Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. mars 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

NÁTTARLÍV Tíðindaskriv frá náttarravnunum Nú eru vit 72 náttarravnar; tó er ymiskt, hvussu virkin hesi eru. Vit hava sum mál at gerast so nógvir virknir ravnar, at vit kunnu nøkta tørvin við at limirnir ganga ein túr fyri hvørt tveir mán- aða skeið. Flestu ravnarnir eru fók, sum hava tann- áringar, men eisini fleiri onnur eru: ommur, abbar og so nøkur, sum bara gjarna vilja stuðla teimum ungu. Einasta treyt fyri at blíva limur í Náttarravn- unum er, at tú er ein ábyrgdarfullur vaksin (yvir 20 ár). Fyri at sleppa at ganga skipaðar túrar í okkara jakkum er eisini neyðugt, at tú hevur ein hugburð sum samansjóðar við okkara felagshugburð (sí faktarútarnar). Vit heita á øll foreldur, sum hava børn í tannárunum, og ann- ars øll vaksin, um at koma við í tiltakið. Byrðan verður lættari at bera, jú fleiri vit eru. Ringið til onkran av nevndarlim- unum, so eru tit við. Einki limagjald er. Tey sum hava roynt at gingið eina nátt sum náttarravnar siga, at tað er eitt stak positivt upplivilsi og als einki at ræðast ella halda verða ov tungt. Høvuðsendamálið við Náttarravnunum er verða úti millum børn og ung, eftir tí lokala tørvinum, fyri at vísa ábyrgd og umsorgan og á tann hátt óbeinleiðis fyribyrgja harðskapi og herverk. Í hesum er ein grundleggjandi tanki, at ættarliðini eiga at verða saman. Tað er ikki rætt, um bert ung í hópatali eru saman; tey hava tørv á tryggleikanum við at ábyrgdarfull vaksin eru nær. Royndirnar frá fleiri skandinaviskum býum, sum hava náttarravnafeløg, er at harðskapur og herverk minka við einari helvt. Eitt sum sermerkir Nátt- arravnarnar er, at vit vilja megna okkara virksemi við sjálvboðnari hjálp og vit vilja ikki tyngja teir al- mennu kassarnar. Náttar- ravnarnir ganga sjálvboðnir og uttan samsýning, og okkara útreiðslur verða goldnar av okkara spon- sorum, sum í stóran mun eru fyritøkur og stovnar í býnum. Higartil hava hesi stuðlað okkara virksemi: Býráðið stuðlar við at gjalda fyri okkara leigaðu høli, Losjan stuðlar við sámuligari leigu, Lions stuðlar við fartelefonum og skrivstovuútgerð, Trygg- ingarsambandið Føroyar við jakkum, Føroya Tele við talutíðarkortum, P/F Pól Hansen við karamell- um og hítum, P/F Pól Mikkelsen við kaffi, SpF Viggo Kjeld við ábiti, P/F Frants Restorff og P/F hjá Gunnleivi við breyð og viðskera, Frank Jacobsen við heimasíðugerð, P/F Formula Føroyar við pappíri. Stuðlað við peng- um hava Føroya Sparikassi og P/F Farpack. Vit takka okkara sponsorum fyri samstarvinum til frama fyri okkara ungu og okkara býi. Okkara royndir higartil eru sera positivar. Tey ungu hava tikið ógvuliga væl ímóti okkum og vit hava mong dømi um at vit hava veitt hjálp á ymsan hátt. Um harðskapurin og her- verki er minkað í býnum, er kanska ov tíðliga at siga, og eisni er tað helst onkur annar sum skal úttala seg um tað. Vit kunnu tó nevna at vit fleiri ferð hava steðgað bardøgum, hava hjálpt fólkið á sjúkrahús o.l. Vit vilja her takkað løgregluni fyri sera gott samstarv; teir hava altíð verið góðir at heita á og verið skjótir uppá pláss tá vit hava heitt