hósdagur 7. mars 2002síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 7. mars 2002
15
Ivan Eginsson
Altjóða
viðurkenningin
kemur sum ein sjálvfylgja,
tá ið Føroyar gerast ein
suverenur statur.
Fyri
nøkrum
døgum
síðani bórust tíðindini í
fjølmiðlunum um, at danski
forsætisráðharrin ikki vil
skunda sær við at geva
Føroyum grønt ljós við
føroysku umsøknini um
fullan limaskap í Altjóða
Olympiska Sambandinum
(IOC).
Orsøkin er sjálvandi bara
ein — ríkisrættarliga støð-
an hjá Føroyum. Í heims-
parti okkara, Evropa, kenna
vit einki dømi - ikki eitt
einasta - fyri, at eitt land
uttan fullan suverenitet
hevur fingið limaskap í
hesum nevnda felagsskap-
inum. Nei — heldur ei
Skotland, Wales og Norður-
írland, sum, eins og Før-
oyar, luttaka í altjóða
fótbóltskappingum, kunnu
hugsa um nakra olympiska
viðurkenning. Hesi londini
eru — saman við Onglandi
- partar av ríkinum, ið
kallast Stóra Bretland. Og
tað er bara Stóra Bretland,
sum sendir eitt, og ikki fýra
lið, til olympisku leikirnar
(spurningurin er so, hvussu
ein
tjóskaparsinnaður
skotskur ítróttarmaður, sum
vinnur eitt gult heiðurs-
merki, hevur tað innast
inni, tá ið viðkomandi
verður noyddur til at hoyra
“God Save the Queen”, og
ikki “Flower of Scotland”
— sær til heiðurs, og renna
“heiðursumfar” við einum
bretskum, og ikki sínum
egna — skotska - flaggi).
Sum nú er, hava Føroyar
ongan sum helst rætt til at
gerast limur í olympisku
familjuni. Hví skal eitt
hjáveldi (Føroyar) fáa und-
antaksloyvi, tá ið onnur
(t.d. tey nevndu Skotland
ella Wales, men eisini
Baskaraland,
Katalonia,
Korsika,
Montenegro,
Grønland, Áland, tey russ-
isku so-kallaðu “sjálvstýr-
andi lýðveldini”, so sum
Tatarstan ella Tjetjenia, og
nógv, nógv hjálond afturat)
undir ongum umstøðum
kunnu fáa tað? Hví skulu
danskir statsborgarar, bú-
setandi í Føroyum, leypa
framav, tá ið donsk ítróttar-
fólk umboða eisini teir
(sjálvt um eingin føroying-
ur er á danska olympiska
liðnum) í Sydney,Salt Lake
City ella hvar tað einaferð
skuldi vera?
Og tí hava vit onga sum
helst orsøk til at finnast at
danska forsætisráðharran-
um. Anders Fogh Rasmus-
sen hevði havt fullkomiliga
rætt, bæði løgfrøðiliga og
moralskt, við ikki at givið
einum parti av danska
ríkisfelagsskapinum (Før-
oyum) nakra tilsøgn um
sjálvstøðugan limaskap —
forsætisráðharrin kann ikki
gera nakað annað.
Men hvørjar forðingar
við at fáa nevnda limaskap-
in hevur eitt land, ið vinnur
sær fult politiskt frælsi?
Svarið er greitt og einfalt
— ongar! Fyrst í nítiárun-
um blivu Litava, Lettland,
Estland, Ukraina, Hvíta-
russland, Kroatia, Slovenia,
Slovakia (bara fyri at nevna
nøkur) nýggj sjálvstøðug
lond í heimsparti okkara.
