Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Har stóð hann. Sum spældi hann ikki við. Eingin ansaði Pætur Dam Jacobsen, sum hevði ríkiligt av plássi, fáar metrar frá málinum. Einfalt og lætt stýrdi hann bóltinum í málið við høvdinum eftir horna­ spark. Klokkan vísti 15 minuttir. »Zone­uppdekkingin«, sum tað verður rópt á fótbóltsmáli, tá verju­ spælararnir hava ábyrgdina av einum ávísum plássi, tá mótstøðu­ liðið hevur hornaspark ella fríspark, miseydnaðist. John Petersen, annar av venjarunum hjá B36, sigur, at ætlanin er bæði at mansverja og brúka »zone­uppdekking«. – Eg veit ikki reiðiliga, hvat fer fram. Pætur er púra leysur av okkara verjuspælarunum. Hatta var ikki nóg gott, slær John Petersen fast. Ansaðu eftir Útgangsstøðið hjá B36 var varið. Mikkjal Thomassen og John Petersen, sum standa á odda fyri lið­ num, hava ongar veruligar vengir at ráða yvir, uttan Jákup á Borg, sum var skaddur hesaferð, og Høgna Eystur oy. Úrslitið er, at B36 spælir við ongum vengrum, men við einum verju kendum miðvallara, tveimum mitt fyri, og einum framrættaðum miðvallara. Kenneth Jacobsen og Símun Joensen røktu uppgávurnar sum vongverjar og vóru tískil einsa­ mallir í hvør sínum borði. Teir tóku sjáldan lut í spælinum, tá B36 royndi at hótta. Tað var tilvitað. Málið fekk stóran týdning. Ætlanin kollsigldi hjá heimaliðnum. Uppleggið var at halda gestunum burt ur frá málinum og taka av einum av sínum málmøguleikunum. – Vongverjarnir vóru ikki fram­ rættaðir, tí vit vildu binda um heil an fingur. Vit vistu, hvørjum vit spældu ímóti. Tað gongur við rúk andi ferð, tá EB/Streymur fer í skjótálop, og tað er skjótt, at tú kemur í trupulleikar. Vit søktu at málinum hjá teimum, men tíverri fingu vit ikki mál, sigur John Petersen. Tað riggaði annars væl. Sunda­ Ætlanin k Løgmanssteypið Tað gongur við rúkandi ferð, tá EB/Streymur fer í skjótálop. Tað royndi B36 at verja seg fyri. Ætlanin var at halda gestunum burtur frá málinum og taka av einum av sínum møguleikanum, men tað eydnaðist ikki stórbjargingar René Tórgarð, hevði nakrar sera avgerðandi stórbjargingar. Her bjargar hann frálíka langskotinum frá Heini í Skorini í fyrra hálvleiki. Mynd: Álvur Haraldsen zone B36 vardi við zone-uppdekking, og eydnaðist tað sum heild væl, burtursæð frá tá Pætur Dam Jacobsen ótarnaður slapp at stúta bóltin í málið til 1-0, longu eftir 15 minuttum. Mynd: Álvur Haraldsen