fríggjadagur 1. apríl 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
Sosialurin
Tórshavnar
kommuna
Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini.
Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er
avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð
skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo
www.torshavn.fo
Frítíðarskúlin í Sankta Frans skúla søkir
eftir leiðara 40 tímar um vikuna, at byrja
1. juni 2011.
Frítíðarskúlin er normeraður til 48 børn úr
forskúlanum.
Vit bjóða
• eitt áhugavert starv í einum nærum-
hvørvi, har náttúran og ítrótturin kunnu
fáa stóran leiklut í gerandisdegnum
• møguleika fyri ráðgeving
• møguleika fyri eftirútbúgving
• tú verður partur av einum netbólki, sum
kommunan skipar fyri millum dagstovnaleiðarar
Vit vænta at tú
• er útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir
• kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir
• hevur hugsjónir um virksemi á einum
frítíðarskúla
• hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan
og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan
fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvs-
feløgunum
• hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum
umhvørvi
• er kveikjandi og megnar at motivera starvsfólkini
• sær møguleikar framum vansar
• hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir
• kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar,
skúlan og foreldur
• dugir væl at samskifta
• hevur teldukunnleika á brúkarastøði
• hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á
føroyskum
Setanarviðurskifti
Løn sambært sáttmála millum Føroya pedagogfelag
og Kommunala arbeiðsgevarafelag Føroya.
Umsókn
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upp-
lýsingum um útbúgving og royndir skal vera hjá
Tórshavnar kommunu, 110 Tórshavn, í seinasta lagi
18. apríl 2011.
Meira fæst at vita
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær
til Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, ella Katrin
Petersen, deildarleiðara, telefon 302010.
Onnur leys størv í Tórshavnar Kommuna
– Lesið meira á www.torshavn.fo
Pedagogur – Dagstovnin við Velbastaðvegin
Umsóknarfreist 26.04.2011
Leiðari til nýggjan Frítíðarskúla
www.torshavn.fo
Kunngerð
Serstakar byggisamtyktir fyri matr. nr 4c
á Sundi og matr. nr. 1458a, Tórshavn
tórshavnar
kommuna
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
um býarskipanir og byggisamtyktir verður við
hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi
24. mars 2011 hevur samtykt uppskot til serstakar
byggisamtyktir fyri økið til bygging av neystum á
Sundi og fyri matr. nr. 1458a, Tórshavn.
Serstøk byggisamtykt fyri
matr. nr. 4c á Sundi
Serstaka byggisamtyktin snýr seg um uppsetan
av rammum og treytum, sum skulu yvirhaldast í
sambandi við skipan og bygging á økinum.
Serstaka byggisamtyktin fevnir um ognina 4c á
Sundi.
Serstøk byggisamtykt fyri
matr. nr. 1458a, Tórshavn
Serstaka byggisamtyktin snýr seg skipan og
bygging á økinum 1458a við Sundsvegin.
Serstaka byggisamtyktin fevnir um ognina 1458a,
Tórshavn.
Framløga
Tilfar, sum lýsir uppskotini til serstøku byggisam-
tyktirnar liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum,
frá 4. til og við 2. mai 2011, frá mánadegi til
fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða at
senda Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta
lagi 23. mai 2011.
Lesið