Nakrar
mánaðir
seinni
fingu øll hesi londini lima-
skap í IOC (eins og í ST, og
øllum øðrum áltjóða fe-
lagsskapum). Tær tjóðirnar,
ið einaferð vóru avmark-
aðar á so nógvan hátt av
Sovjet
ella
Jugoslavia,
fingu loksins møguleika til
at fyrireika, og síðan vísa
heiminum
sínu
egnu
ítróttarfólk... Og tey vinna
nógv heiðursmerki eisini
og gera lond síni so nógv
sjónligari á heimskortin-
um!
Tað, sum altíð hevur
undrað undirritaða almikið,
er — hvussu ber tað til, at
núverandi forsetin í Ítrótt-
arsambandi Føroya, ið í
grundini átti at stríðst við
allari orku fyri áltjóða
ítróttarviðurkenning
av
føroysku tjóðini (eg vil
gjarna trúgva, at hann ger
tað), er ikki bara ein van-
ligur sambandsmaður, men
eisini framstandandi po-
litikari í Sambandsflokk-
inum. Í einum “unionista-
flokki”, ið ger alt møguligt
fyri at avmarka møguleik-
arnar hjá føroyingum at
umboða seg beinleiðis í
áltjóða høpi, í einum og
hvørjum samanhangi. Hvør
annar, um ikki sambands-
valevnið Heðin Mortensen,
átti at skilt, hvussu umráð-
andi tað er hjá einum landi
at hava fult sjálvstýri, fyri
at gera seg galdandi á
áltjóða olympiska pallin-
um.
Og skeivt fara tey, ið
halda, at lond, sum Føroyar,
einki sum helst hava á
olympiska pallinum at gera
(”_vit hava ongan kjans til
at vinna nakað álíkavæl_”)!
Dagarnir í februar 1980
verða ongantíð gloymdir í
Liktinstein (fólkatalið er
ikki meira enn 28.000 har).
So at siga allir íbúgvarnir
grótu av gleði og stoltleika
fyri pinkalítla land sítt, tá ið
Hanni Wenzel vann tvey
gull og eitt silvur í skíð-
renning, og beiggi hennara
Andreas fekk vann eisini
silvur í somu ítróttargrein á
olympisku vetrarleikunum í
Lake Placid... Liktinstein
sló navn sítt fast í olymp-
isku søguni (eisini tí tað
vóru fyrstu systir og bróður
nakrantíð, ið bæði vunnu
olympisk heiðursmerkir),
og hetta bragdið hjá systkj-
unum er, sambært liktin-
steinarum sjálvum, tann
týdningarmiklasta
hend-
ingin í søgu landsins í
XX.øld! Men hevði Liktin-
stein verið (hví ikki?) part-
ur av Týsklandi, Eysturríki
ella Sveits? So var tað
fantastiska bragdið hjá
Wenzel-systkjunum báðum
longu gloymdur í hvørjum
av hesum trimum londun-
um. Tí tað er bert í pinku-
lítlum londum at fólk taka
avrikini hjá landsmonnum
sínum so mikið persónligt,
sum tað var teirra egni
sigur...
Undirritaði hevur arbeitt,
sum blaðfólk, á tí allar-
størsta ítróttarblaðnum í
Evropa (860.000 eintøk um
dagin), og er framvegis
free-lancari har. Tí kann
undirritaði
onkursvegna
rópa seg fyri fakmann, tá ið
undirritaði
skrivar
um
ítróttarlig viðurskifti, eisini
treytir fyri altjóða olymp-
isku viðurkenning, gald-
andi í Evropa. Tí havi eg
eina greiða støðu í hesum
málinum og vil heita á
føroysk ítróttarfólk og tey,
ið vilja ein dag síggja før-
oyingar luttakandi í olymp-
isku leikunum á jøvnum
føti við USA og Russland,
Noreg og Danmørk, Týsk-
land og Liktinstein —
stuðlið teimum politisku
kreftunum her heima, ið
fegnar vilja vinna landinum
áltjóða viðurkenning — í
ítrótti, sum í øllum øðrum.
