hósdagur 7. mars 2002síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 46 - 7. mars 2002
Nr. 46 - 7. mars 2002
17
Ætlanin, at gera ein
útibarnagarð í Kunoy
í samstarvi við Kun-
oyar Kommunu, er
samtykt í Klaksvíkar
Kommunu
BARNAANSING
Solby A. Eliasen
Klaksvík, Sosialurin:
-
Ætlanin er tó ikki, seinast
eg visti, løgd fyri Kunoyar
kommunu. Men um Kun-
oyar Kommuna tekur undir
við ætlanini, so verður úti-
barnagarðurin eftir øllum at
døma veruleiki í august,
sigur Eyðgunn Samuelsen,
formaður í Sosialu nevnd í
Klaksvíkar Býráð.
Bygdarhúsið
verða karmur
Hesin
útibarnagarðurin
skal húsast í bygdarhúsi-
num í Kunoy. - Tað ber til at
nýta húsið, sum tað er, men
tað skal kortini byggjast
um. Eisini skulu umstøður-
nar uttanfyri betrast.
- Men so skal eisini
leggjast afturat, at tað verð-
ur Kunoyar Kommuna, sum
skal taka sær av øllum um-
byggingum, ið standast av
hesum. So hvussu langa tíð
tað tekur, verður eisini ein
avgerandi liður í, nær úti-
barnagarðurin kann verða
tikin í nýtslu, heldur Eyð-
gunn fram.
Sunnari og bíligari
Harumframt verður ein úti-
barnagarður úti í Grøv eis-
ini tikin í nýtslu skjótt.
Eyðgunn Samuelsen sigur,
at orsøkin til, at tey arbeiða
so nógv við at gera úti-
barnagarðar er, at so fáa
børnini eina mótvekt til alt
tað materiella, sum tey eiga
í dag.
- Tað er ein sunn loysn,
sum eisini er bíligari, sigur
hon.
Útibarnagarðurin í Kun-
oy kemur at taka í móti um-
leið 30 ella 40 børnum. So
skal eitt savningarstað finn-
ast í Klaksvík, har børnini
so fara í ein buss, sum
koyrir tey til og frá barna-
garðinum.
- Tað kundi til dømis ver-
ið bussurin hjá Bygdaleið-
um, um man kundi gjørt
eina avtalu við hann, sigur
Eyðgunn.
- Vit hava ein serflutn-
ingsbuss í Kommununi,
men tað verður torført at
fáa hann, tí hann hevur ov
mikið at gera sum er, greið-
ir Eyðgunn frá.
Børn í Kunoy tryggjað
Klaksvíkar Kommuna og
Kunoyar Kommuna hava
avtalu um, at børn úr Kun-
oy eru í dagrøkt í Klaksvík.
- Aftaná dagrøktina kun-
nu tey nú halda fram í Kun-
oy, so á tann hátt eru tey
tryggjað ansingarpláss, sig-
ur Eyðgunn.
Við
báðum
teimum
nýggju útibarnagørðunum,
sum eru væl áleiðis, verða
tað áleið sjeyti ella áttati
nýggj ansingarpláss í ár. Í
løtuni standa umleið 150
børn á bíðilista í Klaksvík-
ar Kommunu.
Útibarnagarður í Kunoy samtyktur
VIÐMERKINGAR
Fríðálvur Jensen
At siga 366 milliónir frá
sær og stórt sæð onki fáa
afturfyri, er ikki júst nakað
ein skal ganga runt og
reypa sær av
Um vit venda hesum á
høvdið, so kann hetta
samanberast við at fara út
at keypa sær eina vøru,
gjalda fyri hesa og siga, at
handilin kann eiga vøruna.
Eg má siga, at tað er ikki
lætt at skila orðini, sum
verða slongd út frá tjóð-
veldisfólki í hesum døgum,
at frælsi bert finnst í tí
búskaparliga frælsinum – í
mínari verð er frælsi annað
enn bara pengar.
Vit kunnu eisini seta
spurningin, um tíðin er
komin, at vit skulu missa so
stóran part av veitingini úr
Danmark í einum – er hetta
ein skilagóð fullveldisleið –
ella er hetta bara eitt svar
uppá, at danir ikki vildu
veita
føroyingum
eina
longri skiftistíð enn 4 ár –
um so er, hava tit givið
tykkum og føroyska fólk-
inum ein frammaná.
So kundi onkur skunda
sær at sagt, at danir fara at
krevja
ein
minking
í
blokkinum, tí undanfarnu
fíggjarlógirnar hava givið
avlop, men eg kenni onki til
eitt slíkt krav, tí samráðast
skal um blokkin, so slíkt
kann ikki brúkast til nakað,
sum helst.
Vit og skil
Var tað rætt, at vit søgdu
farvæl til 366 milliónir júst
nú, tá við hava fingið út-
talilsir frá bankastjóra, sum
sigur, at okkara høvuðs-
vinna hevur sæð sína
gulltíð, og so skal ikki nógv
til at hugsa sær, at tað fer at
ganga hin vegin – vónandi
ikki ov langt.
