hósdagur 23. mars 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Signar má
frá í stundini
Sambært Bjørn á Heygum vísir kanningin hjá løgtingsgrannskoðarunum heilt
greitt, at Signar á Brúnni Breyt landsins lógir, tá hann uttan loyvi játtaði
pening til sjónvarpið
JOHN JOHANNESSEN
– Heilt greið prógv eru fyri,
at Signar á Brúnni hevur
brotið landsins lógir, sum
hann sjálvur umsitur. Tí má
hann fara frá í stundini, skal
Føroya fólk hava álit á rætt-
artrygdini í landinum.
Hetta eru greiðu boðini
frá Bjørn á Heygum, advo-
kati, ið sjálvur hevur verið
við til at gjørt stýrisskipan-
arlóg landsins.
Bjørn á Heygum sigur seg
hava lisið frágreiðingina hjá
løgtingsgrannskoðarunum
gjølla, og er hann ikki í iva
um niðurstøðuna.
Frágreiðingin staðfestir
eftir hansara tykki heilt
greitt, at Signar á Brúnni
ikki spurdi seg fyri hjá løg-
tinginum og gjørdi beint
móti ráðum frá løgtingsins
fíggjarnevnd, tá hann játtaði
sjónvarpinum pening uttan
um fíggjarlógina tann 23.
juni 1999.
Fýra møguleikar
Bjørn á Heygum sigur, at
landsstýrismaðurin við hes-
um atburði háar lógirnar
fyri sítt egna land. Og háð-
anin gerst upp aftur størri,
tá talan er um ein lands-
stýrismann, ið sjálvur skal
umsita landsins lógir.
– Tað, sum vit í veruleik-
anum tosa um, er at mað-
urin, ið skal umsita lógirnar,
er tann fyrsti at bróta tær,
vísir advokaturin á.
Somuleiðis vísir Bjørn á
Heygum á, at einki land í
heiminum kann liva við, at
ein ráðharri brýtur landsins
grunleggjandi lógir, eins og
Signar hevur gjørt. Tí má
maðurin kenna sína vitjun-
artíð og fara frá í stundini,
skal rættartrygdin tryggjast.
Men fer Signar á Brúnni
ikki frá av sínum eintingum,
eru sambært advokatinum
tríggir aðrir møguleikar at
taka til.
Tann fyrsti av hesum
møguleikunum er, at Tjóð-
veldisflokkurin, har lands-
stýrismaðurin er limur, tek-
ur stig til at fáa mannin frá.
Hetta heldur Bjørn á Heyg-
um, at flokkurin má gera,
skal hann varðveita tað álit,
fólk hava á honum.
Tekur Tjóðveldisflokkur-
in ikki stig til at fáa Signar
á Brúnni frá sum landsstýr-
ismann, má løgmaður seta
landsstýrismannin frá.
Men tekur løgmaður
heldur einki neyðug stig,
heldur advokaturin, at løg-
tingið má taka um endan og
leggja misálit á landsstýris-
mannin.
Eingin ivi
Meðan hendan samgongan
hevur sitið, er tað fleiri ferð-
ir hent, at ivi hevur tikið seg
upp, um landsstýrisfólk
hava brotið lógina. Seinast
var tá Helena Dam á Neyst-
abø,
landsstýriskvinna,
segði sjúkrahúsleiðaranum,
Jákupi Mørkøre, úr starvi.
Men Bjørn á Heygum
vísir á, at øll hesi dømi hava
verið ivamál. Tað heldur
hann ikki vera galdandi nú.
– Hjá Signari á Brúnni er
einki ivamál. Frágreiðingin
hjá landsgrannskoðaranum
vísir heilt greitt, at lands-
stýrismaðurin hevur for-
brotið seg, staðfestir advo-
katurin.
Tað hevur ikki eydnast
Sosialinum at fáa viðmerk-
ingar frá Tjóðveldisflokkin-
um um málið. Men Høgni
Hoydal, sum hevur verið
uttanlands og tískil ikki havt
stundir at sett seg inn í frá-
greiðingina, vissar um, at
málið fer at verða viðgjørt.
Frágreiðingin hjá løg-
tingsgrannskoðarunum
vísir, at Signar á Brúnni,
landsstýrismaður, hevur
brotið landsins lógir
Nýtt modell fyri stjórnina
JOHN JOHANNESSEN
Landsstýrið ásannar, at upp-
skotið, tað legði fyri donsku
stjórnina um fíggarliga
skiftisskipan er miseydnað.
Roknað varð við, at før-
oyska andstøðan og somu-
leiðis danska stjórnin fóru
at taka undir við modelli
landsstýrissins, men so varð
ikki. Uppskotið fekk krakk
frá báðum pørtum, hóast
landstýrið vísir á, at tað
byggir á hugskot frá Javn-
aðarflokkinum.
Men mótið hjá landstýr-
inum er kortini ikki uppi.