Stuðlið
teimum,
sum
stríðist fyri fullum politisk-
um frælsi fyri Føroyaland
— tá fáa føroyingar kanska
ein dag sínar egnu olymp-
isku hetjur, síni egnu før-
oysku Hanni og Andreas
Wenzel. Annars er bara
eftir at hyggja at øðrum -
Wilson Kipketer, Bjørn
Dæhlie og teimum. Kundi
tað verið eins stuttligt fyri
tykkum, FØROYINGAR?
P.S. Eg var longu liðugur
við grein míni, tá ið eg datt
á viðmerkingina hjá sam-
bandsvalevninum Bent Ják-
upi Hansen "OL-viður-
kenning. Politikkur gruggar
málið". Eg havi bert ein
spurning til og Bent Jákup
og Heðin ÍSF-forsetan í
hesum sambandi: "Hvussu
nógv ósjálvstøðug evrope-
isk lond hava ella hava
nakrantíð havt olympiska
viðurkenning?". Vit vita
allir tríggir, at svarið er:
"einki"! Hví skulu Føroyar
vera betri enn hini evro-
peisku hjálondini? Og hetta
við fótbólti, vit minnast
væl, hvussu nógv ár gingu
og hvussu nógv stríð var,
áðrenn føroyingar loksins
fingu limaskap í FIFA (sum
støðan er í 2002, høvdu
Foroyar aldrin verið so
hepnar, sum í 1988, eftir
nýggjastu UEFA-samtykt
frá í fjør, ið bert loyvir
sjálvstøðum londum at
gerast limir). Og tað var
ikki neyðugt at spyrja
nakrar politiskar myndug-
leikar í Danmørk, tað var
nóg mikið við tilsøgn frá
DBU og hinum norður-
lendsku fótbóltssambond-
unum. Men ikki í hesum
førinum (limaskap Føroyar
í IOC), her má staturin
Danmørk vera við til tað.
Men tað eru danir eftir
øllum at døma ikki, og rætt
hava teir!
Fullveldi Føroyar og olympiska
viðurkenningin
VIÐMERKINGAR
Leivur Hansen
tjóðveldisvalevni í
Suðurstreymi
At samanhangur er mill-
um trivnaðar- og vinnu-
politikk, er ein tann týdn-
ingarmesti
tátturin
í
dagsins samfelag.
Almennu
trivnaðar-
skyldunum tørva eitt dy-
namiskt og sterkt vinnu-
lív, sum kastar av sær til
samfelagið.
Hinvegin tørvar vinn-
uni ein vælvirkandi al-
mennan sektor, ið tryggj-
ar útbúgving, gransking,
heilsurøkt,
eldrarøkt,
barnaansing, serforsorg,
samferðslu,
flutnings-
kervi,
mentanartilboð,
umhvørvis- og góðsku-
eftirlit.
Tjóðveldisflokkurin
leggur dent á ein greiðan
vinnulívspolitikk, sum
leggur tryggar karmar
um eitt sjálvberandi og
fjøltáttað vinnulív - við
einum greiðum býti mill-
um alment og privat.
Vit vilja hava eina
studningsfría og stolta
vinnu, har vinnan átekur
sær og verður áløgd
skyldur mótvegis um-
hvørvi, arbeiðsumhvør-
vi, trivnaði og eftirút-
búgving hjá starvsfólki-
num.
Og har vinnan eisini
átekur sær skyldur til, at
lívið eftir arbeiðstíð og
eftir pensjónsaldur er
nøktandi og trygt.
Grundarlagið
undir
trivnaðarpolitikki floks-
ins er, at vit hava eitt
samhaldsfast samfelag,
har tær breiðastu herðar-
nar gjalda meira enn tær
smalru.
Tey, sum orsakað av
sjúku, elli, vanlukku ella
arbeiðsloysi ikki hava
møguleikar at uppihalda
sær og sínum, skulu hava
alla hjálp og stuðul.
