Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 31 VIKUSKIFTI Tað hendir ... lagT TIl ræTTIs: Eyðun Klakstein Lumpa fóLk Í dag er 1. apríl, og tað hevur við sær, at tað er “loyvt” at lumpa fólk. aprílsøgurnar kunnu verða einfaldar og óskyldigar, men tær kunnu eisini verða meira útspekuleraðar og fløktar. Og so ræður eisini um at ansa sær fyri fjølmiðlunum, sum kunnu verða kreativir, tá ið teir royna at senda fólk apríl. Apríl, Apríl! fríggjadagin 1/4 StrÍð Í LOS angeLeS Í fleiri ár hava fólk sæð ufO kring heimin, men nú stendur verðin næstan ikki til at bjarga longur. ein øgilig megi leypir á jørðina uttan úr rúmdini, og tað verður eitt øgiligt stríð kring alla verðina. Stórbýir verða lagdir í oyði, og lond mest sum hvørva. Seinasta móstøðan kemur úr Los angeles í uSa, og har verður so endaliga stríðið hjá mannaættini ímóti fíggindanum úr rúmdini. BAttle: los Angeles Biograffilmur hósdagin 31/3- EaT Pray LovE Liz Gilbert heldur, at lívið snýr seg um meira enn ein mann, hús og yrkisleið. Hon fær nýtt mót upp á tilveruna og rýmir úr New york og fer at ferðast kring heimin. Hon ferðast í Italia, India og Bali, har hon roynir at finna seg sjálva við hjálp frá góðum mati, meditaión og vónini um at finna rætta mannin. Filmurin byggir á eina eina sanna søgu og var ein av stóru biograffilmunum í fjør. Fæst nú sum dvd og blu-ray. eAt prAy love Dvd ella Blu-ray ráS2 SENDIr úr rEyKjavíK í næstu viku fer rás2 at senda úr íslendska høvuðsstaðnum. Týsdagin, mikudagin og hósdagin verður sent beinleiðis úr reykjavík, har rás2 innrættar sær studio. Tosað verður við bæði føroyingar og íslendingar í sendingunum, og live-tónleikur verður eisini at hoyra. reportasjur verða gjørdar úr býnum, og spennandi vinningar verða at vinna. rás2 sendir hvønn dag frá kl 9-12 og 15-17. rás2 í reykjAvík Týsdagin 5/4, mikudagin 6/4 og hósdagin 7/4 danSkt Skemt Leygarkvøldið fara teir báðir donsku skemararnir Lars hjortshøj og Jesper Juhl at undirhalda í norðurlandahúsinum. Lars hjortshøj er kendur skemtari og sjónleikari – og hann hevur spælt við í eitt nú klovn, Langt fra Las Vegas og í Live fra Bremen. Jesper Juhl er ein ungur danskur skemtari, ið seinastu árini hevur haft yvir 300 show í danmark. umframt teir báðar danirnar, fer Sjúrður Skaale eisini at upptraðka. stAnd-up show norðurlandahúsið Leygarkvøldið 2/4 kl. 17 & 20 frændur Í fLatLOndum populerasti føroyski tónleikabólkurin seinastu 25 árini verður um vikuskiftið at hoyra í keypmannahavn. frændur fara leygarkvøldið at spæla í føroyahúsinum, og roknað verður við fullum húsum har. frændur tríva í teir góðu gomlu sangirnar, og teir spæla eisini onkrar sangir av seinastu útgávuni hjá teimum. Frændur føroyahúsið í keypmannahavn Leygarkvøldið 2/4 kl 22-04