hósdagur 7. mars 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 46 - 7. mars 2002
Nr. 46 - 7. mars 2002
13
VIÐMERKINGAR
Bergur Olsen
Í Dimmalætting 31. januar
sigur Bjarki Skúvdal sína
meining um siglingina við
ferðafólki
undir
Vest-
mannabjørgini og ávirkan-
ina á fuglin. Orsøkin var
ein stubbi, sum var sendur í
Degi og viku, eftir at
Vinnumálastýrið og Ferða-
mannaráðið høvdu havt ein
evnisdag um økismenning
og burðardygga ferðavinnu,
har eg helt, at siglingin
undir Vestmannabjørgini
neyvan var burðardygg.
Bjarki, sum hevur siglt
undir Vestmannabjørgini
við ferðafólki í nógv ár,
metir ikki, at siglingin
ávirkar fuglin. Hann metir,
at fuglurin, sum er mink-
aður nógv seinastu árini í
Vestmannabjørgunum, fer
ikki at økjast munandi, fyrr
enn fult er í teimum góðu
støðunum sunnanfyri.
Eitt mark er fyri, hvussu
nógv fuglurin tolir
Eg haldi haraftuímóti, at
tað er eitt mark fyri, hvussu
nógva sigling fuglurin tolir,
og eg eri bangin fyri, at
siglingin undir Vestmanna-
bjørgini við ferðafólki
hevur verið oman fyri hetta
mark í nógv ár. Tað er tó
sera torført at prógva at so
er, tí náttúrligar broytingar
fara alla tíðina fram í fugla-
stovnunum, og tað er tor-
ført at siga, hvørjar broyt-
ingar koma av ferðavinn-
uni, og hvørjar eru náttúr-
ligar, men um fuglurin fyrst
er rýmdur úr einum bergi,
kunnu vit ikki bøta tað
aftur. Tí haldi eg, at vit eiga
at vera sera varin og seta
reglur fyri, hvussu ferða-
vinnan kann bera seg at
undir bjørgunum.
Vinnumálastýrið vil
fleirfalda ferðavinnuna
Vinnumálastýrið hevur við
Ferðaráð Føroya sett sær
sum mál at fleirfalda ferða-
vinnuna á einum burðar-
dyggum grundarlagi. Av tí
at ferðafólk oftast koma
fyri at uppliva náttúruna, er
neyðugt, at ferðavinnan
ikki spillir náttúruna, um
vinnan skal vera burðar-
dygg. Onga aðra staðni er
so nógv ferðsla, sum undir
Vestmannabjørgunum, men
siglt verður t.d. eisini við
ferðafólki undir Hestoynna,
Nólsoynna,
Sandoynna,
Skúvoynna,
Enniberg,
Mykines, Sørvágsbjørgini
og St. Dímun. Fáa staðni
ber tó til at sigla so nær,
sum undir Vestmannabjørg-
unum, men kortini er tað
allastaðni vandi fyri at
órógva fuglin, og má hetta
havast í huga, tá ið hugsað
verður um at økja ferða-
vinnuna. Ein máti at verja
bjargafuglin er, at seta eitt
mark fyri, hvussu nær loyvt
er at sigla, meðan fuglurin
er í berginum. Ymiskt er
hvussu onnur lond hava sett
hetta markið. Í Canada er
t.d. ikki loyvt at sigla nærri
enn 100 m frá lomviga-
bjørgum, undir summum
grønlendskum bjørgum er
markið 500 m, í Ruslandi
1000 m og í USA 100-1600
m. Eitt slíkt mark kundi
verið
sett
uttan
um
lomvigabjørgini, frá tí at
lomvigan byrjar at verpa
mitt í mai, til pisurnar eru
farnar fyrst í august.
Tann ungi fuglurin
fær ikki frið
Tað, sum eg eri mest bang-
in fyri í sambandi við
ferðamannasigling
undir
bjørgunum, er, at tann ungi
fuglurin, sum liggur á sjó-
num undir bjørgunum og
situr á helluni undir bjørg-
unum, ikki fær frið, men
alla tíðina verður rikin út
frá. Hetta er fuglur, sum er
2-4 ára gamal og skal taka
við og verpa sum 5 ára
gamal. Hesi árini nýtur
hann at kunna seg við berg-
ið og finna sær ein maka.
