Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Fríggjadagur 1. apríl 2011 · Nr. 39 Sosialurin Kjak Hettar hevur verið ein tung gongd, tó við vælvilja frá limun og onnun áhugaðum bleiv skipið Høganes sett í stand og hevur verið nýtt til nógv mentarlig tiltøk til fyri fáum árum síðan. Tað at tiltøk blivu steðga, komst av at vit tey síðstu árini hava verið nógv plág­ að av herverki umborð á skipi num. Til dømis: við skúmsløkkjara, eldáseting, sundurknúsing av innbúgvi og streymsliti, soleiðis at skipið til tíðir er sokki við kajina har hon hevur ligið. Løg reglan hevur verið frá­ boðað fleiri ferðir. Enntá við inn melding av navn givn um persónum, ið hava gjørt her­ verk. Higartil hevur løgreglan á staðnum ikki rætt hond frá síðu til tess at steðga trupul­ leik unum ella við at taka og skuldseta tey seku. Men Høganes hevur tó havt nógvar vinir, ið hvør á sín hátt hava gjørt sítt til at halda skipinum flótandi. Nógv hava tilsamans hjálpt til við ístandseting millum ár og dag. Onnur hava hugt reglu­ liga til skipið og t.d. sikkra at pumpur hava virka, umframt gjørt annað til trongt arbeiði. Á sumri 2010 vísti Runa­ víkar Býráð felagnum ta vælvild at játta pening at tetta Høganes omanfyri vatn linjuna. Skipið bleiv sleipað inn á Skála og varð har kalfatrað av kønum fólkið. Eftir at hon kom av beding á Skála, metti nevndin at tað ikki var hugsingur um at leggja skipið aftur til sítt fasta pláss í Hylin í Runavík, har sum omanfyri nevnt ongantíð var friður fyri her­ verki. Hendan avgerð mátti takast, eftir at at Tekn iska Nevnd í býráðnum noktaði at seta Schengen hegn upp við skipið, so óviðkom andi ikki komu umborð. Á Skála hevur Høganes havt tað gott í eina tíð. Har eru fleiri menn, sum hava haft áhuga í skipinum og sum hava haft sína dagligu gongd á skipasmiðjuni. Vit hava havt avtalu við tveir av teimum um at hyggja dagliga til skipið og ansa pumpingini hvønn dag (skipið hevði ikki lekar; men regnvatn kemur altíð í eitt træskip). Teir hava báðir gjørt eitt megnararbeiði, passa væl uppá skipið – og enttá gjørt ymiskt viðlíkahald, ið ikki varð umbiðið! Eftir uppskoti frá skála­ fólki, varð roynt at fáa sett Høganes yvirav bedingina og í Kumlánna; men hesa loysn vildi nevndin í MEST (nevndin fyri skipasmiðjuna) tíverri ikki ganga við til. Hetta var stórt spell, tí har kundi Høganes verið umvæld og gjørd klár til eitt sjósavn, tá tað einaferð kemur við Skálafjørðin. Tí bleiv hon liggjandi við bryggju á Skála, har hon annars lá trygt og gott innast í krókinum við ”anriggara­kajina”. Í desembur 2010 ringir ein privatur maður sum hevur keypt eitt stálskip til upphøggingar til okkum um at flyta Høganes út á endan á kajini beinanveg, tí hann hevði arbeiði sum skuldi gerast – og ”sum hann skuldi hava pengar burturúr”! Vit fingu frá skilamonnun á Skála at vita, at tað máttu vit ikki loyva, tí Høganes er eitt 125­ára gamalt træ skip, sum illa vildi tola landsynn­ ingin uttast á pierinum, har eisini er 8­9 m dýpi, móti teim 4 m, har hon lá í krókinum. Vit noktaðu at flyta skipið, tí tað var á ongan hátt forsvarligt. Hildu