hósdagur 7. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 46 - 7. mars 2002
Nr. 46 - 7. mars 2002
9
Gamli kappróðar-
báturin á Tvøroyri er
blivin landskendur í
Danmark. Á eini
framsýning í Keyp-
mannahavn í farnu
viku vóru næstan
50.000 fólk og hugdu
at honum, eisini
komandi danakongur
ÁTAK
Áki Bertholdsen
At føroyskt bátasmíð er
nakað heilt serligt,sum
vekir ans víða hvar, gekk
sjón fyri søgn um í Keyp-
mannahavn í farnu viku.
Tá kom gamli kapp-
róðrarbáturin Tvørabáturin
aftur til heiður og æru.
Saman við eini ørgrynnu
av stórum og smáum bátum
úr glastrevjum og øðrum
fínum tilfari, var tíggju-
mannafarið av Tvøroyri við
á eini stórari bátafram-
sýning í Bellasentrinum í
Keypmannahavn.
– Tað er valla ov nógv
sagt, at fáir bátar á allari
stevnuni vakti so stóran
ans, sum Tvørabáturin,
sigur Ólavur á Heygum,
sum hevði fingið hendan
navnframa, føroyska kapp-
róðrarbátin við á stevnuna.
Stevnan, sum var í Bella-
sentrinum í farnu viku, er
størsta bátastevna í Dan-
mark. Stevnan í gongur
undir heitinum, “Inter-
national Boat Show” og
dregur hvørt ár forvitnar
áskoðarar í tíggjutúsunda-
tali til sín at hyggja eftir
bátum av øllum møguligum
slag, heit frá fínum stutt-
leikabátum til smáar ára-
bátar.
Ólavur á Heygum hevur
altíð havt stóran áhuga fyri
føroyska bátinum og meðan
hann hevur búð í Danmark,
hevur hann eisini gjørt sítt
til at gera bátin kendan
ímillum manna, eitt nú
hevur hann skipað fyri
kappróðri við føroyskum
bátum í Danmark.
Fyri nøkrum árum síðani
keypti hann gamla Tvøra-
bátin, tá ið kappróðrar-
felagið á Tvøroyri hevði
ognað sær nýtt tíggju-
mannafar at rógva kapp
við.
Tað er eisini hann, sum
hevur tikið stig til róðrar-
og mentanarstevnuna, sum
verður á Tvøroyri í summ-
ar.
Vildi røra við
Tvørabátin
– Og nú stevnan skuldi
vera á Tvøroyri, helt eg, at
tað kundi loyst seg at farið
á hesa bátastevnuna at gera
vart við stevnuna.
– Í tí sambandinum var
báturin rættiliga pussaður
upp og tað varð eisini so
heppið, at hann kom at
standa rættiliga væl fyri á
stevnuni, sigur Ólavur á
Heygum.
Tá í báturin var settur á
básin, vóru árararnar øðru-
megin lagdar út, so hann
tók seg ómetaliga væl út.
Fyri at gera føroyska
básin enn meiri áhugaverd-
an, var eisini Celderfeldt
Olsen av Tvøroyri við á
stevnuni við modelbátum
og eisini hevði “Kallakórið
Lítla” konsert við básin
undir leiðslu av Marionnu
Clausen. Teir høvdu eisini
faldarar frá Oilwind í Vág-
um við sær á básinum.
Framsýnararnir
høvdu
eisini túsundtals ferðafald-
arar við sær, sum teir góvu
fólki, sum løgdu leiðina
framvið og teir sluppu av
við allar samlar.
Ólavur á Heygum sigur,
at tað var ovurhondss stórur
áhugi fyri føroyska básin-
um.
Hann sigur, at hesa
vikuna, stevnan vardi, vóru
eini 50.000 fólk og hugdu
at bátum og hann ivast ikki
í, at tey allarflestu løgdu
leiðina framvið føroyska
bátinum.