á teir. TÍÐINDASKRIV MÁF Fyrsta summardag, leygar- dagin 25. mai 2002, skipar MÁF fyri barnasjónleik- arastevnu í Havn. Boðin á stevnuna eru øll 9-14 ára gomul børn í Føroyum, ið áhuga hava fyri sjónleiki, og sum arbeiða við sjón- leiki, antin tað so er í skúl- anum ella í frítíðini. Børnini fáa her eitt frálíkt høvi til at spæla sjónleik fyri øðrum børnum og síggja sjónleik, ið onnur børn spæla. Leikt verður bæði úti og inni. Børn og lærari gera sjálvi av, hvat leikt verður, men serliga er hugsað um, at bólkarnir sjálvir gera leik burtur úr søgn og søgu. Barnasjónleikarastevnan varð á fyrsta sinni hildin í fjør, tá leikt varð úti og inni í miðbýnum í Havn, í Við- arlundini, Grasagarði og Sjónleikarhúsinum. Bólk- arnir á barnasjónleikara- stevnuni í fjør vóru bólkur úr Kommunuskúlanum í Havn, bólkur úr Megin- skúlanum á Sandi, úr Sjón- leikarskúli Havnar Sjón- leikarfelags, Norðskála/ Oyrar Skúla og Sjónleikar- skúlanum í Nólsoy. Hóast hóttanir um verk- fall og tiltøk í tí sambandi, sum gjørdu, at bólkar sett- ust aftur, eydnaðist barna- sjónleikarastevnan væl í fjør, og verða tað vónandi enn fleiri bólkar, ið tekna seg til tiltakið í ár. Enn er ikki ov seint at tekna seg til stevnuna. Bólkar, ið ætla at verða við, kunnu tekna seg hjá MÁF í seinasta lagi 10. mars 2002. Verður leikt uttandura, eigur at verða hugsað um at hava færri orð og gera meira burtur úr kropsmál- inum. Skúlarnir og sjónleikara- eløgini bera sjálvi kostn- aðin av ferðing, uppihaldi og mati. Til ber at fáa hjálp og vegleiðing frá Biritu Mohr hjá MÁF og Gunnvør Joen- sen á Landsmiðstøðini. Hetta gerst við at ringja til Maluna Joensen á MÁF á tlf. 315624 ella at senda teldupost til maf@maf.fo. Opið er mánadag og týsdag frá kl. 10 til 15, mikudag frá 13-18, hósdag og fríggjadag frá 10-15. Børn leika fyri børnum og fylla Havnina við sjónleiki Náttarravnarnir: Positivar royndir Nú eru náttarravnarnir tilsamans 72 í tali Fakta um Náttar- ravnarnar: Náttarravnarnir í Tórs- havnar kommunu, varð stovnað 14. november 2001. Felagið hevur sostatt verið virkið nú í slakar fýra mánaðir. Nátarravnar hava verið úti hvørja fríggja- og leygarnátt síðani stovnanina. Eis- ini hava teir verið úti nakrar aðrar nætur um jólini og trettunda- halgina. Tá tiltøk eru, sum nógv ung fara til, t.d. dansur og kon- sertir, eru altíð seks náttarravnar í tveimum bólkum úti. Onnur kvøld er ein bólkur við trimum ravnum á gøtuni 2 Nr. 46 - 7. mars 2002 Nr. 46 - 7. mars 2002 3 Skeiðsdepilin fyri strongd í útnorðri Vit eru fegin um at kunna bjóða tygum vælkomnum til Skeiðsdepilin fyri strongd í útnorðri, sum hevur høvuðssetur í Føroyum. Skeiðsdepilin í útnorðri er ein sjálvstøðug eind av Center for stress í Danmørk, sum í fleiri ár hevur undirvíst í leiðslu, sálarligum arbeiðsumhvørvi, arbeiðsgleði og strongd á einum ótali av fyritøkum, felagsskapum og stovnum. Í hesum sambandi verður skipað fyri skeiði í Føroyum. Tað verður: Týsdagin 26. mars frá kl. 9.00 til 16.00 í Tórshavn Á skránni: Strongd, arbeiðsgleði og lívsvirði Skeiðið vendir sær til øll, sum vilja hava størri arbeiðsgleði. Somuleiðis vendir skeiðið sær til fyristøðarar, sum ynskja sær størri