Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 20 VIKUSKIFTI Vit eiga tí í størri mun at eggja til, at mørk Vera flutt, at skapt Verður úr nýggjum, og ikki bert heiðra tí gamla skúlanum. Vit eiga at stuðla teimum, sum skapa úr samtíðini, eisini hVat ViðVíkur tøkni og rúmd. Vit eiga at stuðla teimum mentalt og Við at geVa teimum ein pall. fyrr mennast Vit ikki Við listini, skriVar sissal kristiansen í hesi grein um list í almenna rúminum SamtíðarliSt í al List sissal kristiansen post@sosialurin.fo Tá eg fyri øðrum skal lýsa føroyingin og føroyska mentan, fangi eg meg mang an í at lýsa okkum sum eitt krea­ tivt fólk, eitt skapandi fólk við long­ um traditiónum sum listafólk. Eg havi hetta ikki frá ongum. Eg eri fangað í spiralinum sum bert sær tað góða og seti ikki spurnartekin við, hvat kun di verið. At eg eisini lesi hetta í al men num sjálvslýsingum av Føroyum og før oy­ ingum í ferðavinnumiðlum og øðrum miðl um sum venda sær úteftir, styrkir eisi ni mína mynd av okkum sum tjóð og fólk. Men í veruleikanum eri eg ikki heilt so samd við mær sjálvari og almennu lýs ing ini av okkum. Í veruleikanum haldi eg, at vit eru alt ov stirvin og vana hugs andi. Eg haldi faktiskt ikki, at tað er so kreativt at mála somu mo­ tiv 1000 ferðir ,og altíð at brúka sama miðil in ­ uttan at fara út um ramm­ ur nar. Flyta mørkini Tá samfelagið er so lítið sum okkara, er enn meira neyðugt at vit eru opin fyri ný hugsan. Tí dømandi røddin hoyrist bet ur í lítla samfelagnum enn í stóra, og er tað tí skjótari at køva spírandi ný hugs an ina, og harvið skapa ein bólk av homogenum listafólkum enn aðra­ staðn is, har pallurin er størri. Vit eiga tí í størri mun at eggja til, at mørk vera flutt, at skapt verður úr nýggjum, og ikki bert heiðra tí gamla skúlanum. Vit eiga at stuðla teimum, sum skapa úr sam tíð ini, eisini hvat viðvíkur tøkni og rúmd. Vit eiga at stuðla teimum men­ talt og við at geva teimum ein pall. Fyrr menn ast vit ikki við listini. Hyggja vit nærri at almenna rúminum, so hevur standmyndin tað part vís gott. Hóast eisini hon er um at gerast troyttandi eins. Eg sakni at al­ men na rúmið gerst meira sprelskt. Ein upp gáva sum bæði land og kommunur eiga at vera meira tilvitað um. Men eisi­ ni størri fyritøkur eiga at síggja virði í at stuðla nýhugsan innan list. Standmyndir í pløgg Vit kunnu tó skjótt og lætt seta hol á. Eg kann ikki koma uttanum eitt av hug skotunum hjá Katrinu í Geil tá hon í útvarpinum varð spurd um, hvussu hon metti at vit áttu at marknaðarført okk um í útheiminum. Ímillum hugskotini var eitt hugskot til eitt PR átak, har ein hópur av bindi­ kon um varð settur at binda uppá ein bygn ing í NY. Pragtfult! Tað hevði skapt ans, áhuga og víst á listaligar dygd ir okkara. Men vit kunna byrjað heima. Vit kundu klætt mongu standmyndirnar bund in ella vovin pløgg. Rasmus Effer­ søe hevur longu lagt kropp til mangt á Ting hús vøllinum, so hann er vanur við tað. Hetta hevði skapt ans, provokerað, um framt at tað vildi endurspegla ta sam tíð vit liva í, har gamalt fær nýtt lív. Fossur og tunnil Eitt annað dømi er ljósspælið við foss in í Hósvík. Talan er ikki siðbundna list. Men her hevur onkur sæð ein møgu­ leika at lívga um myrku tíðina, fanga eitt náttúrgivið spæl og seta ljós á tað. Seyðirnir uttanfyri Norðurlandahúsið í Havn eru millum mínar yndisstandmyndir í Føroyum - stuttligir, hugvekjandi, og sjarmerandi mynd: Jens Kr. Vang