Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 24 Sosialurin Ítróttur Hilmar Jan Hansen Fyri viku síðani vóru tríggir dystir spældir í innleiðandi umfarinum í ársins útgávu av kappingini um Løgmanssteypið, og um vikuskiftið er so klárt at fara undir fyrsta um­ far, ið tilsamans fevnir um átta dystir og tískil eins væl kundi itið áttanda partsfinalur. Nú koma eisini øll tey bestu liðini við, so sum Voda foneliðini og tey fremstu í næst bestu deildini. EB/Streymur, sum vann steypa­ kappingina í fjør, skal spæla sín fyrsta dyst á útivølli ímóti B36, men tann dysturin verður ikki fyrr enn sunnudagin. Allir hinir dystirnir eru leygardagin, og tá eru eisini tvær aðrar uppgerðir millum tvey Voda fonelið, tí HB spælir ímóti Víkingi og NSÍ ímóti B71. Annars eru hinir dystirnir í fyrsta umfari millum lið í Vodafonedeildini og lægri lið, men tó er eitt undantak, sum er dysturin millum AB og TB, ið kundi verið ein forsmakkur upp á oddastríðið í næstbestu deildini. Vinnandi liðini um vikuskiftið koma í fjórðingsfinalurnar, sum verða spældar mikudagin 4. mai. Hálvfinalurnar verða spældar ávikavist hósdagin 19. mai og týsdagin 14. juni, og sjálv steypa­ finalan verður eftir skránni spæld fríggja dagin 5. august. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Í kappingini, sum Víkingur herfyri skipaði fyri millum fýra tey fremstu liðini frá kapp ingini í fjør, vendi alt meira ella minni øvugt, tí Skála vann í finaluni á Víkingi, og AB vann í bronsudystinum á KÍ. Sama dag var dystur millum upp flytararnar, B36 og HB, og hann vunnu HB­kvinnurnar. Hertil skal tó sigast, at fleiri av lið unum vóru skerd, so tað gav ikki rættastu myndina kortini. Kappingin hjá kvinnunum hevur í meira enn tíggju ár snúð seg um, um nú nakar megn aði at bjóða KÍ ordiliga av, tí klaksvíkskvinnur hava nú vunnið ellivu meistaraheiti á rað – og siga seg framvegis vera svangar eftir meira. Hetta er eis ini spurningurin í ár, um nakar klárar at standa KÍ kurl, tá avtornar, ella um alt verður, sum tað plagar, tá kappingin er av í heyst. Fyrsti dysturin hjá KÍ er á útivølli ímóti B36, sum er uppflytari. B36 hevur fyrr megnað at givið KÍ kapping til strik una, og tað eina árið var bara málúrtøkan á muni, men neyvan hava havnarkvinnur somu styrki, sum tær tá høvdu. Víkingur tekur ímóti AB í Gøtu og er hetta ein uppgerð millum nummar fýra og tvey í fjør, sum eisini kann geva eina ábending um, hvat liðini makta. Í triðja dystinum spæla upp fluttu kvinnurnar hjá HB á heimavølli ímóti Skála, sum í fjør vann bronsu og kom í steypa finaluna. hilmarjan@sosialurin.fo Renna aftur eftir KÍ Kvinnufótbóltur Fyrstu dystirnir í landskappingini hjá kvinnunum verða spældir sunnudagin, og tá fæst kanska ein mynd av, hvussu sterk tey ymsu liðini eru, og um nakað teirra kann hótta KÍ, ið jagstrar sítt tólvta meistaraheiti Hilmar Jan Hansen Tey, sum hava stóran áhuga fyri fimleiki, kunnu næstu tíðina upp­ liva einar 2.600 fimleikarar, tí tey trý stóru fimleikafeløgini hava í hesum døgum framsýningar. Støkk, Ljósið og Havnar Fimleikafelag senda sínar virknu limir út á gólvini, har tey vísa síni bestu kynstur. Árligu framsýningarnar hjá Støkk byrjaðu longu í gjárkvøldið í ítróttarhøllini í Runavík, tá tey yngstu vóru í gongd, og í morgin klokk an 17 og sunnudagin klokkan 15 hevur Støkk aftur framsýningar, ið fevna um eina blandaða skrá av teimum, sum eru í skúlaaldri og eldri. Talan er somuleiðis um bæði amboðsfimleik og estetiskan fim­ leik, ið kann síggjast. Somuleiðis hevur fimleikafelagið Ljósið í Havn sínar árligu fram­ sýningar um vikuskiftið, og er talan um tvær sýningar í morgin. Tey yngru liðini fara í gongd klokkan 14, og so eru tað tey eldru liðini, ið standa fyri tørni á seinnu framsýn­ ingini, ið byrjar klokkan 17. Havnar Fimleikafelag hevur longu havt eina amboðsframsýning í Fimi, men annars verða árligu fram sýningarnar leygardagin 9. og mánadagin 11. apríl. Tó ber til at uppliva fimleikarar frá lands ins størsta felag, tí Havnar Fimleika felag hevur framsýning í Vestmanna í morgin frá klokkan 19 til 21. Ikki er yvir at dylja, at hóast fimleikararnir eru nógvir í tali, so er geografiska spreiðingin ikki so stór, tí mesti fimleikurin í Føroyum er í Havn, Eysturoynni og Klaksvík, meðan onnur øki í landinum eru mestsum deyð í fimleikahøpi. At eitt felag tí fer út í okkurt av teim­ um økjunum at sýna fram, kann kanska kveikja áhugan. hilmarjan@sosialurin.fo Fleiri fimleika­ framsýningar fimleiKur Øll trý tey stóru fimleikafeløgini hava framsýningar um vikuskiftið, so bæði í Runavík, Havn og Vestmanna ber til hjá fólki at hyggja at fimleiki SteYP uPP Á SPÆl EB/Streymur vann steypakappingina í fjør og hevur vunnið trý av teimum síðstu fýra árunum. Nú nýggj kapping um Løgmanssteypið fer í gongd, fæst at síggja, um sundalagsmenn aftur skulu vinna Mynd: Álvur Haraldsen Øll tey stóru í gongd løgmanSSteYPið Í morgin og sunnudagin verður fyrsta umfar í steypakappingini hjá monnum í fótbólti, og nú er tað líkasum meira álvari í, tí øll Vodafoneliðini koma upp í kappingina Dystir um vikuskiftið SunSet-kappingin 03/04 14.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Stjørnan - StÍF 03/04 14.30 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VÍF - Kyndil 03/04 15.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VB - Tjaldur atlantic airwayS-kappingin 01/04 19.15 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Team Klaksvík - StÍF 03/04 16.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . VÍF - Kyndil 03/04 18.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . KÍF - H71 kappingin um løgmanSSteypið 02/04 15.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . NSÍ - B71 02/04 15.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B68 - FC Hoyvík 02/04 15.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . ÍF - Skála 02/04 15.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 07 Vestur - FC Suðuroy 02/04 16.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB - Víkingur 02/04 17.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Undrið - KÍ (í Klaksvík) 02/04 18.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . AB - TB 03/04 15.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 - EB/Streymur 1. deild kvinnur 03/04 12.30 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . B36 - KÍ 03/04 14.00 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . Víkingur - AB 03/04 17.15 . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . HB - Skála Savnsmynd