Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 46 - 7. mars 2002 Nr. 46 - 7. mars 2002 5 Ynskir 1.Lið hjá TB-kvinnum í flogbóltið hjartaliga tillukku við greipuni 2002 Ynskir 1.Lið hjá TB-kvinnum í flogbóltið hjartaliga tillukku við greipuni 2002 – Eitt samgonguskjal skal miða ivaleysa høgt, og tí fara altíð nøkur mál at standa eftir sum ikki eru avgreidd, tá ið val- skeiðið er runnið. Komandi landsstýrið uttan mun til, hvørjir flokkar fara at mynda tað, heldur uttan iva fram við arbeiðinum at orða ein íbúðar- politikk, sum vit hava sett skjøtul á, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við íbúðarmálum ÍBÚÐARPOLITIKKUR Turið Kjølbro Sambært samgonguskjalin- um skal ein greiður íbúðar- politikkur orðast í hesum valskeiðnum. Men hesin er ikki orðaður enn og nú minni enn tveir mánaðir eru eftir, til løgtingsval verður, er greitt, at ein slíkur ikki kemur á hesum sinni. Men tað merkir kortini ikki, at einki er hent á økinum, sigur landsstýrismaðurin við íbúðarmálum, Sámal Petur í Grund. – Beinanvegin hendan samgongan tók við, setti Almanna- og heilsumála- stýrið skjøtul á arbeiðið at orða ein íbúðarpolitikk, men arbeiðið er langt frá liðugt. Ístaðin hava vit lagt størri orku í at gera nýggja lóg fyri Húsalánsgrunnin og uppskotið liggur nú nær- um klárt. – Eitt samgonguskjal skal miða ivaleysa høgt, og tí fara altíð nøkur mál at standa eftir sum ikki eru avgreidd, tá ið valskeiðið er runnið. Komandi landsstýr- ið uttan mun til, hvørjir flokkar fara at mynda tað, heldur uttan iva fram við arbeiðinum at orða ein íbúðarpolitikk. Íbúðar- og bústaðartrotið nógva staðni í Føroyum hevur gjørt seg serliga galdandi seinastu árini, og tí hevur javnan verið frammi, at tørvur er á at finna út av, hvat bústaðar- mynstur vit ynskja í Føroy- um. Eitt nú hevur Arkit- ektafelag Føroya reist spurningin og viðgjørt hann á ráðstevnu í fjør. – Tað er alneyðugt at orða ein íbúðarpolitikk. Vit eru fyri so stórum broyting- um í Føroyum, at okkurt munagott skal til. Endur- skoðaða lógin fyri Húsa- lánsgrunnin og politikkur- in, landsstýrið hevur ført á íbúðarøkinum, gevur fólki, sum eru komin eitt sindur til árs, møguleikan at sleppa av við stór og krav- mikið hús og ístaðin fyri setast búgv í lutafelags- íbúð. At stórur tørvur er á bú- støðum í Havn og á størri plássum, er ikki uppgávan hjá landsstýrinum at taka sær av, leggur landsstýris- maðurin dent á. – Uppgávan hjá lands- stýrinum er at skapa karm- ar og gera skipanir, sum eru galdandi fyri alt landið. Verða bústaðir, sambýli, og eldrasambýli bygd úti um landið, verða bústaðir givn- ir leysir til onnur. Lands- stýrið hevur lagt fyri tingið uppskot um at inntøkan hjá pensjónistum at leiga út skal verða skattafrí. Hetta er ikki ein liður í at orða ein íbúðarpolitikk, men fyri at fáa til vega fleiri bústaðir. Íbúðargrunnurin og Húsa- lánsgrunnurin kunnu sum stovnar undir landinum virka við til at gera loysnir í Havn, men landsstýrið og løgtingið kunnu ikki byggja bústaðir í Havn, men gera lógir og skapar karmar fyri alt landið. – Vit sakna eina grundgeving. Vit kundu hugsað okkum at verið kunnað um fyrimunir og vansar við eini felags skúla- bygging. Tað kann væl ikki vera rætt longu nú at siga, at kommunan ikki vil verða við – uttan at borgarin veit, hvørjir vansarnir eru. Enn hava so fáir fundir verið um málið, at alt kann ikki vera komið fram enn um ætlan- ina, siga foreldur í Nes kommunu, sum hava vent sær til Sosialin FELAGSSKÚLI Vilmund Jacobsen Í síðstu viku frættist, at Runavíkar kommuna hevur lagt upp til eina stóra felags skúlabygging í Eysturoy. Fundur hevur verið millum nakrar av kommununum, eitt nú kommunurnar við Skálafjørðin og Gøtu kommunu. Fuglafjarða kommuna og Leirvíkar kommuna vórðu ikki bodn- ar við til hendan fundin. Ein nýggjur fundur verður um hálvan mars, og tá er ætlanin at bjóða øllum kommununum í oynni at verða við. Talan er um at byggja ein stóran skúla til framhalds- deildina, men enn er alt bara á kanningarstigi og sum skilst, hevur ikki verið samráðst um ítøkilig upp- skot enn. Men áðrenn málið er komið nakran veg, hevur Nes kommuna longu boðað frá, at hon verður ikki við í nakrari felags skúlabygg- ing. Foreldur undrast Nøkur foreldur á Toftum hava vent sær til Sosialin og siga seg undrast yvir, at kommunan longu nú meld- ar út, at hon ikki vil verða við í eini felags skúlabygg- ing. – Vit sakna eina