Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 Sosialurin Eystarlaga í Europa liggur Ukraina, sum í okkara atlasi verður stavað Ukreina. Hetta landsnavn hevur áður fingið drúgva umtalu. Í stuttum er her bara í fyrsta lagi at endurtaka, at tað var eitt málsøguligt mistak, at vit skuldu fara at skriva ai-ljóðið við ei í sam bandi við, at okkara rættskriving fyri góðum hálvtannaðhundrað árum síðan skuldi “islandifieres”. (Íslendskt skrivað ei gevur jú fram burð sum okkara ver­ andi ey, meðan íslend inga ai-ljóð verður skrivað við æ (t. e. ae – eins og t.d. í Al Quæda). Innan nevndu rætt­ skrivingar kollvelting, sum útlendingar í 1846 trongdu inn á okkum, skriv aðu før ing ar (eisini tann ungi Hammers haimb) ai­ljóðið við ai og ey­ljóðið við ei). Í øðrum lagi er at siga, at ai í Ukraina ikki er nakað bein leiðis tvíljóð, men heldur tveir stavir a og i eins og við Sair og Haiti, sum ongin kundi funnið uppá at skriva Seir og Heiti. Í ongum atlasi, sum eg havi sæð, verður stav- að øðr vísi en U-kra-i- na. Ú t g áv u s e t n i n g u r i n hevur ljóðað, at býarnøvn í mesta mun skulu stavast sum í heim landinum. Men her tykist apostrofmerkið úr íslendskum eisini at gera vart við seg. Øll míni ár havi eg ikki hoyrt ella sagt annað enn Paris um franska høvuðsstaðin, og soleiðis hoyrir tú tað eisini í práti við tilkomið fólk í loftmiðlunum. Hetta hevur onki við danskan framburð at gera, men er altjóða staving. Men fjølmiðlafólk, sum nú hava okkara snøgga atlas at halda seg til, eru farin at siga og skriva París. Hví tað? Langt i er ikki óføroyskt – vit hava tað í so mongum orðum t.d. dis, gnis, flysa, risi o.o fl. Skuldu vit kanska eisini fylgt íslendingum og skrivað og sagt t.d. Madríd, Vín (Wien), Kíl, Ríga o. s. fr.? Hetta, at í skal vera føriskari enn i hevur eisini rinið við hjá “Vikutúr”, sum hevur boðið til “Spennandi cruisferð á Nílánni”. Og hvussu við høvuðs- staðnum í Italia? Á føriska kortinum stendur Róm eins og á tí íslendska, men í navnayvirlitinum aftast stendur “Róm, sí Roma”. Roma man vera upprunaheitið og soleiðis skriva norðmenn, samar, finnar og nú eisini danir. Tú sært eisini Roma í føriskum bókmentum, so tað man vera besta boðið, um vit ikki framhaldandi skulu siga og skriva Rom – kanska við Roma í parantes eins og á svenskum. Sikiloy (ísl. Sikiley) er fitt orð og í lagi, um tað fæst í umferð á føriskum fyri oynna Sicilia. Vit eru nú stødd við Miðal- havið, sum eftir íslendsk- um hevur fingið heitið Miðjarðar hav sambært latínska upp runanavninum Mare Mediterraneum, t.e. havið mitt í jørðini, sum rom- verj ar í for nøld mettu tað at liggja. Ivaleyst er Miðalhavið ein germanisma eftir tí týska Mittelmeer; men at beint fyri øllum slíkum úr okkara málið hevði neyvan gjørt tað ríkari. Á norskum og donskum er navnið Middelhavet, á svenskum Medelhavet, og munnu føringar fáast til at siga annað enn Miðalhavið, sum jú liggur lagaligari á tunguni enn Miðjarðarhav? Her skal tó skoytast uppí, at mær nú er komið fyri oyra, at skúlabókagrunnurim hevur havt heitið Miðhavið í huga, og tað haldi eg vera besta nýyrðis hugskotið. Her er eisini at viðmerkja, at okkara atlas eins og tað íslendska hevur at kalla øll nøvnini í óbundnum formi – undantak er tó t.d. Hvarvið í Grønlandi, sum íslendingar nevna Hvarf. Landafrøðilig heitir í óbundnum formi er eitt norrønt eyðkenni, og er eisini eitt málsligt sermerki hjá okkum – t.d. Tindhólmur og ikki Tindhólmurin, Koll- farða dalur og ikki Kollfarða- dalurin o.s.fr. Hetta er tó ikki so knívskorið í okkara máli. Eystringar ilskaðust so um, at Hellurnar skuldu skerjast til bara at eita Hellur, at teir málkønu máttu dvína aftur til tað, sum fólk siga. Ivaleyst kemst tað av ávirkan uttanífrá, at føringar eitt nú um høv, oyggjaflokkar og fjallarøðir ikki siga t.d. Kyrrahav, Hebridur, Falklands oyggjar, Alpur og Ardennur, men heldur Kyrra havið (í heim,asjógvi hava vit jú Norðhavið og ikki Norð hav ), Hebridurnar, Falk lands oyggj arnar, Alpur- nar og Ardennurnar eins og onglend ingar, týskarar og frak lend ingar, ið aloftast hava bundna kenniorðið framma - fyri, og