Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 Sosialurin Ítróttur Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 23 801 643 158 41 2 KÍF 21 597 542 55 28 3 H71 22 621 585 36 24 4 VÍF 22 626 577 49 23 5 Kyndil 22 569 583 -14 21 6 StÍF 22 580 591 -11 15 7 Team Klaksvík 22 521 794 -273 2 Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 22 619 517 102 37 2 Neistin 23 657 514 143 36 3 Tjaldur 22 616 532 84 33 4 VB 22 568 550 18 24 5 Kyndil 23 530 586 -56 14 6 VÍF 22 497 613 -116 7 7 StÍF 22 438 613 -175 5 VÍF - Stjørnan 24-27 (14-12) Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen VÍF: Liljan Djurhuus 8 (1), Agnas Olsen 6, Halla Midjord 4, Torgunn Johansen 3, Linda Davidsen 2, Tóra Seloy 1 stjørnan: Alina Anghel 8 (3), Una Olsen 7, Valentina Suciu 4, Edith Hansen 2, Judit Hansen 2, Annika Ljósstein 2, Durita Mikkelsen 1, Anna Kristina Samson 1 Hilmar Jan Hansen Nú bara fáir dystir eru eftir í Atlantic Airways-kappingini, er fram vegis ein ósvaraður spurn ingur: Verður tað KÍF ella H71, sum skal møta Neistanum í FM-finaluni? Framvegis er KÍF í einari lyklastøðu, tí liðið bara skal tryggja sær eitt stig aftrat í trim um teimum síðstu dyst- unum fyri at koma í finaluna. Sunnudagin spælir KÍF á heima vølli enntá ímóti H71, og tá er tað ein sannroynd, at vinn ur KÍF, er liðið í FM-final- uni. Hendir hinvegin tað, at hoyvíkingar vinna, eru teir bara tvey stig aftan fyri KÍF, sum tó hevur ein dyst meira eftir at spæla. Fær KÍF stig í øðrum av teimum báðum dyst- unum, sum eru úti ímóti Kyndli og StÍF, er KÍF í finaluni. Fær KÍF hinvegin einki stig burtur- úr, samstundis sum H71 vinnur sín síðsta dyst, sum er ímóti VÍF, er H71 í finaluni. Tveir aðrir dystir eru hjá monnunum um vikuskiftið, og tann fyrr er longu í kvøld, tá botnuppgerð verður í Bad- minton høllini í Klaksvík, har Team Klaksvík tekur ímóti StÍF. Úrslitið flytur einki, tí Team Klaksvík verður verandi niðast og StÍF næstniðast. Og gestirnir eru annars stór- favorittar. Triði dysturin er sunnudagin í Vestmanna, tá VÍF og Kyndil møtast í tí, sum verður roknað sum tann stóri klassikarin í manshondbóltinum. Kortini er lítil klassikaradámur yvir upp- gerðini hesa ferð, tí bæði VÍF og Kyndil eru úti av FM-kapp- ingini, so hetta er í mesta lagi ein dystur um fjórða plássið. hilmarjan@sosialurin.fo Manshondbóltur Vinna kollfirðingar á hoyvíkingum sunnudagin, eru teir í FM-finaluni. Vinnur H71 hinvegin, skal KÍF hava eitt stig burtur úr tveimum teimum síðstu dystunum Kanska ein avgerð Hilmar Jan Hansen Av teimum trimum fremstu lið- unum, er Stjørnan tað einasta, ið hevur tryggjað sær atgongd í FM- final uni. Tað hendi, tá Stjørnan í Vestmanna mikukvøldið í útsettum dysti vann 27-24 á VÍF og harvið setti seg aftur á oddasessin, samstundis sum greitt er, at Stjørnan í øllum førum endar framman fyri Tjaldur. Tað sá annars einki út leingi hjá Stjørnuni mikukvøldið, tí allan fyrra hálvleik og inn í hálvan seinna hálvleik hevði VÍF munin. Men mið skeiðis í hálvleikinum fekk Stjørnan fýra mál á rað og fór tvey mál framum. Hesa leiðslu hildu klaks víkskvinnur stórt sæð restina av dystinum og vunnu. Sannførandi ella ikki, so rakk sigurin til oddasessin, tí Stjørnan hevur nú 37 stig, Neistin 36 og Tjaldur 33. Stjørnan og Tjaldur hava tveir dystir eftir og kunnu vinna fýra stig aftrat, meðan Neistin bara hev ur ein dyst eftir, har tvey stig kunnu vinnast. Samstundis er støðan nokk so »tricky«, tí skal Tjaldur koma í FM- finaluna, krevst hjálp frá Stjørn- uni, sum so skal vinna á útivølli ímóti Neistanum í seinasta um- fari. Hinvegin skal Tjaldur so eisini vinna útidystin ímóti VB sunnu- dagin, umframt heimadystin ímóti VÍF í seinasta umfari. Um ikki, so er Neistin í finaluni saman við Stjørnuni. Velja mótstøðulið Við øðrum orðum er tað meira ella minni upp til Stjørnuna at velja sær mótstøðulið í FM-finaluni, har atlit tó eisini skulu takast at tí fyrimuni, endaligi oddasessurin ber við sær. Tað liðið, sum endar ovast í Sunset- kappingini, fær heimavøll í einari møguligari triðju finalu. Allir tríggir dystirnir í hesum umfarinum, har Neistin er einasta liðið, ið ikki spælir, eru sunnudagin. Stjørnan tekur á heimavølli ímóti StÍF, ið saktans kann gera fortreð, tí samstundis sum Stjørnan ikki hevur verið so vælkoyrandi í síðst- uni, megnaði StÍF eitt nú at vinna á Stjørnuni í seinnu hálvfinaluni í steypakappingini. Tann mest áhugaverdi dysturin er tó uttan iva tann í Vági, har VB og Tjaldur hittast. Her má og skal Tjaldur vinna, skal liðið framvegis vera við í kappingini við Neistan um hitt finaluplássið. Tað kann ger- ast trupult, tí VB megnar á heima- vølli at arga øll, og enntá fekk VB javnleik á útivølli ímóti Tjaldri, tá liðini hittust síðst. VB kann við sigri fella Tjaldur, og tað man í sjálvum sær eisini vera eitt slag av góðari moti vatión at hava við sær inn á vøllin. Triði dysturin hevur bara kos- metiskan týdning, tá VÍF tekur ímóti Kyndli, tí vestmannakvinnur kunnu ikki taka Kyndil aftur kort- ini, eins og Kyndil heldur ikki kemur í nánd av VB, um tær grønu vinna. hilmarjan@sosialurin.fo VB kann fella Tjaldur Kvinnuhondbóltur Dysturin í Vági sunnudagin millum VB og Tjaldur kann koma at avgera lagnuna hjá Tjaldri, sum má vinna, skal liðið koma í FM-finaluna hjá kvinnunum vunnu aKKurÁt Tá VÍF og Stjørnan mikukvøldið spældu í Vestmanna, var tað ikki meira enn so, at Stjørnan vann, men tað rakk til oddasessin og trygd fyri plássi í FM-finaluni Mynd: Álvur Haraldsen