hósdagur 7. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 46 - 7. mars 2002
Nr. 46 - 7. mars 2002
7
ÁLIT/BAKGRUND
Jan Müller
Møguliga er tað tilvildin
ella er tað lagnan, sum
vildi tað so. At tað dag um
dag verða løgd fram á
Føroya løgtingi tvey álit
ella frágreiðingar, sum
hvør í sær og saman hava
stóran týdning fyri fram-
tíðina hjá hesum landi og
fólki. Tað sipað verður til
her er mentanarálitið, sum
Óla Holm, landsstýris-
maður legði fram týs-
dagin, og síðani oljuvinnu-
álitið, sum Eyðun Elttør,
landsstýrismaður
legði
fyri tingið dagin eftir,
mikudagin. Neyvan hava
tvey øki fingið so nógva
umrøðu í seinastuni sum
nettupp mentanin og oljan.
Hvussu er støðan á hesum
økjum í dag, hvønn veg
ber tað, og hvat vilja vit!
Hetta eru dagsins spurn-
ingar. Tað er tí kanska ikki
so burturvið heldur, at vit
fáa tvey aðalorðaskifti á
tingi dag um dag um tvey
so stór og fyri Føroyar nær
tengd mál.
Vinna og mentan hava
vanliga ikki verið tengd
saman í føroyskum høpi,
men hyggja vit uttan um
okkum, so er tað heilt
vanligt, at hesi bæði økini
stuðla
uppundir
hvørt
annað.
Symbolikkinum
bagir tí heldur einki, tá
hugt verður at permunum
á teimum báðum álitun-
um, sum nú liggja á borð-
unum hjá øllum landsins
tingmonnum og lands-
stýrismonnum sum tvey
týðandi skjøl, ið skulu
vera við at byggja brúgv
millum nútíð og framtíð.
Permurnar á álitunum
illustrera
væl
munin
millum hesi bæði økini
men sæð í einum størri
samfelagshøpi ber eisini
til at síggja samanhang og
samlag. Á permuni á
mentanarálitinum eru tey
bleytu virðini, ein blá-
klokka, meðan tað bók-
staviliga sæð eru tey hørðu
virðini, sum síggjast aftur
á permuni á oljuálitinum,
ein
diamantherd
bori-
krúna. Harðari kann tað
neyvan verða.
Bláklokkan í mentanar-
álitinum roynir at festa
røtur í eini lítlari rivu á
eini hellu. Hon livir bara
av tí vatni, sum skolar eftir
helluni. Her liggur nógvur
symbolikkur vísandi til
komandi
mentanartil-
gongdina.
Borihøvdið
í
hinum
álitinum, oljuálitinum er
so tað harðasta av tí harða,
sum er í samfelagnum og
sum symboliserar royndir-
nar at finna fram til
oljuríkidømið í undir-
grund okkara.
Eftir stendur so spurn-
ingurin: hvussu tvey so
ymisk øki, tvey so ymisk
álit – ið byggja uppá so
stórar mótsetningar sum
tey bleytu og tey hørðu
virðini - kunnu sampakka,
virka saman í eini eind
landi og fólki til frama.
Tað er eisini búskapur í
mentan. Mentanin er í
nógvum londum størsti
ídnaðurin í framleiðslu av
musikki, filmi, radio- og
sjónvarpsprogrammum
o.ø. Nógv lond hava góðar
royndir av, at mentan og
vinnulív samstarva, og
vinnulívið hevur stóra
gleði av at brúka listafólk í
vinnulívinum. Tað snýr
seg ikki um at keypa ella
sponsorera eina konsert
ella framsýning. Tað snýr
seg um at brúka listafólk
inni á virkinum. Tey koma
við nýggjum hugskotum,
við
kreativiteti
og
fornýggilsi. Tey virki, sum
brúka listafólk, fáa gott
úrslit.
Taka vit so hina støð-
una, so er tað eisini vanligt
í okkara grannalondum, at
mentanarlívið
verður
fíggjað av vinnulívinum.
Stórar
fyritøkur
hava
stovnað
grunnar,
sum
stuðla mentan og list.