tí, at málið var avgreitt og respektera. Men fyrst í februar í ár síggja vit at hon er flutt út á endan á kaiini. Ikki eitt orð til felagið um støðuna. Flytingin fór fram, stutt áðrenn veðurforsøgnin boðaði frá, fyrst illveðri og síðani ódnarveðri. Tíðliga fríggjamorgun, hin 4. februar fær formaðurin boð um at skipið er sokkið niður við kaiina. Fyrst av okkara ansingarmani á Skála (sum var hjá skipinum seinnpartin dagin fyri vanlukkuna), síðani Havna­ meist ara ­ og til seinast Løg­ regl uni. Tann maðurin, sum flutti skipið, hevur sjálvur boðað frá, at hann var á kajini kl. 02 um náttina. Hann sær, at Høganes flýtur tungt í sjónum – men boðar ikki frá (!). – Og tendrar heldur ikki pumpuna, sum hann sjálvur hevði verið við til at broytt, tá ið hann flutti skipið. – Eftir okkara metan eitt klokku­ klárt mál fyri løgregluna; men hóast løg regl an fekk hetta greitt at vita, hevði hon ongan áhuga í málinum ­ heldur ikki hesaferð. Hetta er so aftur eitt stórt bakkkast fyri Felagið Høga­ nes og allar okkara limir og stuðlar, ið hava stríðst í so nógv ár við hetta mál. Sigast má, at tað nýtur okkum sera fast. Spell at mentarnarlig virðir ikki fáa sín sjálvsagda áhuga og respekt frá við kom­ andi og avvarðandi myndug­ leikum. Ídag liggur málið hjá Tryggingini. Vit hava skrivað skaðafráboðan og eisini greitt teimum frá, hvat hendi náttina til vanlukkuna. Um teir fáa løgregluna at rassast við, er okkum ókent enn. Tó hevur tryggingin sagt, at teir taka skipið uppaftur í samráð við Vaktar­og Bjargingar­ tænastuna. Eftir kanning, um væling v.m. mega vit so taka støðu, hvat gerst í framtíðini. Hanna Einarsson næstformaður Vegna Felagið Høganes Frá Felagnum Høganes Felagið Høganes er frá 1984 og endamálið við felagn um er at arbeiða fyri einum sjósavni á Skála fjørði num har sluppin Høganes er ein partur av savni num við sínari serstøku søgu Eg haldi sum so nógv onnur, at eftir lønar­ pakkin er fremmandur fyri fólkinum og at hann verður skundaður ígjøgnum fyri einhvønn prís. Ongin verulig kunning er til fólkið, og hetta skapar sera stóran ótryggleika ímillum fólkið. Undirritaði var í nógv ár aktivur í fak­ felagsrørsluni bæði sum nevndarlimur og formaður í Postfelagnum. Eg hevði nakað at gera við eftirlønirnar hjá starvsfólkunum á Postverkinum, nú Posta. Ætlaði ikki at verða partur av kjakinum, men tá í vit verða skírd bæði eitt og annað, kundi eg ikki halda mær. Eg veit, at ikki øll fakfeløg eru so glað fyri, at endatølini á eftirlønini hjá teirra limum skuldi verið val størri eftir eina langa inngjaldan til eftirløn, men so bleiv ikki. Postfelagið og Starvsmannafelagið byrjaði 1985 at spara upp til eina eftirløn. Vit kundu velja, um vit vildu hava ein lønar hækking ella eitt sindur til eftirløn. Hjá Starvsmannafelagnum var tað obligatoriskt. Okkum varð lovað, at tá ið vit komu um eftirlønaraldur vórðu vit øll millióningar, eg droymdi um pelsin til konuna og Volvo bilin til mín sjálvs. Fyrst varð inngjaldið 2,5 . 5,5. 7,5 . 