Hesin fuglur ferðast eisini
ímillum bjørgini, og finnur
hann eitt pláss, har betur
friður er, so verður hann
verandi har. Tá ið ein er
undir
Vestmannabjørgu-
num, sæst lítið av fugli á
sjónum, men hann tykist at
vera spakur, og kortini fer
hann út frá landi. Havast
skal eisini í huga, at vit
síggja bert tann spaka fugl-
in – ikki tann fuglin, sum
møguliga er rýmdur. Av tí
at hesin fuglur bert heldur
til undir bjørgunum í eini
tvey ár venist hann ikki við
bátarnar frá ár til ár.
Riturnar eru minkaðar
enn meira í tali enn
lomvigurnar
Riturnar eru minkaðar enn
meira í tali enn lomvigur-
nar, men tær eru vanliga
ikki so staðbundnar sum
lomvigurnar, og náttúrligar
broytingar í ritustovninum
eru ofta størri enn í
lomvigastovninum. Tað er
tó ikki óhugsandi, at ferða-
vinnan eisini her hevur
skundað undir minkingina.
Fyrr var nógvur fuglur
undir Vestmanna-
bjørgunum
Fyrr var nógvur fuglur
eystur undir landi og til bar
at reka lomvigurnar, sum
lógu inni á Seyðskorar-
gjógv upp á land. Gjógvin
endar við einum holi har
urð er innast á botninum,
og við tveimum til fýra bát-
um bar til at reka ein part af
lomvigunum upp í urðina,
har tær vórðu tiknar. Hetta
kundi bara gerast í allar
besta veðri og ymiskt var,
hvussu nógv kom burtur úr,
men vanligt var, at teir
fingu einar 50-200 fuglar
ein rakstur, og teir kundu
reka nakrar ferðir hvønn
dag. Tann besta dagin fingu
teir um 5.000 lomvigur til
samans. Síðani seinast í
1950 árunum er fuglurin
minkaður og fyrst í 1960
árunum góvust teir at reka
upp á gjónna. Fuglurin helt
tó fram við at minka, og í
1972 sendu vestmenningar
skriv til Løgtingið um at
friða lomviguna móti allari
veiðu á sumri. Tað gingu tó
8 ár, áðrenn nøkur friðing
kom í lag. Minkingin hevur
tó hildið fram í Vestmanna-
bjørgunum øll hesi árini (sí
mynd), og ongi tekin eru
um nakran bata, hóast
framgongd hevur verið í
Høvdanum á Skúvoynni
seinastu 10 árini (sí mynd).
Spurningurin er tí, um ikki
eisini ein framgongd kundi
havt verið í Vestmanna-
bjørgunum, um tey høvdu
fingið líka góðan frið, sum
Skúvoyarbjørgini. Hetta er
sjálvandi torført at meta
um, tí tað kunnu vera aðrar
orsøkir til hendan munin,
t.d. at meira føði er sunnan-
fyri enn norðanfyri. Um so
er, at tær náttúrligu umstøð-
urnar eru verri norðanfyri
enn sunnanfyri, so skal enn
minni til, áðrenn ferða-
mannasiglingin
árógvar
fuglin so nógv, at hann flyt-
ir.
Hvør hevur rættin at
sigla við ferðafólki
undir bjørgunum?
Á landi eru ognarviður-
skiftini sum oftast greið.
Bjørgini eru vanliga býtt
ímillum ognarmenninar í
bygdini, sum bjørgini hoyra
til, og ikki er loyvt at fara í
land uttan loyvi frá eigaru-
num. Men hvør eigur rættin
til at sigla við ferðafólki
undir bjørgunum? Skulu
tað vera teir, sum eiga
bjørgini, fólk úr bygd-
ini/kommununi har bjørgini
hoyra til, ella skulu øll
kunna sigla sum higartil?