innlit í tað starvandi menniskjað fyri á henda hátt at fáa fatan av, hví summi starvsfólk bera seg at, sum tey gera. Skeiðið er sostatt á tremur við góðum amboðum til at bøta um arbeiðslívið. Kanningar í Danmørk og Evropa vísa týðiliga, at tað sum skal til fyri at halda fast við starvsfólkið er eitt gott sálarligt arbeiðsumhvørvi.Tað er tað,sum flestu starvs- fólk raðfesta fremst viðv. arbeiði teirra. Undirvíst verður í strongd, sjálvstileggjan, starvsførleika, samskifti, arbeiðsgleði og støðisligari samskipanarsálarfrøði. Tann, ið undirvísir á hesum skeiði, er Thomas Milsted, sum er fyristøðari á Center for stress í Danmørk. Hann hevur í nógv ár undirvíst í Føroyum, eitt nú á MBM, Eimskipi, Handilsskúlanum og Faroe Seafood. Prísurin fyri eitt dagsskeið er 1.500 kr. íroknað kostarhald. Harumframt er møguligt at fáa Thomas Milsted út á fyritøkur til eitt innanhýsisskeið, um ein hevur hug at skipa fyri einum dagsskeiði fyri starvsfólkinum á staðnum. Hetta ber til mánadagin 25. mars ella mikudagin 27. mars. At bíleggja dagarnar 25.mars ella 27.mars og fyri at tekna seg til skeiðið Strongd, arbeiðsgleði og lívsvirði vinaliga sendið teldupost til: stress@kursus.dk ella ring- ið á tlf. 0045 33 37 95 05. Umboð í Føroyum er Kim Petersen. Meiri um Skeiðsdepilin fyri strongd í útnorðri www.center-for-stress.dk NEYVAN! Dýrt ...?? team85 1.545 kr. SIEMENS C45 v/ eyka fronti Telefonin hevur allar hentleikar: WAP, mynda-SMS, kalendari, spøl, vibrator, adressubók, fleiri ymiskar frontar. Alt tilhoyr til SIEMENS fartelefonir -15 % Tilboðini eru galdandi frá . mars. og so leingi vøran er á goymslu. Fyrivarni verður tikið móti prentvillum 1 Tórshavn 317010 Miðvágur 332000 Klaksvík 457488 Sandur 361000 Tvøroyri 371000 Saltangará 404400 C M Y K 3 2 Fólk í Havn hava kanska lagt til merkis at seinastu dagarnar hevur virkað rættiliga fult uppi á Brennistøð- ini á Hjalla. Hetta komst av tí, at Brennistøðin í seinastu viku lá still í eini 8-10 dagar BURTURKAST Ingrid Bjarnastein Á hvørjum árið um várið leggur Brennistøðin stilt í eina viku ella tvær. Hetta tí støðin krevur árligar umvælingar. Í ár legði Brennistøðin so aftur stilt. Hesaferð í seinastu viku. – Vit leggja stilt á hvørjum árið í februar ella mars mánaða, sigur Mikkjal Absalonsen, rakstrarleiðari á Brenni- støðini á Hjalla. – Í ár gjørdu vit tað so í seinastu viku, og er hetta orsøkin til, at tað kann tykjast eitt sindur fult her uppi. Tað er skjótt, so hópar alt burturkastið seg upp. Vit fáa millum 50 – 60% av burturkasti inn um dagin, so tað er ikki smávegis. Men tað er longu minkað nógv, og fer eisini at minka meira hesa vikuna og komandi viku. Merkja høgtíðirnar Ruskið minkar skjótt aftur, og um hesa ársins tíð er ikki so nógv rusk. Eisini kavaveðrið hevur sítt til, at ruskið ikki er so nógv, sum kanska aðrar dagar á árinum. – Nú fer tað at minka rættiliga nógv, men so um eini tvær vikur, so fer tað helst at vaksa aftur, tí tá koma páskirnar, sigur Mikkjal Absalonsen. Tað merkist ikki bert tá tað eru páskir, men eisini tá aðrar høgtíðir eru, tí tá er altíð meira rusk enn vanligar dagar. Brennistøðin lá still Samgongan hevur skert møguleikarnar at