hósdagur 23. mars 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 58 - 23. mars 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 58 - 23. mars 2000
Útlendingar stóran áhuga
fyri samráðingunum
JOHN JOHANNESSEN
Umframt danskir fjølmiðl-
ar, hava aðrir útlendskir
fjølmiðlar eisini stóran á-
huga fyri ríkisrættarligu
samráðingunum.
Hetta sást millum annað
á tíðindafundinum, lands-
stýrið helt á føroysku við-
skiftastovuni í Keypmanna-
havn týsdagin, tá føroyska
Útlendskir miðlar halda lítið um roknstykkið hjá danska fíggjarmálaráðnum,
men samstundis seta teir spurnartekin við føroyska samráðingaruppleggið
samráðingaruppleggið varð
almannakunngjørt.
Á viðskiftastovuni vóru
bæði týskir, svenskir og
norskir fjølmiðlar at síggja,
umframt teir mongu donsku
fjølmiðlarnar og heimsum-
fatandi miðilin, Assiciated
Press.
Felags fyri øll fjølmiðla-
fólkini var, at tey tóku frá-
støðu frá tølunum hjá
danska fíggjarmálaráðnum,
ið vísa á útreiðslur, danski
staturin hevur av føroying-
um bæði í Føroyum og í
Danmark.
Kortini løgdu fjølmiðla-
fólkini seg nógv efir at fáa
greiðu á fíggjarligu viður-
skiftunum millum Føroyar
og Danmark. Tey vildu hava
at vita, um Føroyar klára
seg uttan blokstuðul og
hvussu
langa
skiftistíð
Føroyum nýtist, áðrenn tað
ber til hjá okkum at gerast
fíggjarliga óheft.
Júst spurningurin um
skiftistíð og fíggjarviður-
skifti er eisini tað, danskir
fjølmiðlar hava lagt seg
mest eftir at viðgera dagar-
nar eftir samráðingarnar.
Hetta er bæði gjørt í van-
ligum redaktionellum til-
fari, og eisini í oddagreinum
í donsku bløðunum.
Millum annað skrivar
oddagreinin í týsdagsútgáv-
uni av Berlingske Tidende,
at føroyingar seta fram ov
hørð krøv í sambandi við
skiftistíðina.
Í tíðindasendingini hjá
TV2 týskvøldið og í grein í
týsdagsútgávuni av Aktuelt,
vísir fíggjarserførðingurin,
Martin Paldam, á, at Før-
oyar kunnu klára seg, um
so ríkisstuðulin verður tikin
av frá degi til dags. Tískil
stuðlar hann donsku stjórn-
ini í útmeldingini um, at
Føroyar ikki skulu vænta
sær langa skiftistíð.
Oddgreinin í Aktuelt
stuðlar eisini útmeldingini
frá donsku stjórnini. Hon
sigur, at danir sjálvsagt
ynskja Føroyar at verða
verðandi í ríkisfelagsskap-
inum. Og eisini sigur hon,
at føroyingar eiga at gera
sær greitt, at sjálvstýri kost-
ar.
Lesarabrøv
í
donsku
bløðunum eru ikki serliga
vinarlig móti samráðingar-
uppleggi føroyinga. Felags
fyri tey øll er, at fólk halda
búskaparligu krøvini frá
føroyingum vera ov høg.
Heilt greitt sæst í út-
lendsku miðlunum, at tíð-
indini um, at føroyingar
hava kraft eina skiftistíð, ið
kann vara upp til 80 ár, hev-
ur havt keðiliga ávirkan á
samráðingarstøðu Føroya.
Men tølini hjá danska fíggj-
armálaráðnum um, hvat før-
oyingar kosta dønum, hava
heilt greitt ikki verið til fyri-
muns fyri donsku stjórnina.