Hetta er ein frí vinna, har
ongin avmarking er av
nøkrum slag. Øll kunnu
sigla við ferðafólki, sum
hava góðkendan bát og
manning. Fyri fuglin hevur
hetta ongan týdnig, bara tað
eru greiðar reglur, sum
verja fuglin undir øllum
umstøðum, men sum nú er,
eru ongar reglur fyri,
hvussu nær ein kann sigla,
ella hvussu leingi ein kann
vera undir bjørgunum, og
vit kunnu bert ímynda okk-
um, hvussu skilið verður,
um ferðavinnan verður
fleirfaldað, sum ætlanin er,
og frí kapping verður um
tilboðini um sigling undir
bjørgunum.
Niðurstøða
Skal
ferðavinnan
vera
burðardygg og byggja á ta
óspiltu náttúruna, er um-
ráðandi, at reglur verða
gjørdar, so ferðafólkini ikki
eru við til at spilla náttúr-
una. Tann útferðin, sum
flestu ferðafólkini fara í
sambandi við fugl, er undir
Vestmannabjørgini,
og
hendan vinnan lýkur neyv-
an slík krøv. Her mugu eis-
ini greiðar reglur setast
fyri, hvør skal seta krøvini,
og hvør skal hava eftirlitið.
Ferðamannasiglingin undir Vestmannabjørgini og fuglurin
Viðmerking til grein í
Sosialinum av
Jóannes Ejdesgaard
týsdagin 26. februar
Sámal Petur í Grund
landsstýrismaður
Vanligt plagar at vera, tá
ósemjur taka seg upp, at ein
ella annar tekur seg saman
fyri at finna eina semju í
málinum.
Sjálvdan havi eg hoyrt
nakran fegnast um eina
ósemju.
Men hetta upplivdu vit í
Sosialinum týsdagin 26.
februar. Jóannes Ejdes-
gaard heilsar ósemjuni um
eina framtíðar eftirlønar-
skipan vælkomnari.
Um avgerð landsstýris-
mansins, ikki at leggja upp-
skotið fyri tingið í hesum
valskeiði, sigur Jóannes
Ejdesgaard, at hetta er
skilabesta avgerð samgong-
an hevur tikið í langa tíð.
Eftirlønarskipan
Samgongan setti sær fyri,
tá samgonguskjalið var
skrivað, at lóggeva um eina
eftirlønarskipan fyri ar-
beiðsmarknaðin.
At nakar í dag kann gleða
seg um, at tað ikki eydnað-
ist at fremja hana í verki er
undrunarvert. Ikki minst
álvarsama undran vekir tað,
at formaðurin í einum av
teimum størru flokkunum
kann gleða seg um at ikki
var komið á mál.
Øll sum fáast eitt sindur
við politik og samfelags-
viðurskifti annars eiga at
vera klár yvir, at vit longu
nú eiga at leggja framtíðar
eftirlønarviðurskifti
til
rættis.
Tað skal undra meg, um
ikki samgongan sum skipa
verður eftir valið fer at seta
sær sama mál.
Samhaldsfesti
Í somu grein sigur Jóannes
Ejdesgaard, at Tjóðveldis-
flokkurin vil hava eina
samhaldsfasta
skipan,
meðan Sjálvstýrisflokkurin
og Fólkaflokkurin vilja
hava eina sokallaða Fólka-
trygging, har hvør sætar
sær, við egnari kapitalupp-
sparing.
Eg veit ikki hvar Jóannes
hevur hetta frá, men tað er
so ikki frá sjálvstýrisfólki
og allarminst frá mær, sum
havi sitið við lógarupp-
skotinum, síðani Helena
Dam á Neystabø, fór úr
sessinum sum landsstýris-
maður.
Eg havi til eina og hvørja
tíð ført fram, at Sjálvstýris-
flokkurin ynskir eina skip-
an hvar samhaldsfesti til
eina og hvørja tíð tryggjar
øllum eina virðuliga eftir-
løn.
Spurningurin sum stend-
ur ósvaraður og sum er
grundin til at ikki var kom-
ið á mál, er um tað útyvir
samhaldsføstu skipanina
skal vera møguligt hjá
teimum sum ynskja tað, at
spara meiri upp til eftirløn-
artíðarskeiði enn tað tvung-
na, og hvussu hetta skal
vera møguligt.