– Tað var týðiligt, at fólk
hildu føroyska bátin vera
nakað heilt serligt. Eg sá
alla tíðina fólka ganga
framvið bási eftir bás,
næstan uttan at skeita til
viks, men tá íð tey komu til
okkara bás, steðgaðu øll á
at hyggja at bátinum. Og øll
vildu tey sleppa at røra við
hann.
Tey spurdu eisini dúgliga
og Ólavur sigur, at hann
hevði úr at gera at greiða
frá.
Hann sigur, at hann
heldur, at tað, sum fangaði
áhugan, var, at talan var um
ein træbát og tí skilti hann
seg burturúr mongdini av
glastrevjabátunum og so
líkist hann einum víkinga-
skipið,
– Og so haldi eg fast um,
at føroyski báturin er nakað
sermerkt í øllum heimin-
um. Alt tað gjørdi, at fólk
løgdi merki hann.
Fekk kongliga vitjan
Størstan ans vakti tað
kortini, tá ið danski krún-
prinsurin kom framvið at
síggja tvørabátin.
Fríðrikkur prinsur var á
stevnuni fyrsta dagin, hon
var opin, tá ið hann gekk
runt og hugdi og tá kom
hann hann eisini at síggja
tvørabátin.
Tá ið hann kom, gjørdu
vit, sum vit plaga á stevnun
í Føroyum, at vit lyftu bátin
upp um høvd og tað vakti
eisini ans í tí stóru høllini.
– Sum vant var stórt fylgi
í hølunum á prisninum, ikki
minst
tíðindafólk
og
myndafólk og tað var so
heppið fyri okkum, at hann
gav sær góða tíð á okkara
bási og tá var eitt øgiligt
fólk rundanum Tvørabátin.
– Eg hevði fingið at vita
frá einum í fylginum hjá
Fríðrikki, at eg mátti ikki
seinka honum ov mikið, tí
hann var smábýttur.
– Eg svaraði bara aftur, at
so leingi prinsurin spurdi,
mátti eg svara.
Ólavur sigur at prinsurin
var ógvuliga áhugaður og
spurdi dúgliga, men so sá
hann, at onkur í fylginum
sendi eyguni eftir honum
og so skilti hann, at nú var
tíðin komin at gevast.
– Eg stakk so prinsinum
ein faldara um bátin og so
fór hann víðari.
Tvørabáturin fekk kongliga vitjan
Ólavur á Heygum var undir
føroyskari húgvu, tá ið han
greiddi tí forvitna, danska
krúnprinsinum frá um
føroyska bátin
Tað var sera stórur áhugi fyri
Tvørabátinum á stóru
bátastevnuni í Keypmanna-
havn og øll vildu sleppa at
røra við hann. Fyri at økja
áhugan fyri føroyska
bátinum, helt eisini
“Kallakórið Lítla” konsert við
føroyska básin
- Tað er sera gleðiligt,
at vit hava fingið eitt
mentunarálit og at
listin fær meiri pen-
ing. Men vit hava
onga trygd fyri
nøkrum, og als ikki
innan fyri mentan og
list. Listaøkið í Før-
oyum er ógvuliga
viðkvæmt. Vit síggja
ferð eftir ferð, at tað
er lætt at fara eftir
pengum, sum upp-
runaliga eru ætlaðir
til list, og brúka tað
til okkurt annað, tá ið
á stendur, sigur Odd-
fríður M. Rasmussen,
formaður í Lista-
fólkasambandi
Føroya, sum mælir
politikarum til at lesa
álitið við opnum
sinni
MENTANARÁLITIÐ
Turið Kjølbro
Formaðurin í Listafólka-
sambandi Føroya kann ikki
annað enn fegnast, nú
mentunarálitið, Mentan og
menning, loksins er komið.
At lagt verður upp til betri
virkiskor og at skapandi
listin fær meiri pengar at
arbeiða við.
Listafólkasambandið fær
høga raðfesting í álitinum,
skrivstovan hjá felagnum
skal styrkjast og mennast,
og í nógv størri mun enn nú
verða
ein
ráðgevingar-
miðstøð
fyri
listafólk.
