Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2000síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 tíðindablaðið sosialurin Nr. 58 - 23. mars 2000 Christian í Grótinum søkklaðin við bryggju í Klaksvík. Hann skuldi landa í Fuglafirði í gjár. Mynd:Jens Kr.Vang Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov Marknaðardeild: Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dánjal Højgaard Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson Eyðun Klakstein Høgni Mohr Yngd: Jákup Mørk Myndamenn: Jens Kristian Vang Álvur Haraldsen Útgevari, uppseting: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post@sosialurin.fo Lýsingar: lysing@sosialurin.fo Internet: www.sosialurin.fo Prent: Sosialurin Sosialurin Oddagrein Eftir fyrsta samráðingarumfar og tíðinda- fundin í Tinganesi týsdagin kann sláast fast, at tað er eydnast Anfinni Kalsberg, løgmanni, at fáa føroyingar í martýrleiklutin: »Danir fóru illa við okkum, tá vit komu við okkara sjálvsøgdu krøvum«. Hetta er ein endurtøka av tí, sum hendi, eftir at fyrst bankarnir og síðani alt føroyska samfelagið fór á húsagang fyrst í 90-unum. Tá danir settu treytir, sum ein og hvør annar kreditorur hevði gjørt, eydnaðist tað loys- ingarfólkum at øsa upp eina ónøgd ímóti dønum, sum endaði við fullveldissamgong- uni eftir síðsta val. Á hesum stað skal ikki berast í bøtuflaka fyri donsku stjórnini, tí nógv kundi verið gjørt øðrvísi – bæði undan 1992 og eftir 1992, tá danska embætismannaverkið setti órímulig krøv móti føroyingum við vælsign- ilsi frá donskum politikkarum, sum ikki hava neyvan kunnleika til Føroyar og føroysku fólkasálina. Men landsstýrið eigur eisini at taka í egnan barm. Spurningurin er, um samráðigarupp- kastið var nóg gott? Var tað orðað ov nógv út í æsir? Og spurningurin er sanniliga eisini, um landsstýrið ikki var ov illa fyri- reikað, tá tað kom til búskaparliga partin. Til tað fyrsta er at siga, at uppkastið leggur ikki upp til eitt gott samráðingarlag. Krøviini eru so nógv, at onkur hevur nevnt hetta eitt olmussukrav. Harafturat er spurning- urin, um tað er rætt at orða eitt uppskot til ein sáttmála millum tvær tjóðir. Ístaðin átti landsstýrið heldur at felt niður tær stóru linjurnar til tað fyrsta samráðingarumfarið. Taka vit so búskaparpartin, so kundi tað ikki undra nakran, at kravið um skiftistíð varð 3-4 ár. Hetta hava umboð fyri stjórnina sagt, og hetta hava umboð fyri andstøðuna sagt. Tí átti landsstýrið at verið betri fyri- reikað við útrokningum yvir, hvussu heild- arveitingin kann lækkast í stigum. Nú stendur eftir, at landsstýrið krevur, at Føroyar krevja, at heildarveitingin skal halda fram eini 60 ár afturat. Og tað ynskir eingin føroyingur, sum hevur eitt vet av ábyrgdar- og sjálvbjargiskenslu í sær. Hóast landsstýrið hevur lagt áherðslu á, at tað var væl fyrireikað til samráðingarnar, so skerst ikki burt, at nógv hava ta fatan, at landsstýrið hevur gjørt seg til skammar, tá tað snýr seg um búskaparpartin. Nógv orð eru feld á blað, alt ov nógv, meðan alternativ vantaðu, tá tað snýr seg um búskaparpartin og skiftistíðina. Landsstýrið bvar ov bláoygt! Ov bláoygt EIRIKUR LINDENSKOV Hetta vikuskiftið hevur Sambandsflokkurin lands- fund í Øravík. Sum nakað nýtt í føroyskum politikk hevur Sambandsflokkurin bjóðað fjølmiðlunum at vera við til landsfundin. Hetta hevur eingin før- oyskur politiskur flokkur gjørt áður, hóast eitt nú Javnaðarflokkurin onkuntíð hava boðið fjølmiðlunum Hjartaliga takka vit fyri hjálpsemi og sýnda sam- kenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara ANNA KATHRINA HEINESEN Leirvík lá sjúk, doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar, gávur og telefonsam- røður. Tykkum mongu, ið fylgdu henni til seinasta hvíld- arstaðið, takka vit hjartaliga. Vegna familjuna børnini Tøkk við til partar av landsfundi- num. Landsfundurin hjá Sam- bandsflokkinum byrjar í annaðkvøld klokkan 2030 - tá Smyril er komin