Egineftirløn
Vit hava dømi í okkara
egna landi um, at politiski
mynduleikin hevur sett eina
tvungna uppsparing í gildi.
Sjálvstýrisflokkurin ynskir
at geva lønmóttakaranum
møguleika til, útyvir eina
samhaldsfasta skipan, at
spara eyka upp til ellisárini.
Tað kann ikki vera rímu-
ligt, at lønmóttakarin ikki
hevur loyvi til sjálvur at av-
gera, um hann ynskir at
nýta úrtøku sína nú, ella
hann ynskir at goyma part
av henni til hann av nátúr-
ligum grundum fer av ar-
beiðsmarknaðinum.
Hetta kann gerast við eini
egineftirlønarskipan.
Harafturat eigur at vera
tikið til eftirtektar, at tað
eru fleiri sum longu hava
eina slíka skipan.
Eg havi ógvuliga trupult
við at skilja, at nakar kann
hava ilt av, at tað gerst
møguligt, útyvir eina sam-
haldsfasta skipan, at priori-
tera ellisárini í tann mun
ein sjálvur ynskir tað.
Framtíðin
Skulu okkara pensións-
viðurskifti í framtíðini vera
sum tey eru nú, so er vandi
fyri at pensiónirnar aftur
vera afturútsigldar.
Einasta loysn, sum kann
vinna frama politiskt í løg-
tinginum, sær út til at vera
ein loysn hvar samhalds-
festi og individuel uppspar-
ing eru samantvinnaði.
Hetta var tað samgongan
arbeiddi við.
Persónliga meini eg har-
umframt, at hesi viðurskifti
eiga at liggja uttanfyri
landskassan, so at pensión-
irnar ikki vera fyri hótta-
falli í einum lákonjukturi,
so sum tað hendi fyrst í ní-
tiárunum.
Her kundi verið passandi,
at samhaldsfasti var ein
partur av skipanini.
Kærkomnar ósemjur
VIÐMERKINGAR
Petur Simonsen
Við valið í 98 talaði
fólkið greitt: eitt er fyri
neyðini fram um alt
annað – tey ríkisrættar-
ligu viðurskiftini skulu
broytast. Búskaparligi og
politiski ruðuleikin í 90-
unum hevði fest seg í
sinnið. Framyvir skuldu
ábyrgd og avgerðir fylgj-
ast hond í hond.
Sitandi
samgonga
skilti boðskapin. Hon
setti út í kortið eina skip-
aða tilgongd móti full-
veldi. Hendan ætlan,
sum var ein trygg leið
bæði fyri føroyingar og
danir, fekk óvæntaða
mótstøðu frá dønum væl
stuðlaðir av andstøðuni í
Løgtinginum.
Hetta, at andstøðan, og
ikki minst Javnaðar-
flokkurin, ikki vildi við-
urkenna ynski veljaranna
við valið í 98 og tí nær-
um gjørdust samstarvs-
partur hjá donsku stjørn-
uni, gjørdi sítt til, at dan-
ska stjórnin í fyrsta lagi
slapp væl frá síni har-
rendu støðu. Í staðin fyri
samráðingar varð talan
um diktat, og spælt varð
við vøddunum.
Føroyskt góðvarni
Vanliga føroyska góð-
varni dumpaði so ruddu-
liga. Vit, sum trúðu, at
ein mentað og fólka-
ræðislig tjóð fór at vísa
einari skipaðari tilgongd
móti størri sjálvsábyrgd
á fíggjarliga og politiska
økinum áhuga og stuðul,
fóru heilt skeiv.
Primitivi leisturin, at
tann sterkari altíð hevur
rætt, var nýttur á ein
snildisligan hátt, soleiðis
at sjálvt pressan ikki gav
sær stórvegis far um,
hvat veruliga fór fram.
Og longu undir fyrstu
samráðingunum byrjaði
ein dystur í miðlunum.
