Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2002síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 46 - 7. mars 2002 Nr. 46 - 7. mars 2002 11 Katrin Dahl Jakobsen javnaðarumboð í tingi Hendan samgongan hevur ført seg fram øll fýra árini, sum um veruligt ábyrgdar- fult politiskt arbeiði ongan- tíð er framt yvirhøvur, áðr- enn teir tóku við. Teirra varði á vegnum hava verið 80`ini og tað ræðuliga um- sitingarliga fuskið, sum bara kundi koma fyri undir heimastýrinum, hava teir sagt. Serliga hevur varaløg- maður, tað er Høgni Hoy- dal, fyrigyklað fólki nýtt politiskt lív, borið og lyft av so stórum "seriøsiteti", at borgarin til allar tíðir fer at sita við himmalvendum eygum í inniligari tygn og tøkk til teirra, sum umsíður komu og bóru teimum eitt veruligt og reint politiskt lív. Eitt lív merkt av so mik- ið stórum politiskum og umsitingarligum reinføri og skili, at borgarin onga løtu hevði funnið uppá at sáa iva um nakað. Partapolitiskt eftirlæti Men tað ger landsgrann- skoðanin! Í hvassari við- merking í frágreiðing síni (s.45) til starvssetan í sjálvs- stýrisfyrisitingini knúsar landsgrannskoðanin hesa so deiligu glæstrimynd, sum møguliga var við at festa seg hjá summum. Hon avdúkar, at Høgni Hoydal í september 2000 gjørdi ser- ligan sáttmála við ein full- trúa, soleiðis at hesin, eftir at verða doyptur serfrøð- ingur og ráðgevi, fekk hægri løn. Gjaldstovan gjørdi vart við, at tílík broyting sambært galdandi reglum, kravdi serliga góð- kenning og legði málið fyri Fíggjarmálastýrið, sum kom til somu niðurstøðu viðvíkjandi serligari góð- kenning. Landsgrannskoðanin sig- ur, at samskiftið um málið er loyst "politiskt", og at partamaðurin í fíggjarmál- um, Karsten Hansen, hevur "givið eftir" soleiðis, at Gjaldstovan fær boð um at rinda lønina, hóast skeivu mannagongdina. Summi eru ikki, sum summi Og vit spyrja hvussu ber tað til, og hvør er tað av gøtuni, sum soleiðis fær hægri status og virði enn onnur, at viðkomandi verð- ur løntur eftir sáttmála, har lønarlagið liggur omanfyri galdandi lønarsáttmálar? Landsgrannskoðanin held- ur, at ikki bara Høgni Hoy- dal, men líka so væl allir aðrir landsstýrismenn og stovnsleiðarar kundu víst á størv, sum krevja serfrøð- ingaførleika. Tí er rímiligt at skatt- gjaldarin, sum hevur latið sínar taldu krónur upp í hendurnar á bæði Høgna Hoydal og Karsteni Han- sen, spyr, um tað nú er so- leiðis, at ein landsstýris- maður kann gera serstakar sáttmálar, sum honum lyst- ir? Hetta var reinleikin!!! Leivur Hansen Løgtingsvalevni tjóðveldisfloksins í Suðurstreymi Flestu føroyingar taka undir við at stimbra og nøra um bygdirnar. At dentur verður lagdur á at varðveita aldargamla bú- setingarmynstrið í Føroy- um og harvið forða fyri, at alt fólkið og alt virksemið savnast í miðstaðarøkinum. Verður hetta seinna úr- slitið, fer tað ikki bert at gera Føroyar nógv minni, men eisini nógv fátækari, og tað má sjálvandi ikki henda. Tjóðveldisflokkurin setti økismenning á politisku dagsskránna fyri fýra árum síðani. Grundhugsanin er, at øki- ni í landinum eiga at virka sum eindir, ið kunnu taka á seg størri almennar upp- gávur, og at almennar upp- gávur verða fluttar út á øki- ni. Høvuðsdenturin eigur at leggjast á umsiting, út- búgving, gransking og mentanartilboð. Samferðslu- og sam- skiftisviðurskiftini eru al- neyðugu lutirnir í økis- menningini. Tjóðveldisflokkurin virk- ar fyri eini almennari lang- tíðar útbyggingarætlan, ið røkkur 15-20 ár fram í tíði- na. Eftir hesi ætlan skal land- ið samanbindast í eina nú- tímans samferðslu- og sam- skiftiseind. Útbúgvingarstovnar, ment- anarstovnar og umsitingar- stovnar