fríggjadagur 1. apríl 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
Sosialurin
komið væl við í redak tør
arbeið num.
Merkisvert er tað, at tað
hevur borið til hjá Jan – sam
stundis sum hann hevur
røkt
leiðsluuppgávurnar
at leggja til rættis, at ganga
und an, at vera íblásari og
ikki minst at syrgja fyri
góð um trivnaði – at dyrka
nýtt journalistiskt lendi.
Ser liga hevur hann verið
hug tikin av og skrivað um
teir, sum hava roynt okkurt
alternativt: svartkjafturin
og Jens Eli Ellefsen og
Mort an Johannesen, aling
av síl um og laksi og Andrias
Rein ert, aling av gággum og
kræklingi hjá Knút Nolsøe,
vatnorkuútbyggingin hjá
SEV og møguligar um
hvørvisligar
avleiðingar,
John Smith, sáli, og burð ar
dygg fiski vinna, kald baks
bátarnir og royndirnar hjá
Guttormi Djurhuus, sála,
í India, ferða frásøgnir úr
Egypta landi
saman
við
Hermani Jacob sen, sála´og
kolaferðin
til
Svalbard
saman við Tormóti Dahl,
sála, vóru dømi um hetta.
Nógvu tey seinastu árini
hevur oljan – ella OL Jan
sum tað viðhvørt verður
sagt í Miðlahúsinum verið
á dagsskránni, og tað er
ikki eiti á oljusambondum,
sum Jan hevur kring all an
knøttin. Hann hevur ferð
ast víða og eitt nú lýst olju
vinnuna í Alaska, og fleiri
ferðir hevur hann vitjað á
boripallum. Seinastu mán
að ir nar hevur hann ar beitt
við fyrireikingum av bók
um oljuna, og tá eru vinkl
ar nir so nógvir – eitt nú
yvir tøkan av undirgrundini,
markn aðarsamráðingarnar
við Bretland og árinið á
sam felagið og mentanina.
Altjóða
áhugamálini
hava ofta verið við gjørd.
Jan var heitur tals maður
fyri frælsis stríðnum hjá
ANC
í
Suður afrika
og
Namibia. Hann hevði sam
an við vin mann in um og
samverkamanninum
Jó
annesi Dalsgaard samband
við frælsisrørslurnar har
suðuri, og eina ferð sendi
Sosialurin sjálvum Nelson
Mandela innbjóðing um at
vitja í Føroyum.
Almenna kjakið hevur í
Jan Müller átt ein av sínum
fremstu
forsprákarum.
Kjak á Tinghelluni í blað
num, í Miðlahúsinum og
á Rás2 varð raðfest høgt.
Saman við Kára á Rógvi
og øðrum eydnaðist tað at
geva kjakgreinar út í bók,
og Óla P tekningarnar eru
fastur jólagestur.
Møguleikin fyri synergi
ávirkan av at hava fleiri
pallar at arbeiða á hevur
fasi nerað Jan, og hann hev
ur gjørt nakað við hetta.
Ein av fruktunum eru
ólav søkuframsýningarnar
í Smiðj uni í Lítluvík og
síðani í Miðla húsinum. Um
framt tekn ingar nar hjá Óla
P hevur so mangt annað
forvitnisligt
verið
sýnt
fram, og tað hevur virkað
við til, at ólavsøkulív er
komið í Vágsbotn og Tórs
gøtu.
Tað er ilt at skilja, at
tað hava verið stundir til
annað enn tíðindi, blað og
aðrir miðlar hjá honum,
sum støðugt hevur verið
“on”, og sum árla og síðla og
gerandis og heilagt hevur
verið klárur í orðum og
myndum at dekka tiltøk og
hendingar. Frítíð og arbeiði
hava verið eitt, og tá ið
Jan spennir frá, so er tað í
svimjihylinum í Gundadali
ella við billiardborðið, har
hann í fjøruti ár hevur ver
ið millum teir stinnastu
í land inum. Samstundis
hev ur Jan eisini í mong
ár verið nevnd arlimur í
Tryggingarfelagnum Føroy
ar.
Longu í barnaárunum á
Landavegnum arrangeraði
Jan tiltøk og kappingar.