Tiltøk skulu setast í
verk, sum byrgja fyri so-
sialari trongstøðu. Hetta
gerst best við at tryggja
fólki arbeiði og arbeiðið,
sum ikki er heilsuskaði-
ligt. Aðrar fyritreytir eru
reint umhvørvi og tak
yvir høvdið.
At
geva
brekaðum
mannsømulig kor og
rættindi eigur at vera
sjálvsagt. Arbeiðið við
umstøðum teirra brekaðu
eigur at verða betur skip-
að og ikki sum higartil í
ov stóran mun vera treyt-
að av, um vælvildin er til
staðar ella ikki.
Sjúkrahúsverkið
er
dýrt at reka, og tí eigur
størri dentur at verða
lagdur á fyribyrgjandi
heilsutænastu. Og her
eigur ikki minst góður og
sunnur matur til skúla-
børn og eldri at verða
raðfestur frammarlaga.
Trivnaður og
vinnulív hond í hond
Jónfinn Olsen
Í samband við tosið um
barnaansing er ein rættur
ella eitt krav, so er ongin
ivi um, sum samfelagið
er uppbygt, at børnini
hava RÆTT til barnaans-
ingarpláss. Men børnini
hava eisini RÆTT TIL
LÍVIÐ.
Miðflokkurin arbeiðir
fyri at verja RÆTTIN hjá
tí ófødda barninum til
lívið.
Hetta
er
ein
RÆTTUR, sum børnini
hava, longu áðrenn tey
eru fødd. Men spurning-
urin er, verður hesin
RÆTTUR hjá tí ófødda
virdur í landi okkara,
svarið er tíverri nei. Men
Miðflokkurin
arbeiðir
fyri, at verja lív og
RÆTT hjá tí ófødda
barninum. Tekur tú undir
við, at ófødda barni ikki
verður tikið av døgum,
men hevur RÆTT TIL
LÍVIÐ og at liva sum
menniskja skapt av Gudi,
so stuðla MIÐFLOKKI-
NUM til komandi Løg-
tingsval, við at atkvøða
fyri Miðflokkinum ella
eitt av valevnum tess.
MIÐFLOKKURIN tín
rødd á Løgtingið.
Børnini hava
RÆTT til lívið
15
14
Nr. 46 - 7. mars 2002
Hallbjørg Hansen,
Fuglafirði
Valevni tjóðveldisfloksins í
Eysturoynni
Sjálvsagt er tað at blíva
gamal, ikki orsøk til at vit
skulu gerast til ”klientar”
hjá samfelagnum.Tað at
blíva eldri bíðar okkum
øllum, um so er at okkum
verður langt lív laga, og
harvið fylgja ofta ellisbrek.
Hví hava vit so ikki fyri
langari tíð síðani gjørt
neyðugu íløgurnar í sam-
felagnum, soleiðis, at tey
eldru, sum ikki longur
klára seg sjálvi, kunnu hava
eina virðiliga tilveru? –
Hetta kann helst bara
skyldast, at politikkarnir
ikki hava havt nóg stóran
áhuga fyri hesum máli, ella
ikki hava kent sær ábyrgd
av hesum.
Tíðliga í sjeytiárunum
fingu vit eina tænastu, sum
eitur heimahjálp. Ein sonn
hjálp fyri tey, ið ikki
kláraðu húsarhaldið sjálvi
og ikki minst fyri tey, ið
vóru púra óhjálpin. Tað
vísti seg tó seinni, at hetta
projektið, sum so mangt
annað, ið varð bygt upp
eftir útlendskum leisti, ikki
kundi varðveita tænastu-
støði, tá tíðirnar versnaðu.
Nú er so komið hartil, at
Heimarøktin er stovnað.
Hetta er ein tænasta, sum
verður røkt av bæði sjúkra-
systrum og heimahjálpum.
Hendan tænastan er ein
ómetaliga stór hjálp fyri
tey, ið krevja røkt heima hjá
sær sjálvum, og ikki minst
fyri
teirra
avvarðandi.
