Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 23 VIKUSKIFTI Ikki bert ognir, men heim Vestmanna Sethús, Toftavegur 17 Sera hugnalig hús við góðum útsýni. Húsini eru í tveimum hæddum. Í niðaru hæddini er durur/gongd, baðirúm, køkur og stova. Í ovaru hæddini eru fýra kømur. Talan er um eini eldri hús, men nógvar umvælingar eru gjørdar. Takið er nýtt, og ketilin er eisini nýggjur. Vindeygu og klædningur vórðu skift í 2000, og tá vórðu øll gólvini í niðaru hæddini eisini skift. Í fjør vórðu húsini bjálvað, og baðirúmið varð gjørt av nýggjum. Húsini standa væl fyri beint við skúlan, ítróttar høllina, barnaansing og handil. Út­ sýnið er sera gott yvir bygdina og fjørðin. Prísuppskot: kr. 850.000 Nýggj og snøgg hús í tveimum hæddum. Í miðhæddini er hjallur, gongd, baðirúm, køkur, stova og tvey kømur. Á loftinum, sum ikki er liðugt bygt, er loftsstova, baðirúm og tvey kømur Eisini er krúpi­ kjallari. Innan er alt nýtt, ljóst og snotiligt. Húsini standa væl fyri á Skála við sera góðum útsýni. Prísuppskot: kr. 1.000.000 Góð sethús við íbúð. Í miðhæddini er gongd, køkur, brúggers, stova og baðirúm. Á loftinum er alrúm, trý kømur, baðirúm og goymslurúm. Í niðastu hæddini er fýrrum/ kjallararúm og ein íbúð. Í íbúðini er gongd, stova/køkur, tvey kømur og baðirúm. Húsini standa í friðarligum og barnavinaligum um­ hvørvi og hava nakað av útsýni. Býlingshús, skúlar og handlar eru nær við, og buss­ sambandið er gott. Prísuppskot: kr. 2.300.000 130 220 2 1920 125 815 2 2006 226 506 3 1987 skála Sethús, Hórheiðar 1 hoyVík Sethús, millum Gilja 62