Bæði donsk og onnur
útlendsk tíðindafólk hava
víst stóran áhuga fyri
fullveldissamráðingunum
Mynd: Jens Kristian Vang
Arbeiðstíð hjá
fólkaskúlalærarum
Sáttmálin millum Føroya Lærarafelag
og Fíggjarmálastýrið
Í sáttmálanum millum Føroya Lærarafelag og Fíggj-
armálastýrið er ásett, at føroyski lærarin skal undir-
vísa 27 tímar um vikuna. Hvør undirvísingartímin
er 45 minuttir, so talan er í klokkutímum um 20
tímar og eitt korter um vikuna. Arbeiðstíðin hjá
lærarum er, sum hjá flestu alment settu, 40 tímar
um vikuna. Lærarar hava frítíð eftir løgtingslóg um
frítíð, t.e. 5 vikur um árið. Aftur at tí eru samanlagt
umleið 2 vikur við halgidøgum og mishalgidøgum
um árið.
Lærarin stendur við pultin í 198 dagar um árið,
t.e. í 39,6 vikur. Partur av teimum 27 undirvísingar-
tímunum verða brúktir til niðurskurð fyri rætting,
leiðslu o.a. Eftir bóklinginum »Ráðlegging Fólka-
skúlans«, sum Undirvísingar- og mentamálastýrið
gav út í 1999, vóru tímarnir, sum givnir vórðu
skúlunum fyri skúlaárið 1998/1999, 16.052 í tali.
Av teimum stóðu lærararnir 13.028 við pultin. Verða
veruligu tímarnir við pultin roknaðir um til klokku-
tímar, er talan um 651tímar fyri hvønn fullsettan
lærara.
Arbeiðstíðin hjá læraranum er skipað soleiðis:
Árstímar
2.080
[52x40]
Frítíð
200
[5x40]
Halgidagar o.a.
80
[2x40]
Arbeiðstímar
1.800
[2080-200-80]
Tímar við pultin
651
[27x39,6x(13.028/
16.052)x(45/60)]
Eftir til fyrireiking,
rætting, fundir o.a.
1.149
[1800-651]
Í teimum 651 tímunum við pultin eru eisini teir
dagar roknaðir við, har próvtøkur eru og har undir-
vísingin annars er løgd um. Veruliga talið er sostatt
eitt sindur lægri.
Arbeiðstíðin hjá fólkaskúlalærarum
í øðrum londum
Stórur partur av tí peningi, sum brúktur verður til
skúlaverk í ymsum londum, verður brúktur til lønir
hjá lærarum. Í tí sambandi eru uppgerðir gjørdar
yvir, hvussu nógvar tímar, lærari stendur við pultin.
Fyri øll tølini geldur, at bara tímarnir, lærarin stendur
við pultin, eru taldir við.
1.–6. flokk
7.–10. flokk
Háland
1000
954
USA
958
964
Frankaríki
923
660
Ný Sæland
788
869
Týskland
760
712
Føroyar
651
651
Danmark
644
644
Svøríki
624
576
Føroyar *)
602
602
*) Arbeiðstímatalið er lækkað samsvarandi 37 tíma arbeiðsviku
Kelda: OECD og Finansministeriet
Í nógvum londum verður býtt millum yngru og eldru
flokkarnar, soleiðis at lærari, sum undirvísir eldru
flokkunum, undirvísir færri tímar, enn lærari, sum
undirvísir yngru flokkunum. Hetta verður tó ikki
gjørt í t.d. Danmørk og heldur ikki í Føroyum.
Eftir tølunum sæst, at einasta lond, sum liggja
lægri enn Føroyar, eru Danmørk og Svøríki. Før-
oyski lærarin stendur 7 tímar fleiri við pultin enn
danski lærararin, men arbeiðsvikan hjá dønum er
37 tímar um vikuna. Føroyska arbeiðsvikan er 40
tímar um vikuna, t.e. um 8% hægri. Verða tímarnir
hjá føroyska læraranum lækkaðir samsvarandi 37
tíma arbeiðsviku, stendur lærarin 602 tímar við
pultin.
Arbeiðstíðin skipað sum ársverk.
Fíggjarmálastýrið og Føroya Lærarafelag gjørdu á
jóansøku 1997 semju um, at arbeiðstíðin hjá lærara-
num skal verða skipað sum ársverk. Undir samráð-
ingunum síðsta heyst, og aftur undir samráðingunum
í vár, hevur Fíggjarmálastýrið havt sum krav, at
semjan frá 1997 verður hildin. Fíggjarmálastýrið
vil hava avtalu um, hvussu teir 1.149 arbeiðstímarnir,
lærarin ikki stendur við pultin, skulu verða brúktir.