suður. Fundurin heldur fram leyg- armorgunin klokkan 10, tá gestarøðarin, Anne E. Jen- sen, ES-tinglimur úr danska Vinstraflokkinum, flytir fram røðu. Fundurin endar við veitslu um kvøldið. Sambandsflokkurin landsfund í Øravík Fyri fyrstu ferð bjóðar ein føroyskur flokkur fjølmiðlunum við landsfund 24 tímar og fult skip Fyrr í vikuni kom Christian í Grótinum søkklaðin á Klaksvík. Við 2.000 tons av svarkjafti, sum teir hava fiskað í ES-sjógvi vestanfyri Írland DÁNJAL HØJGAARD Túrarnir eru stuttir, nú svart- kjafturin er fyri. Teir fóru úr Føroyum hósdagin í síðstu viku, fyltu lastina eft- ir einum samdøgri og vóru aftur í Føroyum mánadagin. Christian í Grótinum hev- ur bíðað eftir tørni, at av- reiða hjá Havsbrún í Fugla- firði. Teir væntaðu at sleppa framat á miðdegi í gjár. Prísurin í Føroyum er í løtuni 50 oyru kilo. Hann hevur verið betri fyrr. Í 1998 t. d. var meðalprísurin fyri svarkjaftin nærum tvífalt so høgur - 95 oyru kilo. Tað tekur umleið líka langa tíð at tøma Christian í Grótinum, sum at fylla hann. Tá ið tey tvey túsund tonsini eru landaði verður farið beina kós aftur á svart- kjaftaleiðirnar fyri sunnan. Hetta er besta fiskitíð til svarkjaftin, sum verður fingin bæði í ES-sjógvi og altjóða sjógvi. Svartkjaftur- in gongur norðureftir og kemur seinni í føroyskan sjógv. Lærarar ganga mótmælisgongu Tolið hjá sáttmálasettu lær- arunum í trætuni við fíggj- armálastýrið er við at verða uppi. Fyri enn einaferð at vísa á ónøgd sína við við- urskiftini, fóru lærararnir í dag - hósdagin - mótmælis- gongu frá Føroya Lærara- skúla niðan á Undirvís- ingar- og Mentamálastýrið við Hoyvíksvegin. Á Undirvísingar- og mentamálastýrinum skulu lærararnir handa Signari á Brúnni, landsstýrismanni, mótmæslisskriv. Mótmælisgongan endar í Tinganesi. Inter- net- sam- bandið skal betrast JOHN JOHANNESSEN Seinastu dagarnar hevur verið so at siga ómøguligt at fingið samband við internet- ið hjá teimum við- skiftafólkunum hjá Føroya Tele, ið hava uppringt samband. Fleiri fólk, Sosialur- in hevur tosað við, hava onkran dagin roynt í tímar, áðrenn tað er eydnast at koma upp á netið. Eisini blaðfólk her á blað- num hava havt trupul- leikar av vánaliga sambandinum. Men nú skulu við- skiftafólkini hjá Før- oya Tele aftur fáa samband við inter- netið júst tá teimum nýtist tað. Tveir tøkn- ingar arbeiddu allan dagin í gjár við at seta upp nýggja útgerð. Útgerðin skuldi væntandi vera liðugt sett upp áðrenn ar- beiðsdagurin í gjár var lokin ella fyrrapartin í dag, og tá skuldu trupulleikarnir við int- ernetsambandinum hjá viðskiftafólkunum hjá Ólivant aftur verið álítandi. Bóðu bara um størri kvotu fyri at kunna selja skipini ÁKI BERTHOLDSEN – Eingin eigur at fáa kvotur, bara við tí fyri eyga at selja hana aftur. Tað er grundjónarmiðið hjá felagnum Nótaskipum. Atli Hansen, formaður í felagnum, sigur, Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sigur ikki satt, táið hann í útvarp- inum og Sosialinum týsdag- in greiddi frá, hvussu frysti- skipini Fram, Pelagos og Krúnan høvdu fingið sína sildakvotu. – Tað er ikki rætt, at tað upprunaliga varð býtt javnt ímillum nótaskipini og frystiskipini. Í fyrstani var so gott sum øll kvotan latin nótaskipun- um, men John Petersen, sum tá umsat fiskivinnumál, heitti á Felagið Nótaskip um at taka upp samráðingar við teir, sum áttu Fram og Pelagos, tí at hesir høvdu søkt um at fáa onnur og størri skip, men at inntøkugrundarlagið var ov lítið. – Vit samdust við Fram og Pelagos um eina kvotu og hetta góðkendi landsstýr- ismaðurin. Men avtalan var eisini, at varð kvotan ikki brúkt, skuldi hon fella aftur til nótaskipini. Atli Hansen sigur, at landsstýrismaðurin læt tá frystiskipunum eina felags- kvotu uppá 5.000 tons. Eisini Prestland kom upp í hetta býtið og sostatt vóru tað trý skip, sum høvdu loyvi at fiska av hesi fel- agskvotuni. Seinni var loyvið hjá Prestland flutt Krúnuni, sum felagið Djúphav eigur. Atli Hansen sigur, at sum