Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 18 Sosialurin Ítróttarblaðið Hilmar Jan Hansen Sum skilst, møtti B71 við skerdari manning í Runavík leygardagin, men hóast tað kanska gjørdi sítt til, at tað í løtum var sera lítið um sand oyingarnar, skal einki takast frá NSÍ, ið hevði sigurin væl og virðiliga uppibornan. Liðini møttust eisini við Løkin síðsta lands kapp­ ingardystin í fjør, tá NSÍ vann 9­1, men so sannførandi var avrikið hjá heimaliðnum ikki hesa ferð. NSÍ byrjaði betri og hevði mest­ sum alla tíðina greiða yvirvág, men onkra hendinga ferð hótti B71 eitt lítið sindur. Tað tóktist tó ov óskipað til at gerast veruliga vandamikið, og sum fyrra hálvleiki leið, lá avgjørt í luftini, at NSÍ mundi fara at fáa okkurt mál. Stutt fyri hálvleik bragdaði, tá føðingardagsbarnið, Einar T. Hansen, ið frammanundan hevði havt onkra góða skotroynd, legði fimm minuttir fyri stegðin væl inn fyri úr vinstru síðu, og fyri mál inum kundi Klæmint A. Olsen skalla bóltin í málið til 1­0. Bara tveir minuttir seinni var aftur mál. Hesa ferð eftir eitt frí­ spark nakað úti í høgru síðu, beint uttan fyri B71­brotsteigin. Einar skjeyt bóltin hegnisliga í málið, sum Símun Rógvi Hansen annars vardi manniliga mestsum allan dystin, og so var 2­0. Eisini í seinna hálvleiki stóð NSÍ fyri so at siga øllum, men fleiri mál komu ikki. Tað hevði kanska heldur ikki so nógv at siga, tí fyri runavíkingar var mest um at gera at vinna fyrsta dystin í steypa­ kappingini síðani 2006. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Ikki kann sigast annað, enn at 07 Vestur fekk eina frálíka byrjan upp á kappingarárið, tá FC Suðuroy vitjaði leygardagin. FC Suðuroy var í bestu deildini í fjør, men spælir í ár í 1. deild, haðani 07 Vestur nú er komið upp. Tað sást í øllum førum á øllum brøgdum, at vágamenn hava eitt lið, sum er betri enn liðið hjá suðuroyingunum, ið munnu ætla sær uppaftur sum skjót ast. 07 Vestur spældi væl ta fyrstu løtuna, men so líðandi kom FC Suðuroy meira við, men kortini var smáligt við kjansum. Ikki so langt fyri hálvleik kom tó hol á hjá vágamonnum, tá Tór­Ingar Akselsen royndi seg við góðum skoti, ið málverjin hjá FC Suðuroy bara fekk blok erað, og so var Holgar Djur huus á blettinum og gjørdi tað til 1­0, sum eisini var hálv leiks­ støðan. Ikki nógvar minuttir inn í seinna hálvleik skoraði 07 Vestur aftur. Enn eina ferð var Tór­Ingar uppií, tá vága menn­ inir fingu fríspark og hann fintaði skot, fyri síðani at lata Badara Diedhiou sleppa framat at skjóta. Bólturin fór fram við øllum og í málið, og so var 2­0. Eitt korter seinni fekk 07 Vestur triðja málið, tá inn skifti Tamba Yarjah fekk eina góða sending frá fyrsta málskjútt­ anum, Holgari Djurhuus, og skallaði bóltin í málið. Hervið var sigurin greiður og 07 Vestur víðari í steypakappingini. Síðstu løtuna royndi FC Suðuroy at geva mótstøðu, men suðuroyingarnir komu ikki nærri enn at fáa eitt mál koll dømt og at verða steðgaðir av mál manninum hjá 07 Vestur, Hans Jørgensen, sum í tí eina før inum mátti vísa síni bestu kynstur fyri at bjarga. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Eingin sum helst ivi var um, hvat var betra liðið, tá FC Hoyvík vitj­ aði B68 á Toftum leygardagin, og úrslitið talaði eisini fyri seg, tá av torn aði. B68 vann 5­0, og um toftamenn høvdu lagt meira fyri, kundu teir saktans havt vunnið enn meira. Men tey fimm málini vóru meira enn ríkiligt hjá B68 at koma víðari. Longu í fyrsta veruliga B68­ álopinum var mál. Seks minuttir farnir, tá Jónleif Højgaard fór í skjótálop og síðani sendi innfyri til Ibrahima Camara, sum var púra leysur og skoraði til 1­0. Og bara seks minuttir seinni lá bólturin aftur í málinum hjá FC Hoyvík eftir somu uppskrift, tí hesa ferð fór Camara til stroks og legði innfyri til Dánjal Paula Højgaard, og so var 2­0. Minni enn hálvur tími var farin, tá B68 fekk sítt triðja mál, og so var tann dysturin meira ella minni avgjørdur. Eitt sindur av aftur og fram var eftir eitt hornaspark, og so endaði bólturin hjá André Olsen, sum við einum kontrolleraðum skoti økti um munin. Seinni hálvleikur var næstan hálvrunnin, tá B68 aftur fekk mál. Hesa ferð eftir brotsspark, ið Dánjal Pauli Højgaard setti í málið í aðru atløgu, tí hann mátti skjóta umaftur, hóast hann skoraði við fyrra skotinum. Og 12 minuttir fyri tíð fekk B68 fimta og seinasta mál ið, tá Camara sendi innfyri, har Ndende Adama Guéye kundi skalla bóltin inn til 5­0. Sum sagt, kundu málini hjá tofta monnum kanska verið fleiri, og eisini kundi FC Hoyvík havt fingið okkurt, men hvørja ferð gestirnir komu í nánd av B68­málinum, stóð Tórður Thomsen fyri teimum, og so spurdist ikki meira burturúr. hilmarjan@sosialurin.fo Einar fylti nógv Løgmanssteypið NSÍ sat á tí mesta, tá B71 vitjaði við Løkin leygardagin, og dagsins maður var føðingardagsbarnið, Einar T. Hansen gÓð gÁVa Einar T. Hansen, sum fylti 23 leygardagin, legði upp til annað málið og skoraði hitt, tá NSÍ á heimavølli vann 2-0 á B71 Mynd: Birita Hansen Vágamenn væl við Løgmanssteypið FC Suðuroy, sum var bara eitt stig frá at bjarga sær í Vodafonedeildini í fjør, maktaði einki ímóti 07 Vestur, sum er uppflytari í bestu deildini B68 flongdi hoyvíkingar Løgmanssteypið Við trimum málum í fyrra hálvleiki og tveimum í seinna, læt B68 ongan iva vera um úrslitið í dystinum ímóti 1. deildarliðnum, FC Hoyvík