fríggjadagur 1. apríl 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39
22
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
D
ánjal
(1818-1891)
var
næst elsti sonur Elspu og
Andrass á Argjum. Tað er ikki
nógv vit vita um hann. Men
Jákup Andreas Arge, skrivaði
í eini grein um pápabeiggjar
sínar fylgjandi um Dánjal:
»Daniel var kæmpestor, var
en udmærket Stenarbejder,
Jord bruger og Fisker. For
Køb mand M.C. Restorff op-
førte han Stengærdet om
Skaaletrø«.
Dánjal varð í 1844 í Havnar
Kirkju giftur við Marionnu
Joendatter
(1816-1890)
úr
Havn. Tey fingu sjey børn.
Tey vóru:
1. Elsebeth fødd 1844, giftist í
1875 við Hans Jacob Thorsvig
(1845-1887) úr Kirkjubø. Tey
fingu børnini Dánjal Hans
Marius Arge (1878-1949) og
Sunnevu
Sofíu
Johonnu
Frederikku Arge (1882-1933).
2.
Maren
(1848-1873).
Hon var gift við Óla Morten-
sen, sum fyrr er um røddur
i samband við Mortensen-
ættina.. Tey fingu ein deyð-
føddan son. Óli giftist aftur.
3.
Johanna
Elisabeth
Sofía f. 1848. Hon giftist við
Michael Andreassen f. 1847 á
Nesi. Her doyði hon eisini.
4. Andreas f. 1850 d. 1919.
Hann giftist 10.2. 1881 heima
við hús við Sunnevu Mariu
Magnussen
(1853-1935)
úr
Froðba. Spurningurin er so,
hví tey giftast heima og ikki
í kirkju. Frágreiðingin kann
vera tann, at tey høvdu tá
longu fingið sítt fyrsta barn.
Og tá bar illa til at giftast í
kirkju! Børnini verða umrødd
í komandi parti.
5. Sigga Sofía (1853-1871.)
Hon var fødd í Álakeri. Øll
hini børnini eru fødd á
Argjum.
6. Vangina f. 1858. Hon
giftist í 1858 í Havnar kirkju
við Rasmus Jensen f. 1856 í
Korsør. Hann var sjómaður.
Tey munnu vera flutt niður,
tí hon doyr í Danmark.
7. Johannes f. 1859. Giftist
í 1880 við Nicolinu Sofíu
Hansen f. 1856 á Velbastað.
Tey fingu børnini Dánjal
Jákup f. 1881, Hans Sofus f.
1883, Marius f. 1885 og Niclas
Martin f. 1887
8. Maren Sofía (1864-1866),
gjørdist bert 1 ára gomul.
Meira um Andreas:
Vit hava fyrr umrøtt Palli
á Argjum og samrøðuna,
sum Dagblaðið hevði við
hann, tá ið hann fylti 95 ár.
Her umrøður hann eisini
Andreas. Blaðið spyr:
– Hava tygum ikki verið
burt ur
hiðani
á
ungum
árum?
– Jú, vit báðir Andrias
systkinarbarnið vóru leingi
heiman sum ungir. Andrias
var í Hvalba og eg var við
Gjógv.
Tað
hava
gingið
mangar frásagnir um Andrias
frá teirri tíðini, ið hann var í
Hvalba. Hann var tiltikin
raskur og bragdligur maður.
M.A. Winther hevur skrivað
um hansara roysnisbragd í
Rituskor á sinni o.a.m. –
– Tygum róðu eisini dúg-
liga út hiðani av Argjum!
Og oftast mundi vera farið
í longdina, ætla vit.
– Jú, vit róðu vestur í
hav, suður á Kant, løgdu
Jákups mið og Lítla mið, og
ofta fiskaðu vit væl. Frants
í Vágsbotni, sonur gamla
Restorff, hevði tað einaferð
á orði, at sovorðin fiskur var
ikki komin í Vágsbotn av
Argjum, fyrr enn vit báðir
Andrias
systkinabarnið
vóru afturkomnir at troyta
mið ini. – Tað var nakað í tí,
tí Andrias legði ofta nógv
til, hann ivaðist ongatíð í
nøkrum.
– Tit róðu oftast sjálvir
triði?
– Ja, og sjálvur fjórði, tá
ið vit ikki vóru við stórum
báti. Men ikki minnist eg, at
vit meira enn ta einu ferðina
sløgdu fiskin, áðrenn vit fóru
aftur at landi. Vit fiskaðu
ofta væl kortini.
