Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Hann hevur verið fiski mað­ ur, síðan hann var stórur smá drong ur og heldur lítið um, at myndugleikarnir nú av álvara ætla sær at leggja til feingis gjald á hjá teimum, sum fiska. ­ Fyrsta treytin fyri, at fólk ið skal fáa nakað burtur úr ”fólksins ogn” er, at onkur ger íløgur í skip og bátar og ikki minst, at onkur tímur at fara til fiskiskap ella útróður. Mortani Johannesen kem ur til hugs bygdirnar, har fiskakjallari var, og menn í góðu tíðini av árinum róðu út í opnum báti. ­ Tað var hugnaligt at síggja menn kasta fiskin upp um bryggjukantin, og síðan koyra hann niðan á vektina í trillubøru. Útróðrarmaðurin spyr, hvat hesir menn mundu sagt, um politiski myndugleikin legði tilfeingisgjald á tann fisk, sum teir førdu til lands ­ fiskin, sum gav bygdarfólkinum nakr ar arbeiðstímar í fiska kjall ara­ num, har hesin fiskur varð flaktur og saltaður. Drepur áhugan ­ Nú skulu myndugleikarnir virku liga ansa eftir, at tey ikki taka seinasta neistan og áhugan frá fiski­og útróðr­ ar monnum. So, stuttligt er hetta heldur ikki. Tey, sum hal da, at tey fáa ov lítið burt­ ur úr ”fólksins ogn”, kunnu sjálvi keypa sær skip ella bát. Mortan Johannesen vísir á, at seinastu tíðina hava bæði skip og bátar verið til sølu, og tað er eingin sum forð ar monnum og kvinnum at gera íløgur, um áhugi er. ­ Tað er so lætt at ganga á bon að um gólvum á ymiskum skriv stovum í Havn og grenja og leggja avgjøld á onnur, sum royna at fáa tingini at hanga saman, sigur Mortan Jo hanne sen, sum stúrir fyri, at myndugleikarnir nú eru við til at køva sein as ta neistan hjá fiski­og út róðr­ ar monnum. vilmund@sosialurin.fo Myndugleikarnir skulu ansa sær - Tað er so lætt at ganga á bonaðum gólvum í Havn og leggja avgjøld á onnur, sum royna at fáa tingini at hanga saman, sigur Mortan Johannesen, útróðrarmaður Lágir fiskaprísir seinastu dagarnar Vilmund Jacobsen Fríggjadagin seldi Fiska­ mark nað ur Føroya 76,5 tons av fiski fyri tilsamans 839.000 krónur. Umleið 33 tons vóru av tos ki, mest av toski 3, sum fór fyri miðalprísin 14,51 krónur fyri kilo. Næst mest var av tos ki 4, sum fekk miðalprísin 10,70. Næst størstu nøgdirnar vóru hýsa, umleið 26 tons til sama ns. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 9,03 krónur fyri kilo, sum má sigast at vera vánaligur hýsu prísur. Hýsa 3 fór fyri einans 7,98 krón ur í miðal fyri kilo. Eini 9 tons vóru av longu, og her var besti miðal prís ur­ in 11,46. Minni av upsa Herfyri vórðu hampiliga stórar nøgdir av upsa seldar á Fiskamarknaði Føroya, men hvørki hósdagin ella fríggjadagin var talan um nakrar nevniverdar nøgdir. At upsi í størri nøgd um verður seldur á mark naði­ num, hevur ikki verið so van ligt. Orsøkin til, at fiskurin hev ur verið partur av út boð­ num í eina tíð, er helst, at fisk ur in hevur verið seldur ó virk aður av landinum, og tá er neyðugt, at fiskurin fyrst er farin um góðkenda upp­ boðs søluskipan. Miðalprísurin fyri øll fiskas løgini samanlagt var fríggja dagin 10,97 krónur fyri kilo, sum man vera ein hin lægsti miðalprísurin í long ri tíð. vilmund@sosialurin.fo Bæði hósdagin og fríggjadagin vóru prísirnir á toski og hýsu á Fiskamarknaði Føroya væl lægri, enn teir annars hava verið í longri tíð ... onkur má gera íløgur í skip og bátar og onkur má tíma at fiska... MORTAN JOHANNESEN Vilmund Jacobsen Tað var klokkan 17.14 frígg ja dagin, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein bilur hevði rent inn í bergið við ovaru síðu á veg um nærindis Breiðá, skamt úr Fuglafiðri. Vakthavandi á løg­ reglu støðini í Havn segði fríggjakvøldið, at tann, sum fráboðaði ferðslu­ óhapp ið, var rættiliga skelk að ur av sjónini og hevði ikki so góðan hug at hyggja, hvussu til stóð í bili num. ­ Tað vísti seg eisini, at hetta var eitt rættiliga álvars ligt ferðsluóhapp. Vit sendu fýra sjúkrabilar á staðið, og tað vísti seg, at tríggir ungir menn ­ all ir undir 20 ár ­ vóru í bilinum. Vakthavandi segði, at teir allir vórðu fluttir á Lands sjúkra húsið. ­ Hin eini hevði bert smá veg is snuddir, annar hevði onkra skeinu, men hin triði hevði eftir øllum at døma fingið álvarsligan skaða í høvdið. Vakthavandi helt fríggja kvøldið, at trupult var at siga, hvussu støðan hjá tí álvarsliga skadda var, men tá tey høvdu ver­ ið í samband við Lands­ sjúkrahúsið, tóktist ungi maðurin stabilur. Tá Sosialurin fríggja­ kvøld ið spurdi, um hesin var uttanfyri lívsvanda, segði vakthavandi, at tað kun du tey einki siga um. Toskur 3 fór fríggjadagin fyri miðalprísin 14,51 – og toskur 4 fekk miðalprísin 10,70 krónur fyri kilo Fekk skaða í ferðsluni Tríggir dreingir undir 20 ára aldur vóru í bilinum, sum seinnapartin fríggjadagin rendi í bergið nærindis Breiðá við Fuglafjørð. Hin eini drongurin er álvarsliga skaddur Eitt álvarsligt ferðsluóhapp hendi við Breiðá, skamt við Fuglafjørð, seinnapartin fríggjadagin