Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 30 VIKUSKIFTI Tá ið tú veruliga ikki dámar eitt mannfólk, so hongur hann uppi í tær. Beinanvegin tú letur sum um tær dámar hann, so er hann ikki longur áhugaður í tær. Lívsvísdómur hjá song­ kvinnuni Beyonce Miðlamjarr Dagsins spurningur: Kann man loypa seinasta kapitulin um í eini bók? Maður, 45 ár lagt tIl rættIs: Eyðun Klakstein So mistu vit tveir tímar í kvøld. Ein til Earth Hour og ein til summartíð. Maður, 45 ár So hvørt sum tú betur veitst, hvør tú veruliga ert, veitst tú eisini betur, hvat er gott fyri teg. Talkshow­verturin Oprah Winfrey. Nýmótans omman.... hon sendir smsboð til ommusynirnar og boðar frá, at pannukøkurnar standa á borðinum. Kvinna, 34 ár Tað er órógvandi, at so nógv siga seg hava koyrt bil, tá tey kunnu hava verið ávirkað. Sølvi Reinert Hansen, stjóri á Ferðslutrygd. Næstan fimti hvør føroyingur heldur seg hava koyrt við ov høgari promillum seinasta árið. Eg fái ikki sagt nakað beint nú. Tað er púra vilt. Hetta hevur verið ein fantastisk ferð. Sarah eftir at hon vann donsku X Factor kappingina (BT) Nú byrji eg rættuliga at missa lystin til alt, sum hevur við grind til matna at gera. Maður, 53 ár Eg haldi ikki, eg gangi í barndømi, og eg hugsi klárari enn nakrantíð Heine O. Heinesen, 72 ára gamal løgtingsmaður, ætlar sær at stilla uppaftur á komandi løgtingsvali (Kringvarp.fo) Gaddafi kunngjørdi, at hann vildi ikki vísa sínum fólki náði. Hann samanlíknaði tey við rottur og hótti við, at hann fór at ganga hurð til hurð og revsa tey. Obama forseti um orsøkina til, at USA og onnur lond løgdu upp í stríðið í Libya