Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 32

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 32 Sosialurin Vestanvert býráðssalin í Havn bíðaðu tey eftir Godot nú í nakrar vikur – tað var bæði hugkveikjandi og hugn­ aligt at uppliva. Eystanvert bý ráðssalin bíða tey eftir Go dot, sum vanligt – tað er drep andi. Alt ov leingi hava vit nú bíð að eftir ambitiøsu bú­ stað arp ol it isku ætlanini hjá lands mynd ug lei kunum. Vit hava bíðað í fleiri ár. Málið skuldi vera at skapa fjøl­ broytt ari bú stað ar møgu lei k­ ar, har úrvalið og umbýtið av bústøðum gerst størri, bæði millum ung og gomul, støk og familjur og annars fólk við ymiskari fíggjarorku. Vit bíða framvegis. Hes­ in góði bústaða r pakki skuldi vera fortreyt fyri fólkavøkstri og bú skap ar­ vøkstr i í Føroyum. Hesum verð ur eftir øllum at døma einki av enn á sinni. Stóra út boðið av bústøðum í Havn hev ur til dømis ikki fingið hús a prísirnar niður, og lán i­ møg u leik arnir eru ofta vón­ leysir. Men vit bíða fram vegis. Og hvat bleiv av vakstr ar­ pakkanum hjá lands stýr i­ num, sum skuldi seta fer á vinnulívið, bú skap ar vøkst­ ur in, vitanarsamfelagið? Hvar eru vakstr ar átøkini at síggja? Og ímeðan sjonglera mál­ ini millum serfrøðingar, ráð og stovnar. Ting­ og lands­ stýrisfólk klandrast regluliga inn anhýsis og fyri opnari mikr o fon. Einstaklingar og lands partar verða sett upp í móti hvørjum øðrum. Og einki hendir. Vanta ásetingar um rættindi Vit hava lógir um ansing av børn um, men okkum vantar ásetingar um rættindi hjá teim um við serligum tørvi. Gald andi forsorgarlóg er ætl­ að einum fornum donskum samfelag, sum ikki longur er til. Vit hava heldur onga eldralóg. Okkum vantar á setingar um einlig og støk, so pláss eisini er fyri teimum og teirra førleikum. Ein hópur av okkara borgarum hevur ongi ásett rættindi. Ein hópur av málum, sum áttu at verið vanlig avgreiðslumál, rekast millum embætisfólk, stýri, landsstýri og løgting – og enda í skuffuni ella detta burturímillum, og fólkini, sum ikki tíma hetta meira, flyta til síðst av landinum. Vit bíða eftir til búgv in g­ ar lóg ini og lands byggi regl u­ gerð ini. Vit bíða eisini eftir ein um altjóða universiteti og gransk ing við kraft í. Vit mangl a ein fólkaskúla, ið tor­ ir at seta sær sjálvum krøv. Pen sjónsnýskipan, klagulóg, makr el kvotur og onnur mál dansa fyri eygunum á okkum í fjøl miðlunum, meðan 2.100 fólk í besta aldri ganga ar­ beiðs leys. Mistreystið er stórt og líka sælan er lemjandi. Og løg tingið vísir bert ráða­ og maktaloysi, har mei nings­ leys ir fyrispurningar og skugg a boksing er dagsins undi rhald – hvønn dag. Mugu koma víðari Her má vend koma í, so at aut or itetur og virðing aftur verða lyklaorð í mun til poli­ tisku skipanina. Vit mugu aftur finna eina góða kós og halda hana. Í dag verður bara siglt í ring. Tí er einki veiggj í, og einki ”drive”. Løgtingið átti at brúkt alla sína orku til at smíða lóg irnar okkum væntar. Men í staðin kunnu vit staðfesta, at meg inparturin av orkuni fer við IKKI at loysa málini, sum tí reka fyri vág og vind, og til at markera seg við fyr­ spurn ingum, ið bert binda fyrisitingarliga orku til onga nyttu. Í meðan doyr samfelagið spak u liga. Her vantar slag­ kraft, her vantar dirvi og her vantar handling. Løgtingið hev ur ongantíð verið meira lokalt og visjónsleyst enn tað sama. Eg eri samdur við fleiri sum halda, at við verandi gongd fer øll politiska og parlamentariska skipanin í upploysn, og politiska letið millum fólk bara veksur. Eg tori at pástanda, at um land ið varð rikið eins væl og Tórs havnar kommuna, so stóð betur til samanlagt. Lat tí løgtingið smíða lógir og legg øll praktisk mál út til stórar kommunalar eindir at umsita. Tí vit mugu staðfesta, at lands mynd ug leikarnir megna tað ikki. Umsótu kommunurnar mál ini, sluppu vit undan lok al politiska keglinum í løg­ ting i num. Vald fyri allar føroyingar Okkum vantar fólk, sum hugsa stórt. Ting­ og lands­ stýrisfólk eru vald fyri allar føroyingar og ikki lok al um­ boð í landsins stjórn. Og tey eiga at gevast við at sita í al mennum fjølmiðlum og brúka tíðina uppá togarí um lok alar staklutir og at verja sínar smáu dunnugarðar. Løgtingið eigur at fremja lóg ar smíð og ikki sum nú drukna í lokalpolitiskum møsni, sum bara fremur sund­ ur lyndi og skapar nýggjar ó semjur. Men fram um alt vant ar verulig framtøk, virk is máttur, átakshugur og góður gamaldags ”futtur í”. So ótrúligt tað ljóðar, so loyva somu politikkarar sær enntá at undrast yvir, at familjur og vælútbúnir ungdómar uttanlands ikki tíma at flyta heimaftur. Hvør skal siga, at tað er ikki okk­ um, tað er galið við. Tendra ein loftmiðil. Les eitt blað. Bara grenj, eingin handling. Vita, um tú finnur nak að, ið kann eggja einum virk is fúsum unglinga at flyta úr tryggum starvs­ og bú stað ar við urskiftum uttan lands og heimaftur til Før oya? Vit bíða framvegis. ­ Men vit vilja ikki bíða meira. Eitt samt Tórshavnar býráð hev­ ur hugsað stórt og hevur sett sær mál fyri býin og sam­ felagið alt – mál um Føroyar sum vakstrardepil í Norð ur­ at l ants havi. Vit ætla ikki at lata sam­ fel a gið doyggja spakuliga, vit hava skyldu til nakað annað fyri komandi ættarliðunum. Men eisini vit í býráðnum verða á alt ov nógvum økj­ um hildin føst í at bíða, bíða eftir grundleggjandi lóg gávu og skipanum, sum land­ ið skal koma við. So at siga allir landspolitikarar dyrka í løtuni sundurlyndi og ósemjur, og vilja ikki síggja, at vit føroyingar skulu kapp­ ast við útheimin, og ikki við okkum sjálvi. Samstundis leggja allar evropeiskar stjórnir alla megi í at skapa neyðugu fortreytirnar fyri menning, vøkstri og vælferð – har er nevniliga veiggj í. Tað skal tað eisini vera her ! Her skal meira veiggj í! Kjak Heðin Mortensen borgarstjóri