Men her er avgerandi, at
listin hevur sítt frælsi og
kann virka frítt.
Spurningurin er í hvønn
mun pengar frá olju-
vinnuni skulu í grunnar,
og har føroyingar so
sjálvir gera av, hvat teir
skulu fara til. Ella um
oljufeløgini sjálvi skulu
gera av, hvussu hesir
pengar verða skilabest
brúktir til at menna før-
oyska førleikan í hesi
vinnuni.
Tað eru m.a. hesar
spurningar vit hava sett
teimum báðum landsstýr-
ismonnunum í blaðnum í
dag.
Mentan og vinna hond í hond!
Finna vit olju, og hon
fer at geva samfelag-
num nýggjar inntøkur,
so er greitt, at hesar
koma eisini mentanini
til góða. Hetta eru
landsstýrismenninir á
økinum samdir um,
men teir halda eisini,
at í verandi støðu er
tað landskassin, sum
eigur at stimbra og
stuðla mentanini
OLJA OG MENTAN
Jan Müller
Nú fyrst eitt mentanarálit er
lagt fyri tingið og síðani eitt
oljuálit eisini hava vit hitt
báðar landsstýrismenninar
á økinum og spurt, hvussu
teir halda, at hesi bæði
økini kunnu samstarva og
sampakka í framtíðini.
Óli Holm, landsstýris-
maður heldur, at olja og
mentan eru knýtt at hvørj-
um øðrum uppá nógvar
ymiskar mátar. Hóast hetta
ikki beinleiðis kemur fram í
mentanarálitinum, so hava
Mentamálastýrið og Olju-
málastýrið tosað saman
um, hvussu verkætlanir,
sum hava tilknýti til eina
komandi oljuvinnu best
sampakka við eitt nú
undirvísing, gransking og
mentan her á landi. Herfyri
varð avtala gjørd millum
tey bæði stýrini um, at
verkætlanir,
sum
Olju-
málastýrið umsitur ella veit
um, og sum snúgva seg um
útbúgving, gransking og
mentan, skulu koma til
ummælis í Mentamála-
stýrinum.
Eisini
hevur
verið tosað um at fáa nakað
av førleikapengunum yvir í
t.d. Mentanargrunnin og
Granskingargrunnin. Bæði
stýrini eru samd um, at
mann lívgar bæði gransk-
ing og mentan við møgu-
ligum
førleikapengum.
Men einki ítøkiligt hevur
enn spurst burtur úr hesum
enn.
Óli Holm sigur, at so
hvørt menningin á oljuøk-
inum tekur dik á seg, er
eisini rætt at kanna, hvørji
árin henda vinna hevur á
mentanina í landinum. Her
er tað náttúrligt við einum
tøttum samstarvi millum
Oljumálastýrið og Menta-
málastýrið.
Landsstýris-
maðurin heldur tað vera
náttúrligt, at menninginn á
tí mentanarliga og tí
vinnuliga økinum og her
serstakliga í sambandi við
eina komandi oljuvinnu,
fylgist at, tí hesi øki uppá
so nógvar mátar eru knýtt
at hvørjum øðrum.
Óli Holm heldur annars,
at høvuðssjónarmiðið má
vera, at vit sjálvi gjalda fyri
okkara mentan. Men tað
forðar ikki fyri, at mann frá
oljuvinnuni letur pengar til
mentanarætlanir,
tí
tað
verður helst so, at henda
nýggja vinnan kemur at
hava árin á mentanina.
Landsstýrismaðurin vón-
ar, at vit í næstu viku fara at
fáa tvey góð og upp-
byggjandi orðaskifti á tingi
um ávikavist framtíðar
mentanarpolitikkin og olju-
politikkin.
Oljuálit fyri tingið
Í gjár legði landsstýrismað-
urin í oljumálum drúgva
frágreiðing fyri tingið um
gongdina og støðuna í
oljumálinum. Henda frá-
greiðing skal vera grundar-
lag undir einum aðalorða-
skifti á tingi í næstu viku
um framtíðar oljutilgongd-
ina. Niðurstøðan í frá-
greiðingini, um mann kann
siga tað so, er tann, at vit
mugu bíða til at taka
nýggjar avgerðir í hesi
vinnu, til eitt meira ítøkiligt
úrslit fyriliggur um brunnin
hjá The Faroes Partnership.
