hósdagur 7. mars 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 46 - 7. mars 2002
Nr. 46 - 7. mars 2002
23
- TÍÐINDI TIL SJÓFÓ
á
Tórshavnar Býráð
hevur álagt leiðsluni í
Svimjihøllini í Havn,
at øll høllin skal
gerast roykfrí skjótast
gjørligt
FORBOÐ
Heri á Rógvi
Tað verður ikki longur
møguligt at festa sær í
Svimjihøllini í Gundadali í
Havn.
Mentanarnevndin
hjá Tórshavnar Býráð hev-
ur álagt leiðsluni í Svimji-
høllini at gera alla svimji-
høllina roykfría. Heri á
Lava Olsen, stjóri í Svimji-
høllin, sigur, at hann hevur
móttikið eitt skriv, ið er
dagfest 22. februar, at
Svimjihøllin skal gerast
roykfrí beinanveg. Hetta
merkir, at øll Svimjihøllin
sum hon er verður roykfrí,
t.e. ikki verður loyvt at
roykja
nakrastaðni
í
Svimjihøllini. Hetta merkir
eisini, at starvsfólkið í
Svimjihøllini heldur ikki
sleppur at festa sær í
Svimjihøllini.
– Starvsfólkið hevur eis-
ini víst eitt sindur av mis-
nøgd yvirfyri hesum, men
vit verða noyddir at fylgja
boðunum. Fleiri av okkara
viðskiftafólki dáma væl at
festa sær í eftir ein túr í
hylinum, men hetta verður
ikki møguligt longur, sigur
Heri á Lava Olsen.
Fleiri av starvsfólkunum
í Svimjihøllini roykja, men
hesi mugu so finna seg í
teir nýggju reglarnar.
Enn er forboðið ikki sett í
verk, men hetta verður
væntandi gjørt innan leingi.
Avgerðin
um
at
gera
Svimjihøllini
roykfría
byggir á eina samtykt hjá
Mentanarnevndin frá 2000,
t.e. undanfarna býráð. Nú
sær tú so úttil, at álvara
verður gjørdur burturúr
ætlanunum.
Jan Christiansen, býráðs-
formaður, sigur, at Tórs-
havnar Kommuna hevur
tann politikk á økinum, at
ikki skal kunna roykjast,
har almenningurin hevur
atgongd. Í førinum við
Svimjihøllini er talan um
eitt heilsustað, har tað ikki
verður mett hóskandi, at
fólk festa sær í.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður
fyri
Starvs-
mannafelagið, sigur, at teir
kenna til trupulleikan við
royking. Sjálvur vildi hann
helst havt tað soleiðis at
eingin roykti, men hann
sigur, at fólk bara mugu
ásanna, at nógv starvsfólka
roykja, og hesi mugu oftast
eisini fáa møguleikan at
gera hetta.
Sostatt
verður
ikki
møguligt at dempa heilsuna
við einari sigarett eftir
svimjitúrin longur. Ikki inni
í Svimjihøllini í øllum
førum.
Svimjihøllin skal vera roykfrí
At svimja er gott fyri heilsuna, og royking gagnar ikki heilsuni. Tískil fer Svimjihøllin í Gundadali at áseta roykiforboð
C
M
Y
K
23
22