skandi navar, ið iva- leyst eru okkara fyri mynd til at brúka bundna formin. Eystast í hesum havi liggur oyggin Kýpros. Men hevur nakar føringur hesa oyggj soleiðis á munni? Mítt tilmæli er, at vit skriva Kypros og lata y ljóða av y eins og í flestøllum øðrum málum. (At royna at klára okkum við ý (t. d. mýta) og ú (t. d. rútmiskt) í innlæntum orðum dugir ikki. Heldur eiga vit í einari alneyðugari endurskoðan av okkara stavingar lag at sleppa okkum burtur úr hesum trupulleika við tveimum ymsum stavum fyri i­ljóð og held ur hava y tøkt til inn­ lænt orð við altjóða y­ljóði. Til saman beringar kann nevnast, at hóast týsk ar ar hava y­ljóð skrivað ü í sín um heima máli, stava teir altíð við y í inn læntum orð um og útlendsk um nøvnum.) Fara vit nú vestureftir aftur koma vit m.a. til sponsku oynna Mallorca, sum okkara atlas við sínari stavseting fær føringar til tann lorkuta framburðin Malorka. Samar, finnar, sviar, norðmenn, danir, øll týskttalandi og eisini íslendingar skriva eins og spaniólar Mallorca, men vita, at framburðurin er Majorka, tí ll á sponskum ber j-ljóð í sær. Talan er nevniliga um tvær oyggjar, har onnur er størri, t.e. major, og hin minni, t.e. minor ( eitur tí Menorca). Onglendingar stava Majorca, fraklendingar Majorque – skilagott hjá okkum man vera at skriva Majorka. Framhald Ólavur Hátún Nýtt heimsatlas undir landi (2) Kjak Bjørt Samuelsen tingkvinna Tað er als ikki nakar huga- ligur tanki, at tað ikki skal bera til at fáa sær eitt kók av lunda. Men, tá støðan er so álvarsom sum hon er, ber ikki til at raðfesta nakrar pottar av vælsmakkandi lunda framum tørvin at gera tað, sum gerast kann, so stovnurin fær kjansin at koma fyri seg aftur. Til ber illa at áseta kvotu, tá so gott sum einki er at býta. Tí er tað er gleðiligt í miðl unum nú at frætta, at lands stýrismaðurin í veiðu- mál um av álvara umhugsar at friða lundan í eitt neyðugt tíðarskeið. Lundin á tingi Álvarsama støðan hjá lund a- num varð umrødd á løg tings- fundi 9. mars har undir ritaða spurdi lands stýris kvinnuna í náttúru verndar málum um hvørji tiltøk lands stýrið hevði ella fór at seta í verk, til tess at verja lunda stovnin. Orsøkin til spurningarnar var ein frágreiðing, sum Inn- lendismálaráðið fekk í jan uar, men sum einki alment hevði verið at frætt um. Frá greið- ingin við veiðu hagtølum, sum Bergur Olsen og Jens- Kjeld Jensen hava savnað og latið myndug leik anum, lótu ongan iva standa: Støðan hjá lundanum er so hættis lig, sum ongantíð áður. Støðan hevur staðið við og versnað í áravís, og var 2010 ringasta fleygingarár, sum fólk yvirhøvur vita um í Føroyum, tá einans 339 lundar vórðu veiddir. Til viðgerðina í tinginum vóru fleiri røddir ímóti at friða lundan, hóast støð an er so hættislig. Ávísir ting menn vístu á, at tað ikki er lunda- veiðan, men føðitrot, sum oyðir stovnin, og at búfuglur ikki verður fleygaður nevnivert. Tað fyrra er í samsvari við frá greðingina frá serfrøð ingunum, men teir skriva eisini: “Tað verður ofta sagt, at fleygingastongin bert tekur ungfugl, og at sildberar ikki verða tiknir. Hetta er partvís rætt, men ein onnur kanning hjá okkum vísir, at sjálvt tey góðu árini um ár 2000 var helvtin av teimum fleyg aðu lundunum gamal fuglur (eldri enn 3 ár), og tey ringu árini var næstan alt gamal fuglur. So sjálvt um sildberar ikki verða tiknir, so verða kortini nógvir búfuglar tiknir við stong, og tá fáar pisur koma undan fleiri ár á rað, sum tað er hent hesi seinastu árini, so verður alt gamal fuglur, sum verður fleygaður fyrstu tíðina. Tað verður tí alneyðugt við eini avmarking ella friðing, til stovnurin er komin fyri seg aftur.” Rósur til JV Jacob Vestergaard, sum um- situr veiðulógina, tykist nú at hava valt at lurta eftir fuglafrøðingunum. Tað eigur hann stórt rós uppi- borið fyri, tí at áseta veiðu- bann, smakkar ikki øllum væl. Hann fær mín fulla stuðul at koma við einum frið ingaruppskoti. Ongum nýtist at óttast fyri, at veiðubannið ikki verður tikið av aftur, so skjótt sum tað yvirhøvur er ráðiligt. Tí heldur ikki tingfólk vilja vera eitt lundakók fyriuttan. Lundin í Løgtingið