Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað verður nógv væntað av 23 ára gamla Lukasz Cieslewicz, sum spældi sín fyrsta skrásetta dyst fyri B36 í gjár. Pólski fram­ herjin gjørdi greitt í viðtalu við fótbóltsblaðið hjá Miðla­ húsinum í síðstu viku, at hann ætlar sær ikki at vera leingi í Føroyum. Ambitiónirnar eru hægri enn so. John Petersen er sannførdur um, at hann verður ein fongur, hóast hann ikki var serliga eyð­ sýndur í gjár. – Hann prógvaði, at hann kann bjóða mótstøðu monn­ unum av, men tað seinasta manglaði hjá honum í dag. Hann fer at vísa, at hann er ein stór spælari eftir føroyskum máti stokki, sigur John Petersen. Lukasz Cieslewicz fekk sína fótbóltsuppaling í Vági. Sum 16 ára gamal fór hann til Brøndby, og seinastu trý árini hevur hann spælt við Hvidovre í næstbestu donsku deildini. uni@sosialurin.fo Venjararnir hjá B36 framdu onga útskifting í royndini at fáa útjavnandi málið í gjár. Ein asti framrættaði spælarin millum útskiftararnar var 22 ára gamli Sigurð Carlsson, sum hevur spælt tríggjar ferðir í bestu deildini. Hinir vóru Rúnar í Lon Jacobsen, John Hansen og Ámund Nolsø, sum ikki eru drúgv ir í bestu deildini. Tá hevði Heðin Askham, venj ari hjá EB/Streymi, mun andi fleiri møguleikar. Hann hevði Brian Olsen, Leif Niclasen og Bárð Olsen, sum hava roynt seg á landsliðnum fyrr, umframt unga Arnar Dam, at velja ímillum. kollsigldi lagsmenn fingu ongantíð ferð á sítt spæl. Stríshugaðu miðvallarnir, Klæmint Matras og Heini í Skorini, vunnu fleiri nærdystir, og EB/ Streymur fekk sjáldan gagn av bólt førleikanum hjá Hans Paula Samuelsen. Við yvirlutan B36 var meira á bóltinum fyri steðgin. Spælið var hinvegin lítið skipa, og tað tóktist torført at fáa tamarhald á bóltinum, sum ferð ast skjótt á váta graslíkinum. Sunda­ lagsmenn vóru stinnir og góvu mót støðumonnunum lítið pláss. Einasta hóttanin var, tá Heini í Skorini fór til stroks, sneiddi fram við mótstøðuleikara og smekkaði til, væl uttan fyri brotsteigarmarkið. René Torgarð stýrdi bóltinum til hornaspark. John Petersen er greiður. – Vit eru omaná í fyrra hálvleiki, men seta ongantíð málverjan hjá teim um undir veruligt trýst. Vit eru nær við eftir steðgin, men teir hava eisini møguleikar at økja um leiðsluna, sigur hann. B36 setti EB/Streym undir eitt sjálvsagt trýst seinastu løtuna. Gestirnir vildu verja sína leiðslu, meðan heima liðið visti fullvæl, at eydn aðist tað ikki at fáa mál nú, so høvdu teir ongan leiklut í fjórðings­ finalunum. Seinasta royndin var at flyta verjuspælaran Jonas Flindt Rasmussen fram í álopið, men tað bøtti lítið um støðuna. Innskifti Bárður Olsen økti um leiðsluna í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Miðvallarin, sum spældi við B36 í fjør, fekk bóltin á brots­ teigarmarkinum eftir skjótálop og smekkaði til. Meinhardt Joensen hevði ongan møgu leika at verja fyri. uni@sosialurin.fo Tí fór Anghel av vøllinum Øll fingu ein skelk, tá Sorin Anghel brádliga fall í óvit, tá sjey minuttir restaðu í av vanligu leiktíðini í gjár. Hann varð fluttur av vøllinum alt fyri eitt. Hann fekk ein albogan undir vangan í einum nærdysti og misti viti. Anghel varð fluttur á sjúkrahús, men hann er komin fyri seg. Bárður Olsen, sum økti um leiðsluna, loysti hann av. Heini í Skorini og Sorin Anghel dystast Mynd: Álvur Haraldsen Cieslewicz verður ein fongur Fótbóltur Lukasz Cieslewicz royndi at bjóða av, men var ikki so eyðsýndur í gjár. Hann verður ein fongur, er John Petersen sannførdur um Púra óroyndur bonkur Mynd: Álvur Haraldsen