Tað verður væntandi meira
greitt í summar eftir boring
hinumegin markið. Av tí at
úrslitini av leitingini á
Atlantsmótinum hava ikki
verið nøktandi og sum
vónir vórðu settar til fer tað
helst eisini at hava ávirkan
á virksemi her hjá okkum,
og tí verður í oljuálitinum
mælt til at bíða við at seta
eitt kolvetnisráð á stovn til
meira fæst at vita um
Hessbrunnin.
Eyðun Elttør, landsstýris-
maður heldur tað vera
skilagott við tveimum orða-
skiftum á tingi í næstu viku
um ávikavist olju og ment-
an. Hóast her er talan um
tvey ymisk øki, so heldur
hann tað er áhugavert at
merkja sær, at hesar báðar
umrøður koma um somu
tíð, tí olja og mentan hava
nakað við hvørt annað at
gera. Her hugsar lands-
stýrismaðurin ikki minst
um tað vanligu fólkament-
anina, sum eisini sprettur úr
teimum vinnumøguleikum,
sum eru her á landi, og har
ein oljuvinna kemur sum
ein nýggjur møguleiki. –
Tað skal ikki vera nakar ivi
um, at tað er mín vón, at
teir nýggju møguleikar,
sum ein oljuvinna fer at
geva samfelagnum, eisini
koma mentanini og øllum
Føroya fólki til góða.
Eyðun Elttør dylur ikki
fyri, at nakað av orðaskifti
hevur tikið seg upp um
pengarnar, sum oljufeløg
lata til førleikamenning.
Hann heldur tað vera rætt,
at hesir pengar í mestan
mun fara til at menna tey
fólk og tær vinnur, sum
skulu virka í hesi nýggju
vinnu. Finna vit olju og vit
hava ment fólk og virki til
at kunna taka við hesi
avbjóðing, so vil alt hitt
koma av sær sjálvum. Her
sipar hann til tær inntøkur,
sum samfelagið fer at fáa
frá eini slíkari vinnu, og
sum tá fara at koma eitt nú
mentanina til góða og vísir
til, hvussu nógv oljuinn-
tøkur í øðrum londum eru
komnar mentanini har til
góða.
Landsstýrismaðurin
heldur, at vit eiga ikki at
síggja eina oljuvinnu og
okkara mentan sum tveir
mótsetningar – sum tvey
øki, ið mótvirka hvørjum
øðrum. – Eg síggi tvørtur-
ímóti hesi økini sum partar
av somu søk, nevniliga
hvussu vit við at fáa sam-
felagnum nýggjar inntøkur
frá okkara egna tilfeingi,
kunnu vera við til at skapa
trivna og menning á øllum
økjum, og her ikki minst á
tí mentanarliga økinum.
Lat okkum tí m.a. við
álitinum um oljuna í aðrari
hondini seta út í kortið ein
miðvísan og skilagóðan
politikk, sum so aftur kann
vera karmur nettupp at
kunna føra út í lívið teir
góðu tankar og intentiónir,
sum vit finna í mentanar-
álitinum. Eyðun Elttør
heldur, at soleingi vit ikki
fáa stórar inntøkur frá
oljuvinnuni,
so
eigur
landskassin at verða við til
at stuðla og stimbra ment-
anini.
Hann sær annars fyri sær,
at mentan og vinnulív eru
at meta sum tvey tannhjól,
sum kunnu koyra væl
saman. Fyri at kunna virka
er neyðugt, at hesi sam-
virka. Og tað er hetta hann
og eisini starvsfelagi hans-
ara í mentamálastýrinum
peika á saman, nú teir skulu
í tingið at við sínum álitum.
