mánadagur 4. apríl 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Komandi kappingarárið skal AB
aftur royna seg í næstbestu deildini,
og nógv bendir á, at ætlanin hjá
argjamonnum er ikki, at steðgurin
skal gerast ov drúgvur. Leygardagin
tók AB ímóti TB, sum síðani 2006
hevur roynt at vunnið seg uppaftur
í bestu deildina.
Ikki var sørt, at hetta kundi mint
um ein komandi toppdyst í 1. deild,
tí AB verður allarhelst millum tey
fremstu og TB man ætla sær tað
sama, hóast eydnan ikki hevur
verið við seinnu árini.
Dysturin á Argjum gekk í fyrra
hálvleiki fyri tað mesta eftir ætl
anini hjá heimaliðnum, ið hevði
meira spæl og eisini átti munin í
málkjansum. Tá góður hálvur tími,
bragdaði eisini, tí eftir at Tróndur
Sigurðsson hevði skotið á stongina,
stakk bólturin útaftur til Alex
Mellemgaard, ið var tryggur og setti
í málið til 10.
Sjálvt um aðrir kjansir vóru fyri
steðgin, komu ikki fleiri mál, og
í seinna hálvleiki vendi dysturin
sær eitt sindur á, tí nú var tað TB, ið
royndist betri og í fleiri førum fekk
lagt gott trýst á AB. Men tað var
framvegis uttan nakað beinleiðis
úrslit, annað enn at heimaliðið ikki
ordiliga slapp í gongd, tí einki mál
kom, og so vann AB 10.
Argjamenn gjørdust ov stuttir
í Vodafonedeildini í fjør, men í
fjórðingsfinaluni í kappingini um
Løgmanssteypið koma teir undir
øllum umstøðum at møta einum
av liðunum, sum nú manna bestu
deildina, tí nú átta lið eru eftir
í steypakappingini, er AB tað
einasta av teimum, sum er úr lægri
deild. Somuleiðis er AB einasta
umboð, høvuðsstaðurin eigur eftir
í kappingini…
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Fyri einari viku síðani gjørdist
hann – eins og onkur annar av
liðfeløgunum – greipuvinnari í
flogbólti við ÍF, og leygardagin
gekk hann á odda, tá ÍF sendi
Skála út úr steypakappingini í
fótbólti.
Bartal Eliasen var tríggjar
ferðir upp á spæl, tá hann í
seinna hálvleiki við einum
ektaðum »hattrick« – trý mál
á rað í sama hálvleiki – sendi
ÍF frá 10 upp á 40. Og tá hevði
hann enntá eina ferð í fyrra
hálvleiki skallað bóltin í Skála
málinum, men varð dømdur
fyri rangstøðu.
Málið til 20 var eisini ein
skallari, men hesa ferð uttan
rangstøðu, og tveir minuttir
seinni var tað frá brots sparks
blettinum, at Bartal kundi økja
til 30, eftir at Nenad Saric var
farin um koll. Og gott korter
seinni kom so triðja málið, tá
trunkaspæl spurdist burturúr
inni í Skálabrotsteiginum, eftir
at Frank Poulsen hevði sent
hornaspark innfyri. Bartal var
avgjørdur, tá bólturin endaði
hjá honum, og so var 40.
Frank var annars maðurin,
sum var upphavið til 10
málið, sum var tað einasta fyri
steðgin, tá hann smekkaði til
úr langari frástøðu, men rakti
ein verjuspælara hjá mótstøðu
liðnum, so bólturin broytti kós
og endaði í málinum hjá prís
givna Esbern Jacobsen í mál
inum hjá Skála.
Við tveimum tøttum mál
um ímóti endanum kom eisini
Høgni Zachariassen á mál
talvuna. Tað fyrra fekk hann
fimm minuttir fyri tíð eftir enn
eitt gott hornaspark frá Frank
Poulsen, og tveir minuttir
seinni var Høgniu aftur á blett
inum, tá Uni Reinert Petersen
sendi innfyri.
Einki var at siga til ÍFsig
urin, ið kundi verið enn størri, tí
eitt nú skjeyt Dánjal á Lakjuni
á stongina. Men í øllum før um
kundu tey í Fuglafirði staðfesta
leygardagin,
at
steypa fina
list arnir frá í fjør fingu eina
flúgvandi byrjan í kappingini
um Løg manssteypið hesa ferð.
Hilmar Jan Hansen
Undrið, sum fyri viku síðani vann
seg víðari til fyrsta umfar við at
vinna heili 60 á MB, hevði valt at
lagt sín heimadyst í Klaksvík, og tað
høvdu klaksvíkingar einki ímóti.
Undrið spælir í triðbestu deildini, so
tað skuldi mestsum gjørt tað sama,
hvar liðið møtti KÍ, tí uppflytararnir
í bestu deildina áttu undir øllum
umstøðum at verið betra liðið.
Tað var KÍ eisini, men kortini
gjørdist talan ikki um ein av
teimum stóru og mest sannførandi
dystunum. Tá avtornaði, vann KÍ
20, sum sjálvandi var nóg mikið,
men neyvan heilt nøktandi hjá
klaksvíkingum, ið fáa heilt aðra
mótstøðu at arbeiða við, tá sjálv
landskappingin fer í gongd.
KÍ fekk annars nakað, ið kundi
sæð út sum ein ynskibyrjan, tí
minni enn eitt korter var farið,
tá Høgni Madsen fekk bóltin frá
Hjalgrím Elttør, ið kundi havt skotið
sjálvur, og fuglfirðingurin kundi
lættliga leggja bóltin í málið til 10.
Men hóast tað nú skuldi verið
klárt til eitt ella annað slag av
málveitslu, spurdist lítið burturúr
hjá KÍ, ið ikki skapti stórvegis
kjansir. Undrið skapti so at siga
púrt einki, men stríddist mest við
at verja, og heldur ikki megnaðu
gestirnir at seta KÍ undir trýst.
Heldur var tað KÍ, ið vantaði
neyðuga hugflogið fyri at fáa meira
burturúr.
Kanska sigandi fyri dystin, so
var seinna málið hjá klaksvíkingum
eitt sjálvmál, sum kom miðskeiðis
í
seinna
hálvleiki,
tá
Øssur
Jacobsen var óheppin í verjuni hjá
Undrinum.
Einki undur í Klaksvík
Løgmanssteypið Hóast KÍ ikki var serliga sannførandi,
nú Undrið vitjaði í Klaksvík leygardagin, hendi einki
undur, ið forðaði KÍ at koma víðari í steypakappingini
Bartal
gjørdi bart
Løgmanssteypið Við trimum málum
var Bartal ein av høvuðsorsøkunum
til, at Skála fór so syngjandi úr
ársins útgávu av steypakappingini
Alex avgjørdi fyri AB
aB eR Við enn
Eftir 1-0 heimasigurin á TB leygardagin,
er AB einasta liðið av teimum átta,
ið eru eftir í steypakappingini, sum
ikki spælir í Vodafonedeildini
Mynd: Álvur Haraldsen
Løgmanssteypið Tað, sum kundi sæð út sum
ein forsmakkur upp á toppdyst í 1. deild, endaði
við, at AB vann á TB við einum máli