verða lagdir kring landið sum sjálvstøðugar eindir ella sum deplar av eini samlaðari skipan. Hóast ikki heilt eiðasørt hevur spurst burturúr á hes- um øki seinastu fýra árini, so skerst ikki burtur, at saknur hevur verið á einum meira miðvísum og skipað- um økismenningarpolitik- ki. Tað, sum vit í roynd og veru hava verið vitni til á hesum øki, hevur tíverri í alt ov stóran mun verið merkt av tilvild og ódám- ligari kapping um at draga sum mest til sítt valdømi at egna við á næsta vali. Men soleiðis byggja vit ikki land, heldur tvørtur- ímóti. Tí mugu vit fáa skil í økis- menningina – og fyrst og fremst økismenningarpoli- tikkin. Uppskriftin upp á tað er – sum frammanfyri nevnt – at gera eina landsætlan, ið fevnir um øll øki í landi- num, tað veri seg stór sum smá, høvuðsstaðarøkið sjálvandi íroknað. Hesum virkar tjóðveldis- flokkurin fyri. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tíðindaleiðari: Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Anja Weihe anja@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 311820, Fax 314720 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Í gjár kundu vit her á blaðnum hátíðarhalda, at liðin eru 20 ár síðani, at Sosialurin flutti í nýggju blaðhúsini á Argjum. Hóast tað kanska ikki er so nógv at hátíðar- halda sum so, so fær eitt slíkt høvi okkum at dvølja við blaðið, og ta menning, sum blaðnum hevur verið fyri seinastu árini. Fyrsta prentmaskinan hjá Sosialinum stóð í Losjuni við Tinghúsvegin í Havn. Hetta var, tá blaðið varð stovnað í 1927. Frá 1943 varð blaðið prentað hjá Arn- old Øster, og í 1954 verður blaðið prentað á Prent- smiðjuni á Heygsbreyt. Har helt blaðið til næstu 20 ár- ini, til blaðið í 1974 keypir húsini longri niðri í Sjúrðar- gøtu, har blaðið var, til flutt varð í blaðhúsini á Argjum 6. mars 1982. Tað er ein ótrulig menning, sum hevur verið innan prent-, blað- og tíðindafakið øll hesi árini. Frá at hava politiskt bundin bløð sum einastu boðberar, til vit í dag hava útvørp, sjónvørp og bløð, ið hava loyst seg úr politiska haftinum – og so ikki at gloyma internetið. Og frá at hava bløð, sum vórðu sett við blýggi og alt tað arbeiði, sum hartil hoyrir, er alt nú digitaliserað, so bæði myndir og tekstir ferðast gjøgnum káplar og internet. Soleiðis ber tað til hjá Sosialinum at hava fólk sitandi í 10 ymsum støðum – men kortini verða bundin saman við neti sum ger, at øll arbeiða á »sama arbeiðs- plássi« upp á dagsins blað. Umframt høvuðsredaktiónina á Argjum hevur Sosial- urin fasta redaktión í Suðuroy, í Esbjerg, á Christians- borg í Keypmannahavn, í Saltangará, í Klaksvík og so eina rullandi redaktión. Alt hetta ger, at vit sum blað betur eru før fyri at vera har, tað hendir. Tað ber sjálvandi væl til at sita á Argj- um og gjøgnum telefonina ringja runt at vita, hvat hendir kring landið. Men tað er ikki tað sama, sum at vera har. Seinastu tíðina hevur nakað av kjaki verið um fjøl- miðlar og lýsingar. Uppskot er í tinginum um, at al- mennu loftmiðlanir, útvarp og sjónvarp, ikki skulu sleppa at lýsa við handilslýsingum, tí teir við haldara- og hyggjaragjaldi eru stuðlaðir við almennum pengum. Hóast nógv kann vera í hesum, so er veruleikin ikki bara so einfaldur. Men veruleikin er kortini hann, at meðan privatu bløðini fult og heilt verða rikin á handilsligum grundarlag, so verða hinir miðlarnir stuðlaðir við almennum pengum. Hetta gevur sjálvandi ójavna kapping. Í hesum døgum viðgerð fíggjarnevnd løgtingsins upp- skot frá landsstýrinum um útberingarstuðul til haldarar av bløðunum. Hetta er skotið upp fyri at javnseta hald- arar á bygd og haldarar í høvuðsstaðarøkinum, tí tað er