veita skattalætta, sigur andstøðan SKATTALÆTTI Áki Bertholdsen – Skal andstøðan atkvøða fyri uppskotinum frá fólka- flokkinum um skattalætta, skal fólkaflokkurin aftur- fyri atkvøða ímóti upp- skotinum at lækka blokkin. Tað eru treytirnar, sum javnaðarflokkurin og sam- bandsflokkurin seta fyri at taka undir við skattalætt- anum hjá fólkaflokkinum. Í gjáramorgunin við- gjørdu javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin uppskotið hjá fólkaflokk- inum um at veita skatta- lætta og tað er greitt, at tað verður ikki treytaleyst, at flokkarnir fara at taka undir við tí. Fólkaflokkurin hevur annars sæð ein møguleika fyri at fáa uppskotið sam- tykt, tí tað líkist rættiliga nógv uppskotinum, sum javnaðarflokkurin og sam- bandsflokkurin løgdu fram í november í 2000. Men javnaðarflokkurin heldur ikki, at málið er so einfalt. – Tá ið vit løgdu uppskot fram um at lækka skattin í 2000, var tað út frá teirri sannroynd, at tá hevði landskassin havt stór avlop í fleiri ár og tá hildu javn- aðar- og sambandsflokk- urin ikki, at lág- og miðal- inntøkurnar og húski við børnum, høvdu fingið sín part av búskaparliga vøkstrinum, siga javnaðar- flokkurin og sambands- flokkurin í tíðindaskrivi á miðdegi í gjár. Høvdu ein gyltan møguleika Andstøðan sigur, at tá ið uppskotið varð lagt fram í november í 2000, arbeiddi Løgtingið við við at leggja fíggjarlógina fyri 2001, har ið roknað var við 993 milliónum í blokkstuðuli í Danmark og at fíggjarlógin fór at geva eitt avlop upp á 347 milliónir. – Tá høvdu vit ein góðan møguleika at geva skatta- lætta, men tá segði sam- gongan nei, siga javn- aðarflokkurin og sam- bandsflokkurin. Flokkarnir vísa á, at síð- ani hevur samgongan lækk- að blokkstuðulin 366 milli- ónir, umframt at útreiðsl- urnar á fíggjarlógini eru munandi øktar. – Avleiðingin av tí er, at fíggjarlógin fyri 2002 fer at geva hall, og tað enntá áðrenn játtanin til, m.a. pensjónistar, er samtykt. Javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin siga, at tá ið fólkaflokkurin nú í sjálvdrátti leggur uppskot fram um skattalætta, hálvan annan mánað fyri løgtings- valið, er tað ikki annað enn ein roynd at fjala útyvir mistøkini, sum fullveldis- samgongan, við fólkaflokk- inum á odda, hevur framt í hesum valskeiði. – Í 2000 høvdu vit ein góðan møguleika at lata skattalætta, men nú eru fortreytirnar ikki tær somu. Tað kunnu føroyingar takka fullveldissamgonguni fyri, siga javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin. – Men verður uppskotið broytt, er ein lítil møguleiki fyri at javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin kunnu taka undir við tí. – Men treytin er, at so skal fólkaflokkurin atkvøða ímóti uppskotinum at lækka blokkstuðulin 366 milliónir, sigur andstøðan. Andstøðan setir treytir fyri at atkvøða fyri skattalætta Fyri einum góðum árum síðani høvdu vit ein gyltan møguleika fyri at lækka skattin, men tá segði samgongan nei. Og nú er møguleikin ikki tann sami, siga javnaðarflokkurin og sambandsflokkurin Brennistøðin lá í seinastu viku still í eina góða viku. Hetta komst av árligum umvælingum. Men longu nú er farið í gongd aftur við dagligu arbeiðsgongdina