Hesir tímarnir verða í dag m.a. brúktir til at fyri-
reika tímarnar, rætta uppgávur, foreldrafundir, lær-
arafundir o.a. Arbeiðsgevarin hevur lítlan og ongan
møguleika at stýra hesum tímum. Skal prátað verða
um tímar til nýggjar uppgávur, má greiða fyrst verða
fingin á, hvørjar uppgávur lærarin hevur í dag og
hvussu nógvir tímar verða brúktir til hvørja upp-
gávuna.
Viðmerking til úttalilsið
hjá Fíggjarmálastýrinum
um undirvísingartíðina
Fíggjarmálastýrið hevur á síni heimasíðu kunning
um arbeiðstíðina hjá føroyskum lærarum. Sagt verð-
ur, at lærarar undirvísa 651 klokkutímar um árið og
hetta er ímillum lægstu tøl samanborið við tøl úr
londum, sum Fíggjarmálastýrið hevur útvalt.
Føroya Lærarafelag ger greitt, at stýrið ber rang
tøl til almenningin.
Fíggjarmálastýrið skrivar:
Tímar við pultin:
[ 27x39,6x(13.028/
16.052)x(45/60)]=651
Hetta svarar til 22 undirvísingartímar í meðal fyri
hvønn lærara
Tølini skulu skiljast soleiðis:
27 er lønartímatalið (sum svarar til 27 undirvísing-
artímar, á 45 minuttir, hjá lærarum við ongum tíma-
niðurskurði)
39,6 er vikurnar sum undirvíst verður, hetta svarar
til 198 skúladagar
13.028 eru allir pultstímarnir, ið lisnir verða í einari
viku
16.052 er samlaða tímajáttanin til skúlarnar um
vikuna
45/60 er fyri at umroknað undirvísingartímar til
klokkutímar
Allir lærarar vita, at teir skulu undirvísa 27 tímar.
Hetta svarar til 802 klokkutímar um árið.
Um lærari undirvísir í lærugreinum við nógvum
rættiarbeiði, ella lærugreinin krevur meiri tíð enn
vanligt, ella hann er flokslærari o.a., verður givin
ein tímaniðurskurður.
Tað, sum Fíggjarmálastýrið ger galið, er:
1.at siga at tímar til serligan tørv ikki eru pultstímar
ella undirvísingartímar og
2.tímaniðurskurðurin fyri leiðslu ikki verður tikin
við sum bundin arbeiðstíð. Ein kundi freistast at
spurt Fíggjarmálastýrið, um skúlaleiðararnir fyrst
skulu undirvísa 27 tímar og so leiða skúlan aftaná!
Roknistykkið hjá Fíggjarmálastýrinum tekur støð-
ið í skúlaárinum 98/99. Roknistykkið hjá Fíggjar-
málastýrinum átti at verið:
[27x39,6x(14.886/16.052)x(45/60)]
=744 klokkutímar
14.886: Allir pultstímarnir, ið lisnir verða í einari
viku + tímarnir sum verða givnir fyri leiðslu +
tímarnir sum verða givnir fyri serligan tørv.
(13.028+558+1300)
Hetta svarar til 25 undirvísingartímar í meðal fyri
hvønn lærara.
Um hetta er mátin at upplýsa almenningin, so eiga
tøl frá Fíggjarmálastýrinum eftir hetta at takast við
fyrivarni.
Hvør sítt
rokni-
stykki
Fíggjarmálastýrið hevur á síni
heimasíðu havt útrokning yvir
arbeiðstíðina hjá lærarum. Í
gjár kom Føroya Lærarafelag
við sínum viðmerkingum til út-
rokningarnar hjá Fíggjarmála-
stýrinum
Vinstrumegin sæst útrokningin hjá Fíggjarmálastýrinum
og niðanfyri sæst viðmerkingin hjá Lærarafealgnum.