Oljuinntøkur skulu gagna mentanini
Olja og mentan á tinghúsvøllinum. Teir báðir landsstýrismenninir, Eyðun Elttør og Óli Holm
lata hvørjum øðrum síni álit á lesa undan aðalorðaskiftunum á tingi í næstu viku
Mynd Jens K. Vang
KJ-Hydraulik á
Kambsdali ger saman
við øðrum fyritøkum
í Eyturoynni stórt
umvælingararbeiði
um borð á grøn-
lendskum skipi, sum
liggur á Fuglafirði
ÍDNAÐUR
Edvard Joensen
Fuglafirði:
Ein
grøn-
lendskur línubátur liggur á
Fuglafirði, har hann verður
umbygdur fyri einar tvær-
tríggjar milliónir. Tað eru
fyritøkur i Eysturoynni,
sum gera arbeiðið.
Tað er fyrrverandi Mið-
vingur, sum í løtuni verður
umbygdur í Fuglafirði.
Skipið skal riggast til
garnafiskiskap, eins og
nýggj verksmiðja verður
sett í skipið, og sandblást
og málað verður eisini.
Reiðaríið Brdr. Lybert úr
Manitsoq
hevur
keypt
skipið úr Noreg, og er tað
ávegis til Grønlands komið
til Føroya til umbygingar.
KJ-Hydraulik á Kambs-
dali ger sjálvt umbygging-
ararbeiðið. Ætlanin er, at
skipið skal brúkast til
kombineraða garna- og
línuveiðu undir Eystur-
grønlandi.
Eisini annað arbeiði skal
KJ-Hydraulik gera. Ymiskt
vanligt servicearbeiði og
eisini okkurt fyri klassan.
Skipið er í løtuni skrásett
undir hentleikaflaggi, og
ein av uppgávunum KJ-
Hydraulik er millum annað
at syrgja fyri øllum í sam-
bandi við umflagging til
grønlendskt flagg.
Nýggj verksmiðja verður
gjørd umborð, og henni
tekur FJM i Runavík sær
av, meðan felagið Sand-
blásing við Ljósá stendur
fyri sandblásing og máling.
Alt í alt verður arbeitt
fyri eina tvær tríggjar milli-
ónir umborð á hesum
skipinum, sigur Ólavur A.
Olsen,
stjóri
hjá
KJ-
Hydraulik.
Nógv at gera
Hann letur hampiliga væl
at gongdini í løtuni. Smiðj-
urnar hava væl at gera,
sigur hann, hóast tað ikki
er, sum tá tað var upp á tað
mesta.
– Nú tykist, sum tað
ringasta trýstið er farið av,
sigur hann. Og hann grund-
ar tað partvís á, at nú eru
vinnutólini aftur komin í so
mikið frægan stand, at ikki
er brúk fyri smiðjum alla
tíðina.
– Sannleikin var tann,
sigur Ólavur Olsen, at
skipaflotin var so niður-
slitin aftan á kreppuna, at
skipini høvdu alla tíðina
fyri neyðini at verða kínd
og kelað fyri at hanga
saman.
Nú eru færri umvælingar.
Lutvíst tí tær stóru eru
gjørdar, men eisini tí, at nú
eru partar av flotanum
skiftir út við nýggjari skip,
sum ikki hava tær øgiligu
umvælingarnar fyri neyð-
ini.
Eisini kann tað spæla inn,
heldur hann, at fleiri nýggj
skip eru ávegis, og eigarar-
nir hava tí líkasum ikki hug
at brúka pening upp á tað
gamla, sum kortini veður
lagt ella kanska selt.
Men hóast tað tykist vera
komið meira í fasta legu
við smiðjuarbeiðinum nú,
er einki, sum bendir á, at
tað fer at gerast ov lítið
kortini. Allar smiðjurnar
hava tað, tær klára, og
folkið kennir seg trygt og
hevur ikki grund til at óttast
nakað arbeiðsloysi, sigur
stjórin á KJ-Hydraulik á
Kambsdali.
Nýbygningar
Kj-Hydraulik eigur eisini
smiðjuna Hydro-Tech á
Eiði. Og har manglar fólk í
løtuni. Lýsing hevur verið
at sæð í blaðnum, har søkt
verður eftir smiðjum og
sveisarum til Hydro-Tech.