Maðurin í Rituskor
Tað er eingin ivi um at
Andreas var ein kempa.
Niels J Arge hevur í síni bók
um Argjamenn eina frásøgn,
sum sigur nakað um hetta.
Andreas var í Suðuroy
eina tíð. Hann var húskallur
undir Vørðubrekku í Sand-
vík. Andrias framdi - sum 20
ára gamal - eitt tað størsta
mandómsbragd,
sum
er
framt í Suðuroy. Tíðliga ein
morgun var hann farin sjálv-
ur triði í Rituskor at fleyga.
Nú er so vorðið har, at gongt
er út eftir einum bretti, ið er
seks alin langt, átta tummar
breitt
og
hálvan
annan
tumma tjúkt. Dýpdin undir
brettinum er einar 50-60
favnar, og niða er niðri við
botnin. Her gingu góðir og
djarvir bakkamenn leysir út
í Skorina, meðan aðrir høvdu
band á sær. Veðrið var gott og
góð ætt, so teir væntaðu sær
nógvan lunda hendan dag.
Bjørgini røktu hvalbingar og
sandvíkingar í felag tá. Hann,
ið fyrstur varð, átti sessin
fyri dagin.
Alt gongur á besta hátt,
og teir seta seg í sessirnar at
fleyga. Tveir ungir dreingir
úr Hvalba eru eisini farnir
frá húsum hendan morgun,
men tá teir síggja brettið
liggja, venda teir við aftur.
Húsbóndi
teirra
gerst
í
øðini, tá ið hann frættir, at
sandvíkingar aftur eru í
Rituskor hendan dagin og
sendir annan dreingin avstað
aftur at taka brettið av og
goyma tað.
Nú hendir tað, at hann
kom av landnyrðingi, og
tað fór at regna. Tað var
ikki verandi í Skoruni, og
teir tríggir menninir sluppu
sær tí upp, men nú var einki
bretti. Tað kom dátt við hjá
teimum, tí sluppu teir ikki
inn aftur, var ikki gott at vita,
hvussu endin varð.
Andrias tekur tá til tey ráð
at skoyta tvær fleygastengur
saman, rør so tað triðju og
stang arar marnar upp í skoyt-
ið, leggur tær um gjónna
og hank ar seg inn um eftir
teimum. So fór hann til hús
at fáa eitt annað bretti, so
hinir báðir kundu sleppa inn
um eisini, men tá møtti hann
bygd ar monn um sínum, sum
vóru farnir at vita, hvussu til
stóð.
Andrias flutti norður um
aftur og búsettist á Argjum.
Hann var giftur við Sunnevu
Jákupsdóttir
úr
Froðbæ,
kallað Stóra. Sum smágenta
var hon við bátinum, ið
hvølvdist, tá ið urðin á
Steinum - nakað vestanfyri
Froðbiarnýpu - leyp.
Tríggir bátar dyrgdu tann
dagin í juli stutt fyri ólav-
søku, tá ið lopið kom. Tað var
so stórt, at tað merktist heilt
til Lítlu Dímun. Ein bátur
hvølvd ist, og tveir mans um-
komust, meðan hini trý, ein
av teimum var trý ára gamla
Sunneva - bjargaðist. Vindur
var komin undir skjúrtið hjá
henni, og tí fleyt hon á tí.
Andreas hjá Dánjali:
Bragdið í Rituskor
Tað er eingin ivi um, at eftirkomarar hjá Andrass
á Argjum hava verið megnarmenn á ymiskum
økjum. Ein av hesum var Andreas hjá Dánjali
Rituskor, har Andreas framdi
sítt stóra avrik
Andreas var raskur útróðrarmaður. Hetta eru bátar á
Argjum frá teirri tíðini, tá ið árin var einasta álit
Andrass Mortansson var abbi Andreas Danielsen.
Hetta er minnisvarðin á Argjum, reistur í 1948
SUNNEVA MARIA DANIELSEN FØDD MAGNUSSEN
F. 24.8. 1853 - D. 4.10 1935
ANDREAS DANIELSEN
F. 8.10 1850 - D. 28.2 1919
Í komandi parti um
2 vikur verður greitt
frá børnunum hjá
Andreasi, serliga
Johan í Horni,
Hornabóndan