mánadagur 4. apríl 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað eru tær tríggjar, Bjørg
Djurhuus, Sigrið Højsted og
Sólgerð Andreasen, ið hava
tikið stig til hesa verk ætl
anina, sum í stuttum gongur
út upp á at savna ung við
listarligum áhuga og gávum.
Allar tríggjar hava havt
mynd list sum linju á lær
araskúl anum,
og
Bjørg
Djur huus hevur eitt tríára
sam starv við listaskúlar í
Aber deen.
– Vit hava saknað eitt
listar ligt tilboð til ung, og tí
tóku vit stig til hesa verk ætl
anina, sigur Bjørg Djur huus.
Tey lýstu so við verk ætl
anini, og ung frá so at siga
øllum landinum meldaðu
seg til.
– Tíverri eru eingi úr Suð
ur oynni og Sandoynni við,
men restin av landinum er
um boðað, sigur Sigrið Høj
sted.
Undirvísingin byrjaði so
í september, og gjøg num
veturin hava tey gjøg num
gingið eina røð av lista
greinum og teknikkum. Tey
hava arbeitt við leiri, oljukriti,
akvarel og akryl á lørifti.
– Vit hava viðgjørt før
oysk ar
listamálarar
og
teirra teknikkir, og vit hava
havt tvær work shops, eina
í Klaks vík og eina í Nólsoy,
sigur Bjørg Djur huus.
Tey hava hitst einaferð um
mánaðin, og tað hevur verið
alt frá leygardegi seinnapart
til eitt heilt vikuskiftið, har
tey hava ligið nátt saman.
Fyri tað mesta hava tey hitst
í Kommunuskúlanum, men
eisini onkuntíð í Skúlanum
við Løgmannabreyt.
Tungt fíggjarliga
Av tí at ein slík verkætlan
ikki hevur verið roynd áður,
hevur tað verið sum at brotið
burtur úr nýggjum.
– Tað hevur víst seg at
verið ógvuliga tungt at savna
pening til námsferðina. Vit
hava brúkt ein ørgrynnu av
tíð upp á hetta, og vit hava í
hvussu er lært, at verður ein
slík verkætlan gjørd aftur,
skulu uppgávurnar deilast út
á foreldrabólkar, sigur Sigrið
Højsted.
Tey hava søkt um stuðul
frá øllum hugsandi stovnum
og fyritøkum, og tey hava ver
ið hjá kommununi, men tey
hava bert í fáum førum fingið
svar, tíansheldur stuð ul.
– Vit hava skipað fyri
ymsum øðrum tiltøkum, so
sum tombola og øðrum, og
vit hava selt málningar, sum
børnini hava málað, sigur
Sigrið Højsted.
Tað er tí ein sera dýr
verkætlan fyri foreldur og
børn, men tað fíggjarliga
er komið upp á pláss, og
í morgun fóru so teir 16
spentu næmingarnir og teir
tríggir lærararnir umborð á
Atlantsflog á veg til Reykja
víkar og hagani víðari til
New York.
Nógvar upplivingar
Vitjað
verður
í
listaliga
metro polinum New York í
eina viku. Men talan verður
um eina spennandi viku.
Í skránni sæst, at mána
dag urin fer við at ferðast.
Flogið verður úr Vágum
klokk an 11, og tey eru í
Reykja vík 11.30 lokala tíð. So
verður flogið víðari klokkan
17, og tey lenda so í New York
klokkan 19. Her skal sjálvandi
havast í huga, at New York er
seks tímar aftan fyri okkum
í Føroyum, og tí tykist tað so
skjótt at flúgva.
Tann kanska mest spenn
andi dagurin kemur longu
týsdagin, tá tey skulu vitja á
heimskenda listasavninum,
Guggenheim. Seinni um dag
in vitja tey í Central Park.
Mikudagin
vitja
tey
kenda býarpartin SoHo, áðr
enn dagurin endar í Apollo
Theatre, har nógvar heims
kendar tónleika stjørnur eru
funnar.
Hósdagurin bjóðar mill
um annað upp á ein túr í
Empire State Building, eina
ferð heimsins hægsti bygn
ingur, og vikuskiftið fer við
lættari tiltøkum, har tey mill
um annað hyggja at Hudson
River.
Sunnudagin skulu tey so
uppliva eina serstaka ameri
kanska gudstænastu, áðrenn
leiðin seinni um dagin aftur
gongur móti Reykjavík og
síðani Føroyum.
Stór menning
Námsferðin til New York er
rosinan í pylsuendanum hjá
hesum 16 næmingunum, sum
gjøgnum veturin hava lært
um føroyskar listamálarar
og ymsar teknikkir og mátar
at mála upp á.
Upp undir ferðina til New
York hava allir næmingarnir
gjørt eina uppgávu, har teir
valdu sær ein amerikanskan
listamálara og lærdu seg
um hann og hansara hátt at
mála.
– Uppgávan gekk í stóran
mun út upp á, at mála ein
máln ing á sama hátt, sum
ameri kanski
listamálarin
hevði gjørt, sigur Bjørg Djur
huus.
Hon heldur, at tað er bæði
stuttligt og fløvandi at síggja,
hvussu næmingarnir hava
ment seg gjøgnum veturin,
og hvussu gott teir hava havt
av at møtast.
– Tað gevur nakað heilt
serligt, tá hesir næmingar
hitt ast. Í gerandisdegnum
kenna teir seg einsamallar
við sínum serliga áhuga, og
tí skapast ein serlig kemi, tá
teir hittast, sigur Bjørg Djur
huus.
Hon heldur, at tað er
hugvekjandi, so væl fleiri av
næmingunum duga at tekna,
og summir hava heilt framúr
skarandi evnir.
– Vit hava í hvussu er ein
næming, sum longu nú er
sannførd um, at hon vil verða
listafólk, og vit tosa altso um
15 ára gamlar næmingar, sig
ur Bjørg Djurhuus.
Næmingarnir eru ógvuliga
seriøsir og ganga høgt upp
í verkætlanina, og tí ivast
lærararnir ikki í, at tey fáa
nógv burtur úr spennandi
og áhugaverdu námsferðini
til New York.
Á listaferð til New York
Í morgun fóru 16 næmingar og tríggir lærarar úr Vágum á veg til New York á listanámsferð. Hetta er fyrstu
ferð, at hendan verkætlan er roynd, og nógvar spennandi upplivingar bíða fyri framman hesa komandi vikuna
Hópurin avmyndaður á flogvøllinum í morgun, áðrenn leiðin gekk móti Reykjavík og síðani New York
Mynd: Eirikur Sundar Hansen
Hópurin hevur savnað pengar inn við at
skipa fyri tombola og listaframsýningum
Mynd: Sólgerð Andreasen
Tey hava hitst einaferð um mánaðin og hava lært
ymsar teknikkir í sambandi við málningalist
Mynd: Sólgerð Andreasen