Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 21 VIKUSKIFTI menna rúmInUm Eitt annað dømi er í Norð oy ar­ tunnili num har Tróndur Patursson hev­ ur fingið møguleika at spæla við ljósi og litum. Í einum stórbærum landi, har vetr ar nir eru so myrkir sum teir eru, eru tað uttan iva mong, sum fegin vilja seta meira lív í. Og menningin innan tøkni, forrit og út gerð ger tað gjørligt, tí við menningini fylg ja enthusiastarnir, tey sum spæla, royna, læra og meistrað tøknina. Vit ken na tað innan VJ’ing, sum tykist hava fóta sær í Føroyum. Og fyri ein sum fæst við VJ vildi møguleikin at sleppa at vísa síni kynstur úti í myrkrinum ver ið sum at givið einum málara eitt nýtt lørift. Lýsingaskelti Tað triðja, eg havi hug at nevna, er eisini ein nattúrligur partur av okkara sam tíð; lýsingaskelti, busslýsingar og talgildir skermar í býarmyndini. Mong meta hesa marknaðarføring sum ver­ andi til ampa. Har eri eg ósamd, men eg sakni, at størri æstetisk krøv verða sett til hesa marknaðarføring, tí miðilin er til tað. Uttanlands síggja vit veldugar image plakatir fyri fyritøkur við høgum æs tet isk um sansi og krøvum. Veruliga flot ta marknaðarføring, sum fyri mær er heilt listarlig. Í Føroyum eru vit ikki heilt har ­ enn. Men heldur enn at ynskja miðilin har piparið grør, haldi eg at vit skulu lofta honum, seta krøv til kreativari nýts lu og kanska endurumhugsa, hvus­ su miðilin kann brúkast. Gevið listafólki rúm Diesel kundi givið okkum íblástur til, hvus su vit kundu brúkt almenna rúmið bet ur. Við átakinum “the Diesel Wall” gevur Dies el aftur til samfelagið og er við til at stimbra nýskapan og kreativitet og geva ungum myndlistafólkum og grafik ar um ein pall at deila sína list í al men na rúminum. Við yvirskrifti “Get your art featured in the worlds largest outdoor gallery” hava tey kappingar, har listafólk kunna vin na sær pláss á einum stórum veggi á útvaldum bygningum í evropæiskum bý um, í styttri tíðarskeið. Sum branding er hetta dýrabært fyri Diesel, sum vísur at fyritøkan hevur yvir skot, at hon stuðlar kreativiteti og eini vinnugrein, sum ofta hevur trong kor. Talan er um kreativa branding, men hon virkar einans tí at hon loftar ein um tørvi, einum tørvi á einum palli, har ung, nýhugsandi og djørv listafólk kun na frambera sína list. Bygningar sum kundu klætt at ver ið prýddir hava vit nokk av í Før oy um. Eitt nú eri eg sannførd um, at sápu­ fabrikk in á Eystara Ringvegi í Havn ikki kann vera ljótari enn tað sama, og tær lýsingar sum hanga har, eru allar við til at gera bygningin minni ljótan. Kun di bygningurin, prýddur við list, bliv ið meira enn “minni ljótur”? Ja sigi eg! Myndugleikin skal ikki altíð síggja møgu leikarnar, tað ger listafólkið ­ myndug leikin skal ikki skapa listina, men geva listafólkinum rúm, álit og møguleikan ­ so skal listin nokk blomst­ ra. List í almenna rúminum – millum Kongaminni og Kitsch Fýra fólk fara í hesi greinarøð at hugleiða um list í almenna rúminum. Í fyrsta parti av fýra skrivar Sissal Kristiansen. Greinarøðin er í sambandi við ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 29. apríl. Í Keypmannahavn vann hetta listaverkið "My Mama is so Proud" heiðurin at hanga uppi í 2007