Skrivstovan fær í dag
250.000 krónur um árið,
men álitið mælir til, at
upphæddin økist á hvørjum
ári til hon í 2006 er góð
hálv miljón krónur.
- Tann størsta kollvelt-
ingin í mentunarálitinum
viðvíkjandi
Listafólka-
sambandinum,
er,
at
skrivstovan hjá felagnum
fær so mikið nógvar pengar
at ráða yvir, at vit kunnu
keypa ta ráðgeving okkum
tørvar
í
løgfrøðiligum,
sosialum, fíggjarligum og
skattaligum viðurskiftum.
Innan hesi viðurskifti kann
skrivstovan í dag ikki veita
nøktandi ráðgeving, og tí
verður
tað
eitt
stórt
framstig fyri listafólkini,
um skrivstovan hjá felag-
num fær ta upphæddina,
sum skotið verður upp.
- LISA fer í framtíðini at
hava somu arbeiðsupp-
gávur og virkisøki sum nú,
men fer umframt at arbeiða
við ymiskum persónligum
viðurskiftum hjá listafólk-
um. Tí fer felagsskapurin
meiri at virka sum eitt
fakfelag, sigur Oddfríður
Marni Rasmussen.
Dygd og nøgd hvør
sítt
Ein av aðalhyrnissteinun-
um í nýggja álitinum er
uppskot
um
at
skipa
listøkið við listaráðum,
bókmentaráð, tónlistaráð,
leiklistaráð og myndlista-
ráð. Í 2006 skulu mynd-
listaráðið og bókmenta-
ráðið ráða yvir hálvari mió.
krónur og tónlistaráðið og
leiklistaráðið yvir ávíkavist
8 mió. krónum og 2,3 mió.
krónum. Lagt verður upp
til, at hesi ráðini gera nýtslu
av skrivstovuni og skrivar-
anum hjá Listafólkasam-
bandinum.
- Eg haldi ikki, at vit
skulu hefta okkum ov nógv
við, at nøkur øki fáa meir
enn onnur. Tað er ein sann-
roynd, at summi øki krevja
meiri enn onnur. Lista-
fólkasambandið var í byrj-
anini eitt sindur ivasamt
mótvegis øllum ráðunum,
sum skulu setast á stovn,
men tey eru eftir øllum at
døma neyðug, um megin-
reglan um armslongd skal
staðfestast og etisk mørk
haldast. Hinvegin haldi eg,
at 5-7 limir er alt ov nógv
til
hvørt
ráðið,
sigur
Oddfríður M. Rasmussen.
Í einum fimm ára skeiði
leggur mentunarálitið upp
til, at játtanin til skapandi
og útinnandi listina í Før-
oyum verður økt úr 9 mió.
krónum til 24 mió. krónur.
- Fær Mentunargrunnur
Landsins tær 9 mió. krónur,
sum lagt verður upp til,
verður hann rímiliga væl
fyri. Fólk fara altíð at seta
spurnartekin við, hvør fær
og ikki fær úr grunninum,
sigur Oddfríður M. Ras-
mussen og sipar til orða-
skiftið sum hevur verið um
vantandi stuðul til bóka-
útgávu.
- Ov nógvar bøkur koma
út og dygdin í nógvum er
alt ov vánalig. Dygd og
nøgd eru hvør sítt. Tað
kann
ikki
vera
nøkur
meining í at oysa bøkur út á
marknaðin, sum hvørki eru
fuglur ella fiskur. Nógvar
bøkur bíða eftir at sleppa
út, eg eigi sjálvur eina, men
eg haldi ikki, at ein bóka-
útgáva skal stuðlast 100
prosent.
Spurdur um hann sær
nakrar vansar við, at eitt nú
bókaútgáva
fær
meiri
pengar, sigur Oddfríður M.
Rasmussen.
