Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 24 VIKUSKIFTI Tann 30. mars í 1981 varð nývaldi amerikanski forseTin, ronald reagan, skotin uTTan fyri WashingTon hilTon hoTel í Washington. forseTin skuldi einans ganga nøkur fá feT frá hotellinum í bilin, ið bíðaði efTir honum. Úr mannamúgvuni Trein Tá Tann sinnissjÚki John hinckley og skeyt seks skoT efTir forsetanum. eiTT rakTi hann í bringuna. varð reagan ikki beinanvegin koyrdur á sJúkrahús, hevði hann neyvan sloppið við lívinum Árvakin lívverji bjargaði reagan Søga uni arge ua@sosialurin.fo Ársdagarnir fyri skakandi hendingar eru tíverri mangir, og tann 28. februar í ár vóru liðin 25 ár, síðan svenski for sætisráðharrin, Olof Palme, varð myrdur. Mikudagin 30. mars vóru liðin 30 ár, síðan ein skottilburður í Washington kundi havt kostað Ronald Reagan lívið. Reagan hevði tá einans verið ameri kanskur forseti í 69 dagar. Maðurin, ið skeyt, var tann 23 ára gamli John Hinckley. Hann skeyt for­ setan, tí hann vildi vinna tokkan hjá sjón leikarinnuni, Jodie Foster, ið hann var sjúkliga hugtikin av. Ronald Reagan hevði á forseta­ valinum 4. november í 1980 vunnið ein lemjandi sigur á Jimmy Carter. Hann fekk 50 prosent av atkvøðunum og Jimmy Carter einans 41 prosent. Reagan vann í 44 statum og Carter bara í seks. Valið var ein sonn republikansk kollvelting og høgrasnaring í amerikonskum politikki, ið m.a. hevði við sær, at reto­ rikkurin ímóti Sovjetsamveldinum herdist. Í dag minnast vit m.a. stjørnu­ krígsætlanina, toppfundin millum Gorbatjov og Reagan í Reykjavík og dagar nar í 1990, tá Sovjetsamveldið upp loystist. Ilt í bringuni Spurningurin er tó, um søgan hevði lagað seg soleiðis, sum hon gjørdi, um ein av lívverjunum hjá Ronald Reagan, Jerry Parr, ikki skundisliga skump aði Reagan inn í bilin, ið bíðaði eftir forsetanum uttan fyri Washington Hilton Hotel kl. 14.27 tann 30. mars í 1981. Støðan hjá Reagan var onki serlig, tá hann var komin í bilin. Hann hevði ilt í bringuni og helt, at hann hevði brot ið eitt rivjabein í teirri løtu, hann varð skumpaður inn í bilin. Tá hann hostaði blóð, helt hann, at hann hevði bitið seg í vørrina. Jerry Parr var als ikki álvuligur við støðuna. Hann helt, at eitt brotið rivjabein hevði punkterað annað lung að hjá forsetanum og gjørdi tí av ikki at fara til Hvítu Húsini við Reagan, sum ætlanin hevði verið, men at koyra hann á George Washington University Hospital. Fýra minuttir eftir skot tilburðin komu teir á sjúkrahúsið. Hóast Jerry Parr hevði biðið um, at sjúkra húsið var til reiðar við eini børu, tá teir komu, stóð ongin fyri teimum við inn gongdina. Ronald Reagan reistist úr bilinum og kravdi at sleppa at ganga sjálvur inn á sjúkrahúsið. Komin inn í gong­ ina hevði hann ilt við at anda, beinini ristust, og hann setti annað knæið fyri seg. Jerry Parr og onnur hjálptu honum inn á skaðastovuna, og tá eitt av starvsfólkunum spurdi eitt av hjálparfólkunum hjá Reagan, hvør sjúklingurin var, skiltu tey bilsnu starvs fólkini, at sjúklingurin í teirra kønu hondum var tann nývaldi ameri­ kanski forsetin. Læknin, ið kannaði Reagan, legði skjótt til merkis, at blóð trýst­ ið hjá Reagan var fallið nógv orsakað av skelki. Farið varð undir at viðgera for­ setan beinanvegin, og Jerry Parr gjørdist ovfarin, tá læknin segði honum, at forsetin var skotin. Hann helt framvegis, at Reagan hevði punkterað annað lungað av einum brotnum rivjabeini. Nancy Reagan, kona forsetan, kom nú al goyst á sjúkrahúsið, og tá hon steig inn á sjúkrastovuna, læt í gamla sjón­ leikaranum í forsetasessinum: »Honey, I forgot to duck!« Fýra mans raktir Skurðlæknin á sjúkrahúsinum gjørdi av, at Reagan skuldi leggjast undir skurð, tí hann bløddi illa. Tey, ið vóru við til skurðviðgerðina, vistu ikki, at kúlan, ið John Hinckley hevði skotið forsetan við, kundi bresta hvørja løtu. Tað gjørdi hon tó ikki. Kúlan varð tikin, og á skurðstovuni var Ronald Reagan framvegis í góðum lag. Eina ferð tók hann iltmaskuna av andlitinum og segði seg vóna, at starvsfólkini vóru republikanarar. Tað eru vit øll í dag, svaraði ein lækni flennandi, sum tó ikki var republikanari. Skurðviðgerðin tók tríggjar tímar og bjargaði lívinum hjá forsetanum. Hóast Jerry Parr hevði biðið um, at sjúkra húsið var til reiðar við eini børu, tá teir komu, stóð ongin fyri teimum við inn gongdina