Hendan skipan skal tí
víðkast so vítt gjørligt til
eisini at umfata døgnrøkt,
har hetta letur seg gera.
Fyri at hjálpa teimum
eldru, sum ikki longur
klára seg í egnum heimi,
fóru fleiri kommunur undir
at reka sambýlir. Hetta
hevur víst seg at virka væl,
tó at sambýlini nú líkjast alt
meira røktarheimum.
Tað vísir seg tó, at tørv-
urin á røkt veksur alsamt,
sum vit gerast eldri og
eldri. Hetta ger, at vit als
ikki kunnu lata okkum
lynda, ikki at útbyggja
røktarpláss til hesar okkara
borgarar.
Í Eysturoynni varð eitt
røktarheim bygt í fyrru
helvt
av
áttatiárunum.
Hetta varð seinni útbygt,
soleiðis at pláss eru fyri 42
búfólkum. Flestu kommun-
urnar í oynni samstarva um
hetta heimið. Ætlanir eru
frammi í hesum døgum um
at útbyggja heimið, men
eru ikki allar kommunurnar
heilt samdar um tað. Sjálvt
um hendan ætlan verður
framd, t.v.s. við 24 plássum
aftrat, so nøktar hendan so
langt ífrá tørvin.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur sum mál fyri eldra-
politikkin, at íløgur í ellis-
og røktarheim og eldrasam-
býli verða raðfestar beinan-
vegin í samstarvi millum
land og kommunur við tí
endamáli, at øll við tørvi
fáa tilboð um pláss innan
ásetta tíð. Seinasta valskeið
hevur flokkurin staði á
odda fyri einum fíggjar-
politikki, ið ger, at vit eru
nógv nærri einum sjálv-
bjargnum Føroyum, enn
nakrantíð fyrr, síðani vit
fingu heimastýrislógina.
Undirritaða heldur, at tað
hevur alstóran týdning at
nakað verður gjørt á økin-
um beinanvegin. Eisini eiga
vit at hugsa um, at vit, tá vit
gerast eldri, ikki hava
nakað ynski um, at verða
goymd burtur, men at vit
hava møguleikan at verða
”passaði” so nær okkara
egna umhvørvi sum gjør-
ligt, og at vera mitt í dag-
liga lívinum í lokalsam-
felagnum, helst soleiðis, at
til ber at fylgja við tí, sum
hendir uttanfyri, sjálvt um
ein sjálvur ikki kann lut-
taka longur.
Umframt vanlig røktar-
heim eiga vit eisini at hugsa
um okkara ”dementu”, sum
eisini verða alsamt fleiri í
tali. Umstøður skulu útveg-
ast, soleiðis at hesi eisini
kunnu hava eitt trygt stað at
vera, uttan at vera til ampa
fyri seg sjálvi onnur búfólk,
har tey nú húsast. Hetta
kann gerast við at útvega
smærri heim, sum ikki
líkjast stovnum.
Eldrapolitikkur – tá vit ikki klára okkum
sjálvi longur vegna ellisbrek
VIÐMERKINGAR
Jákup Lamhauge
Valevni
Sambandsflokksins
Hevur landsstýrið eina
veruliga almenna ætlan
um fígging av havnaút-
byggingum - ella er
ætlanin,at bert einstakar
ávísar kommunur skulu
fáa fíggjarligan stuðul úr
landskassanum?
Sum eina av avleiðing-
unum av kreppustøðu
Føroya miðskeiðis í níti-
árunum tóku lands-
myndugleikarnir ta av-
gerð,at
avtaka
alla
stuðulsveitingina til før-
oysku kommunurnar -
herundir eisini stuðuls-
veitanina til havnagerð-
ir,sum hevði verið gald-
andi mongu árini framm-
an undan.