Tað sigur seg hava fleiri mo-
dell um búkaparliga skiftis-
tíð liggjandi í skjáttuni klár
at leggja á samráðingar-
borðið fyri donsku stjórni-
ni.
Eitt av uppskotum land-
stýrisins byggir á, at blokk-
stuðulin skal burtur innan
eitt ávíst áramál, og skal
hetta henda antin við einari
kapitalisering ella við einari
javnari niðurgongd í stuð-
ulinum fyri hvørt ár í hesum
Landsstýrið fer at leggja nýtt modell um skiftistíð fyri
donsku stjórnina. Talan er um eitt modell við kapitaliser-
ing ella jøvnum niðurskurði í blokkstuðulinum yvir eitt
fast áramál
tíðarskeiði.
Høgni Hoydal váttar fyri
Sosialinum, at hetta uppskot
helst fer at verða lagt á sam-
ráðingarborðið á næsta
samráðingarfundinum, ið
verður hildin fyrst í mei
mánaði.
Varaløgmaður heldur, at
væl skuldi borið til at fingið
danir at tikið undir við slík-
um uppskoti, men um talan
verður um kapitalisering av
blokkinum ella javna nið-
urgongd, veit hann ikki at
siga.
Hetta, heldur hann, hong-
ur saman við, um Danmark
vil rinda Føroyum nógvan
pening ávís stutt tíðarskeið,
ella um Danmark heldur vil
rinda peningin meira javnt.
Sum skilst á andstøðuni,
tekur hon heldur ikki undir
við hesum uppskotinum.
Formaður Sambandsfloks-
ins,
Edmund
Joensen,
gjørdi í Krosskasti í Sjón-
varpi Føroya mikukvøldið
heilt greitt, at hann ikki vil
tosa um hetta málið.
Formaður Javnaðarfloks-
ins, Jóannes Eidesgaard,
hevur nøkulunda somu
hugsan. Hann heldur, at
blokkstuðulin sjálvsagt skal
burtur, tá Føroyar eru klárar
at liva uttan hann. Men Jó-
annes Eidesgaard heldur tað
vera mannminkandi at fara
til Danmarkar at fáa skuld-
ina til statin strikaða og
krevja langa skiftistíð.
Um nýggja modellið hjá
landsstýrinum ljóðar skila-
gott, vil formaður Javnað-
arfloksins ikki gera við-
merkingar til. Hann vísir á,
at Javnaðarflokkurin ikki er
samdur í høvuðsætlan land-
stýrisins um at skipa Før-
oyar sum fullveldi, og tí
leggur hann ikki í at vera
samdur við landsstýrið um
smálutir í sáttmálauppskot-
inum.
– Tá vit ikki kunnu taka
undir við høvuðsendamál-
inum í sáttmálauppskotin-
um, kunnu vit heldur ikki
taka undir við brotum í tí,
sigur Jóannes Eidesgaard.
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 59 - 24. mars 2000
ê
Trndar-
g¿tu
tel. 31 82 00
ella 21 81 99
29
29
Sosialurin - 311820
GEVIÐ GÆTUR!
Seinasta kollektiónin:
VEITSLUKOLLEKTIÓNIN
verður nú seld til
BOTNPRÍSIR
KJÓLAR
Fyrr 2.498,- 1.398,-
NÚ 999,- 599,-
Silkijakkar
Fyrr 3.198,- 2.298,-
NÚ 1.299,- 899,-
NÓGV NÝTT
HEIMKOMIÐ
Toppar - Blusur
Niðurdeilar - Kjólar
Buksur - jakkar
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Yngd: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Nú hevur fólkaskúlin ligið lamin í meiri
enn 14 dagar, men enn røkist einki fyri
semju, hóast tað ígjár frættist, at sem-
ingssmenninir hava samband við partar-
nar, sum jú standa langt frá hvørjum øðr-
um.
Hvørjar avleiðingar arbeiðssteðgurin fær
fyri teir eldru næmingarnar er ikki greitt
fyri okkum, sum eru uttan fyri skúlan, men
tað er greitt, at arbeiðssteðgurin elvir til
hurlivasa og ótryggleika í bæði skúla og
heima.
Tað er tí ikki løgið, at skúlaleiðarar í Eyst-
uroynni og skúlastjórar í Havn, sum óivað
hava størstu trupulleikarnar, heita á lands-
stýrismannin í skúlamálum um at taka stig
til at loysa trætuna.
Heldur ikki er løgið, at bæði skúlafólk og
onnur við í hesum døgum spyrja: -hvar er
Signar á Brúnni. Hann hevur ovastu á-
byrgdina í skúlamálum, men hevur verið
óvanliga tigandi í fyrsta læraraverkfallinum
nakrantíð.
Spurningurin er jú ikki bara um eitt lønar-
mál, tí sjálvandi skulu lærarar hava ta
lønarhækking, sum øll onnur fingu síðsta
ár, men spurningurin er jú um nýggju
fólkaskúlalógina og hvat hon kostar í
pengum og tí eisini í læraratali.
