tað at leggja til rættis og at skipa fyri vóru heilt tíðliga eyðkendir eginleikar. Jan er havnarmaður. Mamm an er Mia fødd Han­ sen og av Funn ings stovu ­ slag num, og pápin var Eid en Müll er, sum mundi vera ein av teim um fyrstu før oy ing un­ um við jour nalist út búgving. Hann lærdi á Politik en og arbeiddi í mong ár á Dimma­ lætting, áðrenn hann fór at arbeiða fyri seg sjálvan og skrivaði fyri fleiri útlendsk bløð og tíðindastovur. Mamma Eiden, Ebba, var úr Slagelse. Zahle, sum var framstandandi radi­ kal ur politikari og for sæt­ is málaráðharri, var pápa­ beiggi hennara. Ebba var gift H. C. Müller, sum var út búgvin juristur og vinnu­ lívs maður í Havnini. Hann doyði blaðungur, og Ebba rak síðani virksemið, eitt nú sum DFDS umboð og eitt skifti sum formaður í Reiðarafelagnum. Mia og Eiden fingu tríggj ar synir: Frank, Jan og Michael sum allir búgva í høv uðsstaðnum. Áhugin fyri samfelags­ við ur skiftum í breiðum týdn ingi var góður íblástur hjá Jan til journalistikkin. Útbúgvingarliga gjørdi hann ein umveg, sum helst hevur verið hentur í lívsstarvinum. Eftir málsligt studentsprógv í Hoydølum fór Jan í 1971 niður til Keypmannahavnar, har hann fór undir lest ur í fornaldarfrøði og sam fe ­ lagsfrøði. Steðgurin var kor ­ tini ikki langur, og í 1972 var hann millum teirra, sum fóru undir spildurnýggja støðis­ útbúgving í náttúruvísind á Fróðskaparsetrinum. Tíðliga í tíðini skriv aði Jan um ítrótt og ung dóms­ viður skifti í Dagblaðnum, og tað sigst, at tað varð heitt á hann um har at taka størri ábyrgd á seg. Jan vildi tó fegin útbúgva seg meiri. Hann fór á journalistskúlan í Århus í 1974, og tá ið hann leyk prógv fýra ár seinni, hevði hann verið í praktikk í eitt hálvt ár í útvarpinum og í eitt ár á Sosialinum. Sosialurin gjørdist lívs­ verkið hjá Jan. Fyrstu árini arbeiddi hann saman við Torfinni Smith, síðani saman við Kristjani Dahl, sála, og so komu fleiri yngri uppí og vóru við at bera víðari. Fyrstu árini var tað í trongum umstøðum í Sjúrð­ ar gøtu. At flyta út á Argir mundi kennast sum risa betring av karmunum, og tá ið Sosialurin so flutti heim í Vágsbotn, segði Jan seg kenna møguleikarnar at vera margfaldar, og hann hevur staðið á odda í fleiri ný skapanum . Spurningurin hjá floks­ politisku bløðunum var meiri nær, enn um lykilin skuldi snarast um. Meðan hini bløð ini fóru, so eydnaðist tað Jan og feløgum hansara at menna Sosialin. Pressa varð sett í kjallaran á Argjum, út gávurnar fjølgaðust frá tveimum til tríggjar og síðani fimm ferðir um vikuna, og tað eydnaðist eisini at gera gamla dreymin til veruleika um at keypa blaðið frá Javn­ aðarflokkinum. Samstundis sum karm­ ar nir vórðu víðkaðir og rúmkaðir, so megnaði Jan við sínum stóra hugflogi og arbeiðssemi at stríðast fyri journalistkum dreymum og málum: Sosialurin setti tíðliga pro fessionellan fotograf, hann so at siga uppfann Óla Peter sen sum blaðteknara síðst í áttatiárunum, og teir á Argjum mundu vera millum teir fyrstu í kongaríkinum at bjóða internettænastur. At gera blaðið sjónligt strídd­ ist Jan fyri við fyrst at seta redaktiónir kring landið, síðani við rullandi redak­ tiónini og so komu Portalurin og Rás2. Tað hevur altíð verið solt­ ið við útbúnum journalistum. Tí hevur verið neyðugt við ungum og hugagóðum fólk­ um. Jan hevur givið ungum spírum kjans at royna seg, og tey eru nógv, sum minnast aftur á læruríkt tíðarskeið saman við Jan Müller. Tað er tiltikið at vera á redak t iónsfundi saman við Jan. Hugskotini og vinkl ar­ nir eru sum mjølið í krukkuni á sinni. At net verkið hjá fryntliga og eld hug aða Müll er anum hevur verið so ógvu liga stórt og víðfevnt er Jan Müller 60 ár