9,5 % o.s.v. Í 1992 vórðu øll fakfeløg biðin um at møta í Norðurlandahúsinum, har Atli Dam sáli bað okkum øll um at vísa samfelagsábyrgd við at fara 10% niður í løn. Hetta skuldi vit fáa aftur seinni. Tað tók okkum10 ár at koma á sama lønarlag, sum vit vóru á 1992, og eitt tógvið stríð og eitt drúgt verkfall 1995. Hetta viðførdi, at nøkur fakfeløg í 90unum seldu frídagar, eftirlønir og annað fyri at lønarmissurin ikki skuldi verða so stórur hjá tí einstaka limunum. Eftir hetta kom stígur í viðvíkjandi % til eftirløn. Men eftir 1999 kom so aftur sokallaðar vanligar sáttmálasamráðingar og glið kom á aftur % til eftirløn. Ein lønarhækking á 1 % í kr. kostaði 0,8 % í eftirløn. So ofta varð tað eitt sindur í lønarposan og eitt sindur í eftirløn. Hetta er tann breiði skarin av miðal løntakarum, sum Hans Pauli Strøm kallar spekulantar av kapitalpensiónum . Tað var hetta sum fekk meg at taka pennin fram. Eg haldi hetta er eitt ljótt álop á okkum vanligu løn móttakara, sum hava roynt ígjøgnum 25 til 30 ár, at hava spart upp til eftirløn Vit verða nú kallaði at hava/ spekulera og annað Eg kann fortelja Hans Paula Strøm og hansara fylgisneytum, at tað sum vit eiga eftir í uppspardum virði anno 2011 er umleið kr. 550.000, eg eri 56 ár og um eg skuldi fari frá sum 60­62 ára gamal er umleið kr. 850.000 í uppsparda virði herav skal 35 % í skatt. Hetta eru tey, sum tú skírir spekulantar, sum eftir at hava goldið í 25 ár til eina eftirløn hjá LÍV og hava verið 40 ár á arbeiðsmarknaðinum, hava umleið kr. 550.000 til ellisárini frá 60 ár til 67 ár, ella kr. 79.000 um árið ella kr. 6,607.00. um mðr. Hetta er takkarlønin aftur fyri, at ein hevur spart nøkur oyru upp til eftirløn, meðan nógv onnur hava livað á fyrsta klassa stóran part av sínum lívið og onki goldið til eftirløn. Nú skulu vit onnur gjalda fyri tey og tykkum politikkara og ikki fáa lut í eini fólkapensión, sum vit øll hava goldið til. Sum politikkari kanst tú noyðast við bert 4­6 ár antin á Løgtinginum ella í Landsstýrinum fyri at fáa eina eftirløn, sum onnur hava arbeitt fyri í 40 til 50 ár. Tit fáa eina eftirløn sum svarar til kr. 26.000 um mánaðin. Mítt roknistykkið varð kr. 6.607 í 7 ár, um eg skuldi diddað mær at fari frá sum 60 ára gamalur eftir 30 við einari eftirløn til Lív og 40 ár á Arbeiðsmarknaðinum. Munur er á fólkið Hans Pauli, hetta eru spekulantarnir við kapitalpensión harra Strøm Nei, tit hava lóggivi tykkum øllum eina fúla eftirløn fyri at sita á løgtingið ella landststýrinum. Um tú vart eitt mannfólk og um tú ert so solidariskur, sum tú roynir at billa okkum øllum inn, so skuldi tú lagt eitt broytingar uppskot fram á Ting, har hesin eftirlønarpakkin eisini er galdandi fyri tingfólk.og landstýrisfólk og avtikið verðandi eftirløn hjá tykkum sjálvum, og sett peningin í samhaldsfasta. Hugsa tær allar mill. tú kundi spart í hesum tíðum, har man leitar við luppi eftir peningi. Nei solidariteturin røkkur bara niður í tín egna lumma. Hetta var ein av teimum vælbjarg­ aðu sokallaðu spekulantum við kapital­ uppsparing. Jóhannes A Ellingsgaard Eftirlønarpakkin Viðmerkingar til Hans Paula Strøm í samband við Eftirlønarpakkan og hansara álop á kapitalspensiónir v. m.