Ein dystur, har føroying-
ar ikki fingu fótin fyri
seg. Miðlarnir vóru á
hegnisligan hátt nýttir til
at gera til láturs reka-
vættini og biddararnar úr
Føroyum. Endamálið var
greitt. Fólkahugsanin í
Danmørk og í Føroyum
skuldi ávirkast, so sam-
gongan kom undir trýst.
Fólkahugsanin broytt-
ist helst eisini, og tíverri
ikki bara hon. Samgong-
an misti stevið, og spjað-
ing kom í. Málið var nátt
…soleiðisnar… tí kósin
bleiv ikki hildin.
Kósin sett av nýggjum,
men málið hitt sama !?
Hóast stungið er út í
kortið av nýggjum og
kósin er rættað til, so er
málið vónandi ongantíð
farið úr eygsjón. Ósemj-
an í samgonguni á hesum
øki hevur alment meira
verið um, hvussu skjótt
skal siglast. Men sam-
gongan hevur tó higartil
hildið fast við setningin,
at eitt er fyri neyðini
meir enn alt annað – full-
veldismálið. Øll onnur
viðurskifti eru bæði um-
ráðandi og neyðug, men
hetta eina er meira neyð-
ugt enn alt annað í dags-
ins politikki – fullveldis-
málið og tann tilgongd,
sum byrjaði við hesi
samgonguni.
Hóast ikki so nógv er
komið burtur úr á sjálv-
stýrisleið, sum ynskiligt
er, so er kortini sjøtil og
væl tað settur á. Tí ræður
um, at hendan tilgongdin
heldur fram í komandi
valskeiði.
Vælferðin – mín
og tín ábyrgd
Tá ført verður fram, at
lítið og onki er gjørt á
øðrum økjum, so er tað
ikki satt. Neyvan nakran-
tíð er so nógv lagt í at
loysa onnur samfelags-
mál sum júst hesi sein-
astu fýra árini. Sjálvsagt
er nógv, sum bæði eg og
onnur kundu ynskt var
øðrvísi. Og nær fer tað
ikki at vera tað? Men tá
útreiðslurnar eitt nú til
almanna- og heilsumál er
øktar við umleið 30%,
útbúgving og gransking
við góðum 40% og sam-
ferðslu og samskiftisøki
við 100%, so er talan um
veruligar ábøtur og fram-
stig. Og hetta er framt,
hóast at blokkurin part-
víst er lagdur til síðis og
nú í seinastuni er mink-
aður við umleið 35%.
Fulveldiskósin er fyri-
treytin fyri framhaldandi
skynsomum vælferðar-
politikki. Einum væl-
ferðarpolitikki, sum er
grundaður á egnar fyri-
treytir, sum ikki er
tengdur at peningarensli
úr Danmark og sum ikki
má ella skal verða kasti-
bløka í einum yvirbjóð-
ingarpolitikki upp undir
val. - Tað er vælferðin
hjá tær og mær ov týdn-
ingarmikil til.
Gott, at so nógv tá
sannaðu, at eitt er fyri
neyðini ... Ivist ikki í, at
vit verða enn fleiri 30.
apríl komandi.
…men eitt er
fyri neyðini
Kári Petersen
Valevni javnaðarfloksins í
Suðurstreymoy
Seinastu vikurnar hevur ein
undrandi kunna sæð, at
landsstýrið hevur gjørt alt
hugsandi, serliga viðvíkj-
andi yvirtøkum av útlend-
ingamálum, fyri at tryggja
at føroyska vinnulívið fær
útlendska arbeiðsmegi.
7000 føroyingar fóru av
landinum, bert 2000 eru
afturkomnir.
Tað undarliga í hesum er,
at vit uttanlands eiga meir
enn 5000 føroyingar. 7200
føroyingar fóru av landi-
num í 90árunum, men bert
2000 eru heimafturkomin
(Sí talvu). Hetta merkir, at
5000 føroyingar nú liva í
útlondum, fyrst og fremst í
Danmark. Nógvar familjur
vóru sundurskildar í 90-ár-
unum. Oftast var tað yngra
ættarliðið, sum endaði í
Danmark. Nøkur av hesum
eru fallin til í Danmark, og
nógv skal til, áðrenn tey
velja at koma heimaftur.
