Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tú skal vinna á teimum bestu fyrr ella seinni, um tú skal vinna steypa­ kappingina. Tað visti teoritikarin Jógvan Martin Olsen, tá hann skrivaði á heimasíðuni hjá Víkingi, at teir ætla sær gull í hesum kapp­ ingar árinum. Hann visti eisini, at Víkingur skal vinna á hinum biðlunum til før oya meistaraheitið, um teir skulu røkka tindinum. Jógvan Martin Olsen og Víkingur tóku fyrsta fetið um viku skiftið. Leygardagin vann hann kær­ komnan sigur í Gundadali á Juliani Hansen og HB, sum eru verandi før­ oyameistarar. Ein týðilig staðfesting av, at Víkingur skal takast í fullum álvara. – Eingin rann undan sínari upp­ gávu. Allir røktu sína uppgávu á vøll inum, og tað er uppiborið, at vit eru í fjórðingsfinaluni. Vit vóru bara betri, sigur Jógvan Martin Olsen. Hann hevði fyrireikað seg væl til uppgávuna, sum hann loysti til fulnar. Málini í síðstu løtu Tað eydnaðist ikki eins væl við mál­ skjótini hjá Finni Justinussen í fjør, sum í 2009. Tá var hann toppskjútti. At hann framvegis hevur máltev prógvaði hann, tá fáir minuttir restaðu í av dystinum. Framherjin fann sær pláss við fremru stong og stútaði bóltin í málið eftir horna­ spark. Nú ráddi um at halda fast. Trýsti, sum heimaliðið væntandi fór at leggja seinastu løtuna í roynd­ ini at sleppa víðari, kom ongan­ tíð. Víkingur spældi seg til fleiri upplagdar møguleikar. Tað bragd­ aði hjá innskifta Kaj Leo í Bartals­ stovu. Hann økti um leiðsluna, tá hann fekk bóltin fyri føturnar frá Sølva Vatnhamar. Yvirlutan eftir steðgin Tað vóru fáir møguleikar fyri steðg­ in. Liðini løgdu ikki nógv fyri í fram­ rættaða spælinum í fyrra hálv leiki. Spælararnir vóru grammir eftir bólt inum, og stríðið um bóltin var fyri tað mesta á miðvøllinum. ­ HB spældi betri enn í stór­ steypa dystinum móti EB/Streymur. Teir vóru meira stríðshugaðir. Hin­ vegin høvdu vit meira spæl og fleiri møguleikar, sigur Jógvan Martin Olsen. Gestirnir høvdu meira dirvi eftir steðgin. Tá loysnaði. Álopsbogin varð spentur, og liðið flutti seg nakrar metrar fram á vøllin, og Víkingur var á bóltinum fyri tað mesta. Málini komu seinastu løt­ una. Errin venjari Jógvan Martin Olsen er errin av av­ rikinum hjá sínum spælarum. Hann heldur, at tað er serliga hugaligt, at flestu spælararnir hava sín uppruna í felagnum. Síðani stovnina av fel­ ags liðnum hevur málið verið, at so stórur partur av liðnum, sum tað á nakran hátt ber til, skal vera spælarar, ið eru mentir í felagnum. Nú farið er undir fjórða árið við Víkingi, eru tveir útlendingar, og tveir, sum eru aðrastaðni frá úr Før oyum, í hópinum. Hinir búgva í Eystur kommunu. Málskjúttarnir vóru eisini tveir ungir spírar. – Tað hevur verið málsetningur allatíðina, og vit hava prógvað, at tað kann loysa seg, staðfestir Jógvan Martin Olsen. uni@sosialurin.fo Kósin er sett Løgmanssteypið Jógvan Martin Olsen hevur sagt, at Víkingur skal hava gull í ár. Annað hvørt í steypa­ kappingini ella landskappingini. Helst í báðum kappinginum. Hann kom eitt fet nærri um vikuskiftið Kaj Leo í Bartalsstovu hevur júst skorað til 2-0, og sett sísta seymin í kistuna hjá føroyameistarunum úr HB, sum annað árið á rað, blivu sendir úr steypakappingini longu í 1. umfarið Mynd: Álvur Haraldsen Ein av nýggju monnunum í Víkingahópinum, Símin Hansen Mynd: Álvur Haraldsen Uni Holm Johannesen Súni Olsen og Nenad Stanko­ vic fóru í annað felag, og Símin Hansen og Evrard Blé vóru knýttir at hópinum. Tað var út­ skift ingin í spælara hóp inum, sum Jógvan Martin Olsen stjórn­ ar í hesum kappingar árinum. Jógvan Martin Olsen sigur, at teir hava staðið seg væl í fyri­ reikingunum, og venjarin er væl nøgdur við teirra avrik í gjár. – Teir vóru við í spælinum og stríddust væl. Ikki tí, teir skaraðu ikki burturúr. Allir røktu sína uppgávu til lítar, held­ ur venjarin. Nýggju menninir stóðu seg væl FótbóLtur Símin Hansen og Evrard Blé eru knýttir at hópinum hjá Víkingi í vetur. Teir vóru við frá byrjan, og venjarin er væl nøgdur við teirra avrik