Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-04-04, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. apríl 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 4. apríl 2011 · Nr. 40 Sosialurin Ítróttarblaðið Tær gulu úr Runavík máttu aftur av vøllinum, uttan at hava fingið fult, og harvið feyk møguleikin um finalupláss Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Stjørnan 23 653 542 111 39 2 Neistin 23 657 514 143 36 3 Tjaldur 23 645 562 83 33 4 VB 23 598 579 19 26 5 Kyndil 24 553 606 -53 16 6 VÍF 23 517 636 -119 7 7 StÍF 23 463 647 -184 5 Uni Holm Johannesen Tríggir dystir uttan at fáa fult. Tað ber snøgt sagt ikki til í enda­ spurt inum, tá trý lið kappast um at sleppa í finalurnar um føroya­ meistaraheitið. Tað hevur Tjaldur fingið at sanna. Kvinnurnar úr Runavík vunnu heldur ikki í gjár. Úrslitið hevur við sær, at Neistin og Stjørnan hava staðfest sítt finalu­ pláss undan seinasta umfarinum. Gekk væl Tað loysti seg at skifta venjaran í november. Bogdan Burcea hevði ikki nøktandi úrslit at vísa á í hes­ um kappingarárinum, tá Trygvi Mortensen loysti hann av sum venjari hjá Tjaldur í november. Tjaldur átti tá ikki virknan leiklut í finalustríðnum. Kvinn urnar úr Runavík vunnu níggju lands kapp­ ingardystir upp í slag, umframt at tær vunnu steypakappingina. So kom stígur í. 30. januar tapti Tjaldur fyri Stjørnuni í Klaksvík. Síðani hava stór sveiggj verið í úrs litunum. Tær raktu botnin fyri tveim um vikum síðani, tá Neistin vann við 21 málum á Tjaldri í høllini á Hálsi. Orsøkirnar eru fleiri. Ábyrgdin hjá Simonu Petersen og Adinu Petrea hevur verið stór. Liðini hava dugað at vart fyri teimum og somu leiðis tikið broddin úr álops­ spælinum. Avgerandi dystirnir, sum millum annað móti Neistanum, var Annika Thomsen skadd og Adina Petrea var darvað av sjúku. Hon spældi tó allíkavæl, men ikki við fullari megi. Taptu við einum Treytirnar hjá Tjaldur vóru einfaldar undan dystinum. Liðið skuldi vinna sínar írestandi dystir, og Neistin skuldi snáva í heimadystinum móti Stjørnuni næsta vikuskiftið. Tað eydnaðist ikki. VB hevur argað hini liðini á heimavølli, og tað gjørdu vágskvinnur aftur hesa­ ferð. VB vann við einum máli, 30­ 29, á Tjaldur og syrgdi sam stundis fyri, at Stjørnan og Neistin spæla finalurnar um føroyameistara­ heitið. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Í teimum 24 lands kappingar­ umførunum hevur Stjørnan verið best. Neistin kann ikki fáa klaksvíkskvinnur aftur á stigatalvuni undan dystinum næsta vikuskiftið. Tað gevur Stjørnuni tann fyrimunin, at verður talan um ein triðja finalu dyst í stríðnum at vinna meist ara heitið, spæla klaks­ víks kvinnur tann dystin á heima vølli. Javnur fyrri hálvleikur StÍF hevur verið botnproppur alt kappingarárið. Tað verður sjáldan vænta nakað av teim­ um, og tað var eisini óvæntað, at strandakvinnur fóru til hálv leiks við einum javnleiki í KÍ­høllini í gjár. Stjørnan var við yvirlutan, men síðstu løtuna fyri steðgin gjørdu gestirnir bart og vunnu seg upp á javnt. Tann støðan helt sær ikki leingi. Heimaliðið legði nógv fyri beinanveg í seinna hálvleiki. Umfarið