Partarnir
mugu semjast
Uppgávan er ikki
at langa tøl út
Hetta metir Signar á Brúnni, sum
heldur, at partarnir mugu vísa vilja
DAGFINN OLSEN
Fíggjarmálastýrið og nú
Lærarafelagið hava lagt
hvør sína útrokning fram
á sínar heimasíður, yvir
arbeiðstíðina hjá lærar-
um.
– Eg dugi ikki at síggja,
at tað gagnar at fara út
við útrokningum. Upp-
gávan hjá pørtunum er at
seta seg niður og í felag
finna útav hesum og
skilja hvønn annan. Ikki
at langa nøkur tøl út.
Mínar royndir eru eisini,
at fer ein út og í fjølmiðl-
arnar við málum, so
verða tey ongantíð loyst,
sigur Signar á Brúnni, ið
heitir á partarnar um at
vísa vilja.
Fundarvirksemi
Í gjár hittust embætis-
menn hjá Undirvísingar-
og Mentamálastýrinum
og Fíggjarmálastýrinum
at tosa um støðuna og ar-
beiðssteðgin.
Í morgun klokkan 10
hevur Føroya Lærara-
felag fund fyri álitisfólk-
um, har støðan verður
viðgjørd.
DAGFINN OLSEN
Føroya Lærararfelag hev-
ur kravt av landsstýris-
manninum í skúlamálum,
at hann ger greitt, hvat
hann vil við nýggju fólka-
skúlalógini. Landsstýris-
maðurin,
Signar
á
Brúnni, sigur, at Lærara-
felagið kennir hansara
støðu í málinum.
Hann sigur, at hann sat
í andstøðu, tá lógin kom
fyri og at hann vísti á
veikleikar og skeivleikar
við lógaruppskotinum, tí
ein ikki setti upp, hvat ein
nýggj fólkaskúlalóg kom
at kosta.
– Síðani vartaði ein upp
við einum tali, sum eg
vísti á fór ikki at halda.
Tíverri fekk eg rætt í hes-
um,
sigur
Signar
á
Brúnni, sum viðgongur,
at
hann
situr
við
trupulleikunum í dag.
Ikki avtaka lógina
Hann er tó ikki samdur
við formanninum í løg-
tingsins mentanarnevnd,
ið hevur mælt til at avtaka
lógina.
Fólkaflokkurin eigur
formannin í nevndini og
Signar á Brúnni vísir á,
at Fólkaflokkurin var við
til at trýsta nýggju fólka-
skúlalógina ígjøgnum,
hóast flokkurin var kunn-
aður um, at lógin fór at
kosta meir.
– Men hatta er farið og
vit mugu víðari, sigur
Signar á Brúnni.
– Spurningurin er, hvat
ítøkiligt verður gjørt. Eg
havi verið í samband við
Karsten Hansen, fíggjar-
málaráðharra, um viður-
skiftini. Verkfallið kann
ikki halda fram og eg eri
samdur við skúlastjóru-
num, sum vilja hava enda
á arbeiðssteðginum, tí
hann er so niðurbrótandi
fyri skúlan. Vit hava tikið
samstarv upp og embæt-
isfólk hjá Fíggjarmála-
stýrinum og Undirvísing-
ar- og Mentamálastýri-
num hava tosað um mál-
ið, sigur Signar á Brúnni.
Órímiligt
Hann vil ikki siga meira,
fyrr enn embætisfólkini
hava tosað seg fram til,
hvat er gjørligt.
Hann heldur tó vera eitt
sindur órímiligt av Lær-
arafelagnum at koma við
einum kravi til sín og
hann sigur seg ikki heilt
vita, hvat liggur í hesum.
– Fíggjarmálastýrið og
Føroya
Lærarafelag
mugu vísa vilja og gera
sítt til, at fáa samráð-
ingarnar ganga, sigur
Signar á Brúnni, lands-
stýrismaður.
Signar á Brúnni heldur tað vera
órímiligt av Føroya Lærarafelag
at seta fram krav ímóti sær
Signar á Brúnni,
landsstýrismaður