Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 8 Sosialurin Randi Jacobsen Skúlin i Hoydølum hev­ ur fingið næstan líka nógvar umsóknir í ár, sum skúlin fekk í fjør. Í fjør vóru umsóknirnar 339, og í ár eru tær 326. Skúlin hevur í løtuni 13 flokkar, men um ikki øll 326 møta, tá ið nýggja skúlaárið byrjar, fer talið á flokkum helst niður á 12. Tað er vanligt, at nøkur ikki fara í skúlan, hóast tey eru sloppin inn, sigur Mikkjal Helmsdal, rektari í Hoydølum. Undanfarnu ár hevur fráfallið í skúlanum ikki verið stórt, men í ár er tað nógv hækkað. Hetta er vegna nógva fráveru. Skúlin hevur burtur­ víst 10 næmingar, og nøkur aftrat hava valt sjálv at gevast, tí tey vóru greið yvir, at tey kundu vænta at verða burturvíst. Tá ið skúlaárið byrj­ aði, vóru 700 næmingar í skúlanum. I februar vóru 670 eftir. Herdar reglur Stóra fráfallið hong ur saman við, at Menta­ málaráðið í fjør broytti kunngerðina um frá­ veru. Frammanundan fekk ein næmingur fýra ávar ingar, áðrenn hann varð burturvístur. Nú eru bara tvær ávaringar. Mikkjal Helms dal væntar, at burtur vís­ ing a rnar verða færri komandi skúlaár, tí nú eru øll greið yvir herdu reglurnar. – Hetta er betri, tí nú ber ikki til hjá næm­ ingum, sum møta illa upp, at draga tíðina út til seinasta skúlaár, sigur Mikkjal Helmsdal. Størri fráfall í Hoydølum Herdu reglurnar fyri upp­ møt ing hava havt við sær, at Føroya Studenta skúli og HF­skeið í Hoydølum hevur burtur víst fleiri næmingar í ár Mikkjal Helmsdal, rektari heldur tað vera gott, at reglurnar viðvíkjandi fráveru eru herdar Randi Jacobsen Tá ið tað í seinastu viku varð sagt, at farið er undir at byggja nýggjan skúla í Dímun, er tað ikki heilt so. – Vit hava leingi ætlað okk um at byggja eina lon aftrat, og tað eru vit nú farin undir at gera, sigur Eva úr Dímun. Planerað er fyri húsunum, sum skulu reisast á gomlu sornhúsgrundini. Húsið verð ur 60 fermetrar og fer at rúma eini skúlastov. Dímunarfólkini fíggjað alt sjálv, og tey gera eisini arbeiðið sjálv við góðari hjálp frá vinum og kenningum. Betri umstøður Hugsan teirra er við húsinum at geva læraranum betri umstøður, so hann kann vera fyri seg sjálvan og ikki skal noyðast at búgva inni hjá teimum. Síðan nýggi vinnubygn­ ing urin kom, hevur lærarin undirvíst á loftinum har. Áðenn tað undirvísti lærarin inni í bóndahúsinum. Eingin almennur myndug­ leiki er uppi i byggingini, og tey hava heldur ikki ætlað sær nakran almennan stuð­ ul. – Vit hugsa eisini, um ein lærari kemur higar við børnum, kann familjan búgva har, sigur Eva úr Dímun. Húsið verður teirra, og tey kunnu brúka til onkur tiltøk, eitt nú at hava listaskúla ella annan skúla. Málið er at fáa húsið inn­ lokað í ár, og at tað skal verða liðugt inn í næsta skúlaár. Bara ein næmingur er nú í Dímun, dóttir Evu og Jógvan Jón. Hann fer í skúla næsta ár. Byggja nýggja lon í Dímun Fyri at geva skúlanum og læraranum betri mstøður, eru tey í Dímun farin undir at byggja eina nýggja lon við skúlastovu í. Tey gera arbeiðið og fíggja alt sjálvi Dímunarfólkini gjalda og byggja sjálv, og tey fáa eisini góða hjálp frá fólki, sum vitja