ein og hvør kann fáa at vita frá Fiskimálastýrinum, hava Fram og Pelagos gjørt minni enn lítið burturúr at fiska sild hesi árini, tey hava havt kvotu. – Eitt nú hava tey onki fiskað í fjør og tí tykist tað løgið, at tey nú skulu hava størri kvotu fyri neyðini. Formaðurin í Felagnum Nótaskipum sigur, at á fundinum í Fiskimálastýr- inum 26. januar, sum Jørgen Niclasen sipar til, vóru um- boð fyri Felagið Nótaskip, teir, sum eiga Fram og Pe- lagos, Svend Aage Ellefsen fyri Krúnuna og formaðurin í Reiðarafelagnum. – Landsstýrismaðurin heitti á partarnar um at finna eina semju og hann heitti – Í somu viku, sum Fram og Pelagos høvdu fingið eina eyka kvotu upp á 1.100 tons í part, vórðu tey seld. og tað skilst , at prísurin var væl hægi, enn hann hevði verið, um teir ikki høvdu fingið kvoturnar – Eingin eigur at fáa kvotu bara til at selja. Jørgen Nicla- sen sigur ósatt um býti av sildakvotunum, sigur Atli Han- sen, formaður í Felagnum Nótaskipum eisini á formannin í Reið- arafelagnum um at hjálpa til at finna eina loysn. Dagin eftir, 27. januar, skrivaði felagið Nótaskp til Landsstýrið, har vit endur- tóku, at vit sóu onga orsøk til at hækka kvotuna hjá frystiskipunum. Eitt nú søgdu vit, at vit halda tað ikki vera rímiligt, at kvotur, sum eru lætnar sum hjáveiðikvotur fyri at geva atgongd til ávís øki, ella ein ávísan fiskiskap, kunnu menna seg til at blíva sjálvstøðugar kvotur. Vit halda eisini, at skip, sum eru flutt inn undir ávísum há- marki, framvegis eiga at vera undir hesum hámarki. Vit boðaðu frá, at eitt grundsjónarmið hjá felag- num er, at eingin eigur at fáa kvotur bara til at selja. –· Frystiskipini Fram og Pelagos, hava ikki verið í uppsjóvarvinnu leingi. Tey hava lagt um til gulllaks og rækjur og nú tykist, sum um teir ætla at gevast heilt, tí tað sigist, at teir hava selt gulllaksakvoturnar til botn- fiskatrolararnar. – Endamálið við at biðja um størri kvotur til hasi skipini, kann tí bara vera við sølu fyri eyga, søgdu vit við Landsstýrið. – Tíverri fingu vit so syndarliga rætt, sigur Atli Hansen. Í somu viku, sum Fram og Pelagos fingu um- leið 1.100 tons av sild í part, og eitt sindur av makreli, omaná kvotuna, skrivaðu eigararnir undir sølusátt- mála. Hann sigur, at sum skilst, var søluprísurin væl oman- fyri tað, hann hevði verið, um silda- og makrelkvotan, ikki varð hækkað. Nýggja ferðslulógin, sum varð løgd fyri tingið her- fyri, kom ikki til viðgerð- ar framløgudagin. Lógar- uppskotið var so umfat- andi, at tingmenn vildu hava stundir at seta seg inn í málið, og 1. viðgerð varð tí sett til 16. mars. Men heldur ikki tá høvdu tingmenn hug at viðgerða ferðslulógaruppskotið, Ferðslulógin í rættarnevndina sum varð beint beinleiðis í rættarnevnd løgtingsins. Hvussu langa tíð við- gerðin í rættarnevndini fer at taka er óvist, men ferðslulógin er so ikki komin aftur á dags- skránna fyri 2. viðgerðir, skrivar Ferðslutrygd á heimasíðuni. Ein lítil roynd hjá Ferðslu- trygd at sponsorera eina ungdómssending á Rás2 um ung í ferðsluni vísti, at meg- inparturin av teimum ungu ynsktu, at ein skipan við royndarkoyring í eitt ella tvey ár saman við foreldru- num varð sett í gildi í Før- oyum. Tey ungu mettu stutt sagt, at tey ungu dugdu ov illa at koyra, og at orsøkin Tey ungu ynskja royndar- koyra við foreldrunum var, at tey høvdu ov fáar royndir. Víst varð í fleiri førum til Noreg, har tey ungu fáa loyvi at koyra við foreldrunum frá tí at tey eru 16 ár. Í Noregi hinvegin verða nú helst strangari krøv sett til hesa royndar- koyring, tí uppskot er frammi um kravdar ástøði- ligar royndir, áðrenn tey ungu sleppa at koyra. Koyrilærararnir í Noregi vísa á, at teir ikki hava fing- ið minni at gera av hesi skipanini – tey ungu, sum hava koyrt við foreldrunum, duga oftast betri at handfara bilin, men hava ofta "arvað" óvanarnar hjá foreldrunum, eins og tey ikki klára seg betur til ástøðiligu royndir- nar enn onnur, skrivar Ferðslutrygd á heimasíðuni.