Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 24 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Team Klaksvík hevur fingið tvey stig í hesum kappingarárinum. Liðið úr Klaksvík hevur havt tað sera trupult. Í 16. umfarinum bragdaði um síðir hjá klaksvíkingum. Teir vunnu ein dyst í bestu deildini. Tað var á H71, sum vitjaði í Bad minton­ høllini í Klaksvík. Stoltleikin hjá hoyvíkingum var særdur. Liðið, sum hini hava vunnið stórsigur á næstan hvørjaferð, hevði lagt fót fyri teimum. Síðan hevur gingið betri. Fýra sigrar og eitt tap. Góða gongdin hevur havt við sær, at H71 hevði framvegis møguleikan at vinna seg í finalurnar um føroya­ meistaraheitið undan vitjanini í Kolla firðið í gjár. Møguleikin var lítið. Hoyvíkingar skuldu vinna sínar dystir, og KÍF skuldu tapa sínar. Tað er eyðsæð, at stigini, sum H71 mistu móti Team Klaksvík, høvdu komið væl við nú. Um smáu líkindini fyri at røkka finalunum var orsøkin til slaka avrikið í gjár, er trupult at siga, men movitatiónin hevði helst verið størri, um bara tvey stig skilti lið ini undan dystinum. Stóðu seg væl Hinvegin skal einki takast frá av­ rikinum hjá kollfirðingum, sum spældu uttan brøðurnar Gert Hansen og Arnbjørn Hansen. Teir spældu við EB/Streymi í steypa­ dyst inum móti B36. Kollfirðingar stóðu seg væl í verjupartinum fyrstu løtuna, og 40 ára gamli Óla Kristian Djurhuus, sum vardi mál­ ið, hevði fleiri bjargingar. H71 hevði bara fingið tvey mál, tá fyrri hálv­ leikur var hálvrunnin. Tá var KÍF fimm mál framman­ fyri. Tann munurin helt sær eina løtu. Seinastu minuttirnar av dyst­ inum fóru hoyvíkingar upp í ferð í allar seinastu royndini at røkka final unum, meðan kollfirðingar tóktust sannførdir um, at tað fór ikki at ganga galið. Tíðin fór frá H71. KÍF vann við einum máli, 24­23. Endaliga staðfest Tað hevur verið ávegis í fleiri vikur, men umsíðir kunnu kollfirðingar breggja sær av, at teir skulu spæla finalurnar um føroyameistaraheitið móti Neistanum. KÍF hevur verið nummar tvey uttan slit síðani november í fjør, uttan at hótta odda­ liðið. Hóast tað, kunnu koll firð ingar framvegis vinna føroyameistara­ heitið. Treytin er, at teir vinna tvær finalur á einaráðandi neista monn­ unum. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Óroyndu uppflytararnir úr Klaks vík spældi sín sein asta heimadyst í hesum kappingar­ árinum fríggjakvøldið. Team Klaksvík tapti aftur stórt, hesa ferð fyri StÍF. Úrslitið var 44­20. Greiður málsetningur Team Klaksvík hevur einki havt at spælt fyri í hes um kapp ingarárinum. Klaks­ víkingar vistu frammanundan, at hini liðini vóru nógv betri. Málsetningurin var greiður frá byrjan. Teir eru við fyri at læra. Uppflytararnir vónaðu, men væntaðu ikki, at fáa stig í hesum kappingarárinum. Tað eydnaðist at vinna á H71. Sigurin blásti lív í mans­ hondbóltin í Klaksvík, men tað var skjótt, at klaksvíkingar fingu armarnar niður aftur. Menningin hevur hin vegin verið stór gjøgnum kappingar­ árið. Næsta vikuskiftið skal Team Klaksvík á vitjan hjá Neistanum, og tá seta upp flyt­ ar arnir punktum fyri sínum fyrsta árið í bestu deildini. Tá byrja somuleiðis fyri reiking­ arnar til næsta kapp ingarárið, tá klaksvíkingar ætla sær fleiri stig. uni@sosialurin.fo Nú er KÍF