so dýrt at fáa bløðini út í hvønn krók í landinum. Í øll- um grannalondum okkara verður slíkur útberingar- stuðul latin. Vil løgtingið sum landsstýrið veita slíkan stuðul, sum í fyrsta umfari ikki røkkur til allan útjaðar- an, men sum er eitt stig á leiðini, so verður ójavnin millum privatu og almennu miðlarnar eisini javnaðaru eitt vet. DAGSINS MEINING Sosialurin Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Fjølmiðlaheimurin í stórari menning VIÐMERKINGAR Økismenning við skili Rætting Í sambandi við greinina hjá Jørn Astrup Hansen, bankastjóra í Sosialinum í gjár kom okkurt í bland. Ein mynd av Richard Mikkelsen og tekstinum, at greinin varð ummæli var bók hansara hoyrdi ikki heima her. Greinin hjá Astrup Hansen var ein við- merking tilbankamálið og ta tilgongdina. Umberið mistakið. Blaðstjórin Høgni Hoydal gjarar út innanveggja Bødvar Poulsen Nú var aftur eitt bræv um “Hestleiðina”. Ein skúvík- ingur spyr, um vit skula sigla á fyrsta ella øðrum klassa. Vit sigla á fyrsta klassa við einum fyrsta klassa skipi. Hann byrjar brævið við at Tjóðveldis- flokkurin hevur meldað út við, at Teistin er fyrst og fremst fyri Sandoynna. Eg veit ikki hvussu hesin maður umboðar Tjóð- veldisflokkin. Páll á Reynatúgvu hevur sagt, hvat hann heldur, men hann segði einki um, at tað var Tjóðveldisflokkurin, ið meinti tað. 12 fólk hava í skrivi til Strandferðsluna mótmælt, at Teistin siglir í Hest 6.35 og 17.20, men bert 7 av teimum hava skrivað undir so, at tað kann lesast. Eg og fleiri við mær halda, at tað er einki minni enn skomm, at fólk nú skulu arbeiða ímóti at Teist- in siglir í Hestoynna. Teistin er eisini bygdur til Hestoynna. Mær er sagt, at tað stendur í “lógini” fyri Teistan, at hann skal sigla í Hest. At siga, at tey eru so fá, og at tað koma “bara” eitt ella tvey fólk umborð í Hesti, ger støðuna hjá okkum, ið búgva á smá- plássum ræðandi. Eitt “dulnevnt” lesara- bræv vildi ein dagin vera við, at bussurin av Gomlu- rætt átti ikki at koyrt oman á Velbastað, tí har kom “bara” eitt fólk við, og so tók tað eisini 6 minuttir av sovitíðini hjá sandingum. Eg vóni, at brævi var meint sum skemt. Hugsa fólk sum hasi 12 ið hava mótmælt Hest-túri- num hjá Teistanum, verður tað skjótt at vit í Dali missa bussambandið. Tí tað eru nokk nógvir túrar, ið ikki loysa seg. Tað verður tosað – bara tosað nógv um økismenn- ing. Tað hevur nógv at siga fyri smábygdirnar og oyggjarnar at ferðasam- bandið er gott. Sólvit hevði eitt uppskot í einum blað og onkur annar hevur tikið undir við tí, at Teistin skal sigla Skopun – Hest – Skopun – Gamlarætt um morgunin. Tað verður sagt, at Teistin sleppur altíð út úr Skopun, um tað er brim, men ikki altíð inn. Tá kunnu vit koma í tað støðu, at Teistin ikki sleppur inn aftur eftir okkum, tá ið hann hevur verið eftir Hest- monnum. Eitt annað er, at tá verður tað skjótt at Teistin fer at liggja á Gomlurætt um náttina fyri so at taka Hest- fólkið við til Skopunar eftir okkum. Tá er nógv mist, tí tryggjandi er tað, at Teistin liggur í Skopun um náttina. Fleiri av teimum, ið hava skrivað um Hestleiðina nevna, at fyri at halda uppá ungdómin, má tað vera beinleiðis og skjótt ferða- samband. Tað verða ikki teir 20 – 30 minuttirnir, ið tey kunnu sova longri ella nøkur ítróttarhøll, ið avgera um tey flyta ella ikki. Fólk flyta eisini úr Kollafirði og Runavík til Havnar. Men summi flyta eisini úr Havnini. Eg hevði 5 minuttir av Norðasta Horn har eg búi, oman í miðbýin. Nú búgvi eg í Dali, og eg brúki 1 tíma úr Dali til Havnar, 15 – 20 minuttir longri tá vit fara í Hest og tað bilar einki, tí ein er ikki noyddur at fara í land í Hesti. Annars bíði