Hann var gulur skóti, og
altjóða skótalegan í Idaho í
1967 er glæsiligt minni. Jan
hevur roynt seg í fótbólti í
B36, hondbólti í Neistanum
og umborð á Sílinum hjá
Havnar Róðrarfelag.
Jan er giftur Tove Thom
sen úr Klaksvík. Hon er
rólig, tolin og góður sparr
ings partnari. Børn teirra
eru Durita og Eyðun og
John, sum Tove átti framm
an undan. Í morgin, leygar
dag in 2. apríl, verður 60
ára føð ingar dagurin hildin
heima við hús, har tað
verður opið hús í Sleipnis
gøtu 10 á Norð asta horni
frá klokkan 13.
JHa
Í morgin fyllir Jan Müller
seksti, og samstundis hevur
valt sær aðra lívsleið enn
arbeiðsplássið
seinastu
33 árini, Sosialin og seinni
Miðlahúsið.
Jan er kendur sum tann
ídni tíðindamaðurin, og fólk,
sum hava starvast saman
við honum, verða ferð eftir
ferð ovfarin av hansara
ótroyttiliga ídni fyri fakinum
og blaðnum.
Jan kom í starv á Sosial
inum í 1978 sum nýút búgv
in journalistur frá Jour
nal istháskúlanum í Árhus.
Hann hevur sjálvur sagt,
at orsøkin til at hann valdi
blað mannayrkið
partvís
var genetisk – pápi hansara,
Eiden Müller, var ein av
teim um fyrstu útbúnu før
oysku journalistunum, men
hann hevur eisini altíð havt
ein brennandi áhuga fyri
at skriva og lýsa tað, sum
er kring hann –sum eis
ini botnar í áhuganum fyri
samskiftinum millum menn
iskju.
Í 1984 tók Jan Müller við
sum blaðstjóri á Sosialinum
sama við Krisjan Dahl, sum
var politiskur blaðstjóri og
fyritaksstjóri. Krisjan Dahl
doyði í 1998.
Jan var soleiðis blaðstjóri,
tá Sosialurin í 1990 økti
útgávurnar frá trimum upp
í fimm – og hevði menningin
og postverkið viljað tað
eitt sindur øðrvísi, so hevði
hann farið undir ta sættu
út gávuna
eisini,
áðrenn
aðrir og skjótari miðlar tóku
yvir, og blaðið sum skjótur
tíðindaberi misti sína støðu.
Jan var eisini á Sosialinum,
tá blaðið í 1982 flutti út í
nýggju blaðhúsini á Argjum
og harvið eisini fekk egna
prenstmiðju.
Menningin
hevur verið stór í hansara
tíð, blaðið kom á internetið í
1997, og ikki minst tilgongdin
til talgildu arbeiðsgongdina
sum førdi til, at blaðið í 2000
var fult digitaliserað.
Men
eitt
tað
størsta
ar beiðið
hjá
Jan
Müller
er at hava staðið fyri at
flyta blaðið frá eini parta
politiskari flokspressu til
eitt
fólksligt
tíðindablað.
Hetta hevur hann so ofta
nevnt sum sjálvan eksi
stensin hjá Sosialinum – og
um tann broytingin ikki
varð gjørd, so hevði Sosial
urin
liðið
blaðdeyðan.
Hend an tilgongdin byrjaði
longu í sjeytiárunum og
varð endaliga staðfest, tá
Javnaðarflokkurin fyri fimm
árum síðani seldi blaðið.
Síðani Sosialurin í 2005
flutti av Argjum og heim í
Miðlahúsið í Vágsbotni er
fyritøkan eisini nógv ment.
Í 2007 varð útvarpsstøðin
Rás2 keypt og løgd afturat
virksemini í Miðlahúsinmum,
sum frammanundan eisini
fevndi um tíðindini á www.
portal.fo, sum er nógv mest
vitjaða føroyska heimasíða.
Seinasta árið hevur Jan
fingist við at skriva bók
um føroysku oljusøguna, ið
hann sum eygleiðari kennir
sum fáur – og hana gleða vit
okkum at sleppa at lesa.
Vit ynskja Jan hjartaliga
tillukku og bestu eydnu
framyvir!
Starvsfelagar
Jan Müller seksti