Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-01, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. apríl 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 39 · 1. apríl 2011 29 VIKUSKIFTI mjarra aftur ordiliga til at seta orð á tað, men teir eru í eini deild fyri seg sjálvar, sigur Terji Rasmussen. - Teir eru allir uppvaksnir saman, hava spælt matchbox-bilar saman, og allir gjørdust úrmælingar sum tónleikarar. Hetta er veruliga besti bólkurin, mann kann spæla saman við, sigur hann. Umframt Terja Rasmussen er manningin í Føstufressum Arnold Ludvig, Leivur Thomsen, Rógvi á Rógvu og Magnus Johannesen. Á konsertini um eina viku verða Finnur Hansen og Rúna á Heygum eisini við. Spæla allar sangirnar Terji og Føstufressar hava givið tvær útgávur út. Tann fyrra kom fyri 21 árum síðani, og tann seinna kom nakað fyri jól. Føstufressar fara at spæla allar sangirnar á báðum útgávum á konsertini næsta fríggjakvøld. Teir gera eisini nógv burtur úr palli, ljóði og ljósi, so at framførslan kann gerast ein sterk uppliving fyri áhoyrararnar. Útgávukonsertin við Terja og Føstufressum verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 8. apríl kl. 19.30. Føstufressar hava vant dúgliga hesa vikuna, og um eina viku eru teir til reiðar at fara á pallin í Norðurlandahúsinum Myndir: Álvur Haraldsen