eg spentur til valfundirnar uppundir Løgtingsvalið. Hvat og hvør bjóðar seg fram. Kristina Háfoss Løgtingsvalevni Tjóðveldisfloksins Kári Petersen vildi í grein fríggjadagin verða við, at landsstýrið hevur „søplað ein møguleika at sleppa føroyingum burtúr skuldini longu í 2008" og at hetta skyldast eitt ódugnaligt landsstýri. Veruleikin er tann, at samstundis sum yvirtøkur eru framdar, skattalættar veittir og játtanir til al- mennar tænastur eru øktar, hevur føroyski búskapurin sjálvdan verið so væl fyri sum í dag og kunnu Føroy- ar gjalda uttanlandsskuld- ina í morgin um hetta varð ynskt. Hetta skyldast neyv- an dugnaloysi. Yvirtøkur sambært heimastýrisskipanini Eg vil enn einaferð vísa á, at orsøkin til niðurskurðin av ríkisstuðlinum var, at Føroyar yvirtóku skúlamál og forsorgarmál 1. jan. 2002 – sambært heima- stýrislógini. Júst sum eitt nú Javnaðarflokkurin eisini hevur ynskt. Skúlamál og forsorgar- mál vórðu mett at kosta 366 mió. og varð henda upp- hædd tískil latin føroyskum myndugleikum umvegis ríkisstuðulin afturfyri, at føroyingar umsótu skúla- mál og forsorgarmál vegna danir. Tá ið skúla- og for- sorgarmál vórðu yvirtikin 1. januar 2002 sum føroysk málsøki, minkaði ríkisveit- ingin tilsvarandi. Uppskotið hjá Kára Petersen um ikki at minka ríkisstuðulin vildi borið við sær, at ongin málsøki vórðu yvirtikin. Um 800 mió. í yvirskoti 2001 Støðan í dag er tann, at før- oyski búskapurin er sera væl fyri. Seinastu fýra árini hava vit havt yvirskot á al- mennu fíggjarætlanini á 400–600 mió. og yvirskotið fyri 2001 verður mett at verða um 800 mió.. Niður- skurðurin í ríkisstuðlinum á 366 mió. kann tí neyvan sigast at verða í andsøgn við ta varligu yvirtøkutil- gongd, ið eitt nú Javnaðar- flokkurin hevur ynskt. Skuld kundi verið goldin í morgin Landskassin eigur nærum tað dupulta av tí hann skyldar, og kundi uttan- landsskuldin verið goldin í morgin – um hetta varð ynskt. Tølini tala fyri seg (sí talvu): Rætt at tryggja búskapin Hóast yvirskriftina vil eg tó ikki mæla til, at vit nýta landskassans uppsparing, einskilja landskassans partafeløg og gjalda uttan- landsskuldina í morgin. Tað er eitt nú umráðandi at einskiljing fer fram á ein hátt, ið tryggjar landskassa- num og harvið føroyska skattgjaldaranum fult gjald fyri fyritøkurnar. Hetta og annað í hesum sambandi ger, at einskiljing ikki skal henda frá einum degi til annan. Somuleiðis er gott við ávísum likviditeti og ráða- rúmi til tess at reka ein skilagóðan búskaparpoli- tikk og er tað av alstórum týdningi, at vit nýta góðu árini til at tryggja lands- kassan og harvið føroyska búskapin enn betur enn í dag soleiðis, at vit hava enn meira at standa ímóti við um verri tíðir koma. Vandi fyri yvirupphiting "Onki er so gott, at tað ikki er ringt fyri okkurt". Av tí, at tað gongur væl á nærum øllum økjum í samfelag- num er vandi fyri at bú- skapurin gerst yvirupphit- aður. Verður ein varin bú- skaparpolitikkur ikki framdur kann ov nógv ferð koma á føroyska búskapin og úrslitið kann gerast enn størri fløskuhálsar á ar- beiðsmarknaðinum, ov høgt prísstøði, vánaligt kappingarføri, minni útflut- ningur o.s.fr. Tí er at vóna, at politisku flokkarnir fram til og eftir valið vísa samfelagsábyrgd við ikki at seta enn meira ferð á búskapin - eitt nú við enn fleiri skattalættum. Skattalættar eru góðir, men skulu gerast við skili – á røttu økjum og í røttum tíð- arskeiðum. Hóast tað kann tykjast frálíkt við einum skatta- lætta í dag – so kann rokn- ingin harafturímóti gerast nógv størri í morgin. Heimasíða: www.hafoss.com VIÐMERKINGAR Uttanlandsskuldin kann gjaldast í morgin – viðmerking til Kára Petersen