hósdagur 7. mars 2002síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 46 - 7. mars 2002
Føroya Symfonior-
kestur várkonsert
sunnudagin 17. mars
klokkan 1600 í
Norðurlandahúsin-
um. Solistur verður
Kristina Andersen,
fagottistur.
KONSERT
Føroya Symfoniorkestur
Henda konsertin hjá FSO
verður eitt sindur øðrvísi
enn tær undanfarnu, við tað
at hesa ferð vera tað bert
strúkararnir, sum manna
orkestrið. Á skránni vera
verk úr ymsum tíðarskeið-
um, frá barokk til sein-
romantikk. Konsertin byrj-
ar við einari Conserto
Grosso av mæta tónasmið-
inum Georg Friederich
Haendel
(1685–1759);
hann sum flestu kenna sum
skaparan av stórverkinum
“Messias”. Hann var sonur
ein sárlækna í Hamburg,
men fór sum ungur til
London og var alt sítt
virkna lív í Bretlandi.
Nevnda Conserto Grosso er
eitt rættiliga lívligt verk við
kvikligum satsum endandi
við eini menuett. Verkið er
sum nevnt fyri strúkarar við
cembalo.
Annað verkið er fagott-
konsert av Antonio Vivaldi
(1678–1743). Vivaldi var
italiumaður, var prestur,
hevði eyknavnið il preto
rosso – reyðhærdi presturin
– sonur ein bakara, sum
samstundis var dugnaligur
violinspælari, og hjá páp-
anum lærdi hann violin-
spæl. Vivaldi er ein av
ídnastu
tónasetarunum,
verðin hevur kent. Hann
verður mettur sum faðirin
at modernaðu violintøknini
og hevur skrivað ikki færri
enn einar 3-400 violin-
konsertir,
umframt
ør-
grynnu av ensmble-verk-
um, vokalverkum og solo-
verkum fyri onnur ljóðføri.
Kendasta
verk
hansara
millum manna er helst
cyklusin
“Árstíðirnar”.
Solistur við fagottkonsert-
ina av Vivaldi verður
Kristina
Andersen.
Kristina
Andersen
er
útbúgvin fagottistur frá
Odense Konservatorium,
og hevur hon eftir lokna
útbúgving starvast í Odense
Symfoniorkestri og Sønd-
erjylland Symfoniorkestri.
Hon hevur verið solistur í
Webers fagottkonsert sam-
an við Odense Symfoni-
orkestri; men eisini hevur
hon verið sera virkin sum
kamarmusikkari. Fyri mán-
aða síðani luttók hon í
kappingini hjá Danmarks
Radio fyri “kammeren-
sembler”, og kom hennara
trio við í runduna millum
10 tey bestu, og fingu tær
eina sera góða plasering.
Kristina Andersen virkar í
løtuni sum musikklærari
her í Føroyum.
Eftir steðgin flyta vit eini
200 ár fram í tíðina. Vit fara
at hoyra eitt av kendastu
verkum Edward Greigs,
“Fra Holbergs Tid, Suite i
gammel Stil for Stryge-
orkester, Op. 40,” sum
upprunaligi
tittulin
er.
Verkið er, vit kunnu næstan
siga, ein rokokopastisja,
gjørd 1885 til 200 áradagin
fyri føðing Ludvig Hol-
bergs, tá stórt minningar-
hald varð hildið í Bergen,
og tá eisini ein standmynd
av kenda rithøvundanum
varð reist har. Edward
Grieg (1843–1907)
var
eisini bergensari, sonur ein
skota, sum hevði sett seg
niður í Bergen sum handils-
maður. Eins og flestu
tónasetarar, so vísti Edward
Grieg tíðliga ríkar gávur,
serliga sum pianistur. Hann
las í Leipzig, har hann
skjótt gjørdist kendur bæði
sum dirigentur og pianistur.
“Holbergsuitan”, sum hon
vanliga verður nevnd, hevur
5 satsir: præludium, sara-
banda, gavotta, air og
rigaudon, alt nøvn, sum
vórðu nýtt í barokktón-
leikinum. Men Grieg hevur
brúkt norskan fólkatónleik
sum undirlag, og sjónliga
merkist norski spælimans-
tónleikurin aftur í verkinum
m. a. við teim tómu kvint-
unum. Skemtandi kallaði
Grieg verkið “et paryk-
stykke.”
Vit
halda
fram
í
1800talinum, men flyta
okkum eini fimmti ár
longur aftur.Vit fara at
hoyra eina strúkarasymfoni
av
Felix
Mendelsohn
(1809–1847). Vit eru í há-
romantiska tíðarskeiðinum.
Mendelsohn var føddur í
einum patriciaraheimi í
Berlin, og tá pápin ansaði,
hvussu gávuríkur sonurin
var innan tónleikin, forerdi
hann honum eitt fult or-
kestur, har drongurin kundi
framføra sín egna og ann-
ara tónleik. Mendelsohn
var millum annað tann, sum
fann framaftur tónleikin hjá
Johann Sebastian Bach,
sum tá á døgum var púra
farin
í
gloymibókina.
Strúkararnir í FSO fara at
framføra symfoni í c-moll
“Die Schweizersymfonie”,
eitt
av
ungdómverkum
Mendelsohns. Symfoniin er
í 4 satsum, og sum allur
tónleikur Mendelsohns, so
er hann sera “melodiøsur”,
hugfangandi, livandi, fróur
og vælljóðandi.
Dirigentur verður Martin
Mouritsen.
Várkonsert hjá Symfoniorkestrinum
Nr. 46 • hósdagur • 7. mars 2002 • 76. árg.
Á bilasøluni hjá
Meinhardt Arge
verður opið hús nú
leygardagin, har ein
nýggj útgáva av
Nissan King Cab við
størri motori, og ein
heilt nýggjur Primera
verða sýndir fram.
King Cab við 133 hk
turbodiesel motori
telist millum teir
kvikastu í sínum
klassa, og Nissan
Primera bleiv kosin
ársins bilur av
TopGear í Onglandi.
BILAR
Magnus Gunnarsson
Nissan King Cab er komin í
eini
nýggjari
útgávu.
Størstu broytingarnar uttan
eru at hann t.d. hevur fingið
nýggjar forlyktir, kølara-
gittar, tokulyktir framman,
16" aluminiumsfelgur (bert
Navara) og nýggjar kú-
fangarar framman og aftan.
Av útgerð kunnu vit eisini
nevna fjarstýrt sentrallás,
el-síðurútar, el-síðuspegl
við varma, automatiskt
klimaanlegg.
Størri motor
Ein onnur broyting er eisini
tann at King Cab nú hevur
fingið nýggjan og størri
motor. Motorurin er ein 2.5
litur turbodiesel við bein-
leiðis innspræning og 133
hk, og er tann størsti í sín-
um klassa. Í mun til for-
gangaran, ið hevði 104 hk,
er hetta ein stór broyting.
King Cab fæst eisini sum
pickup við 4x2, og við
dupultari kabinu sum 4x4.
Nissan Primera
Nýggi Nissan primera er
ein smartur bilur, sum
kemur at gera um seg
millum kappingarneytar-
nar. Bilurin er bygdur yvir
ein heilt nýggjan plattform
og er nakað størri enn
forgangarin. Sum nakað
heilt nýtt eru instrumentini
í miðjuni á instrument-
borðinum og allar funk-
tiónirnar eru í eini konsoll í
miðjuni. Hann hevur t.d.
kamera á instrumentborð-
inum at bakka við, eins og
vit kenna tað frá lastbilum
og bussum.
Eisini sum diesel
Primera fæst í útgávunum:
Visio, Acenta og Tekna.
Tríggir bensinmotorar eru
at velja ímillum: 1.6 litur
16V / 109 hk, 1.8 litur 16V
/ 116 hk og 2.0 litur 16V /
140 hk og ein 2.2 litur CDi
commonrail dieselmotorur
við 126 hk. Sum tann einast
í sínum klassa kann Pri-
mera leverast við fartpiloti,
sum altíð heldur røttu
frástøðuna til bilin sum
koyrir frammanfyri.
Opið hús leygardagin
Við nýggja Primera hava
konstruktørarnir hjá Nissan
gjørt alt fyri at sameina
sportligar og komfortablar
koyrieginleikar í einum
elegantum bili. Leygar-
dagin tann 9. mars verður
opið hús hjá P/F Meinhardt
Arge við Oyggjarvegin frá
kl.10-15, har høvið verður
at síggja og royna nýggju
Nissan bilarnar.
Nissan King Cab Navara 2.5
Di 4x4
Motorurin
2.5 litur turbodiesel 133 hk
0-100 km/t
13,3 sek
Oljunýtsla
11,0 km/l
Dekkstødd
255/70-16
Stødd og vekt:
Longd
504,5 cm
Breidd
182,5 cm
Hædd
170,0 cm
Eginvekt
1700 kg
Totalvekt
2850 kg
Lastar
1150 kg
Prísur
kr. 245.000,- við MVG
Søluumboð
P/F Meinhardt Arge
v.Oyggjarvegin
FO-110 Tórshavn
Tel. 316161
www.nissan.fo
Nýtt frá Nissan
– King Cab og Primera
Her er Páll Danielsen, sølumaður hjá P/F Meinhardt Arge, við nýggja Nissan King Cab við 133
hk turbodiesel motori, ið er tann størsti í sínum klassa
Nýggi Nissan Primera, ið er kosin ársins bilur í miðalklassanum, av motorjournalistum í
Onglandi, er nú komin til landið.
Trý rund instrumentir í miðjuni á instrumentborðinum. Konsollin í
miðjuni er designað sum eitt telduknappaborð. Primera hevur eitt
kamera á instrumentborðinum at bakka við, eins og vit kenna tað
frá lastbilum og bussum
C
M
Y
K
19
18
fráferð: 22. ella 29. mars
Íroknað prísin er:
Ferðin fram og
aftur við Norrönu
í 4-koyggjukamari
og uppihald
á staðnum í 7 nætur.
SMYRIL LINE
Tel 34 59 00
Frítíðaríbúðir/Summarhús:
Hotel:
úr
5.595,-
- Ålborg
úr
3.795,-
úr
3.350,-
Hotel Excelsior
- Keypmannahavn
fyri hvønn,
við
2 ferðandi
í bilinum
PÁSKATILBOÐ
PÁSKATILBOÐ
E-mail: booking@smyril-line.fo
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
w
w
n
w
.s
r
my
i
l-li
e
.f
o
Dansk Folkeferie
Park Hotel
2
fyri1
ferðist tvey
gjaldið fyri ein!
2.990,-
2.990,-
galdandi
til og við
3. mai 2002
bara
Tilboðið er
fyri túrin
fram & aftur
við bili
í 2-koyggjukamari
v. WC/bað
Danland
&
2 vaksin
2 børn í bili
Frítíðaríbúðir/Summarhús:
&
2 vaksin
2 børn í bili
úr
4.495,-
team85