Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 25 VIKUSKIFTI Men hann var sera heppin. Tá hann kom av hotellinum, vóru allir hansara lív verjar á varðhaldi og eygleiddu manna múgvuna gjølla. Kortini eydn­ aðist John Hinckley at skjóta seks skot eftir forsetanum. Hann rakti løgreglu­ mannin, Thomas Delahanty, í ryggin og pressutalsmannin í Hvítu Húsunum, James Brady, í høvdið. Timothy McCarthy, ein av lívverjunum, varð rakt ur í búkin, tá hann royndi at verja Reagan. Skotið, ið rakti Reagan, rakti hann ikki beinleiðis. Kúlan rakti fyrst skot­ trygga glasið á bilinum, sum bíðaði eftir forsetanum. Haðani fór hon víðari í bringuna á honum og í lungað, har hon steðgaði fáar sentimetrar frá hjartanum. John Hinckley varð straks sligin um koll og hildin. Skotvápnið hevði hann keypt í Dallas, og øll seks skotini skeyt hann upp á minni enn tvey sekund. Hann rakti illa, men særdi fýra mans. James Brady fekk varandi mein av til burðinum og endaði í rullustóli. Amerikanarar vóru skelkaðir av hendingini. Bara knappar fýra mánaðir frammanundan var John Lennon skotin til deyðis í New York, og Ronald Reagan, ið júst tá hevði vunnið forsetavalið, men ikki var svorin í eið, hevði alment harmast um drápið. Kortini segði hann seg ikki vera fyri at avmarka møguleikarnar hjá fólki at bera vápn. Nú gjørdist hann sjálvur offur fyri vitleysu atferðini hjá einum sjúkum manni, ið var ólukkuliga hugtikin av ein um kendum fólki. Elti Jodie Foster John Hinckley forelskaði seg eftir øllum at døma í Jodie Foster, tá hann sá filmin Taxi Driver, har hon spældi ein 12 ára gomul skøkja. Hann sá filmin minst 15 ferðir, meðan hann búði í Hollywood seinna helming av 70'unum. Sjálvan helt hann seg vera høvuðspersónin, Travis Bickle, sum royndi at verja ta 12 ára gomlu gentuna, ið Jodie Foster spældi. At enda í filminum roynir Bickle at myrða ein amerikanskan senator, sum vil verða amerikanskur for seti. John Hinckley elti Jodie Foster kring alt USA. Hann skrivaði henni fleiri brøv, og hann ringdi til hennara tvær ferðir. Hon gjørdi honum greitt, at hon var ikki áhugað í honum, men hann noktaði at gevast, og tá hann var vorð in sannførdur um, at hann bara kundi gerast eins nógv verdur og hon, um hann gjørdist landskendur, fór hann at elta Jimmy Carter, meðan Carter var forseti. Hinckley var ovfarin av, hvussu lætt tað var at koma í nánd av for­ setanum. Í oktober 1980 varð hann tikin á flog vøllinum í Nashville við einum skotvápni uppi á sær, og hóast Jimmy Carter var á leiðini, varð hendingin ikki sett í samband við forsetan. Foreldrini hjá Hinckley sendu hann til sálar­ frøðing, men tá Reagan varð valdur, gjørdist hann upptikin av honum. Í mars 1981 skrivaði hann Jodie Foster trý brøv, sum vórðu latin løgregluni, men løgreglan fann hann ikki. Tann 29. mars í 1981 kom Hinckley til Washington við bussi, og 30. mars skeyt hann eftir for­ setanum. Ronald Reagan var tann fyrsti amerikanski forsetin, sum yvirlivdi at verða skotin. Hann varð útskrivaður av sjúkrahúsinum 13 dagar eftir skottilburðin. Í fyrstani arbeiddi hann bara tveir tímar um dagin, men tá 26 dagar vóru farnir, sat hann aftur við borðendan á stjórnarfundum. Hálvan annan mánað eftir morðroyndina fór hann á fyrsta sinni úr Washington. John Hinckley varð í 1982 dømdur at vera ósekur, tí hann skuldi vera sinnissjúkur, tá hann skeyt. Hann er enn avbyrgdur á sinnissjúkrahúsi í Washington. Jerry Parr, sum bjargaði forsetanum við beinanvegin at koyra hann á sjúkrahús, varð eftir hendingina sann­ førdur um, at Várharra hevði ætlað, at hann skuldi bjarga forsetanum. Hann gjørdist tí prestur. Nancy Reagan bar so stóran ótta fyri trygdini hjá Ronald Reagan eftir tilburðin, at hon ráddi honum frá at stilla uppaftur í 1984, men tað gjørdi hann og vann. Tá hann varð skotin, var hann 70 ára gamal. Hann doyði 93 ára gamal 5. juni í 2004 mettur av døgum. Skotið, ið rakti Reagan, rakti hann ikki beinleiðis. Kúlan rakti fyrst skot trygga glasið á bilinum, sum bíðaði eftir forsetanum Ronald Reagan var upprunaliga sjónleikari, og tí dugdi hann sera væl at samskifta við almenningin og føra seg fram sum ein landsfaðir. Eftir morðroyndina 30. mars 1981 gjørdist hann uppaftur betur umtóktur. 73 prosent av amerikanarunum tóku tá undir við honum sum forseta