Landskassans skuld 2002: 3,6 mia. Landskassans ogn 2002: Uppsparing í Landsbankanum: 2,5 mia. Almennir grunnar: 2,0 mia. Partafeløg (ogn hjá landinum) mett virði: 2,5 mia. Íalt: 7,0 mia. Sjálvandi á fyrsta klassa! Olga Biskopstø Eru Føroyar eitt skipa- fylgið (ein konvoy) við 18 skipum, ella ætla 4-5 skip at rýma úr fylgi- num? Vit kenna orðafell- ið ”onki skipafylgi siglir skjótari enn tað aftasta skipið”. Nýta vit hesa myndina, og lýsa tað sum fer fram í Føroyum í dag, er veruleikin tann, at meðan nøkur av skipu- num í fylginum sigla við fullari ferð, eru nøkur ið dragna so nógv afurúr, at tey næstan ikki hómast í fylginum longur! Fríggjadagin 1.mars bórust tíðindi í fjølmiðlu- num um, at ”landið” skal hjálpa teimum føroysku dagbløðunum burturúr kreppu. Fyri at fáa fleiri haldarar, skal blaðútber- ingin gerast betri í mið- økjunum soleiðis at Dimmalætting og Sosial- urin kunnu koma út kl. 21 um kvøldi heldur enn kl. 9 um morgunin, og hetta skal landið gjalda fyri við tveimum milli- ónum krónum. Men ikki allar oyggjar skulu hava ágóða av hesum ”al- menna” stuðuli. Suður- oyggin og útoyggjarnar skulu ikki hava nakað! Seinasta ár var givist við privatu blaðútbering- ini á útoyggjunum og í fjarskotnum bygdum, tí hetta ikki loysti seg fíggj- arliga. Í dag verða dag- bløðini bert borin úr við postinum í hesum bygd- um. Men trupuleikin er hann, at posturin í fleiri bygdum bert verður borðin út tríggjar dagar um vikuna. Hetta hevur við sær, at bløðini fríggjadag ikki eru í Mykinesi, Kalsoynni o.a. fyrr enn týsdagin vikuna eftir at tey eru útkomin, og hava sostatt einki tíð- indavirði. At tann privata vinnan ikki metir seg hava ráð at veita eina tænastu er ilt at gera nakað við, men velur tað ”almenna” at gjalda fyri at varðveita eitt tænastu- støði, má hetta galda fyri øll í landinum, og ikki bert verða til at loysa ein ”luksus” trupulleika í miðøkinum. Í Útoyggjaálitinum, handað løgmanni í apríl 2001, var stórur dentur lagdur á júst hetta, at øll í Føroyum – uttan mun til hvar ein býr – skulu hava somu møguleikar til ásettar samfelagstæn- astur. Eitt av tilmælunum innan postflutning og al- menna kunning vóru tí, at allir stovnar og allar fyritøkur, har tað al- menna áleggur veitanar- skyldur og/ella rindar, skal tænastan, vera eins fyri alt landið. Grundgevingin fyri hesum sjónarmiði er m.a. ”at politiski leikluturin í samband við tíðinda- flutning eigur at byggja á støðutakan til týdningin av tíðindaflutningi í øll- um landinum. Verður tað ein politisk avgerð at fara inn at stuðla útbering av dagbløðum, er grundgev- ingin uttan iva tann, at dagbløðini hava ein kunnandi, kjakandi og kannandi leiklut í sam- felagnum. Men hetta treytar, at talan er um sama møguleika fyri øll bløð at verða útborðin, og at bløðini verða borin út í øllum landinum, eis- ini í teimum smáu oyggj- unum, til somu tíð og fyri sama kostnað”. Enn eina ferð er neyð- ugt at ásanna, at manna- munur verður gjørdur á borgarunum í landinum. Í hesum eins og í øðrum førum, eru tað tey sum búgva í útjaðaranum, ið verða við skerdan lut. Tað er ongin fyrimunur at missa ein part av skipafylginum! Hetta var serliga prógvað, tá bú- skaparliga kreppan herj- aði landið fyrst í 90’unum. Tá vóru tað smáplássini og tann sosiala styrkin á hesum plássum ið hjálptu mang- ari familju, ið var komin illa fyri. Heldur enn at lata hesi skip fara burturúr skipa- fylginum skulu okkara landspolitikarar hjálpa teimum afturúrsigldu, fáa meira ferð á skútur- nar, soleiðis at tær aftur megna at fylgja við. Vís- ið nú í verki, at økis- menning ikki bert er eitt nýyrði. Almennur stuðul til blaðútbering C M Y K 11 10