grund- geving fyri hesi niðurstøðu. Vit kundu hugsað okkum at verið kunnað um fyrimunir og vansar við eini slíkari felags verkætlan. Tað kann væl ikki vera rætt longu nú at siga, at kommunan ikki vil verða við – uttan at borgarin veit, hvørjir vans- arnir eru. Enn hava so fáir fundir verið um málið, at alt kann ikki vera komið fram enn um ætlanina. Foreldrini vísa á, at hølis- trupulleikar eru í skúlanum á Toftum eins og í øðrum kommunum, og fór komm- unan uppí hesa felags bygging, høvdu nakrar skúlastovur, sum fram- haldsskúlin í dag brúkar, verið tøkar. Tey halda ikki, at ætlanin, sum er frammi um at útbyggja skúlan á Toftum, verður nøkur var- andi loysn, men heldur ein lappaloysn, tí skúlin er sum heild í ringum standi, ikki minst tann nýggi parturin. – Ungdómurin hevur lætt við at ferðast, og vit bera ótta fyri, at okkara ung- dómur verður eftirbátur, um kommunan ikki verður við í hesi ætlan. Foreldrini hugsa ikki minst um valmøguleikarn- ar, tá við lærugreinir skulu veljast. – Í einum lítlum skúla verða møguleikarnir nógv færri við tað, at næminga- grundarlagið er so lítið. Møguleikar eru á pappírin- um at velja fleiri lærugrein- ir í framhaldsdeildini, men oftast endar hetta við, at einar tvær lærugreinir vinna frama, meðan aðrar fella burtur, tí ov fáir næm- ingar eru á skúlanum. Tað eru ofta tær handligu læru- greinirnar, sum fella burtur, tí næmingarnir, sum ætla sær víðari á studentaskúla, noyðast at velja nakrar ávísar lærugreinir fyri at sleppa á skúlan. Kunnandi fundur Foreldur í Nes kommunu halda seg hava krav uppá at fáa at vita, hví kommunan heldur, at tað ikki er vert at umhugsa eitt samstarv um ein felags skúla saman við øðrum kommunum í oynni. – Vit halda, at ein stórur skúli verður meira attrakt- ivur hjá lærarum, og tí kann væntast, at hetta verður ein góður skúli við góðum og væl kvalifiseraðum lærar- um og nógvum valmøgu- leikum. Foreldrini reisa eisini spurningin, hvat lærararnir við Tofta skúla halda um ætlanina við einum stórum felagsskúla. At enda skjóta foreldrini upp, at kommunan skipar fyri einum kunnandi fundi um hesa ætlan, har greiða kann fáast á fyrimunum og vansum í hesum sambandi. Íbúðarpolitikkur ikki orðaður Foreldur í Nes kommunu undrast Foreldur í Nes kommunu spyrja, hvat lærararnir við Tofta skúla halda um ætlanina við einum stórum felagsskúla – Uppgávan hjá landsstýrinum er at skapa karmar og gera skipanir, sum eru galdandi fyri alt landið, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður við mentamálum C M Y K 5 4 Poul Hentze letur í dag, hósdag, upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Við á framsýningini eru umleið 15 máln- ingar, og opið er til og við týsdagin 12. mars LIST Ingrid Bjarnastein Poul Hentze sigur seg hava teknað síðani hann var barn, men við málingini byrjaði hann ikki fyrr enn hann gekk á student. Tað vil siga í umleið 1980. – Eg eri sjálvlærdur. Eg havi tikið okkurt bræva- skeið og eisini havi eg lisið nógv í bókum, sigur Poul Hentze. – Eg royni at siga okkurt við myndnum hjá mær. Eg havi altíð verið hugtikin av skaparaverkinum, og teir ymsu ljósvirkningarnir geva mær íblástur til at mála. Bara tað at síggja sólarljósið koma ígjøgnum mjørkan ein myrkan dag er nóg mikið til at fáa meg at fara eftir penslinum. Poul er dagliga lærari. Hann sigur, at eisini hjá børnunum fær hann íblást- ur til at mála. Tað spontana hjá børnunum gevur eisini nakað til málingina hjá Poul. Poul vil sjálvur kalla tað hann málar fyri natural- istiskt. At mála er fyri Poul eisini eitt slag av terapi. Tað hjálpir honum at sleppa av við nakrar kenslur, sum hann annars ikki fekk sagt við orðum. Sorg, gleði, ella hvat tað nú kann vera. Fyri Poul er tað týdningarmesta, at móttakarin fær okkurt burturúr málningunum. Tað hevur ikki so nógv at siga, um tey ikki skilja málning- in júst á tann hátt Poul ætl- aði tey skuldu skilja hann, men bert tað, at tey fáa okkurt annað burturúr hon- um. Ein stórur partur av frí- tíðini hjá Poul fer við at mála, men tó bert í tíðar- skeiðum. Tá hann ikki stendur við penslinum, so er tað gittarin og sangurin, sum fer avstað við frítíðini. Listaframsýningin letur upp í dag klokkan 15, og hon heldur áfram til og við týsdagin 12. mars. Íblástur í skiftandi ljósi Poul Hentze er dagliga lærari, og frá 7. til 12. mars hevur hann eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík Mynd: Jens Kr. Vang