var fáar minuttir gamalt, tá Stjørn­ an var á odda við fýra málum, og tá kláraði StÍF ikki at hótta aftur. Venjarin hjá Stjørnuni brúkti eisini høvið at royna fleiri av yngru spælarunum, og tað riggaði væl. Av tí, at Stjørnan vann hesa­ ferð, og Tjaldur snávaði í Vági, stendur einki upp á spæl, tá klaksvíkskvinnur vitja Neistan næsta vikuskiftið. Tað verður ein fyrireikingardystur áðrenn finalurnar. uni@sosialurin.fo Sann førandi sigur Hondbóltur Stjørnan vann greitt og uppiborið á StÍF. Klaksvíkskvinnur staðfestu samstundis, at tær eru fremst á stigatalvuni í hesum kapp ingarárinum Finaluplássið fokið Hondbóltur Tjaldur hevði vind í seglunum, tá Trygvi Mortensen loysti Bogdan Burcea av. Tað rakk til gull í steypa­ kappingini, men finaluplássið í landskappingini er fokið VB – Tjaldur 30-29 (18-17) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen 10 min.: 4-5 20 min.: 8-14 40 min.: 21-20 50 min.: 26-24 VB: Gurið Mortensen 6, Gintare Lydekaite 6, Bára K. Mortensen 5, Rannvá Johannessen 5, Justina Balzarviciute 4, Laila Jespersen 3, Svava Vestergaard 1. tjaldur: Adina Petrea 11, Simona Petersen 6, Annika Thomsen 4, Heidi Sevdal 3, Sarah Ann Thomsen 3, Benadikta Johannesen 2. Útvísingar: VB 3, Tjaldur 3. VÍF – Kyndil 20-23 (9-9) Dómarar: Karstin Joensen og Kristian Joensen 10 min.: 3-2 20 min.: 6-5 40 min.: 10-13 50 min.: 14-17 VÍF: Liljan Djurhuus 9, Torgunn Johansen 3, Halla Midjord 3, Heidi Joensen 2, Elisa Leo 1, Annika Poulsen 1, Linda Davidsen 1. Kyndil: Jórun Ludvig 5, Ásleyg Súnadóttir 4, Heidi Maria Akselsen 3, Súsanna Petersen 3, Randi S. Wardum 3, Birita Mortansdóttir 2, Anja Heinadóttir 1. Útvísingar: VÍF 4, Kyndil 2. Stjørnan – StÍF 34-25 (14-14) Dómarar: Magnus í Króki og Thomas J. Thomsen 10 min.: 7-3 20 min.: 12-8 40 min.: 22-17 50 min.: 29-21 stjørnan: Valentina Suciu 8, Durirt Mikkelsen 7, Alina Anghel 7, Edith Hansen 5, Una Olsen 3, Judit Hansen 2, Ella Petersen 1, Sylvia Hansen 1. stÍF: Fríðrun Danielsen 8, Rebekka Justinussen 8, Birna Tummasardóttir 4, Bára Berthelsen 3, Birita Poulsen 1, Lilja Gregersen 1. Útvísingar: Stjørnan 0, StÍF 2. Uni Holm Johannesen Kyndil hevði ikki vunnið í seinastu 10 landskappingardystunum und­ an vitjanini í Vestmanna í gjár. Sein asta, Kyndil fekk fult, var tann 15. januar, tá botnliðið StÍF vitjaði í høll ini á Hálsi. Nú bragdaði aftur. Kyndils­ kvinnur vunnu við trimum málum í ítróttarhøllini í Vestmanna í gjár. Úrslitið var 23­20. Einki at spæla fyri Dysturin var javnur allatíðina. Tað var ikki fyrr enn seinastu min­ uttirnar, at Kyndil fór framum og fekk eina leiðslu, sum heimaliðið ikki kláraði at hótta. Tað hevur darvað spælinum hjá bæði VÍF og Kyndil seinastu vik urnar, at liðini hava einki havt at spælt fyri. Einasta avbjóðingin hevur verið at arga tey trý ovastu liðini, sum hava stríðst um finaluplássini. Tað hevur havt sína ávirkan á avrikini, og dagurin í gjár var einki undantak. Liðini fingu ongan tíð veruliga ferð á spælið, og fleiri óneyðug mistøk vóru. Umsíðir bragdaði Fótbóltur Tað hevur verið lítið um Kyndil seinastu vikurnar, men umsíðir eydnaðist at skava nøkur stig saman