Vit í Sambandsflokkin-
um vilja sjálvandi, at leiðin
eisini skal ganga ímóti tí
frælsinum, at vit kunnu
hava ein sjálvberandi bú-
skap, men hava eisini tað
stevnu, at hetta skal gerast
við skili, og tá vit lata
nakað frá okkum, skuldu
vit gjarna fingið eitthvørt
afturfyri.
Vit vita eisini, at tað eru
økir í landinum, har pen-
ingur skal til, t.d. innan al-
manna- og heilsuøkið, so
tað er púra óskiljandi, at
hesir menn siga pening frá
sær, uttan at hyggja eftir
hvussu tað gongst í høv-
uðsvinnuni.
Leiðin fram
Eisini á hesum økinum er
tað neyðugt at fáa nýhugs-
an og nýtt fólk framat, sum
kann leggja ein skilagóðan
politikk
tilrættis,
sum
Føroya fólk kunnu kenna
seg trygg við og okkara
eftirkomarar kunnu taka
upp eftir okkum.
Hetta
vil
Sambands-
flokkurin berjast fyri í eini
komandi samgongu!
Hevur handilsligt skil og varsemi verið galdandi seinastu 4 árini?
Um Kunoyar Kommuna samtykkir ætlanina, verður útibarnagarður í Kunoy eftir summar-
frítíðina.
Eyðgunn Samuelsen
- Nú passi eg inn í tað
modernaða samfelag-
ið, sigur 27 ára gamli
Hans Jacob Heinesen
úr Klaksvík. Fyri átta
árum síðani fór hann
undir drúgva viðgerð
at leingja bæði bein-
ini.
SAMRØÐA
Solby A. Eliasen
Ikki sæst á manninum, sum
situr yvir av mær, hvat hann
hevur verið fyri tey seinastu
árini. Men tá hann reisist
fyri at fara eftir kaffinum,
sást týðiliga, at maðurin
haltar. Maðurin er Hans
Jacob Heinesen og hann
hevur brekið Achondrop-
lasi. Ella sum vit betri
kenna tað, hann er dvørgur.
Hans Jacob og familja
hansara frættu fyri fyrstu
ferð um møguleikan at
leingja beinini, tá Hans
Jacob var um fjúrtan ára
aldur. Men sjálvur sigur
hann, at tá vildi hann ikki
hoyra um tað.
- Tá vildi eg slettis ikki
hoyra um, at eg var øðrvísi,
enn minni góðtaka tað,
sigur Hans Jacob.
- Harafturat var hetta
seinast í áttati-árunum, og
var henda viðgerð ikki so
framkomin tá. So vit hildu,
at tað fór at verða ov hart
hjá mær at fara ígjøgnum á
so ungum árum, greiðir
Hans Jacob frá.
Men, so hvørt, sum Hans
Jacob eldist, byrjaði hann at
fáa trupulleikar við bein-
unum, og tankin, um at
leingja beinini, byrjaði so
smátt at spøkja aftur í huga-
num hjá honum. Gordon
Rajani,
skurðlækni
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi
hevði hoyrt um ein spani-
óla, sum hevði góða útgerð
til at leingja fólk og eisini
nýtti ein meiri framkomnan
framferðarhátt.
Eisini
kundi tað lata seg gera at
verða viðgjørdur á Ríkis-
sjúkrahúsinum.
Gordon
Rajani segði eisini, at bein-
ini helst bert fóru at halda
til hann var 25 ára gamal.
Og so fór hann at verða
bundin at einum koyristóli
restina av lívinum. So á
sumri í 1993, tá Hans Jacob
var átjan ára gamal, tók
hann avgerðina um at leggj-
ast undir skurð. Ein við-
gerð, sum skuldi føra við
sær, at Hans Jacob fór frá at
gerast 22 sentimetur longri
ella 158 sentimetur móti
136 undan skurðviðgerðini.
Alt var ov høgt
Ein dvørgur er ikki gjørdur
til henda heimin, her hugsi
eg um, at bara tað at vaska
hendur er ein trupulleiki, tí
tú røkkur ikki upp. Tá eg
keypti mær buksur, so fór
helvtin vekk, eg kundi ikki
koyra bil og so framvegis,
greiðir Hans Jacob frá.
- Tá alt var yvirstaðið, og
eg kom heimaftur til venj-
ingar á Klaksvíkar Sjúkra-
húsi, føldi eg tað, sum lívið
byrjaði av nýggjum. Tað
gekk framúr væl at koma
upp aftur á beinini, og nú
passaði eg inn í samfelagið
í stødd.
Fyrsta umfar
Skurðviðgerðin var í tveim-
um.
Triðja
februar1994
fór
Hans
Jacob undir fyrstu skurð-
viðgerðina.
Nú
skuldu
undirleggirnir
leingjast.