Fólkaskúllálógin er samtykt, men tað
skilst, at kostnaðurin veldst alt um, hvussu
nógvar kunngerðir verða settar í verk ella
ikki. Og tað merkir: hvønn politikk hevur
landsstýrismaðurin sett sær fyri at reka á
hesum øki.
Ætlar hann av álvara at fáa fólkaskúla-
lógina at virka, má hann greiða landsstýr-
ismanninum í fíggjarmálum frá, at hetta
kostar so og so nógvan pening, og so má
Karsten Hansen gera eina eykajáttanar-
lóg.
Sjálvandi skal hann ikki oysa út, men tað
ber heldur ikki til at samtykkja lógir, og so
ikki játta tann pening, sum lógin krevur.
Skúlin hevur fyrireikað seg til nýggju lóg-
ina, og tað skilst, at bæði lærarar og
næmingar dáma væl teir nýggju møgu-
leikarnar og avbjóðingarnar.
Ígjár gjørdu bæði lærarar og næmingar
vart við støðuna, men hvussu leingi fara
landsins politikkarar - tað veri seg løg-
maður, samgonga og andstøða - at góð-
taka tað út av lagi vánaliga handalag, sum
er sýnt í hesum máli?
Vánaligt handalag
Longri tekur tað ikki at
koyra ígjøgnum hana, held-
ur teg til mest loyvdu ferð.
Tey flestu – ið hvussu so er
nógv fremmandafólk - upp-
daga hana slett ikki, tá ið
tey strúka framvið.Summi
hava kanska ongantíð hoyrt
navnið.
Undir Gøtueið eitur hon.
Sambært gula vegskelti-
num. Bara Gøtueið, sam-
bært føroyska landakorti-
num, listanum yvir postøki
og telefonbókini. Sjálvi
kalla tey bygdina undir Gøt-
ueið, ella undir Eiðinum.
So stutt er millum Gøtu-
eið og grannabygdina, Skip-
anes, at tey undir Gøtueið
so at siga kunnu standa í
túninum og spýta yvir í
grannakommununa. Ella
sum
ein
av
bygdar-
monnunum málber seg:
- Eg kann míga úr hava-
num yvir í Runavíkar
kommunu.
Gøtueið hoyrir nevniliga
til Gøtu kommunu, meðan
Skipanes hoyrir til Rúna-
víkar kommunu.Markið er
Eiðisá.
Tey umleið 30 fólkini
undir Eiðinum rópa seg gøt-
umenn. Tey flestu halda við
Føroya skjótasta bygd 25 sekund
GÍ, meðan grannarnir rópa
á NSÍ. Skúlabørnini ganga
í skúla í Gøtu og í Fugla-
firði, meðan
tey á Skipanesi ganga í
skúla við Skálafjørðin.
Gøtueið hevur bert 13 tele-
fonfelagar afturímóti 47 í
grannabygdini sunnafyri
ánna. Og meðan felagarnir
á Skipanesi hava alskyns
eftirnøvn líka frá Konoy,
Østerø, Skibenæs og Skip-
anes, ja so er tað meira ein-
falt undir Gøtueið. Har eita
felagarnir antin Joensen ella
Poulsen.
Hóast hetta er grannalag-
ið millum tey undir Gøtueið
og Skipanes gott. Tey skipa
fyri felags tiltøkum, og rósa
sær millum annað av, at
hava átt føroya størsta
nýggjársbál.
Kanska tú kveitir upp
næstu ferð, tú strýkur fram-
við Føroya skjótastu bygd...
Smyril Line leigað farmaskip
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu, tá ið kæri
maður, pápi og abbi okkara
HANS Í BEITI
doyði og varð jarðaður.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til grav-
ar. Tøkk fyri blómur, kransar, brøv og uppringing-
ar og til tykkum øll, sum hjálptu til á mangan og
ymiskan hátt.
Eisini ein tøkk fyri peningagávurnar til »Zarepta«.
Lena, Ólavur og Katrin
Tøkk
EIRIKUR LINDENSKOV
Smyril Line hevur aftur
leigað farmaskip at flyta
farmin, nú Norröna fer und-
ir summarsiglingina, ið
byrjar 13. mai.
Talan er um annað av
tveimum systurskipum, MF
Bolero og MF Tango. Skip-
ini eru 140 metrar til longd-
ar, 21 metur breið og sigla
17 míl. Lastiorkan er 86
trailarar.
Skipini eru bygd í 1985
og klassað í Gemanischer
Lloyd og sigla undir rum-
enskum flaggi.
Seinast skipini hava siglt
í Norðsjónum, hevur tað
verið fyri áv´ ikavist Mærsk
og Tor Line
140 metra langa farmaskipið lastar 86 trailarum
Í sambandi við lesarabrævið hjá Jens Christiani Carls-
son, sum var í blaðnum í gjár, skal viðmerkjast, at
brævið eisini sent Informatión og Berlingske Tidende
- tí var tað skrivað á donskum
blaðstj
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo