fríggjadagur 1. apríl 2011síða 20
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
20
Sosialurin
Jan Müller
Supply Service fekk sítt fyrsta
skip
til
frálandavinnuna
í 2009. Skipið er skrásett í
FAS og manningin er før
oysk. Talan var um skipið
"Eldborg", sum síðani levering
hevur havt sáttmála við
Songa Delta samtakið. Hetta
samtak fevnir um oljufelagið
Winthershall og Det Norske
Oljeselskap.
Skipið er í norskum øki
og arbeiðir út frá Stavanger,
Bergen og Kristianssund.
Jens Meinhard Rasmussen,
stjóri sigur, at samstarvið
hevur gingið væl, og kundin
er sera væl nøgdur við før
oysku manningina.
Reiðaríið hevur ætlanir
um at økja um virksemið
við enn einum skipi. Seinna
skipið er eftir ætlan liðugt í
apríl 2012. Bæði skipini eru
eins og Eldborg veitingarskip,
ella sokallað PSV, sum stend
ur fyri Platform Supply
Vessel. Skipini eru ætlað til
tann krevjandi marknaðin á
okkara leiðum, og hetta sæst
aftur á útgerðini umborð,
sum lýkur øll tey seinastu
krøvini hjá kundunum, m.a.
innan oljurudding, rescue,
dynamic positioning, serfarm
oa. Tað verða 24 mans knýttir
at hvørjum skipi.
Tað eru teir báðir, Tór
hall ur Staksá og Hans Pauli
Henryson, sum verða skip
arar á Sæborg.
Jens Meinhard Rasmussen
sigur, at við dagsins oljuprísi
eru framtíðarvónirnar jal ig
ar. Tað er nokk til av supply
skipum, men ikki so nógv
skip, sum eru so væl útgjørd.
Oljufeløgini gera stórar íløgur
í ár, og hetta kemur væntandi
at hava eina jaliga ávirkan á
marknaðin, sum hevur havt
tað trupult seinastu árini.
Tað eru nógvir oljupallar
í ordra, og hesir skulu allir
hava veiting frá skipum.
Og sjálvsagt er reiðaríið
klárt og vónar eisini, at olja
verður funnin við Føroyar.
Hinvegin eru teir á einum
altjóða marknaði, og teir
kunnu tí ikki satsa uppá
eina oljuvinnu í Færoyum,
sum møguliga kemur sigur
stjórin.
Jan Müller
Landgrunnur.
Umboð
fyri føroyskar og dansk
ar myndugleikar løgdu
hós dagin kravið um
ytra landgrunnin á Før
oya háslættanum munn
liga
fyri
land gruns
nevnd Sameindu tjóða,
CLCS upplýsir Uttan
ríkisráðið.
Sambært altjóðarætti
eiga øll strandarlond
rætt til landgrunn út
fyri teirra strond.
Havrættarsáttmálin
frá 1982 ásetir tó, at um
eitt strandarland krevur
landgrunn
uttanfyri
200 fjórðingar, skal tað
próg vast fyri CLCS, at
ytri landgrunnurin er
framhald av tess land
øki. CLCS ásetir ikki
mark, men tekur ein ans
støðu til, um kravið, ið
er lagt fyri nevnd ina,
er vísindaliga nóg væl
undirbygt, t.e. at land
grunnurin er fram hald
av avvarðandi strand ar
landi.
Umvegis ST aðal s
kriv aran lótu lands stýr
ið og danska stjórn in
2. desember 2010 CLCS
vísindaligu próv grund
ir nar, sum stuðla und ir
kravið um ytra land
grunn in
á
Før oya há
slætt anum. Samlaða før
oyska kravið er 608.890
km2,og
ytsta
markið
røkkur 820 fjórðingar úr
Føroyum sigur Uttan
ríkisráðið
Vársetan hjá CLCS er í
ST høvuðsborgini í New
York í hesum døg um,
og fekk ein sendi nevnd
mannað við før oysk
um og donsk um em
bætis fólki í dag høvi at
leggja landgrunskravið
munnliga
fyri
CLCS.
Sendinevndin greiddi frá
ymiskum viðurskiftum
av týdningi fyri føroyska
kravið. Framløgan er
form ligur
partur
av
saml aða próvtilfarinum,
sum CLCS skal taka
støðu til.
Írland,
Bretland
og Ísland krevja øki,
ið umskara føroyska/
danska kravið. Írland og
Bretl and handaðu CLCS
teirra krøv á økinum í
mars 2009, meðan Ísland
ikki enn hevur latið inn
sítt krav.
Um fleiri lond seta
fram krav um sama land
grunn, skal CLCS hava
samtykki
frá
hinum
pørt unum at viðgera
próvtilfarið.
Støðan
hjá lands stýr in um og
donsku stjórn ini er, at
besti mátin at hand fara
tey umskarandi krøv ini
er at viðgera tey sam
stundis.
Fleiri lond hava lat ið
inn krøv um ytra land
grunn og próv tilfarið,
ið CLCS skal taka støðu
til, er umfatandi. Tí
er torført at meta um,
nær CLCS fer undir at
viðgera føroyska/danska
kravið. Roknað verð
ur við, at tá ið CLCS fer
undir viðgerðina, fer tað
at taka eini tvey ár frá
byrjan til enda.
Føroyska kravið
um landgrunn á
Føroya háslættanum
lagt fyri ST
Nýggja Sæborg
sjósett í Turkalandi
Føroyar eru komnar eitt týðandi stig nærri at økja um sín frálanda
skipaflota. Í vikuni var skrokkurin til nýggja Sæborg sjósettur í Turka
landi. Skipið skal gerast liðugt á Havyard skipasmiðjuni í Noregi, og
eftir ætlan verður skipið latið reiðarínum í Lorvík síðst í september
2011. Tað skal skrásetast í FAS, og øll manningin verður føroysk.
Jan Müller
Skotska oljufelagið Cairn
Energy, sum herfyri boðaði
frá, at tað fór at bora fýra
brunn ar í Grønlandi í summ
ar, hevur nú gjørt avtalu um
leigu av fýra útgerðarskipum
og togarum frá felagnum
Siem Offshore. Hesi skipini
skulu veita tær neyðugu tæn
asturnar til boriskipið Ocean
Rig Corcovado og boripallin
Leiv Eiriksson, tá hesi fara
at bora í tíðarskeiðinum frá
apríl til oktober skrivar Up
stream.
Herfyri ljóðaði annars, at
ivi varð sáddur um bor ing
arnar orsakað av fíggjarligu
støðuni
hjá
felagnum
í
India. Cairn hevur gjørt av
at selja allar sínar ognir í
India og brúka part av inn
tøkunum í grønlenska olju
ævintýrinum ístaðin. Men
felagið hevur møtt trupul
leikum í sambandi við søl
una,
tí
indiska
stjórnin
hevur sett krøv fram um at
fáa lut í hesum inntøkum.
Tað eru sjey mánaðir síðani,
at Cairn gjørdi av at selja
51% av sínum ognum í India
til Vedanta Resources fyri
knappar 10 milliardir doll
arar. Hóast ósemjuna við
stjórnina so sigur Cairn í tíð
indaskrivi, at tað roknar við,
at góðkenningin frá stjórnini
kemur í rættlag. Peningurin
skal so brúkast til oljuleiting
í Grønlandi og til at gjalda
partaeigarum vinningsbýt.
Cairn er tað oljufelagið, sum
veruliga trýr uppá, at olja og
gass finnast í grønlendsku
undirgrundini. Í fjør boraði
felagið 23 brunnar og stað
festi bæði olju og gass.
Nærkast oljuboringum í Grønlandi