Skurðviðgerðin vardi í fýra
og ein hálvan tíma. Lækn-
arnir boraðu fimm hol
ígjøgnum beinið uppi við
knæið og fimm hol niðri
við fótliðin. So vórðu pinn-
ar koyrdir inn í holini og
boylar settir rundan um
beinini bæði í erva og
neðra. Síðani settu teir eina
jarnstong ímillum boylar-
nar. So fóru teir inn og
brutu beinið. Eina viku
seinni byrjaðu teir at skrúva
beinini frá hvørjum øðrum,
okkurt um ein millimetur
um dagin í 110 dagar. Alt í
alt 11 sentimetrar.
- Eg hevði ikki pínu,
meðan hetta stóð upp á.
Men givið er, at eg slapp
ikki so væl runt. Men eg
hevði ein koyristól, so eg
slapp altíð upp, um eg vildi
tað, greiðir Hans Jacob frá.
Hann var niðri í einar sjey
vikur og slapp so heim,
men bara í fjúrtan dagar. Tí
hann skuldi til eftirkann-
ingar.
Læknarnir
vildu
halda eyga við Hans Jacob,
tí hann var tann fyrsti á
Ríkissjúkrahúsinum, sum
longdi bæði beinini.
Tá beinini vóru longd
ellivu sentimetrar, bleiv
ikki skrúvað meir. Nú
skuldi alt bara hava frið at
grøa. So blivu boylarnir tik-
nir av og Hans Jacob skuldi
binda frið í umleið eitt ár.
Annað byggistig
Seinna skurðviðgerðin fór í
gongd í januar 1996 og var
sami framferðarháttur nýtt-
ur.
- Hetta var tó lættari at
ganga við, tí at nú vóru
ongir boylar rundan um
beinini, bert niður við síðu-
num. So eg kundi ganga við
høkjum, tað var ein stórur
fyrimunur,
sigur
Hans
Jacob. Men henda viðgerð-
in gekk ikki so lætt sum
hin. Beinini í yvirleggunum
vuksu ov skjótt saman aftur
og tað tarnaði leingingini.
So læknarnir noyddust inn
at bróta beinið aftur.
- Eg hevði nógva pínu,
meðan tað vaks saman,
men tá læknarnir høvdu
loyst trupulleikan, so gekk
alt fínt aftur.
Aftaná enn eina strævna
og harða tíð, var Hans
Jacob búgvin at byrja lívði
aftur sum ein nýggjur
maður.
22
sentimetrar
longri enn hann var.
Lívið steðgar uppaftur
Fríggjanáttina
tann
01.03.1997 klokkan hálvg-
um tvey kom Hans Jacob út
fyri einum ferðsluóhappi,
sum hevði álvarsligar fylgj-
ur við sær. Beinini fóru illa.
Hann breyt annað lærið,
bæði knøini og annan fót-
liðin. Aftaná eina skurðvið-
gerð, sum vardi tólv til
fjúrtan tímar, skuldi hann
hava gips uppi á í seks vik-
ur, meðan hann hvíldi og
aðrar seks vikur, meðan
hann var til uppvenjingar.
Eftir hetta varð greitt, at
annað beinið var stytt fimm
til seks sentimetrar aftur.
Og Hans Jacob noyddist
niður aftur í 1999 at leingja
beinið.
Nógva og góða hjálp
- Sjálvandi vóru tað løtur,
har eg hugsaði, hvat er tað
eg eri farin í holt við.
Kanska serliga tá vinir mín-
ir skuldu okkurt, sum eg
ikki kundi, men tá ein fer
undir tílíkt, er tað týdning-
armikið, at góð hjálp er at
heinta. Og tað hevur tað so
sanniliga verið hjá mær,
sigur Hans Jacob, sum ikki
angrar.
- Bæði foreldrini hava
verið ein hollur stuðul allan
vegin, og eisini hava mínir
vinir verið sera góðir við
meg. Ofta komu teir eftir
mær, so vit kundu fara ein
biltúr ella gingu vit ein túr.
Fólk í Klaksvík, ja, býurin í
heila tikið, hevur verið sera
góður við meg. Annars
fekk eg ein elektroniskan
koyristól, og hann nýtti eg
nógv, inntil eg sjálvur
kundi fáa mær koyrikort,
greiðir Hans Jacob, sum í
dag koyrir ein vanligan per-
sónbil, frá.
Enn er ikki
komið á mál
- Sum er, eri eg nú náddur
til tað punktið, har tað ikki
verður betri, tí eg havi
trupulleikar við rygginum,
sigur Hans Jacob.
- Eg skal aftur undir
skurð orsakað av ryggi-
num, men hóast alt, so var
tað tað vert. Beint eftir
ferðsluvanlukkuna misti eg
mótið eina tíð, men eg
hugsaði bara sum so, at eg
havi fingið eina stóra gávu
afturfyri: Eg passi betur til
verðina nú.
Dvørgur longdur 22 sentimetur:
Nú passi eg inn í samfelagið
C
M
Y
K
17
16