fríggjadagur 1. apríl 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 39 · 1. apríl 2011
28
Føstufressarnir
Í hesum døgum venja Terji og FøsTuFressar
dúgliga til stóru úTgávukonserTina, sum
verður um eina viku. Terji rasmussen,
sum hevur spælt saman við nógvum
Tónleikarum, heldur, at tað er nakað
heilt serligt at spæla við FøsTuFressum
Tónleikur
eyðun klakstein
eydun@sosialurin.fo
Hóast eitt hálvt ár er ligið, síðani
fløgan Tvey hjá Terja og Føstufressum
kom út, verður útgávukonsertin
hildin um eina viku. Tá fara Terji og
hansara føstufressar at hava konsert í
Norðurlandahúsinum.
- Tá ið okkara fyrra útgáva kom
út fyri 21 árum síðani, spældu vit
útgávukonsertirnar, áðrenn tónleikurin
kom á gøtuna. Útgávan bleiv eitt
sindur seinkað, og tí vóru konsertirnar
hildnar, áðren fólk høvdu kunnað
keypt tónleikin. Hesaferð spæla vit
útgávukonsertina eitt hálvt ár eftir, at
fløgan kom út, sigur Terji Rasmussen
við einum smíli.
Orsøkin til, at útgávukonsertin
nústani verður hildin, er, at tað
ráddi um at finna eina tíð, har allir
tónleikararnir fingu verið við, og har
Norðurlandahúsið var tøkt. Tí bleiv tað
til fríggjakvøldið í næstu viku.
Heilt serligt
Terji Rasmussen hevur í sínum drúgva
tónleikalívi spælt í fleiri bólkum og
saman við nógvum tónleikarum, men
fyri hann er tað nakað serligt at spæla
við Føstufressum.
- Teir eru framúr góðir tónleikarar
hvør sær, og tá ið teir spæla saman,
er tað nakað heilt serligt. Tað ber ikki