mánadagur 4. apríl 2011síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40
16
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Ítróttartoymið á Sosialinum:
Heri
Simonsen
heris@sosialurin.fo
Álvur
Haraldsen
alvur@sosialurin.fo
Hilmar Jan
Hansen
einslistir@email.fo
Uni Holm
Johannesen
uni@sosialurin.fo
Tróndur
Arge
trondur@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Fyrsta umfar í landskappingini hjá
kvinnum var í gjár, og gjørdist talan
um tríggjar útisigrar. Tann fyrsti
dysturin var í Gundadali tíðliga
seinnapartin millum uppflytararnar
úr B36 og greipuvinnararnar úr KÍ.
Tað endaði við, at KÍ vann dystin
3-0.
Longu í sjeynda minutti brendi
Rannvá Andreasen brotsspark, men
hon gjørdi tað gott aftur, tá hon í
seinna hálvleiki skoraði til bæði 2-0
og 3-0 – fyrst við einum langskoti
og síðani einum skallara. Málið,
sum legði KÍ á odda stutt undan
steðginum, fekk Malena Josephsen
eftir hornaspark.
Gjørdi skjótt av
AB, sum í fjør vann silvur, gjørdi
skjótt av og legði botnin undir úti-
sigurin á Víkingi í fyrra hálvleiki,
tí tá dysturin í Gøtu var komin í
helvt, var longu 3-0 til AB. Hellen
Haraldsen, Doris í Garði Joensen
og Olga Kristina Hansen syrgdu
fyri málunum.
Eftir steðgin var dysturin mun-
andi javnari, og Anna H. Joensen
skoraði fyri Víking næstan beinan-
vegin. Men ímóti endanum fekk AB
tvey mál innan fyri fimm minuttir
til 5-1, sum Mona Breckmann og
Lisa í Liða skutu, áðrenn Jóhanna
B. Fuglø í yvirtíðini gav Víkingi eitt
troystarmál, so dysturin endaði 5-2
til AB.
HB kløkkaði Skála
Hóast ikki færri enn fýra av spæl-
arunum hjá Skála høvdu spælt
hondbóltsdystir bæði leygardagin
og fyrr um dagin í gjár, megnaðu
bronsu vinnararnir av Skála at
vinna 1-0 á uppflytarunum úr HB.
Tað var tó um reppið, at vertirnir
komu á odda við brotssparki eitt
korter inn í dystin, men Helen á
Lakjuni, sum í summar hevur skift
flogbóltin út við ein málmanskjans
í fótbólti, tók brotssparkið hjá
Mariannu H. Jacobsen.
Bara fýra minuttir seinni kom
hinvegin mál í hinum endanum,
sum Bára Berthelsen skoraði, so
Skála legði seg á odda 1-0. Í fyrra
hálvleiki vóru bæði liðini væl við,
men í undanvindinum eftir steðgin
royndist Skála betri og helt væl og
virðiliga fast um leiðsluna, til liðugt
var.
hilmarjan@sosialurin.fo
Vit fara ikki at vassa ov nógv í hesum tapinum. Finnur
Justinussen og Kaj Leo í Bartalsstovu gjørdu tað ljóta ímóti
okkum ímóti dystarenda. Serliga seinna málið kennist eitt sindur
irriterandi júst tí vit royndu at trýsta fyri útjavnandi málinum.
www.hb.fo
B36 yvirtók nú aftur initiativið, men fílast kundi kanska á, at
nógva bólttamarhaldið úrslitaði í ov fáum málmøguleikum. Tann
størsti í fyrra hálvleiki var, tá Heini í Skorini sendi eitt frálíkt
langskot móti málinum, men René Tórgarð bjargaði í stórum stíli.
www.b36.fo
Í stuttum kann sigast, at hetta var ein tann vánaligasti dysturin í
ár. Hvørki av liðunum megnaði nakrantíð at fáa nakað sum líktist
hondbóltsspæli. Tað sást beinanvegin at heimaliðið ætlaði at
leggja nógv fyri, fyri at tryggja sær at plássið í finaluni skuldi
verða staðfest í dag. Hetta kom av eini ella aðrari orsøk sum ein
kvøkkur fyri H71 liðið, og merkti liðið tað mesta av dystinum.
Stutt sagt alt gekk av skriðuni, snøgt sagt onki riggaði.
www.h71.fo
Tað mest umráðandi var, at KÍ kom víðari. Burtursæð frá tí var
ikki nógv posetivt at taka við frá hesum dystinum. Miðverjan
gjørdi tað gott, men hon bleiv aldrin sett undir trýst.
www.nordlysid.fo
Bæði neistakvinnur og neistamenn í FM-finalunum. Óført og til
lukku. Góð 80 ára føðingardagsgáva at fáa.
www.neistin.fo
Skjóta við sama lag í Sundalagnum
Í ár eru liðin 25 ár síðani Sunda Byrsufelag sá dagsins ljós. Hetta ætlar tey í felagnum ikki
at lata fara aftur við borðinum uttan markering. Í hesum sambandi verður skjótibreytin
hjá felagnum opin fyri almenninginum leygardagin 16. apríl, tá øll eru vælkomin at royna
seg við nøkrum skotum. Til ber at lána byrsu og patrónir. Felagið bjóðar ein drekkamunn
og annað gott, so tað skuldi ligið væl fyri at lært ítróttina at kenna henda dagin. Sunda
Byrsufelag hevur í roynd og veru longu fingið eina føðingardagsgávu, um ein kann siga
tað so. Á býráðsfundi í Sunda kommunu mánakvøldið varð samtykt, at lata felagnum 6.000
krónum í stuðli til tiltøk í sambandi við 25 ára degnum.
FAVORITTSIGRAR
Tað blivu sigrar til trý tey fremstu í fjør, tá kvinnufótbólturin fór í gongd í gjár, og millum annað vunnu meistararnir úr KÍ á uppflytarunum úr B36
Mynd: Álvur Haraldsen
Øll útiliðini vunnu
KVInnuFóTbólTuR
Eingi óvæntað
úrslit var í gjár, tá
landskappingin hjá
kvinnunum varð
bríkslað í gongd