Sjálvandi kom hetta
illa við hjá føroysku
kommununum, sum í
flestu førum vóru sera
illa fyri fíggjarliga, men
hinvegin so sóu kom-
munurnar, at hetta vóru
neyðug stig, sum máttu
takast í eini roynd at fáa
landskassans fíggjarvið-
urskifti aftur á beint.
Sum árini eru gingin,
so hava føroysku kom-
munurnar vant seg við
hesar umstøður og hava
tillagað síni fíggjarligu
viðurskifti samsvarandi -
hóast at hesi í mongum
føri hava verið og fram-
vegis eru sera trong.
Men hvat er við at
henda á stuðulsøkinum í
dag?
Seinru árini hava verið
uppgangstíðir í føroyska
samfelagnum - peningur
hevur streymað inn í før-
oyska landskassan - ja vit
hoyra javnan fíggjarmál-
aráðharran reypa um, at
tvær milliardir eru í
landsbankanum. Tað er
tí kanska ikki at undrast
yvir risastóru íløguætlan-
ir landsstýrisisn sum
komnar eru fyri dagin -
ferjur – undir- og yvir-
sjóvartunnlar – ferjuleg-
ur – íløgur sum saman-
lagt kosta samfelagnum í
milliarda upphæddum.
Talan í hesum føri er
um økisstuðul sum í hes-
um tíðum verður tosað so
mikið um, og munnu
flestu føroyingar eisini
fegnast um at stig verða
tikin til tess at sambinda
oyggjarnar nærri megin-
økinum.
Men tað sum ein kann
seta spurnartekin við, eru
seinastu tíðindini um, at
nú fer landskassin at
veita peningaligan stuðul
til ávísar kommunur til
havnaútbyggingar
-
nevniliga til Vágs, Tvør-
oyarar og Tórshavnar
kommunur. At landsstýr-
ið letur nevndu kommun-
um peningaligan stuðul
er teirra avgerð, men so
má kravið eisini vera, at
aðrar kommunur eisini
fáa stuðul til havnagerðir
– øll í hesum lítla sam-
felag mugu vera eins fyri
lógini - tað er minsta
krav.
Runavíkar Kommuna
byggir eisini út
havnalagið.
Til tess at gera betur um-
støður fyri vinnulívið
hevur Runavíkar Kom-
muna seinastu trý árini
gjørt íløgur til víðkan av
havnalagnum uppá uml.
18 mill. kr. - uttan at
hava fingið eina krónu úr
landskassanum.
Sum nevnt omanfyri so
er talan um at gera um-
støðurnar fyri vinnuna
betur - her er talan um
fiskivinnuna, farmavinn-
una, alivinnuna og nú
eisini til oljuvinnuna -
talan er um virksemi sum
ikki bert kemur lokal-
áhugamálunum tilgóðar,
men
sanniliga
eisini
landsáhugamálinum.
Eysturoy
er
sum
kunnugt vinnumiðdepul-
in í landinum, sum er við
til at leggja fíggjarliga
grundarlagi - ikki minst
fyri landskassan - tað má
tí vera ein sjálvfylgja at
hetta øki fær somu sømd-
ir sum onnur øki í landi-
num.
Áhugavert verður at
vita hvat løgtingið fer at
gera við henda viðkom-
andi spurning.
Fígging av
havnaútbyggingum
Petur Simonsen
valevni fyri
Tjóðveldisflokin
Dag og dagliga vísa val-
evnir hjá andstøðuflokk-
unum á, at Føroyski bú-
skapurin er yvirupphitaður
og er í skeljasori, at stórt
hall er á fíggjarlógini fyri
2002 og at stórt undirskot
er á handilsjavnanum.
Somu flokkar hava hetta
valskeiðið, og ikki minst nú
í sambandi við viðgerðina
av fíggjarlógini fyri 2002,
lagt eitt uppskoti fyri og
annað eftir, sum høvdu økt
útreiðslurnar hjá landskass-
anum við hundratals milli-
ónum, vórðu tey samtykt.
