fríggjadagur 1. apríl 2011síða 18
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
18
VIKUSKIFTI
tIl arbeIðIs
Tað munnu eftir hondini vera fá, sum ikki til
eina ella aðra tí murra ella syngja »Altíð ein
fót framman fyri«, lýsingina, sum James Olsen
hevur gjørt fyri Fótbúna. So vit gjørdu av at
støkka inn á gólvið í skóhandlinum, og har
hittu vit Maiken Durhuus, ið hevur starvast í
handlinum seinastu 11 árini.
Beint nú er eitt sindur rokaligt uppi á, tí tey
eru í ferð við at rigga av uppi í Miðlon, og tað
merkir, at barnaskógvarnir aftur verða undir
somu lon sum damu- og harraskógvarnir.
- Tað verður gott at fáa alt undir somu lon
aftur. Tað merktist her niðri, tá barnaskógvarnir
og til deils nakað av damu- og harraskógvunum
vórðu fluttir niðan í Miðlon í 2009, sigur Maik-
en Durhuus.
Sum hon skilti, var orsøkin til at flyta niðan
í Miðlon tann, at tað var vorðið nakað trongligt
í Tróndargøtu, men hon heldur ikki, at tað
verður nakar trupulleiki, nú barnaskógvarnir
verða fluttir oman aftur.
- Nei, tað verður helst bara talan um at
minka eitt sindur um talið av modellum, sigur
Maiken Durhuus.
Nakað annað, sum hevur víst seg seinastu
árini, er, at konufólk tykjast fáa størri føtur.
- Nú kunnu vit selja damuskógvar heilt upp
í stødd 43, og tað var ikki vanligt. Mann fólka-
støddirnar fáast nú upp í nummar 50, sigur
Maik en Durhuus.
Árstíðar bundin
Fótbúni leggur seg eftir at selja dygdarvørur, at
har hava merkini ein stóran týdning.
- Fólk ferðast jú meiri og meiri, og tey kenna
tí eisini tey góðu skómerkini. Vit selja Gabor,
Lloyd og serliga Clarke, sum er elsta merkið og
stavar frá Onglandi, sigur Maiken Durhuus.
Tað er einki at taka seg aftur í, at tað fyri tað
mesta eru konufólk, ið keypa skógvar.
- Tað er nógv broytt, eftir at Eik Banki og
Fiskavirking fóru á heysin. Nú koma konufólk
mest sum bert, tá teimum mangla skógvar,
meðan tað framman undan var øðrvísi. Tá
komu konufólk javnan inn at hyggja, og fullu
tær fyri nøkum, keyptu tær, sigur Maiken
Durhuus.
Í skemtitekningum sæst javnan, at konufólk
hava stáplar oman á stáplar av skógvaeskjum
við síðuna av sær, sum tær hava roynt, og vit
spurdu Maiken Durhuus, um hetta er nakað,
ið hon kennir aftur.
- Tað finnast tær, sum kunnu minna um
hesar skemtitekningar. Summar ganga ógvuliga
høgt upp í, at tað skal passa til tær og kanska
onkur serlig klæðir, men tað týdningarmesta
er, at hava nøgdar kundar, sigur Maiken Dur-
huus.
Annars eru skógvar, eins og klæðir, árstíðar
bundnir, men kortini selja tey stylvar alt árið.
- Stylvarnar fáa vit í september, og tá komið
er út í mars verður trupulleikin tann, at tað
verður ringt at finna røttu støddina, tí tá er
vetrar úrvalið mest sum útselt, sigur Maiken
Durhuus.
Koma, síggja, keypa
Maiken Durhuus kom í Fótbúna at arbeiða eftir
at hava búð niðri nøkur ár.
- Eg sá eina lýsing í bløðunum, søkti og fekk
arbeiðið. Og tað passaði mær væl, tí eg havi
altíð havt áhuga fyri skógvum, sigur Maiken
Durhuus.
Hon saknar tómrúmið, tá barnaskógvarnir
vórðu fluttir niðan í Miðlon.
- Tað plagdi ofta at vera rokaligt uppi á
loftinum leygardagar, tá familjur komu við
børnunum at keypa skógvar, men tað hevði
sína sjarmu, sigur Maiken Durhuus.
Hon heldur, at tað er stórur munur á,
tá konufólk og mannfólk koma at keypa
skógvar.
- Tá menn koma inn einsamallir, hyggja teir
eftir einum skóm, teimum dáma, og siga fínt
gev mær nummar 43 av hasum parinum. Og so
er tað liðugt. Men um konan er við, er støðan
sjálv andi eitt sindur øðrvísi, sigur Maiken Dur-
huus.
Hon heldur, at tað er serliga hugnaligt í
handlinum upp undir høgtíðirnar, so sum
páskir og serliga upp undir jól, tá nógv fólk
vitjar inn á gólvið.
- Vit hava eina rúgvu av fólki, sum vitjar
aftur ferð eftir ferð. Tey eru vorðin stamkundar
hjá okkum, sigur Maiken Durhuus.
Hon heldur eisini, at tað er ein serligur
hugni í at vera fyri seg sjálvan.
- Eg haldi í hvussu er ikki, at Rúsan dregur
fólk til hinar handlarnar í Miðlon, staðfestir
Maiken Durhuus.
Hon gleðir seg til, at alt nú verður undir
einum taki, og familjurnar við børnum aftur
fara at koma oman í Fótbúna – ella sum trúgvu,
gomlu kundarnir siga: Til Karl Joensen.
lagt tIl rættIs: Leo Poulsen, leo@sosialurin.fo
Altíð ein fót framman fyri...
Tey seinastu 11 árini hevur Maiken Durhuus starvast í skóhandlinum FóTbúni á horninum
Dr. JacobsensgøTa/tróndargøta. henni dámar væl at hitta Fólk, og handilin hevur eina
røð av sTaMkunDuM, sum trúliga vitja aftur, tí: »eg veiT eg fái einar góðar skógvar her«
MynD: álvur haraldsen
Fakta:
Navn: Maiken Durhuus
Starv: Krambakvinna
Starvstíð: 11 ár
Starvsstað: Fótbúni
Tað besta við starvinum:
At hitta fólk og nøgdir kundar
Tað ringasta við starvinum:
Tá onkur klagar um okkurt
Fótbúni stovnað:
1954 sum Karl Joensen
Stað: Niels Finsensgøra 1954-55,
Tróndargøta 1955-