Men tey flestu, sum eg
sjálvur kenni, høvdu vent
heimaftur, um umstøðurnar
høvdu verið eitt sindur øðr-
vísi.
Landsstýrið hevur av-
skrivað føroyingar í útlegd.
Landsstýrið
átti
langt
síðani at gjørt eina kanning
av, hvat skal til fyri at
hjálpa føroyingum í útlegd
at flyta heimaftur. Av tí at
landsstýrið hevur valt ikki
at kanna, hvat skal til fyri at
fáa hesi fólk heimaftur, skal
eg við hesum royna at lýsa,
hvørji viðurskifti skulu fá-
ast í rættlag fyri at fáa før-
oyingar í útlegd heimaftur.
Ynski nr. 1:
Eitt (áhugavert) arbeiði
Nakrar
av
orsøkunum
kenna vit. Tað sum hevur
mest at týða er at fáa eitt ar-
beiði, og helst at fáa eitt
áhugavert arbeiði. Hetta
landsstýrið hugsar fram-
vegis bara í fiski, og lítið og
onki hevur verið gjørt fyri
at hjálpa øðrum vinnum í
gongd. Ein av trupulleiku-
num av at hava eitt so eins-
táttað vinnulív er nevniliga,
at tað verða so fá áhugaverd
arbeiði. Hetta landsstýrið
hevur so einki gjørt fyri at
útvega Føroyum eitt meira
fjøltáttað vinnulív.
Ynski nr. 2:
Ein bústað til
yvirkomiligan prís
Ein annar trupulleiki er, at
sethús í Havn ikki fáast fyri
minni enn 1,5 mió. kr., ofta
fer prísurin upp í móti
tveimum milliónum. Skal
ein byggja hús í Havn er
torført at fáa tey upp fyri
minni enn 1,5 mió. kr. tá er
grundøkið íroknað. Um ein
skyldar 1,5 millión skal
unga húskið gjalda millum
11 og 12 túsund um mánað-
in. Eingin eigur at undrast
yvir at fólk setast aftur í út-
londum, heldur enn at átaka
sær skuld fyri 1,5 til 2
milliónir krónur, bert fyri at
fáa tak yvir høvdið.
Í øðrum londum ber til at
keypa góðar íbúðir fyri 7-
800.000 kr., so fólk ikki
noyðast at spenna seg so
hart fyri, at tey aldri fáa
notið lívið. Hetta hevði eis-
ini borið til í Føroyum, men
landsstýrið hevur valt einki
at gera við íbúðarpolitik-
kin. Sitandi landsstýri hev-
ur snøgt sagt als ongan
íbúðarpolitikk havt hesi
fýra árini.
Ynski nr. 3:
Ansingarpláss o.s.fr.
Fleiri orsøkir kunnu nevn-
ast. Ein sum ofta verður
nevnd, er at sjálvt um tað er
lætt at fáa arbeiði, eru nógv
sum setast aftur, um eingi
vissa er fyri barnaansingar-
plássi. Uttan ansingarpláss
kann familjan ikki vinna
tvær inntøkur. Uttan tvær
inntøkur ber als ikki til at
flyta til Føroyar, tí uttan
tvær inntøkur ber als ikki til
at keypa hús. Barnafamilj-
urnar, sum ynskja at koma
heimaftur, vilja hava trygd
fyri góðum umstøðum fyri
eina heila familju. Nøkur
nevna frítíðartilboð til ung,
til dømis musikkskúla oa.
Fleiri onnur viðurskifti
hava týdning, og hvussu
nógv tey ymsu viðurskiftini
hava at týða, er lætt at finna
fram til við einari skjótari
kanning.
Javnaðarflokkurin vil ar-
beiða fyri at fáa teir føroy-
ingar, ið ynskja tað, heim-
aftur fyrst.
Landsstýrið
hevur
ongantíð havt málið um at
fáa føroyingar heimaftur á
dagsskránni. Landsstýrið
vil heldur hava útlendingar,
sum einki kunnu krevja, og
sum tískil heldur ikki
krevja sømiligar umstøður.