Um somu tíð mæla somu
flokkar til skattalætta og
avgjaldslækkingar. Og dúg-
liga hevur verið ilskast inn
á varisliga fíggjarpolitikkin
hjá Karstini.
Høvuðrokning og
búskapur
Jógvan Ingvard sigur í
grein um dagarnar, at hann
í síni tíð lærdi høvuðrokn-
ing. Fleiri við honum
gjørdu og gera tað og hava
góða nyttu av hesum. Eitt
nú, sum í hesum málinum
um búskap og vallyftir. Tað
nýtist ikki nøkur fram-
komin roknimaskina ella
telda til at stafesta, at
roknistykki ikki gongur
upp. Vanlig høvuðrokning
er nóg mikið.
• Um búskapurin er yvir-
upphitaður, er tað so eitt
gott hugskot at seta enn
fleiri almennar ætlanir í
verk. Vanlig høvuðrokn-
ing sigur nei.
• Er tað skilagott at økja
eftirspurningin,
um
handiljavnvágin er tann
skeiva vegin. Høvuð-
rokningin kemur til sama
úrslit - eitt nei.
• Um nú búskapurin var í
skeljasori, er tað so rætt
við einum minni varlig-
um fíggjarpolitikki við
eitt nú skatta- og av-
gjaldslækkingum. Jógv-
an Ingvard og vit onnur,
sum
brúka
vanliga
høvuðrokning siga nei og
aftur nei.
Javnvág ella aftur til
kjøtgrýturnar
Ilt er at tæna tveimum
harrum. Tað vita vit øll, og
tað vita nútíðar sambands-
menn saktans eisini. Men
kanska
skuldi
Jógvan
Ingvard kortini havt nakrar
tímar í høvuðrokning við
sínum eftirfylgjarum. Eis-
ini kundi hann sagt teimum
frá vísdómsorðunum hjá
partamanninum og fyr-
verandi
fíggjarmálaráð-
harranum, at á fíggjarlógini
er talan um tvær síður. Eina
inntøkusíðu og eina út-
reiðslusíðu. Og at tú sleppir
ikki væl frá at økja um
útreiðslurnar uttan so, at
inntøkurnar eisini gerast
størri.
Men kanska er tað júst
her,
sambandsflokkarnir
síggja sín møguleika, at fáa
ójavna í, soleiðis at kravið,
um at blokkurin skal økjast
aftur, gerst sterkari.
Teir vita, at hendir tað, at
blokkurin
ikki
minkar
næstu árini ella enntá
veksur aftur, er fulveldis-
tilgongdin steðgað fyribils.
Og kanska er tað ikki, sum
tað sær út til í fyrsta lagi, at
andstøðuflokkarnir
ikki
duga sína høvuðrokning og
tí tæna tveimum harrum.
Nei, helst tæna teir kortini
bert tí eina harranum -
sambandshugsjónin.
At
okkara
vælferð
eisini
framyvir skal tengjast at
peningarenslinum úr Dan-
mørk.
Búskapur,
vælferð,
skattalættar, handilsjavn-
vág og fíggjarlóg eru bert
orð, ið verða nýtt hvørt um
annað í stríðnum, at steðga
fulveldistilgongdini.
Framtíðin
Hóast ósamdir um mangt,
er tað neyvan tað, føroyski
veljarin vil. Tað, at steðga
fulveldistilgongdini. Nei,
hann vil taka við ábyrgdini
av egnum landi. Hann vil
taka við avbjóðingini av at
skipa fyri egnari vælferð,
bæði í viðgongd og tá ikki
alt gongur, sum eftir ánni.
Hann vil byggja land við tí
tilfeingi og teimum evnum,
sum skaparin gav. Føroyski
veljarin vil sjálvbjargni.
Ilt er at tæna tveimum harrum
C
M
Y
K
14