– Tað kemst nú mest av,
at onkur er farin í annað
starv, og vit skuldu so
brúka fólk, sigur Ólavur
Olsen.
Men tað knípur at fáa
smiðir, sigur hann. Einir
tveir sveisarar hava boðið
seg fram, men eingin
smiður.
Hydro-Tech hevur smíð-
að fleiri alibátar úr alu-
minium. Tvíkiljur. Og tí
fara teir at halda fram við,
sigur stjórin.
Í komandi viku verður
ein latin Fiskaaling, og í
juni verður tann næsti eftir
ætlan latin Atlantic Sea-
farms hjá Hera Hjelm.
Tá hann er farin, er eing-
in sáttmáli eftir, sum støðan
er beint nú, sigur Ólavur
Olsen, Men fleri fyrispurn-
ingar eru, so áhugin er har.
Stórarbeiði fyri
grønlendingar
Skráin hjá Eystur-
oyar Gongufelag
fyri í ár byrjar nú
um vikuskiftið, tá
farið verður fyrsta
gongutúrin
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Saltangará: Eysturoyar
Gongufelag byrjar til-
tøkini í ár við einum
gongurturi úr Rók út á
Nes, har aðalfundur
verður hildin aftaná.
Hesin túrurin er tann
fyrsti av 14 túrum, skip-
að verður fyri í ár.
Kunningarstovan
í
Saltangará sigur í tíð-
indaskrivi,
at
fyrsti
gongutúrurin í ár verður
sunnudagin 10. mars.
Møtt verður úti í Rók,
haðani gingið verður
gjøgnum
Saltnes
og
Tofgtir út á Nes, har
túrurin endar í gamla
prestagaðrinum.
Har verður so aðal-
fundur felagsins. Kaffi
og bollar verða at fáa,
verður sagt frá.
Annars fer Eysturoyar
gongufelag at skipa fyri
fleiri túrum í summar.
Tann fyrsti eftir aðal-
fundin verður í apríl, og
endað verður í septemb-
er, stendur at lesa í fald-
ara, sum Ferðavinnan í
Eysturoy hevur givið út.
Túrarnir verða ymisk-
ir bæði í torleika og
eisini eftir, hvar teir
verða. Einir tveir túrar
verða aðrastðani enn í
Eysturoy.
Í mai mánaða er ætl-
anin at fara ein túr á
Viðoynna, har gingið
verður niðan á Villinga-
dalsfjall og Enniberg.
Í
august
er
tað
Streymoyggin, sum fær
vitjan av gonguglaðum
eysturoyingum.
Tá
standa Postalakirkja og
Tindur fyri tørni. Farið
verður úr Vestmanna.
Annars eru túrarnir
ymiskir. Bæði fjallatúrar
og eisini gongutúrar í
bygdum øki.
Eysturoyar Gongufe-
lag sigur, at eingin túrur
verður gjørdur yvirhøv-
ur, uttan loyvi fyrst er
fingið frá teimum, sum
eiga økið, har gingið
verður.
Tað kostar 150,- krón-
ur árliga at vera limur í
felagnum. Og tað gjald-
ið er fyri eitt heilt húski.
Allir túrar verða lýstir
í bløðunum, umframt á
tí faldaranum, sum givin
er út. Sum vera man
kunnu broytingar koma
í, og slíkum hevur fe-
lagið eisini tikið hædd
fyri í faldaranum.
Um fyrsta túrin, sum
verður sunnudagin, sig-
ur Kunningarstovan í
Saltangará,
at
fólk
kunnu tekna seg á Kunn-
ingarstovuni, sum hevur
telefon nr. 44 94 49 ella
fartelefon 21 14 49.
Eysturoyingar
fara aftur til
gongu
Eysturoyar gongufelag fer aftur í ár á fjøllini
Mynd: Óli Simonsen
Eitt grønlendskt línuskip, sum føroyingar fyrr hava átt, verður umvælt á Fuglafirði fyri einar tvær-tríggjar milliónir
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6