Men
harvið
avskrivar
landsstýrið teir føroyingar,
sum ynskja at búgva í egn-
um landi, um umstøðurnar
høvdu verið fingnar í rætt-
lag á ávísum økjum. Lands-
stýrið hevur svikið sína
ábyrgd mótvegis lands-
monnum okkara í útlegd.
Javnaðarflokkurin hevði
sjálvandi fyrst hugsað um
at fáa teir føroyingar heim-
aftur, sum uttan at vilja tað
sjálvir, eru endaðir í út-
londum. Í fyrsta lagi hevði
javnaðarflokkurin kannað,
hvørjar umstøður forða før-
oyingum í at koma heim-
aftur, og síðan hevði javn-
aðarflokkurin farið í gongd
við at bøta um tær umstøð-
ur, (t.d. um tær eru sum
nevndar omanfyri), fyri at
viðvirka til, at so nógvir
føroyingar sum møguligt
kunnu búgva í egnum landi.
5000 føroyingar í útlegd
- men landsstýrið vil hava útlendingar.
Fólkaflyting 1989–2001
Nettotilflyting: Flutt til
Føroya minus flutt úr
Føroyum
1987
236
1988
268
1989
– 371
1990
– 1017
1991
– 599
1992
– 883
1993
– 1821
1994
– 1923
1995
– 584
1996
143
1997
217
1998
305
1999
365
2000
450
2001
550
2001: Mett av Hagstovuni
Flyting tilsamans:
1989 – 1995
–7198
1996 – 2001
2030
1989 – 2001
–5168
Kelda: Hagtíðindi
Hans Birgir Hansen
Eg eri ógvuliga hart ímóti
øllum fremmandum lærum,
innanfyri
barnagarðar,
skúlar og lærustovnar í
landinum og í Havn, ið
hava við børn, ungdóm og
tilkomin at gera.
Tað er tá børn, ungdómar
og tilkomin verða sammett
við rottur á ransóknar-
stovum á universitetum, ið
er fyrimyndin fyri uppaling
og frálæru innan áður-
nevnda.
Tað er talan um peda-
gogik, psykologi, psykiatri,
ið ikki viðgerð børn, ung-
dóm og tilkomin í viðgerð-
um um landi og í Havn,
sum ein menniskjaligan
skapning.
Tað er øll hendan áhald-
andi fjøtran, heiladálkan,
vaskan, indoktrineran av
sinnalagnum, ið órógvar
heilasamskifti hjá børnum,
ungdómum og tilkomnum
aðrastaðni.
Tað er avgerandi neyðugt
at fáa steðga allari fjøtran,
heiladálkan, vaskan, in-
doktrineran av sinnalag-
num, ið eingin av teimum
tørvar um landi og í Havn.
Tað eru hesar fremmandu
lærur, pedagogar, psyko-
logar, psykiatarar og lærar-
ar við sernámsdepilin, ið
oyðileggja lívið hjá børn-
um, ungdómum og tilkom-
num.
Tað kann skapast friðar-
lig framferð allastaðni,
sleppa vit okkum av við
fremmandu lærurnar, og
hesi fólkini, vit hava í
barnagørðunum, skúlunum
og lærustovnunum.
Tað geldur ikki minst av-
venjingarheim, psykiatr-
iskar deildir og viðgerðar-
stovnar, sum vit hava í
Havn/Suðurstreymoy,
ið
ein er ógvuliga hart ímóti.
Tað er eingin av øllum
hesum, ið hava uppiborið at
fáa eina ómenniskjaliga
viðferð innan fyri áður-
nevnda. Hetta skulu øll
gera sær greitt í dag.
Tað eru øll tey væletabl-
eraðu í samfelagsskipan-
um, ið hava skipað fyri, at
nógv vera burturgoymd við
hjálp av dómsvaldi, ákæru-
valdi og politivaldi.
Eg havi áður livað ímill-
um slík medmenniskju á
psykiatriskum
deildum
bæði niðri og heima.
Fremmandar lærur í Føroyum
C
M
Y
K
13
12