- Vansin kann vera, at
slakað verður við dygdini,
men eg rokni við, at ráðini,
sum verða stovnað, fara at
taka dagar ímillum, hvat er
dygdargott og hvat ikki er.
Taka vit bókmentaráðið, so
síggi eg fyri mær, at fólk,
sum hava við bókaútgávu at
gera, skrivandi fólk og
onnur, fyri fyrstu ferð
nakrantíð fara at hava ein
dialog um bøkur. Í bløðun-
um kunnu tey øsa hvønn
annan upp um stuðul,
starvslønir og annað, men
tey hava aldri sitið saman
og tosað um viðurskifti,
sum hava vit bøkur og
bókmentir at gera. Okkum
vantar eitt sakligt kjak, ein
góðan dialog, tá ið tað snýr
seg um alla list, mentunar-
politikk og dygd.
Gongulag
Skal mentunarpolitikkurin,
sum verður stungin út í
kortið í álitinum, hepnast,
er ein neyðug fortreyt, at
politikarar finna eitt felags
gongulag. Eina ábending
um, hvussu gongulagið
verður, fáa vit týsdagin, tá
ið aðalorðaskifti verður um
álitið.
- Politikarar skulu leggja
dent á menning. Teir skulu
hugsa seg væl um, tí at geva
listini karmar, er ein góð
íløga, og eg vóni, at teir
lesa álitið við opnum sinni.
Ein íløga í føroyskan bú-
skap sum alt annað. Her
liggur so nógv í, sum kann
promovera Føroyar alla
staðni. Allar listagreinirnar
fáa høvið koma út um
landið. Verða ætlanirnar í
álitinum framdar í verki,
koma vit á eitt nøkulunda
altjóða og norðurlendskt
støði. Vit sleppa undan at
siga, at vit eru 40 ár aftan
fyri onnur.
Álitið eigur at fáa breið-
an stuðul, heldur Odd-
fríður.
- Mentunarálitið er vorð-
ið til í neyvum samstarvi
millum listafólk og Menta-
málastýrið. Eg vildi mett, at
álitið eigur at fáa breiða
undirtøku, men tá ið tað
kemur til mentan í Føroy-
um tori eg ikki at vænta
nakað frammanundan. Eg
kann bara vóna.
Listafólkini eru nógv í
tali í Føroyum. Í Lista-
fólkasambandinum
eru
2000 limir. Nú løgtingsval
stendur fyri durum, vónar
Oddfríður, at mentan og list
fáa gott pláss í valstríðnum.
- Tað er ikki vanligt at
egna við mentan í einum
valstríði, men nú hava vit
eitt álit at tosa út frá, og
álitið er realistiskt. Fyri-
munurin við, at álitið
kemur so seint í einum
valskeiði er, at tað kann
mynda valstríðið. Hinvegin
er vansin tann, at tað verður
gloymt eftir vali. Vit hava
onga trygd fyri nøkrum, og
als ikki innan fyri mentan
og list. Listaøkið í Føroyum
er ógvuliga viðkvæmt og
vit síggja ferð eftir ferð, at
tað er lætt at fara eftir
pengum, sum upprunaliga
eru ætlaðir til list, og brúka
tað til okkurt annað, tá ið á
stendur.
Hvussu listaliga um-
hvørvið í Føroyum sær út
um fimm ár, sigur Odd-
fríður Rasmussen.
- Í dag hava vit eitt
blomstrandi
mentanarlív
hóast alt. Men eg vóni, at
karmarnir verða betri, at
listafólk fáa frið og um-
støður at arbeiða og at
mennast, og at dygdin inn-
an listina verður betri, sigur
Oddfríður M. Rasmussen at
enda í viðtali.
Stórt framstig fyri listafólk
- Verða ætlanirnar í álitinum
framdar í verki, koma vit á
eitt nøkulunda altjóða og
norðurlendskt støði. Vit
sleppa undan at siga, at vit
eru 40 ár aftan fyri onnur,
sigur Oddfríður M.
Rasmussen
C
M
Y
K
9
8