í finaluni Hondbóltur Loksins kundi KÍF, sum hevur verið nummar tvey alt kappingarárið, staðfesta sítt finalupláss. H71 hevur runnið aftaná seinastu vikurnar. Tápuliga tapið fyri Team Klaksvík kostaði dýrt StaðfeSt Loksins kundi kollfirðingar, sum hava verið nummar tvey uttan slit síðani november, staðfesta finaluplássið Mynd: Álvur Haraldsen Takkaðu fyri seg í Klaksvík Uni Holm Johannesen Nú eru bara bronsumerkini eftir at stríðast um hjá hoyvíkingum og vest menningum. H71 tapti fyri kollfirðingum, og tað hevur við sær, at VÍF liggur best fyri í stríðnum um bronsu heiðursmerki. Fyrimunin vunnið teir sær í ítróttarhøllini í Vestmanna í gjár. Tað hevur verið lítið veiggj í Kyndli seinastu vikurnar, og kyndils ­ menn hóttu heldur ikki VÍF í gjár. Úrslitið var 31­26. Holgar Djurhuus var toppskjútti við átta málum. Hans Áki útvístur Tað var miðskeiðis í fyrra hálv leiki, at VÍF fór frá gestunum. Holgar Djurhuus gekk fremst í álops­ spælinum, tá heimaliðið vann sær eina leiðslu á fýra mál. Vest menn­ ingar syrgdu fyri við stinnum verju­ spæli, at Kyndil ikki kom nærri eftir steðgin. Tá sjey minuttir restaðu í av dyst inum varð Hans Áki Dal­ Christiansen útvístur fyri triðju ferð. Tað hevði ikki stórvegis ávirkan, tí heimaliðið var tá á odda 28­22. Bronsumerkini upp á spæl Næsta vikuskiftið spæla H71 og VÍF sín seinasta dyst í hesum kapp­ ingarárinum. Liðini bresta saman í Hoyvíkarhøllini. Vestmenningar hava 25 stig, sum er eitt meira enn hoyvíkingar. Treytirnar eru tískil einfaldar, um H71 ætlar sær bronsu­ merkini. Kravið er ein sigur. Avgerðin fellur í Hoyvík Hondbóltur Við sigrinum á Kyndli vunnu vestmenningar seg upp á triðja plássið á stigatalvuni. Tað er longu nú greitt, at bronsumerkini verða handað í høllini í Hoyvík næsta vikuskiftið Hondbóltur Team Klaksvík spældi sín seinasta heimadyst í bestu deildini á hesum sinni. Teir taptu stórt fyri StÍF. Nú manglar bara Neistin á útivølli, áðrenn klaksvíkingar kunnu eftirmeta kappingina VÍF – Kyndil 31-26 (17-13) Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen Áskoðarar: 200 fólk 10 min.: 3-3 20 min.: 8-8 40 min.: 23-18 50 min.: 26-20 VÍF: Holgar Durhuus 8, Magnus Muller 6, Áki G. Olsen 5, Bjarti Hansen 4, Rúni Fossdal 3, Sjúrður Poulsen 2, Jákup A. Joensen 2, Andrias Eriksen 1. Kyndil: Bárður Johannesen 9, Hans Áki Dal-Christiansen 5, Karl Jóhan Djurhuus 5, Hans Arni Thomsen 3, Rani Ellingsgaard 2, Rógvi Dal-Christiansen 1, Andrias B. Sólsker 1. Útvísingar: VÍF 3, Kyndil 5. Reytt kort: Hans Áki Dal-Christiansen, tríggjar útvísingar KÍF – H71 24-23 (13-8) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen Áskoðarar: 300 fólk 10 min.: 5-2 20 min.: 9-3 40 min.: 17-11 50 min.: 22-17 KÍF: Rúni Joensen 9, Regin Petersen 4, Tony Weihe 4, Niklas Reginsson 2, Teitur Joensen 1, Ási Dam 1, Agnar Joensen 1. H71: Dánjal Tórgarð 10, Esbern Patursson 3, Hans Kári Hansen 3, Rúni V. Højgaard 2, Bogdan Florea 2, Rógvi Sørensen 1, Bogi Krossteig 1, Ári J. Olsen 1. Útvísingar: KÍF 12, H71 8. Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 23 801 643 158 41 2 KÍF 22 621 565 56 30 3 VÍF 23 657 603 54 25 4 H71 23 644 609 35 24 5 Kyndil 23 595 614 -19 21 6 StÍF 23 624 611 13 17 7 Team Klaksvík 23 541 838 -297 2